Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 15

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 15 Vikuskifti ein býur í Letlandi. At talan er um eina skøkju bendir hendan reglan á: "varpar sítt bros handan eros og agape" Eros er jú tann kynsligi kærleikin og agape er tann buddistiski kærleikin ella tað at elska mannaættina kunnu vit eisini kalla tað. H anus yrkir eitt sindur um deyðan, tá deyðin við líggjanum kemur - ella "gronuti Marius" sum Hanus kallar hann. Hóast yrkingarnar um deyðan sjáldan siga meir enn so øgiliga nógvar føroyskar yrkingar um deyðan, so eru tær tó stílreinar, og so fingu vit sett hatta skemti- liga navnið á deyðan. Nógv mál hava nógv nøvn til hann. Føroyingar hava bara havt Pól F'sa "deyðan við líggjanum". Nú hava vit so eisini fingið Hanusa "gronuta Marius". Eg giti Hanus meinar við deyðan, av tí hann nevnir "innasta kamar", eins og í Poe-søguni "Tá sóttin reyða kom sum grýla" (úr mínari týðing) Yrkingin "Innbrestur" snýr seg um kollektivt hatur - v.ø.o. heilavask og við uppaftur øðrum orðum: átrúnað. Mær líkst væl á hesa yrkingina. Hon er sum yrkingar skulu vera, stílurin samsvarar innihaldinum, reglurnar eru sum tær skulu vera - alt í alt ein góð yrking. Tó er eitt, sum brýtur eitt sindur frá tí góða, tá lisið verður, og tað er øll hesi nøvnini, sum Hanusi tykist dáma so væl. Eg skal nevna tey úr hesari yrkingini: Sakalava, Rainihandi, Andasór og Andvil eru kanska ikki so ring at siga, men so Betsimisaraka og Ambohipotsy. Eg havi googlað nøkur teirra, og jú, hatta seinasta er so sanniliga ein høvd onkrastaðni, minnist ikki hvar. Mín persónliga meining er tó, at hasi orðini eru alt í verðini for long og spilla yrkingina. Eitt annað er tað, at sum lesari forvitnast tú eftir, hvat síðani hendir á Ambohipotsy-høvdini. Yrkingin átti at verið eitt sindur longri, so lesarin ikki varð sleptur upp á fjall í endanum og noyddist at gita, hvat hendi. F yri at koma aftur til hesi longu orðini, ella kanska heldur fremmandu orðini, so eru tey alt ov nógv í tali. Vit lesa bæði um Lydia Stille, Clawdiu Chauchat, Luciu de Zamikof, Nevermore, Charm Lady, Rat Woman, Mare Sargasso, Harra Kurtz, Positano, Todtnauberg, Volterra, Riga, Berija, Jūrmala, Rainis, Dunganon, Ravnapól, Luciu Theresu von Löwenfelse, perestrojka, voluptas oculorum, Caru Delores, Ford Coolidge, Carnegie, Yog-Sothoth, Azathoth, Erich Zann, Pingvinoynna Les Dieux ont soif, Praxiteles, Gvaihir, Kinross Council, Pont Neuf, Rue de Rivoli, Huey P. Newton, Teilhard de Chardin, Saanen, Kuthumi, Maitreya, Tathagata, Toscasnitta, Moretus, Nangilima, Týros Arezzo Bukhara, Turing, Giacometti, Golla, Durin, wu- wei Lao Tse, Mahdi, Malevitsj, Huidevetterstraat og Grote Markt. 51 orð, harav eg kenni 6. Kanska í so nógv "word-dropping" um nakað eitur so. Eg kundi eisini googlað alt møguligt og funnið eina rúgvu av løgnum orðum, sum eg hevði kunnað koyrt ymsastaðni inn í yrkingarnar hjá mær. Nakað annað er, um orðini mugu vera fyri at yrkingin skal geva meining. Men tað virkar ikki, sum hasi orðini spæla nakran stóran leiklut í yrkingunum. Tí nevni eg tað her, at kanska hevði tað verið eitt gott hugskot næstu ferð ikki at slongt so nógvar býir í Grikkalandi og fjøll í Transsylvania út. Eg kundi eisini funnið ein setning at koyrt í onkra yrking: "Mit feiner hefe in der flasche gereift" Eg veit ikki, hvat tað merkir, men tað ljóðar øgiliga fínt og stendur á etikettini á Erdinger Weißbier dunkel, sum eg drekki, meðan eg skrivi hettar. "Café Europa" hjá Hanusi Kamban er ikki eitt vánaligt savn, men í løtum er tað merkt av ov nógvum "word-dropping"