fríggjadagur 30. januar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti
14
Tað var ein fyrradag seinnapart, at
vindurin dust feyk við megi,
og eg til friðskjóls mær leitaði
inn á kaféið
Komin innar mær brestur í
trýnið ein hjari
so ymsur sum gera man so
ymsur ein skari,
og hitin var mikil - eg úr
frakkanum fari
- úr: Kaféið (gomul yrking hjá
mær sjálvum, eftir søguni hjá
Rikard Long, sum eg las í eini
bók, sum Hanus Kamban, tá:
Andreassen, eisini hevur skrivað;
yrkingin kann lesast í fullari longd
á mínum facebook-profili)
Kaféið, sum eg leitaði mær inná,
var í roynd og veru og fyri at tað
ikki skal vera lygn, Café Europa,
sum liggur á Strøgnum, beint við
storkaspringvatnið!
Og har eg meg setti við eitt borð
at lesa tey fyndugu orð,
sum Hanus Kamban skrivar í
nýggjasta yrkingasavni sínum við
sama heiti sum kaféið hjá mær
og Rikard Long.
Hvussu skal eg uppsummera
savnið hjá Hanusi Kamban í
fáum orðum, áðrenn tað ordiliga
ummælið byrjar?
Soleiðis:
Hanus dugir at yrkja - kvæðir
liggja væl fyri, og sonettur eisini,
men stundum virkar tað sum um
hugflogið manglar í Café Europa.
Eg haldi eg nevndi nøkulunda
tað sama í mínum ummæli av
Vencli nr. 5, tá eg segði okkurt
um Anniku Skaalum - hetta at
tey (Hanus og Annika) duga væl
at skriva, men sum diametralt
mótsettur høvundur má eg
siga, at eg haldi har manglar
inspiratión, fyri at siga sum er.
F
yri at leggja út kann eg byrja
við at siga, at hóast mær
sjálvum stak væl dámar ljóðlag
og endarím og hvørt av sínum,
so er skjótt at hesi taka yvir og
køva røddina hjá yrkingini; hetta
er tíverri hent nakrar ferðir í Café
Europa. Ógvusligasta dømi um
hettar man vera yrkingin "Café
Flore". Til dømis er sera lítið
samsvar millum háleittu orðini
"fagnaður fagurliga dynjið í
norði!" Hatta minnir um fyrstu
yrkingina hjá Janus. Og so seinni
í yrkingini "Café Flore" lesa vit
tað káma: "So sussa vit víðari á
Café Flore". Tað er so týðiligt, at
hesi orð einans eru søgd fyri at
skunda undir yrkingina, so skaldið
skjótari kann sleppa til endan á
regluni og finna upp á okkurt snilt
endarím.
Hanus Kamban hevur sjálvur
funnist at hesum at yrkja
"sublimar klisjéir" í ævisøgu síni
um Janus Djurhuus. Eg meini
hann nevndi dømið "ger meg
sælan, fljóð" sum eina klisjé, sum
ein sum yrkjari eigur at sleppa
sær undan. Hesum eri eg púra
samdur við, men gud viti, hví
Hanus so sjálvur er farin at brúka
slíkar tugdar orðingar í yrkingum
sínum. Og "Café Flore" er ikki
einasta dømið.
Eitt annað við yrkingini:
"slíkt hegni við hugtaksins
lasso!" Álvaratos... Hatta man
vera eitt tað greiðasta dømið
í evropeiskum bókmentum
yvirhøvur um, hvussu man
prostituerar eina yrking.
N
ú gjørdi eg bart beinanvegin.
Sigast skal, at Café Europa
ikki er eitt vánaligt savn -
faktiskt er tað eitt av teimum
frægaru, sum eru komin út. Tað
er sanniliga ein fragd at lesa
nýggjar, føroyskar yrkingar, sum
ikki bara eru eitt orð við ongari
meining á hvørjari reglu, sum so
nógvar yrkingar í dag eru.
Tann fyrsta yrkingin í savninum
er ein sonetta, sum eitur "Heima-
høllin". Hon er líkasum ein
inngangur til savnið - nakað tað
sama sum summir rithøvundar
útgeva bøkur og skriva fororð og
enda við orðunum "Vælkomin
inn í mín hugaheim" til dømis.
Nú var hatta bara eitt dømi.
Men yrkingin "Heimhøllin" er
ein virðiligur inngangur - hon er
ein tann besta sonettan, eg havi
lisið á føroyskum. Eg las hana
fyrst og gjørdist sera spentur at
lesa restina av savninum. At eg
so gjørdist eitt sindur vónbrotin
viðhvørt, tað bilar einki.
E
in onnur tekniskt væl úr
hondum greidd yrking er
kvæðið "Kvæðakempa farin".
Nú havi eg sjálvur yrkt gott og
væl 1.000 kvæðaørindir, og
eg veit tí ikki einki um kvæðir
og kvæðayrking, og eg síggi
beinanvegin, at hetta er væl yrkt,
so har manglar einki. Men har
okkurt manglar, er kanska eitt
sindur í innihaldinum. Eg dugi ikki
ordiliga at seta meg inní, hvat
hendir í "Kvæðakempa farin",
hvat tað er fyri ein kvæðakempa,
sum farin er, hvør datt og skursl-
aði sær kjálkan, hvørjir rættir
ganga harðliga í Norra, hvat tað
er fyri rættir - rættur kann merkja
so mangt - osfr. Tó dugi eg á at
skyna, at endin riggar væl. "lindin
ronk í faðirs garði/ristir sína
krúnu". Hetta er ein vøkur mynd
av einum træi, sum sveiggjar í
vindinum í faðirs garði og riggar
altíð væl at enda kvæðir við.
Hjá Hanusi eitur hann H.P.
Lovecraft, tann verðinsmeistarin,
sum man skal ogna okkurt (hjá
mær eitur hann løgmaður).
Hanus hevur tvær yrkingar um
Lovecraft. Fyrra er aftur ein
sonetta. Hendan sonettan er ikki
so góð sum "Heimahøllin", men
kortini betri enn "Café Flore".
Eitt nokkso keðiligt, sum Hanus
stundum ger í sonettum sínum er
hetta, at hann skoytir klombrur
og innskotnar setningar inn
ímillum ymsastaðni, kanska fyri
at bjarga ríminum og stevinum.
Hetta haldi eg skurrar illa. Betur
hevði verið bara at latið reglurnar
verið, so sum tær vóru, og ikki
kloykt ymiskt útyvir fyri at bjarga
stevinum og jambunum.
Hin yrkingin um H.P. Lovecraft
eitur bara "H.P. Lovecraft" og er
tað, vit kunnu kalla ein "formleys"
yrking - so at skilja, at hon ikki
hevur fast stev, jambur, trokur,
endarím, abc osfr. Seinna yrkingin
um H.P. Lovecraft hevur í so nógv
av tí, ið á enskum vanliga nevnist
"name-dropping"
Nú skal eg vara meg væl fyri at
ákæra Hanus fyri hetta keðiliga,
sum summi hava fyri at royna at
spæla klók, men eg sleppi ikki
undan at varnast eitt sindur av
tí. Tá vit lesa hesa yrkingina, fáa
vit beinanvegin nógv at vita um
lívið hjá H.P. Lovecraft, hvar hann
livdi síni seinastu ár, hvønn hann
skrivaði brøv til osfr. - næstan
sum høvdu vit googlað mannin
og lisið um hann. Vit fáa at vita,
at hann uppfann okkurt skrímsl,
sum æt Yog-Sothoth osfr. Hetta
er valla meiningin við yrking, at
hon skal vera sum ein alfrøði.
Eg nevni hettar, av tí at eg havi
varnast tað hjá øðrum yrkjarum.
Y
rkingin "Tíðarprinsar" er
atfinning at samtíðarinnar
pedagogiska lyndi, nevniliga
hesum at gera latínsk orð fyri alt
møguligt, serliga orð, sum hava
okkurt við "-syndrom", "-effekt"
osfr. at gera. Eg eri púra samdur
við Hanusi. Eg orki heldur ikki
fyri hesum evindaligu pedagog-
unum, stuðlunum, røktarunum
og hjálparunum, sum eru úti
uppá at diagnostisera okkum
øll fyri at viðlíkahalda status
quo'ið í tí pedagogiska Gattaca-
samfelagnum, sum er Skandi-
navia í dag. Yrkingin er stuttlig,
men endin er nokkso keðiligur
- eitt sitat frá William Blake.
Ein onnur stuttlig yrking er
"Skuggastjórn", sum er ein
dagdreymur við svørtum humori,
næstan sum søgan "The Angel
of the Odd" eftir Edgar Allan Poe,
sum Hanus sjálvur hevur týtt nógv
hjá, og eg havi eisini týtt hann
(men tað vita øll longu).
Eg skilji ikki, hví Hanus hevur
valt at hava eina yrking við
grikskum heiti, og so eina við
latviskum. Tann grikska merkir
"seyður" havi eg funnið útav.
Hon er stutt, tykjandi rættiliga
ósamanhangandi, og tað einasta
í henni, sum kann beina hugan til
Grikkalands, er orðið "Polyfemos",
sum minnist meg rætt var kýklop-
urin, sum Odyssevs drakk skít
og blindaði. Eg haldi, Polyfemos
eisini hevði seyð, og Odyssevs
og teir goymdu seg og hingu uppi
undir honum og sluppu á hendan
hátt undan at verða etnir, men
aðra meining dugi eg ikki at fáa
í hesa yrkingina. Tann latviska
yrkingin eitur "Dzintara meitene",
og tað havi eg funnið útav merkir
"ambragentan". Hon er lýsing
av einari skøkju í Riga, sum er
Suss og sannleikar
á Café Europa
Café Europa hjá Hanusi Kamban er eitt av teimum frægaru yrkingasøvunum, sum eru komin út.
Tað er ein fragd at lesa nýggjar, føroyskar yrkingar, sum ikki bara eru orð við ongari meining.
At eg so gjørdist eitt sindur vónbrotin viðhvørt, tað bilar einki
Ummæli
Agnar Artúvertin
agnarster@gmail.com