Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 - 30. januar 2009 Elinborg Christiansen, fødd Olsen av Skála, andaðist í heiminum í Gentofte sunnudagin, 74 ára gomul. Jarðar­ ferðin verður úr Vang­ ede kirkju fríggjadagin klokkan 14. Olaf Lauritsen, ættaður úr Sørvági, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 80 ára gam­ al. Kistan fer úr Lands­ sjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 15. Jarðarferðin verður úr Sørvágs Kirkju sunnu­ dagin kl. 14.Sungið verður úr sálmabókini. Tey, ið vilja minnast Olaf, kunna lata Sørvágs kirkju eina gávu, konta í peningastovnunum. Andlát og jarðarferðir Dagurin 30. januar. Aðalgunn, deyð umleið ár 684. Fyri at sleppa undan giftu, sum foreldrini vildu hava hana at ganga inn í, flýddi tann unga Aðalgunn og fór í Kleystur. Hon grundlegði seinni kleystrið Maubeuge í Norðurfraklandi og var har tann fyrsta abbadissan. (Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum) Góða langomma, kjarnin í okkara kæru familju. Saknurin er stórur, nú tú ikki longur ert millum okkara. Men tú ert í mínum tonkum. Eg sakni títt smíl og tín látur. Títt heita klemm og ikki minst títt positiva og ófordømandi lyndi. Ong­ antíð ónøgd, men altíð tolin og glað um tað, tú hevði og fekst. Eins og tú altíð hevði alt, tær ynskti og tørvaði. Martin, langabba, saknaði tú tó nógv. Men umframt tað, so vart tú ein sannur lívsnjótari. Við upp á alt og hvíldi veruliga í tær sjálvari. Hetta smittaði yvir á okkum, tá vit vóru saman við tær. Ein góður sjavsari vart tú burturav. Mjólkarbollar við nógvum sukri á, og so “ein kross afturat”, plagdi tú at siga. Ongantíð var tað tú, sum gav skarvin yvir og vart móð, hóast tú hevði rundað tey 90 árini. Nei, heldur njóta løtuna, og so má svøvnurin bíða. At leggja seg í seingina, hóast ryggurin gav tær nógva pínu seinastu árini, nei, tað tímdi tú ikki. Heldur vildi tú ferðast til Slættanesar, Gásadals og Funnings. 1­ 2­3 so leypst tú av bátinum, tá hann nærkaðist klettin­ um á Slættanesi. Og í Funn­ ingi, ja, har skuldi tú út við í bøin at heingja upp í turkilað og seta eplir niður. Sjálvt tann dagin, tú so brádliga doyði, vart tú gongutúr niðri á kaiini í góðveðrinum. Og seinni satst tú í stovuni og bantst góðu ullintu hosurnar, sum vit øll hava havt so stóra gleði av. “Heldur tú tær passa?” spurdi tú og gav tær burtur til tann fyrsta, sum kom framvið. Ja, løtuna átti tú og neytst hana saman við teimum, sum høvdu tíð til tess. “Kemur tú ikki at vitja ommulang skjótt?” spurdi tú altíð og hugdi beint inn í eyguni á mær við tínum hjartagóðu eygum. Ja, stuttligt var tað at koma á gátt í tínum heita køki at fáa ein temunn, ein sukurmola og eina harða karamell­karamellu. Altíð var tað so ringt at fara avstað aftur. “Ert tú góð við ommulang?” ljóðaði tað. Ja, eingin ivi er um tað. Vit elskaðu teg og gera tað enn. Minnini um teg eiga vit eftir við gleði. Hvíl í friði, elskaða langomma! Langommudóttir Minningarorð um Jenny Eliassen Fødd: 30.01.1914 – Deyð: 29.07.08 Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri bróðir okkara Olaf Lauritsen ættaður úr Sørvági andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin, 80 ára gamal. Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum leygardagin kl. 15.00. Jarðarferðin verður úr Sørvágs kirkju sunnudagin kl. 14.00. Familjunnar vegna Elly, Jenny og Maria Tey, ið ynskja at minnast Olaf, kunnu lata Sørvágs kirkju eina gávu, konta í peningastovnunum. Føðingar 6. januar fingu Liezel C. Dahl og Heini Ziska Dahl eina dóttur. Hon vigaði 3750 gr. og var 53 cm. long. 22. januar fingu Andrea Klemmentsen og Sámal Jacobsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm. long og vigaði 4450 gr. Prógv 23. januar tók Súsanna Hovgaard Clementsen prógv sum Professions Bachelor pædagog við Skovtofte Sosialpædagogiske Seminarium. Diamantbrúdleyp Mánadagin 2. februar hava hjúnini Steinvør og Arnhold Olsen á Skála verið gift í 60 ár. Dagurin verður hildin saman við børnunum. 85 ár Amandus Sørensen fyllir 85 ár fríggjadagin tann 30. januar, Dagurin verður hildin saman við børnunum. 17 nøvn Sunnudagin 1. februar fyllir kendi amerikanski sangarin George Beverly Shea 100 ár. George Beverly Shea var føddur 9. januar 2009 í Win­ chester, Ontario,í Kanada. Hann var ein út av átta systkjum, og byrjaði sum ungur at syngja í einum kirkjukóri í Ottawa. Seinni flutti familjan til New York í USA, har George fekk starv á eini radiostøð. George Beverly Shea er best kendur sum sangari hjá heimskenda evangelistinum Billy Graham. Samstarvi teirra millum byrjaði í 1944, og Beverly Shea hev­ ur sungið til óteljandi møtirøðir hjá Billy Graham við Cliff Barrows sum kór­ leiðara. Umframt at hava givið út hópin av gramofonplátum og fløgum hevur George Beverly Shea eisini skrivað fleiri bøkur. Hann hevur eis­ ini fingið nógvar heiðurløn­ ir fyri boðskapin í sangi sín­ um og fyri sína vøkru song­ rødd. -red George Beverly Shea 100 ár Lesið Sosialin - so eru tit við