fríggjadagur 30. januar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 - 30. januar 2009
15
Ein kirkja er vígd til
nýðslu av guðstænastum
og til kirkjuligar handling
ar, og skal gjøgnum sítt
brúk tæna til Guðs æru og
uppbygging av kirkjuliði
num. Tó tykir mær at
kunnleika til, hvat kirkja
og guðstænasta er, er av
markaður millum kirkju
fólkið. "Eitt samkomuhús
kann vera alt møguligt,
meðan ein kirkja kann bara
vera eitt", sum ein prestur
so beinrakin hevur sagt.
Og eitt møti ella fundur
kann eisini vera hvat sum
helst, meðan ein guðstæn
asta kann bara vera eitt.
Hámessan
Tað, sum er týðningarmik
ið og sum mong menn
iskju ikki hava fingið fatur
í, er, at hámessan er ein
vernd móti at enda í mis
fataðum, individualistisk
um privatkristindómi. Indi
vidulastiskur kristindómur
kemur best til orðanna í
vitnisburðum: "Eg havi
upplivað... tú mást uppliva
tað á sama hátt sum eg...."
Kirkjuliðið heldur guð
stænastu sum eitt fólk. Har
er tað ikki eg, men vit, vit,
sum ikki eru eins, men eitt
í guðstænastuni. Guðstæn
astan er skipað við liðum,
sum liggja føst, so at ein
staklingar ikki kunnu koma
at krevja sítt. Guð hevur
álagt okkum at hava guðs
tænastastu. Hann kallar sítt
doypta fólk saman. Orðið
kirkja endurgevur griska
orðið ekklesia Guðs sam
ankallaða fólk. Gjøgnum
hámessuma síggja vit
samanhangin aftureftir til
ættirnar áðrenn okkum
gjøgnum allar tær mongu
øldirnar, til fedrar og møð
ur, til trúbótarmenninar,
miðaldarkirkjuna, forn
kirkjuna, ápostlarnar og til
Kristus sjálvan, ja, heilt
aftur til tey trúgvandi í
gamla sáttmálanum, hvørs
guðstænasta á mangan hátt
er mynstur fyri okkara
guðstænastu. Dømir: Tann
aronitiska signingin, orð
sum Halleluja, hosianna og
Amen, stava frá tí jødisku
guðstænastuni í templinum
og synagoguni. Á sama
hátt gongur veksilsangur
og messusangur eisini aftur
til ta jødisku guðstænast
una. Tað sama gera teir
bíbilsku sálmarnir
enduryrktir til okkara før
oyska mál. Tín miskunn o
Guð, Yndislig føgur, Sálm
in legg á tungu mína, Lov
syng tínum Harra, o. fl.
Aftureftir peikar umframt
trúarjáttanin, bønarbókin,
messuklæðini. Eisini peik
ar hámessan frameftir:
Trúarjáttanin: "... higani
hann skal koma at døma
livandi og deyð ...", " ... lív
um aldur og ævir". Í dópi
num eru vit endurfødd til
eina livandi vón. Altarborð
ið og hin hálvi altarring
urin peika bæði aftureftir
og frameftir
Tá ið alt annað broytist,
eiga vit altíð at kenna okk
um aftur í kirkjuni. Tí kann
heldur ikki ein og hvør
vera trúbótarmaður, tá ið
tað er neyðugt. Kirkjusøg
an lærir okkum og ikki
minst okkara egna tíð, hvat
skeivir persónar voldu, ið
tóku sær fyri at reformera,
men sum ístaðin revoultion
eraðu. Enntá Luther, sum
er okkara stóri trúbótar
maður, fór skeivur í onkr
um meira enn so. Í kirkj
uni hava vit ritualir og
fastar tekstir, við teimum
gjøgnumhugsaðu justering
um, sum tíðin krevur, trúar
orð, sum eru júst tey somu,
sum undanfarin ættarlið
hava sagt. Í kirkjuni koma
vit inn í samfelag teirra
heilagu og knýtast saman
við tí. Har koma vit ikki
saman sum eitt publegum
til undirhald, av teirri
orsøk, at har kann ikki hvat
sum helst ganga fyri seg.
Ein deyð kirkja
Tá ið tosað verður um eina
deyða kirkju, so tosar ein
um seg sjálvan. Hugsi um
tey árini eg var trúboðari í
einum lítlum býi í Dan
mark. Har var umframt
fólkakirkjuna eisini tvær
fríkirkjur. Tað var sannur
rómur í báðum fríkirkjun
um, tosa var um tað frælsi,
tey høvdu fram um fólka
kirkjuna, og hvussu nógv
meira og annað, tey kundu
loyva sær har, eitt nú, at
ein og hvør kundu tala í
teirra kirkjum. Í fjør vitjaði
eg aftur í býnum. Nú var
onnur kirkjan stongd, tí
eingin kom har longur, í
hinari var nærum útkólna,
bara um onkur fremmand
ur prestur kom, kundi vera
hildin guðstænasta. Men
fólkakirkjan hon var hin
sama. Hvønn sunnudag
ringdi klokkan og hitt lítla
kirkjuliðið samlaðist støð
ugt og ikki nóg mikið við
tí tey fáu, sum eftir vóru
av fríkirkjufólkunum, vóru
farin at ganga í fólkakirkj
una. Tað er ikki altíð so
nógv hald í tí, sum sær
stórt og livligt út. Tað kann
bara vera skúma upp
glitrandi og ógvusligt eina
tíð, so gerst tað trivielt og
ein orkar ikki longur at
halda flognum.
Sangur og ljóðføri
Í okkara tíð verður stórur
dentur lagdur á, at dygdin í
tónleikinum og í ljóðførun
um skal vera á hægsta
støði. Hvat um vit eisini
kravdu, at boðskapurin í
sanginum var á líka høgum
støði? Innihaldsliga er lítil
dygd í nógvum nýggju
andaligu sangum, vit hoyra
í okkara tíð. Tað er ein
endurtøka av somu orðum,
eingin tráður, eingin boð
skapur, eingin sundurgrein
an, ið er ætlað menniskjum
í lívsins ymisku viðurskift
um, sum gleði og sorg,
halgan og friður, trúarstríð
og sigur v.m. Og skaldskap
er ofta torført at fáa eyga á.
Tað eru fá, ið hava sett seg
niður og gjørt sær ómak av
at skriva eina prædiku
gjøgnum sangin. Nógv má
sigast vera líka tómt, sum
tað, vit hoyra av sjangru í
útvarpinum, ið ikki er so
mikið sum rættlisið. Tí
hevur tað lítla og onga
livitíð. Tað slítist ikki uppá
tað, sum teir sálmarnar, ið
eru hundratals ár gamlir.
Ofta er tú eisini í iva um,
hvat er verðsligur sangur
og hvat er andaligur
sangur, ið tú hoyrir.
Kirkjan vil ikki hava
nýggjar sálmar og sangir,
verður sagt. Jú, vit skulu
hava nýggjar sálmar, og
nýggir sálmar eru yrktir
gjøgnum allar øldir, eisini í
okkara tíð. Men tað er av
gjørt ikki alt, ið er borðbart
í einari sálmabók. Tá ið um
dygd ræður, má vera eitt
minsta mark. Tó skal her
sigast, at okkara seinasta
útgivna Sálmabók útistong
di nógvar dygdar sálmar og
sangir, meðan tiknir vóru
aðrir við, sum bara eru
ífylla.
Eisini hoyrir tú onkuntíð
menniskju siga: Eg komi
ikki í kirkju fyrr enn mítt
yndisljóðføri verður ført
inn ístaðin fyri urguna. Har
kemur aftur individualis
man ístaðin fyri felagsskap
in. Einum dámar klaver, tí
næsta harmoniku, tí triðja
floytu, tí fjórða tuba, tí
fimta trummur, tí sætta
guitar, tí sjeynda saxogfon,
tí áttanda mandolin, tí
nígginda blokkfloytu, tí
tígginda violin, tí ellivinta
og tólvta og trettanda okk
urt heilt annað. Er torført
at finna urguleikarar til
kirkjurnar, verri verður at
fáa allar hesar tónleikarar
nar upp hvønn sunnumorg
un at leika á hasi ljóðføri
ni. Skal urgan út úr kirkj
uni, hvar skulu so øll hasi
ljóðførini standa í einari
føroyskari bygdarkirkju?
Og hvør skal leika á tey?
Mundi tað ikki bara verið
eitt upplop nakrar sunnu
dagar, so var eingin longur
at spæla, og vit sótu eftir
við ongum, heldur ongum
urguleikara, tí vit skulu
væl halda fast við, at guðs
tænasta skal vera hvønn
sunnudag á middegi, ella?
Onkur sigur kanska: Tú
er ivaleyst ein, ið bara
lurtar eftir urgutónleiki. So
er ikki. Urga er ikki tað
ljóðføri, mær dámar best,
og eg kundi ikki funnið
uppá gjøgnum vikuna, at
spælt urgutónleika. Men
hóast mær dámar nøkur
ljóðføri betur enn urgu, so
vil eg saman við nógvum
øðrum kirkjufólki, at spælt
verður við henni til sálma
sangin, tá ið vit eru í
kirkju. Hon er vald sum
kirkjunnar ljóðføri og bara
við henni ber til at syngja
tann føroyska sálmasangin.
At fólk, sum hava verið
uttanlanda, í Danmark,
Noregi, í USA, í Afrika og
aðrastaðni, koma heim
aftur við krøvum um, at nú
skulu vit innføra hetta í
Føroyum, tí hetta er tað
rætta, gevið eg einki fyri.
Jú men, alt er komið
uttanífrá, eisini kristindóm
urin, sigur onkur. Ja, krist
indómurin er komin til
Føroyar eins og hann er
komin til onnur lond, men
tað var ymiskt, hvussu
siðirnir við guðsdyrkanini
gjørdust í teimum ymisku
londunum. Í USA er mun
urin stórur millum tær
túsund ymisku kirkjurnar
og sektirnar har. Vit at føra
tað villastu amerikonsku
guðsdyrkaninna við róp og
lógvabrestum inn í Før
oyum, ella tað guðsdyrkan,
sum ferð fram í junglinum
í Afrika, brýtur ein lyndi í
føroyinginum og tann
gamla siðin við okkara
guðsdyrkan. Í Føroyum fer
ella fóru tey stillisliga
um hurðarnar og teskaði,
tá ið tey stóðu á heilagari
grund. Hvør torir pástanda,
at okkara siðir og guðslív
ikki er líka inniligt og rætt
sum hjá hinum, fyri tað um
vit ikki bera okkum at á
sama hátt sum tey? At betri
hald er í átrúnaðarligum
amerianskum romantikki,
ivist eg í.
Tvær guðstænastur
sunnudag
Sum skilst, so vilja nøkur
hava tvær guðstænastur
sunnudag, eina til hvønn
smagin. Tað má so merkja,
at nøkur fara ikki í kirkju á
miðdegi og gerast sostatt
fremmand fyri hámessuni.
Tey bíða til seinnapartin
ella um kvøldið, tá ið
"teirra guðstænasta" verður,
sum teimum dámar. Tá
verður mín sunnudagur at
fara í kirkju helst bara tann
dagin floytuguðstænasta er.
Hóskandi hevði tá verið at
broytt nøvnini á sunnudøg
unum, at teir ikki longur
eita trinitatissunnudagar,
men klaversunnudagur, har
monikusunnudagur, saks
ogfonsunnudagur o.s.fr. so
vistu fólk, nær teirra guðs
tænastudagur var.
Hetta er tað saman, sum
hendir innan samfelagslív
ið, grøvin, sum grivin er
millum børn, foreldur og
gomul. Tað er ein sundur
skiljing av ættarliðium, sum
ger eina tjóð blóðfátæka,
bæði verðsliga og andaliga.
Her átti kirkjan at hildið
fast um felagsskapin í
hvussu so er bara ein tíma
um vikuna. Tann tíman
máttu øll kunna hildið út.
Tí spyr ein: Hví vilja nøkur
so partú hesum eina tíman
um á miðdegi sunnudag til
lívs? Er tað tí at menniskju
eru av teirri fatan, at átrún
aðarliga dygdin er bara at
finna í nøgdini av fólki? At
prógvið um at Guð er við,
er at talið er høgt? Guðs
kirkja livir nú einaferð ikki
av tølum, men av Guðs
orði, og ikki Kristus, men
Antikrist er eyðkenni við
tølum.
At hámessan er vorðin
fátækari tær seinnu øldir
nar, skyldast rationalis
muna, sum tók m.a. tað
hátíðarliga burtur, so at alt
skuldi vera so einfalt,
óhátíðarligt og tómt sum
gjørligt. Har er ein møgu
leiki at taka hesi dýru virði
innaftur í guðstænastuna.
so at kirkjuliðið kann taka
enn størri lut í guðstænast
uni. Tað er at fegnast um,
at ein liturgisk veking er
hend tey seinnu árini eitt
nú í donsku kirkjuni.
Vónandi fer hetta at breiða
seg meira út, so at
guðstænastan á miðdegi
aftur verður ein hátíðarlig
messa við øllum teimum
liðum, sum eiga at vera í
henni.
Mint verður enn einaferð
á misfataðan einstaklinga
kristindóm og eitt kirkjulið.
Nakrir tankar um guðstænastuna
John S.
MyllhaMar
Eg eri púra ósamdur við Hergeir
Nielsen. Sjálvandi kunnu
løgtingmenn siga sína meining
um morgunlesturin. Vit, sum sita í
Løgtinginum, eru fólksins
umboð, og tá ið ein so ógvuslig
reaktión kemur frá fólkinum, so
er tað upplagt, at vit eisini stuðla
hesum fólkakravi.
Løgtingsmenn hava ikki sent
nakað mótmæli, men hava
vinarliga heitt á kringvarpsstjóran
um at lurta eftir fólkinum,
biskupi, dómprósti, prestafelag,
kristiligum lurtarafelag og øllum
teimum gomlu í landinum, sum
hava mótmælt, at morgunlesturin
ikki verður endursendur. Hetta
átti Hergeir Nielsen eisini at gjørt.
Vit eru fólksins umboð
1. næstformaður
á tingi
Jógvan á
lakJuni
Játtanin til framleiðslu av
føroyskum undirvísingartilfari
er skerd. Sagt verður, at
orsøkin er vantandi søla til
skúlarnar hví man so vera...?
Eitt er so víst tað er at
akademikararnir, sum ganga og
mala í havnargøtum, hava í
hvussu so er fingið ivaleyst til
útbúgvingar og annað fjant og
fjas.
Øll vita jú, at verulig vitan
verður savnað, ment og víst í
verki við at bora tunlar.
Hvussu fíggjarnevndin við
háttvirda harra Kallsberg á
odda hevur roknað seg fram til
hetta, veit eg satt at siga ikki.
Kreativur er hann
framvegis...
Anfinn og tey lærdu...
BJarni Dahl
viðmerkingar