fríggjadagur 30. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 21 - 30. januar 2009
Omanfyri nevnda spurning
havi eg mangan sett mær
sjálvum.
Ikki tí, eg eri onga løtu í
iva um, at tað eru tær í
nógvum førum. Men so
skal arbeiðslagið broytast
munandi!
Hugsi um, at mangan tá
okkurt ikki riggar, so eru
kommunurnar skjótar at
leggja dent á, at hesum mál
inum hevur landið alla
ábyrgdina av, meðan tá okk
urt riggar, so er tað komm
unalu politikararnir, ið hava
rós uppiborið fyri tað.
Fremstur í hesum kóri er
góði vinur mín, Heðin Mort
ensen, borgarstjóri í Havn.
Eg skal taka okkurt
aktuelt dømi:
Stutt fyri jól samtykti
løgtingið at taka av stuðul
til kommunalu dagtilhald
ini, ein stuðul, ið var 4
milliónir árliga.
Beinan vegin vóru fleiri
kommunur klárar at ákæra
landið fyri at steingja øll
dagtilhaldini.
Eg skal ikki vera ósamd
ur í, at eldrarøktin er lands
mál og ikki kommunal.
Men hinvegin so hava
nógvar kommunur stovna
kommunal dagtilhald, ið
hava fingið ein ávísan
stuðul úr landskassanum.
Hjá Sunda kommunu er
støðan tann, at hetta dagtil
hald sambært fíggjar
ætlanini fyri 2009 kostar
tilsamans 279.000 kr., og
av hesum var stuðulin úr
landskassanum 45.000 kr.
Kann man so siga, at
landið steingir dagtilhald
ið, tá landsins partur bert
er 16%? Eg haldi ikki!
Hetta má ein kommuna
klára, um hon heldur seg
til at yvirtaka eldraøkið í
framtíðini!
Hoyrdi um dagarnar, at
Tórshavnar kommuna
hevði trupult at finna eina
millión til dagtilhaldini.
Samstundis biður hendan
kommunan um at gerast
royndarkommuna á eldra
økinum.
Sig mær, hvussu kann
Tórshavnar kommuna
nakrantíð koma at umsita
eldraøkið, tá hon ikki kann
finna eina millión til dag
tilhald burtur úr einari
fíggjarætlan, ið liggur um
hálva milliard?
Eitt annað dømi eru
røktarheim og dagtilhald.
Um hetta økið verður
mangan sagt, at hetta er
100% landið, ið hevur tað.
Men tað passar ikki. Tað
hevur tað heldur ikki verið
gjøgnum tíðirnar.
Skipanin fyrr var tann, at
kommunurnar rindaðu
10% av rakstrinum og 15%
av íløgunum. Ikki nakar
stórur partur, men økið var
so ikki 100% lands.
Síðani vórðu umskiping
ar gjørdar í fíggjarbýtinum
millum landið og komm
unurnar, eg haldi at tað var
tá barnaansingarøkið varð
lagt út.
Tá gjørdist raksturin av
sambýlum og røktarheim
um landsins partur burturav.
Tó so, náttarvaktin á sam
býlunum bleiv kommunal.
Fyri einum 68 árum
síðani varð nýggj skipan
gjørd um bygging av sam
býlum og røktarheimum,
soleiðis at landskassin
rindaði 50.000 kr. fyri
hvørt pláss á sambýlum og
500.000 kr. fyri hvørt
røktarheimspláss. Restina
av íløgunum skuldu
kommunurnar standa fyri.
Hetta var ein skipan, ið
fyrst varð gjørd til røktar
heimið Mørkina í Streym
nesi, men brátt gjørdist
skipanin landsumfatandi.
Kommunurnar í Eystur
oy og tær í Norðstreymi,
sum í dag eru partur av
Sunda kommunu, settu tá
eldraøkið ovast á dags
skránna, og strektu seg
sera langt at fremja neyð
ugu útbyggingarnar á
økinum.
Og tað hevur borið frukt.
Sá í einum blað herfyri, at
seinastu 6 árini eru 89 røkt
arheims og sambýlispláss
komin í Eysturoy, meðan
bert 42 eru komin í Suður
streymoy somu tíðina.
Hetta vísir tíðuliga,
hvussu kommunurnar hava
raðfest eldraøkið!
Hevði Tórshavnar komm
una raðfest eldraøkið eins
høgt og kommunurnar í
Eysturoy tá fyri 68 árum
síðani, so høvdu millum 150
og 200 pláss verið komin
afturat har – í staðin fyri 42.
Og so høvdu hesir
trupulleikar ikki verið so
stórir, sum teir eru í dag.
Eg haldi ikki, at Tórs
havnar kommuna bert kann
skjóta við skørpum eftir
landsins myndugleikum í
hesum máli, tey máttu
eisini kunna hugt eftir
sínum egna leikluti.
Í heila tikið mega land
sins myndugleikar og
kommunurnar fáa í lag
betri samskifti við hvønn
annan í staðin fyri at liggja
í hvør sínum skotgrøvum
og skjóta alment eftir
hvørjum øðrum.
Skal nakað munagott
koma burturúr, mega vit
hava konstruktivar sam
røður innanhýsis fyri at
loysa málini, í staðin fyri
at kappast at fara í fjøl
miðlarnar at skylda upp á
hin partin.
Duga vit ikki tað, so
trúgvi eg onki uppá, at slík
stórmál verða røkt til
fulnar, um tey verða løgd
til kommunurnar.
Eru føroyskar kommunur klárar at yvirtaka eldraøkið?
SofuS DebeS
JohanneSen
So hendi tað aftur. Al
mennu sparingarnar raka
enn einaferð tey veikastu í
samfelagnum.
Vit hava hoyrt um hvussu
illa tað stendur til á eldra
økinum, sjúkrahúsøkinum,
skúlaøkinum o.s.fr. – og nú
er øksin so komin til tey
menningartarnaðu Økið,
Børn og ung.
Trivnaðartænastan, sum
er ein deild undir Nær
verkinum, hevur nú fingið
boð uppá at spara 2,3
milliónir. Harumframt
frættist eisini herfyri, at
stovnar fyri børn og ung
skulu spara 5,2 milliónir.
Hetta eru sparingar, sum
av álvara fara at merkjast.
Hetta er ikki ein tunnil ella
eitt vegarbeiði, sum kann
útsetast, men menniskjalig
ar lagnur, sum fara at kenna
sviðan av sparingunum
Undan valinum sólaðu
allir flokkar sær í teimum
bleytu virðunum, men sum
ikki einaferð, so er hetta
valagn – og tað er ótrúligt
sum hetta er gott agn –
kann sigast. Nógvir veljarar
býta í hetta agni, men
sumaltíð eru hetta tóm lyfti.
Trivnaðartænastan
Trivnaðartænastan skal
spara 2,3 milliónir. Hetta
er sami kostnaður, sum at
reka eitt sambýli.
Tað verða, sum er, ikki
sett fleiri starvsfólk á
stovnunum – og sum skilst,
so er alt skeiðsvirksemi og
øll førleikamenning løgd á
ís. Ongir avloysarar skulu
inn á stovnararnar – so
hetta fer uttan iva at hava
stóra ávirkan á gerandislívi
hjá búfólkum og starvs
fólkum, sum eru á stovn
unum. Tað pedagogiska
menningin steðgar upp –
og hetta kann eisini hava
keðiligar ávirkanir á lívið
hjá búfólkunum, sum hava
brúk fyri pedagogiskari
stimbran.
Er hetta í tráð við sam
gonguskjalið? Ein nýggj
føroysk forsorgarlóg hevði
hægstu raðfesting hjá
landsstýriskvinnuni, tá hon
ok sæti sum landsstýris
kvinna – og sum skilst, so
er hetta arbeiðið eisini lagt
á ís. Kunnu vit sum eitt
vælferðarsamfelag, sum vit
í orð og talu kalla okkum,
liva við ikki at hava eina
nútíðarhóskandi forsorgar
lóg. Eina lóg, sum eisini
greitt ásetur, hvat enda
málið er við sambýlunum.
Landsstýriskvinnan,
Rósa Samuelsen segði við
Sosialin tann 28 januar, at
tað sum er lívsneyðugt ikki
skal sparast. Alt skeiðs
virksemi skal leggjast á ís
og steðgur er í øllum
starvsetingum.
Mín spurningur er: Hvat
er lívsneyðugt?.
Hetta eru ikki nakrar
upplyftandi útsagnir frá
okkara Landsstýriskvinnu,
men harafturímóti
veruligar kreppuútsagnir.
Børn og Ung
5,2 milliónir skulu sparast
á virkseminum fyri børn
og ung. Hetta kemur at
hava stóra ávirkan á núver
andi stovnar, sum eru Rók
in, Slóðin, Barnaheimið og
Familjuhúsið. Landsstýris
kvinnan í almannamálum,
Rósa Samuelsen, hevur
ført fram, at hetta fer ikki
at ávirka núverandi virk
semi – og tað tykist mær
ógvuliga løgið. Sum støð
an er í dag, so vita starvs
fólk á hesum stovnum
hvørki um tey eru keypt
ella seld. Rósa Samuelsen
førdi í Degi og Viku fram,
at ein arbeiðsbólkur var
settur fyri at finna útav,
hvussu økið framyvir skal
síggja út ella rekast, og at
ein niðurstøða skuldi koma
í hesi vikuni. Vit fingu ikki
at vita hvør situr í hesum
arbeiðsbólki – og starvs
fólk og børn á teimum
ymisku stovnunum eru
sera ótrygg yvir hvussu
framtíð teirra fer at síggja
út. Á onkrum stovnum er
støðan so mikið álvarslig,
at starvsfólk eru einsamøll
á vakt alt samdøgnið – og
børnini, sum eru á stovni
num eru illa fyri og krevj
andi, at starvfólkini als
ikki kunnu taka ábyrgd av
hesum børnunum. Stovns
leiðslurnar hava eisini
fingið at vita, at tey ikki
kunnu taka avloysarar inn
um tey hava brúk fyri hes
um. So tað er eitt stórt
maktarloysi, sum valdar á
økinum.
Alment umsorganarsvik
Tá børn og ung verða
innskrivaði á ein stovn, eru
ymiskar orsøkir til tess.
Hetta eru børn, sum á ein
ella annan hátt ikki kunnu
búgva heima – og mangan
krevja ein stóra eyka peda
gogiskan innsats. Sum
støðan er nú, so kunnu
starvsfólk ikki veita hend
an pedagogiska innsatsin,
tí tað er ikki nokk av
starvsfólkum at taka sær av
børnunum. Eg vil kalla
hetta almennt umsorgan
arsvik. Mín áheitan til
landsins myndugleikar er
tískil. Skapið karmar fyri
hetta økið ístaðin fyri at
bróta karmarnar niður!
Bleytu virðini bumbaði aftur í tíðina!
Formaður í Føroya
pedagogfelag
Jarvin
feilberg
hanSen
Fyri nakað síðani skipaði
danska stjórnin fyri einum
sokallaðum bankapakka,
sum skuldi hjálpa bankun
um, um teir komu í trupul
leikar, nú fíggjarkreppan
ger um seg. Føroysku
bankarnir, sum eru partar
av danska fíggjarkervinum,
fingu loyvi at verða við í
hesi skipan. Hetta er ikki
bara fyri okkara skuld, og
kemur ikki bara okkum til
góðar, tí, sum sagt, okkara
fíggjarkervi er partur av tí
danska.
Seinri er so danska
stjórnin komin við enn
einum pakka, at hjálpa
bankunum við. Eftir um
bøn frá landstýrinum, varð
biðið um loyvi at luttaka í
teimum samráðingum, sum
fóru fram, hesum viðvíkj
andi, men hetta var sýtt
okkum, hóast hetta upp
runaliga var lovað okkum,
og hóast føgru orðini um
”lige værdige parter”.
Tá Høgni Hoydal setti
forsætisráðharranum fyri
spurning hesum viðvíkj
andi, gjørdist Edmund
Joensen, sum ikki einaferð,
óður og fór í part við døn
um, sum hann er vanur, og
háðaði okkara umboð, og
tók fult undir við, at vit
føroyingar hava einki at
gera við samráðingar
borðið, hóast lyftir vóru
givin um hetta. Sostatt
gekk Edmund Joensen enn
einaferð ímóti ynskinum
hjá bæði landsstýrinum og
sambandsløgmanninum.
Um tað ikki er pínligt, so
veit eg einki. Í bløðunum
samanlíknar hann lánið,
sum vit góvu íslendingum
við bankapakkan, sum als
einki hava við hvørt annað
at gera.
Vit minnast øll, tá
Edmund kallaði inn til
tíðindafund, og fekk
løgmann at hoppa uppá
hansara bluff, at nú hevði
hann, Edmund, ruddað sló
fyri, at Føroyar kundu
sleppa inn í ES – sjálvandi
sum danskur landslutur!!!
Var tað ikki pínligt bæði
fyri løgmann og fyri alt
føroya fólk, at ein sum vil
takast í álvara, og er valdur
til at umboða okkara land
millum aðrar tjóðir, kallar
inn til slíkt fjas???
Edmund er valdur inn á
danating at umboða Før
oyar og føroyingar, men
higartil hevur hann ikki
gjørt annað enn runnið
ørðindir fyri Fogh og
donsku stjórnina, og gjørt
alt tað hann kann, at vera
ímóti Føroyum og
føroyingum.
Vit minnast øll, tá hann
stuðlaði forboðið fyri
hvalaveiði í suðurhøvum,
nakað sum danski ráð
harrin harmaðist um. Nú er
reistur ein fyrispurningur á
danatingi um grindadráp
her á landi, og skal tað ikki
undra meg, at Edmund enn
einaferð fer í part við
dønum í hesum málinum,
og finnur so okkurt hann
kann brúka at svína Høgna
út við.
Eg veit ikki hvat
Edmund Joensen tekst við
í Keypmannahavn, tá hann
er í Fólkatinginum, annað
enn at sita og krympa tær,
men tað kemur mær fyri,
sum hann gongur á skeiði
hjá fívlunum báðum Rolf
Guttesen og Virgari
Dalsgarð.
Hvør er pínligur?
Kai vágfJall
viðmerkingar