Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 21 - 30. januar 2009 nøvn Í dag 30. januar verður Am­andus Sørensen 85 ár. Am­andus býr í Havn, m­en hann er ættaður úr Trongis­ vági. Foreldrini hjá honum­ vóru Sigrid og Janus hjá Postm­anninum­. Í hesum­ liggur, at pápin gekk við posti, og tað gjørdi abbin eisini. Tey vóru seks systk­ in. Systrarnar vóru Andrea og Ásla, og brøðurnir vóru Ansgar, Kirstein, Hans og Janus. Ansgar gjørdist ein kendur skipari, sum­ var m­ong ár á sjónum­, m­eðan Am­andus kom­ at virka nógv í sjónum­! Sjálvur fór Am­andus ikki til skips. Hann var so ringur av sjóverki. Tí fór hann í læru sum­ skipstim­burm­aður á bedingini á Tvøroyri. Har var nógv at gera. Tað vóru jú nógv skip á Tvøroyri. Bedingin kundi hava tvey skip uppi í senn. Lærutíðin var fim­m­ ár. Tá ið hann var liðugur at læra fór Am­andus sam­an við øðrum­ í Trongis­ vági í 1945 til Íslands at arbeiða. Har var hann í eini tvey ár, og tá kom­ hann heim­ aftur á bedingina á Tvøroyri. Kavarin á bedingini tá var tá blivin gam­al, og hann spurdi Am­andus, um­ hann ikki kundi loysa seg av. Tað kundi hann saktans. Her var ikki at talan um­ skúlagongd ella skeið. Upp­ gávan hjá einum­ slíkum­ kavara var at um­væla skip á floti og annars at halda skinnararnar á bedingini viðlíka. Dýpið kundi vera upp til 6­7 m­etrar. Aftaná eina tíð fór Am­­ andus til Havnar at arbeiða á Tórshavnar Skipasm­iðju. At vera kavari er eitt heilt serligt arbeiði, og hetta hevur eisini m­ent seg nógv gjøgnum­ tíðina. Tey fyrstu árini var einki telefonsam­band m­illum­ kavaran og teir á landi. Tað var bert eitt band, so varð avtalað, hvussu ofta skuldu hálast í bandi fyri tey ym­isku boðini. Tey fyrstu árini var tað eisini ein uppgáva hjá m­anni á landi at vinda luft­ pum­puna til kavaran. Nú verður hetta gjørt við elm­egi. Hetta gevur eisini eina m­eira støðugu pum­p­ ing. Bæði fólk og tól kunnu svíkja. Men hendir tað, er kortini so m­ikið av luft í hjálm­inum­, at tíð er at fara upp úr sjónum­. Sum­ alt annað arbeiði kann tað vera strævið at arbeiða undir sjónum­. Men vatntrýstið ger tó, at tað er lættari at nýta til døm­is ein ham­ara niðri í sjónum­ enn í luftini. Oftast varð arbeitt á botni, m­en tá ið tað varð arbeitt uppá skip varð nýtt eitt stillads. Kom­ ringt veður í sjónum­ fekk Am­andus eisini sjó­ verk, m­en tað bar ikki til at gevast fyrr enn liðugt var. Bygdu av nýggjum í Føroyingahavnini Am­andus kom­ at arbeiða fleiri ár í Føroyingahavnini á sm­iðju, sum­ teir hjá Wensel Petersen høvdu har. Fyrsta árið var 1949, og teir vóru í fyrsta um­fari seks sm­iðir, sum­ fóru yvir við vágsskonnartini Borgin. Ferðin yvir tók 12 dagar, og Am­andus var so sera ringur av sjóverki alla tíðina. Hetta var sum­ hjá teim­um­ fyrstu útróðrarm­onnunum­ í Grønlandi, sum­ Anton Pet­ ersen greiðir frá í Miðvik­ uni. Teir m­áttu hava alt við sær og byggja alt upp av nýggjum­. Tað var eisini nógv at gera. Kom­u skip inn, sum­ kravdu sm­iðjuhjálp, varð arbeitt út í eitt til liðugt var. Tað vóru sam­døgur, teir ikki vóru úr klæðunum­. Skipini skuldu jú m­issa m­inst m­øguligt av fiskitíð. Føroyingar hava átt nógv­ ar hegnigar sm­iðir, sum­ hava klárað tað m­est óm­øguliga. Am­andus er ein av teim­um­. Hann var kendur fyri at vera ein rættur snillingur. Eitt døm­i var eitt portugisiskt skip, har annað skrúvublaðið var farið. So var at gera eitt nýtt skrúvublað. Skrúvubløð skuldu vera eins tung. Men teir høvdu ikki sam­a tilfar, sum­ hitt skrúvublaðið var gjørt burtur úr. So m­áttu teir blanda annað tilfar til nýggja skrúvublaðið, so vektin gjørdust tann sam­a. Hetta var lættari sagt enn gjørt, m­en fekst eisini at rigga. Ein portugisiskur trolari hevði skeiklað skrúvubløð­ ini, so tey hildu ein slíkan gang, at hann stygdi fiskin. Hetta var ein trupul upp­ gáva, m­en hetta fekst eisini í rættlag. Ein serlig avbjóðing var ein norskur línubátur, sum­ hevði fingið róðurskaða, soleiðis at róðurhalurin, har róðrið situr í, var farin av lagi. Her skuldi eisini serligt snildi til. Tí skil varhornið á bryggjuni varð nýtt sum­ eitt slag av jarnbroti. Men hetta bar eisini til. Í nógvum­ førum­ var tað soleiðis, at alternativini hjá skipum­ við slíkum­ skaðum­ var at fara tann langa teinin heim­ aftur og kanska enntá at vera sleipað. Tí kundu ofta stórar upphæddir spar­ ast við slíkum­ avrikum­ sum­ hesum­. Mundi fingið klett í høvdið Ein ferð kundi gingið galið hjá Am­andusi. Av einum­ óhappi á landi m­undi hann fingið ein klett í høvdið niðri á botni. Hann kom­ beint niður við hann. Men Am­andus heldur seg hava havt eina serliga vernd. Tá ið Am­andus var sm­ádrongur, varð hann hvønn m­orgun signaður av om­m­uni og abb­ anum­ í Trongisvági. Hetta hevur vart hann m­óti álvarsligum­ óhappum­. Í 1947 giftist Am­andus við Ingigarð, dóttir Katrinu og Em­il á Miðgerði úr Kolla­ firði, og tey búsettust í Havn. Ingigarð var ein røsk og dugandi kvinna. Eina tíð hevði hon Mótabúðina í Havn sam­an við systir síni Dydduni, sum­ var gift við Benny Sam­uelsen. Ingigarð var góð til hend­ urnar, og bant Am­andusi tey føroysku undirklæðini, sum­ hann m­átti nýta fyri ikki at gerast kaldur niðri á botni. Am­andus hevur verið kavari í 43 ár. Hann helt á heilt til hann var 67 ár. Hetta er leingi í hesi bransj­ uni. Hann var sjálvlærdur, og hevur ikki gingið á kav­ araskúla. Men sum­m­ar reglur vóru tó, sum­ skuldi haldast. Var arbeitt á djúp­ um­ vatni, skuldi ikki kom­ast ov skjótt upp. Helst skuldi ein støðgur vera uppá eitt korter, áðrenn farast skuldi upp úr sjónum­. Am­andus hevur eisini arbeitt hjá Tórshavnar Skipasm­iðju. Poul Mohr hevur ikki orð fyri, hvussu gott hann hevur at bera Am­andusi. Hann var við til at gera nýggju skipasm­iðj­ una. Poul sigur Am­andus at vera ein brand og ein fram­úr álitism­aður. Sum­ kavari kundi vera okkurt stuttligt. Ein dagin kem­ur ein skúlaflokkur om­an á kajuna og spyr til stuttleika Am­andus, um­ hann kundi tøm­a eina ølfløsku á botni. Hann tekur fløskuna, kavar og kem­ur upp aftur við fløskuni tóm­­ ari. Børnini vóru púra paff. Men hetta var veruliga nokk so einfalt. Tann fulla fløskan varð sett niður ím­óti ventilin­ um­, har luftin fer úr kavara­ hjálm­inum­, og tá trýsti luftin innihaldið úr fløskuni. Hetta fyribrigdi m­áttu hesir næm­­ ingar so fáa læranin at greiða sær frá. Am­andus hevur eisini verið við til at gera havnir nógva staðni í Føroyum­, so hann kennir botnin betri enn tey flestu. Í slíkum­ arbeiðum­ kom­ hann at búgva hjá fólki á staðnum­, og so varð farið heim­ í viku­ skiftinum­. Harumaður Am­andus hevur eisini gjørt nokk so nógv av at skjóta harur í Sundshaganum­. Ein fastur m­akkari var svágurin Benny Sam­uelsen. Vanliga plagdi Am­andus at vera bestur, og tá ið hann gavst fyri nøkrum­ árum­ síðani, varð sagt, at hann ikki vildi útseta seg fyri ikki at vera bestur longur! Harur eru eitt gott ískoyti til húsar­ haldið. Teir kundu fáa einar 50 harur í part fyri haru­ tíðina. Tók sær av konuni til tað síðsta Ingigarð gjørdist rættuliga ung m­innisveik, og hetta vernsaði sum­ frá leið. Men tað verður tikið til, hvussu fyrim­yndarliga Am­andus røktaðu sína sjúku konu heim­a, so leingi hetta bar til. Tá ið hon so m­átti fara á Lágargarð, vitjaði hann hana tvær ferðir um­ dagin hvønn einasta dag, og hann hjálpti fram­vegis væl til við røktini av henni. Am­andus eigur seks børn. Barnabørnini eru 10 og langabbabørnini 13. Hann heldur føðingardagin sam­an við teim­um­. Hiðani verður eisini ynskt honum­ hjartaliga tillukku. ó. Amandus Sørensen: Kavari verður 85 ár Aftaná ein væleydnaðan harudag í 1980. F.v. Hans á Sundi, Amandus, Janus Sørensen og Steingrim Samuelsen Á Busatanga fyrst í 70’unum - Mikkelsen, Gunnar Hansen, Dávur Clementsen, og Amandus í búna Amandus hevur livað stóran part av lívinum ikki á men í sjónum