Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 21 - 30. januar 2009 ] Tony Paris til landsliðs- venjara David Jones, fyrrverandi ÍF- venjari, staðfestir, at Tony Paris er rætti maðurin til føroyska landsliðs- venjarastarvið Fótbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo - Eg havi fylgt við í kjak- inum um landsliðsvenj- aran, og gjørdist bilsin, tá navnið Colin Calder- wood kom fram. Men FSF hevur ikki hugt at best skikkaða manninum til starvið: Tony Paris. Tað staðfestir David Jones, fyrrverandi venj- ari hjá ÍF. Hann heldur, at onglendingurin, sum í trimum atløgum hevur staðið á odda fyri KÍ, skuldi verður valdur sum nýggjur landsliðsvenjari. - Hóast tað ikki gekk sum ætlað seinast Paris var í Klaksvík, veit hann meira um føroyskan fótbólt enn nakar av uppskotunum, sum hava verið. Og tað er eingin ivi um, at hann kundi flutt føroyska landsliðið. Fótbóltssambandið burdi í minsta lagið sett seg í samband við hann, sigur David Jones, sum leggur afturat, at Tony Paris meira enn fegin vil aftur til Føroya. Fótbóltssambandið átti at leitað sær til Tony Paris, tá leitað varð eftir landsliðsvenjara, heldur fyrrverandi ÍF-venjarin, David Jones Troyttir av Lars Christiansen Hóast danska hondbóltslandsliðið hevur spælt seg í hálvfinaluna í HM-endaspælinum í Kroatia, so eru ikki bara jól og glaðir dagar í danska HM-hópinum. Jesper Jensen, sum deilir kamar saman við veteraninum, Lars Christiansen, sum hevur spælt við Flensburg Handewitt síðani 1996, er byrjaður at troyttast av skemtisøgunum hjá Lars Christiansen: - Skemtisøgurnar hjá honum eru rættiliga góðar, men trupuleikin er, at vit hava hoyrt tær 500 ferðir. Debutanturin, Niklas Landin flenti í byrjanini, men nú er eisini hann byrjaður at troyttast av skemtisøgunum hjá Lars. Lars hevur einki klókt at siga, so hann er noyddur at royna at verða stuttligur, sigur Jesper Jensen. Wembley fekk finaluna Tað verður á Wembley at Champions League-finalan í fótbólti verður spæld í 2011. Hetta gjørdi UEFA av á fundi í gjár. Wembley kappaðist við Allianz Arenuna í Munchen og Olympiastadion í Berlin um heiðurin, og valið fall altso á søguliga vøllin í London. Á sama fundi varð gjørt av, at finalan í Europa League – fyrr UEFA Cup – verður spæld á Landsdowne Road í Dublin. Finalurnar í 2012 verða spældar í ávíkavist Munchen og Bucharest. Skal kvinnuliðið hjá Kyndli gera sær vón um at halda sessinum í bestu deildini, skulu tvey stig á kontina, tá tær sunnudagin spala á útivølli móti StÍF Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kappingin í botninum av kvinnukappingini í hond- bólti hevur síðan fyrsta umfarið staðið millum StÍF og Kyndil. Og við at vinna báðar dystirnar fyrra partin av kappingini hevur StÍF sett seg í góða støðu í dyst- inum um at sleppa undan at skifta pláss við VÍF, sum longu nú er væl ávegis í royndunum at vinna kapp- ingina í næstbestu deildini. Soleiðis sum úrtøkan hjá teimum báðum niðaru hev- ur verið móti hinum fýra, so er eingin ivi um, at tað er í innanhýsis dystunum mill- um Kyndil og StÍF, at avgerðin um niðurflyting fellur. Og við fýra stigum á muni er talan um klokku- klárar treytir til Kyndil. Vinn ella forsvinn! Og tað í sjálvum sær er kanska heldur ikki nóg mikið, tá hugt verður at málmuninum hjá liðunum. Brakar í oddinum Og eisini í hinum báðum dystunum verður talan um satt brak. Í Klaksvík kemur Tjaldur á vitjan hjá Stjørnuni í eini undanframførslu av steypa- finaluni, sum skal spælast um eina viku. Og hóast steypið ikki stendur upp á spæl hesaferð, so er talan um gyltan møguleika hjá Tjaldri at staðfesta, at tær eisini ætla sær pláss í FM- finaluni. Og sigurin á VB seinsta vikuskifti man ikki hava gjørt vónirnar verri í so máta. Og hóast Stjørnan støðugt hevur verið rópt favorittur í kappingini, so hava úrslitini hóast alt víst, at tað eisini ber til at vinna á teimum. Og í Havn er dystur mill- um Neistan og VB. Neistin hevur í vetur roynt at fylgt við teimum trimum ovaru liðunum, men tað hevur tó gingið heldur striltið. Og skulu tær gera nakað sum helst í so máta, so er kravið nú tvey stig, hvørja ferð farið verður á vøllin. Neistin og H71 kapp- renna um pláss í FM- finaluni. Sunnudagin bresta tey saman í Havn Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eingin ivi tykist vera um, hvør stórdysturin er hetta vikuskiftið í manskapp- ingini. Stóran part av tíðini hevur spurningurin her verið, um tað verður Neistin ella H71, sum skal fylgja VÍF í FM- finaluna, og sunnudagin verður so triði innanhýsis dysturin teirra millum. Tær báðar fyrru ferðirnar hava Neistamenn havt takið á hoyvíkingunum, og tí kann kanska staðfestast, at teir hava eitt ávíst tak á grannunum. Hartil tóktist Neistin veruliga reisa seg hóskvøldið, eftir at seinastu vikurnar annars hava verið alt annað enn góðar. Ein gongd, sum hoyvíkingarnir hava gagnnýtt til at leggja seg framum Neistan við betri málmuni. Hoyvíkingarnir hava eisini verið rættiliga væl koyrandi seinastu vikurnar, og megna teir at halda fast í góða spælinum, sum liðið hevur sýnt, kunnu teir ger- ast serstakliga tungir hjá Neistanum at syfta. Strandingar lúra Í Vestmanna kann VÍF gera enn eina staðfesting móti sínum finaluplássi, tá teir spæla móti grannunum úr KÍF, sum nú einki hava at spæla fyri restina av kapp- ingarárinum. Hinvegin er júst uppgerðin móti VÍF nakað, sum kann tendra kollfirðingarnar, og tí skulu teir á gula oddaliðnum neyvan rokna við nakrari lættari uppgerð. Triði dysturin er á Skála, har StÍF og Kyndil skulu fremja eina endurtøku av hálvfinaluni í steypakapp- ingini. Og hóast Kyndil vann tí uppgerðina, so er StÍF helst favorittur hesa- ferð. Bæði tí Kyndil nú má vera Høgna Klein fyriuttan, men eisini tí StÍF framvegis kann røkka FM-finaluni, um avrikini seinastu sjey dystirnar verða nóg støðug. Kyndil berjist fyri lívinum Avgerandi brak í oddinum Higartil hevur Neistin vunnið innanhýsis uppgerðirnar móti H71. Uppgerðin sunnu-dagin líkist einum ordans brakið, sum væl kann avgera kapprenningina um seinna finaluplássið Kyndilskvinnur hava alt árið verið í vanda fyri at flyta úr Sunset-deildini. Sunnudagin er kravið tvey stig, um niðurflytingin ikki skal gerast veruleiki 28