Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 17

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 17 Dámlig hús í Syðrugøtu Húsini eru sjarmerandi, hugnalig og livilig P/F Inni | Niels Finsens Gøta 37 | P.O. Boks 364 | FO-110 Tórshavn | inni@inni.fo | Tlf. 320 410 | Fax 320 510 Ljós og luft uttan Húsini standa í náttúruvakra umhvørvinum ovarliga í Syðrugøtu. Húsini standa í friðarligum umhvørvi við blindan veg. Sera hugnaligur urtagarður við alskyns trøum og plantum er rundan um húsini, eisini eru sólkrókar, so tú kanst njóta sólina allan dagin. Tað er sera gott útsýni yvir bygdina, Gøtuvík og Støðlafjall. Tú ert nær við náttúruna – spælipláss er beint uttan fyri køksvindeygað – parkeringsøki er til fleiri bilar. Stílur og snið innan Húsini eru sera væl bygd, og innan eru tey umvæld og dagførd við lættari hond, so upprunadygdin er varðveitt. Tá ið tú kemur inn, kennir tú sama hugnaliga huglagið. Gongin er opin og nosslig. Køkurin liggur millum eitt bryggers/vaskirúm og eina stóra hugnaliga stovu. Í ovaru hæddini er eisini eitt stórt baðirúm við baðikari, kamar, hjúnarúm við klædnarúmi og baðirúmi við brúsu. Harafturat er eitt snotuligt arbeiðsrúm. Trætrappa er úr gongini niður í niðaru hæddina. Hendan hæddin kann nýtast sum sjálvstøðug íbúð. Í niðaru hæddini er gongd, stova, køkur, 3 kømur, baðirúm við brúsu og fýrrúm/kjallararúm. Fakta: Adressa: ............Garðagøta 3, Syðrugøta Býggiár: ............1986 Hæddir:.............2 Gólvvídd: ..........240 m2 búøki Grundøki: .........566 m² Prísuppskot:......kr. 1.600.000,00 www.inni.fo