fríggjadagur 30. januar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 21 - 30. januar 2009 ]
Vil ikki spæla fyri Kinnear
Charles N’Zogbia, sum spælir við Newcastle, vil ikki longur
spæla fyri Joe Kinnear, sum er manager í felagnum. Eftir tapið
hjá Newcastle móti Manchester City týsdagin hevði Joe Kinnear
stórar trupulleikar við at úttala navnið á N’Zogbia, og tí vildi
spælarin ikki finna seg í. N’Zogbia hevur leingi havt eitt ynski
um at koma úr felagnum, og nú sigur hann, at støðan er ovboðin
fyri seg.
Venjarin bíðar
Tað verður ikki hesumegin vikuskiftið, at
Fótbóltssambandið almannakunngerð
navnið á nýggja føroyska
landsliðsvenjaranum. Høgni í Stórustovu,
FSF-forseti, hevur júst verið uttanlands í
øðrum ørindum, og hann sigur, at her og nú
hendir einki. – Vit arbeiða okkum sjálvandi
fram móti málinum, men vit skulu í øllum
førum yvir um vikuskiftið, áðrenn ein
venjari er settur, segði hann hóskvøldið.
Skaðar
níva ikki
danska
HM hópin
Danmark og
Frakland spæla
HM-hálvfinalu í
dag
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Danir telja niður. Kl.
16.30 í dag skal danska
hondbóltslandsliðið
spæla tað fjórðu hálv-
finaluna, síðani EM í
2006. Hesaferð er talan
um HM-hálvfinalu ímóti
Fraklandi, sum er olymp-
iskur meistari. Danmark
er europameistari, og er
talan um eitt satt meist-
aramøti.
Sambært
læknanum
hjá danska HM-hópinum,
Steen Bo Kalms, so
stendur eisini væl til hjá
dønum, hvat viðvíkur
skaðum: - Tað sær veru-
liga gott út. Eg havi ikki
verið við til endaumfør,
har tað hevur sæð so gott
út, aftaná 8 dystir. Spæl-
arnir eru væl fyri. Sigur
Kalms til danska TV2.
Útsagnirnar hjá Steen
Bo Kalms merkja kortini
ikki, at onkrir av spælar-
unum hava smáskaðar.
Men Kalms leggur dent
á, at hesir spælarnir eru
moyrir og eymir, aftaná
mongu dystirnar. - Teir
eru eymir, men tað er
ikki verri, enn tað hevði
verið, um vit aðrir høvdu
verið úti í urtagarðinum
og grivið í nakrar dagar.
Hesir spælarnir eru í
góðara venjing, og teir
tola nógv av, og tað hevur
nógv
at
siga.
Sigur
danski landsliðslæknin.
Við framúrskarandi
spæli í Neista-málin-
um syrgdi ungi
Ári Dam fyri, at
kollfirðingar bara
fingu eitt mál tað
fyrsta korterið av
seinnu hálvfinaluni
í Kollafirði í gjár-
kvøldið. Tá Neistin
samstundis skoraði
10 ferðir, var alt
avgjørt, áðrenn dyst-
urin nakrantíð var
komin ordiliga í
gongd.
Hondbóltur
Hilmar Jan Hansen
einslistir@kallnet.fo
Klokkan á máltalvuni í væl-
fyltu høllini í Kollafirði
vísti 15:51, tá KÍF fyri aðru
ferð í dystinum megnaði at
skjóta mál. Hini tølini á
talvuni talaðu fyri seg, tí
har stóð tá 2 til KÍF og 10
til Neistan. Í grundini kundi
dysturin verið avblástur og
trý korter við sveitta og
baksi kundu verið spard, tí
tá var longu alt avgjørt.
Ikki tí, KÍF hevði havt
sínar møguleikar, og fleiri
av teimum vóru bæði góðir
og stórir. Men fyri koll-
firðingum stóð ein ungur
maður, Ári Dam, ið snøgt
sagt tók alt! Enntá púra
blankir fyri málinum, fingu
teir ikki mál, og myrkrið
seyg so spakuliga niður
yvir tey frammanundan so
bjartskygdu heimaviðhalds-
fólkini.
Damir Oros, sum eftir
skurðviðgerð í knænum var
við fyri fyrstu ferð leingi,
skoraði beinanvegin við
brotskasti, men minuttin
eftir fekk Neistin svarað
aftur, og so byrjaði annars
oyðimarkargongdin
hjá
kollfirðingum, ið bara ikki
vildi fáa ein enda.
Munurin etin upp
Fyrru hálvfinaluna vann
KÍF við tveimum málum,
men tann munurin var skjótt
etin upp, tí samstundis sum
Ári Dam í Neista-málinum
vísti bjargingar av øllum
møguligum slagi, óansæð
hvørji kynstur kollfirðingar
royndu, var heldur lætt hjá
Neistanum at fáa bóltin inn
í hinum endanum.
– Vit høvdu eina tendraða
verju og ein málmann, sum
tók sera nógv tað fyrsta
korterið, samstundis sum
menn komu til skot og
fingu mál akkurát – einar
tríggjar ferðir enntá um-
vegis málmannin hjá teim-
um. Hinvegin fóru tær
mongu skotroyndirnar hjá
kollfirðingum
á
okkara
málmann og út, staðfesti
spælandi
venjarin
hjá
Neistanum, Ingi Olsen, eftir
dystin.
– Hjá okkum ráddi um
ikki at leypa framav, sum
vit gera í so ofta, og tað
eydnaðist. Vit kundu róliga
og stillisliga byggja okkum
eina trygga leiðslu upp,
samstundis sum mótbrekkan
hjá teimum gjørdist størri
og størri. Og hóast teir
royndu at stríða seg innaftur
í dystin, bleiv hvørt mál hjá
okkum aftur eitt stór aftur-
stig fyri kollfirðingar.
Uppiborið finalupláss
Meðan støðan enn var 9-1
til Neistan, fekk Birgir
Poulsen reyða kortið frá
dómarunum, tí hann var
heldur ófantaligur, tá Arn-
bjørn Hansen leyp inn frá
strikuni,
men
sjálvt
í
undirtali megnaði Neistin
at skora til 10-1, áðrenn
KÍF næstu løtuna fekk eini
trý mál á rað og hevði hug
at nærkast eitt sindur.
Men skjótt hevði Neistin
fótað sær aftur, og so gekk
dysturin sína gongd, uttan
at kollfirðingar nakrantíð
fingu fatur í rætta endanum.
Heldur ikki gjørdu teir sak-
ina lættari fyri sær sjálvar
við at verja offensivt, tí teir
fingu ongantíð ordiliga fat-
ur í álopsspælinum hjá
Neistanum, sum stórt sæð
ótarnað slapp at ganga sína
gongd, júst sum Neistin
vildi hava tað.
Bara eina løtu í seinna
hálvleiki hevði Neistin hug
at sløsa eitt sindur, men
heldur ikki tað hjálpti stór-
vegis upp á støðuna hjá KÍF,
sum ikki hevði neyð-ugu
styrkina og dygdirnar til at
gera stórvegis við Neistan.
At »teir bláu«, sum í gjár-
kvøldið vóru hvítir, uppi-
borið vunnu seg í finaluna
við samanløgdum sigri,
kundi eingin mótmæla, tá
trý korter vóru spæld aftur
at tí eina, sum avgjørdi alt.
KÍF-Neistin 24-32 (6-14):
Eitt korter – og alt avgjørt
Neistin í finaluna við
samanløgdum 59-53
sigri
Ári beindi
fyri KÍF
Tað var ein ovurfegin Ári
Dam, sum eftir dystin kundi
fáa herðaklapp í hópatali
frá bæði liðfeløgum og
fjepparum. Og hann hevði
tað so dyggiliga uppiborið,
tí við málmansspæli í ser-
flokki tað fyrsta korterið av
dystinum, syrgdi hann fyri
at taka sær av stórt sæð øll-
um, ið slapp inn um verjuna
hjá Neistanum.
– Verjan stóð heilt fan-
tastiska væl og tað gjørdi so,
at eg sum málmaður eisini
kundi standa sera væl. Alt
gekk í byrjanini, sum tað
skuldi, og eg haldi, at vit
allan dystin á tamb høvdu
fult tamarhald á, segði mál-
maðurin, sum nú gleðir seg
til at spæla steypafinalu
ímóti Kyndli um eina viku:
– Tað kennist heilt ótrú-
ligt, og eg havi ikki ordiliga
fatað tað enn. Men eg gleði
meg til at spæla finaluna, og
tað verður ein feit uppliv-
ing!
Gert Hansen, sum var á
besta liðnum hjá kollfirð-
ingum fyri fyrstu ferð í
meira enn eitt ár, staðfesti
eftir dystin, at fyrsta korter-
ið avgjørdi alt til fyrimuns
fyri Neistan:
– At teir vóru á odda 10-1,
tá eitt korter var farið, sigur
alt. Vit kunnu takka okkum
sjálvum, tí vit høvdu kjans-
in. Eg hevði vónað, at vit
kundu klára tað, men tað
gekk
tíverri
ikki,
segði
hann.
KÍF-Neistin 24-32 (6-14)
10 min: 1-6
20 min: 3-10
30 min: 6-14
40 min: 11-21
50 min: 17-25
Málskjúttar
KÍF: Damir Oros 8, Ási Dam 5, Niklas Reginsson 4, Gert
Hansen 3, Jákup Trúgvason 3, Arnbjørn Hansen 1
Neistin: David Edvardsen 9, Áki Mørk 7, Jugoslav
Djumic 5, Bogi Berg 3, Ingi Olsen 3, Finnur Hansson 2,
Tróndur Kragesteen 1, Jón Ludvík 1, Birgir Poulsen 1
Brotskøst: KÍF 6, Neistin 3
Útvísingar: KÍF 2, Neistin 4
Diskvalifikatiónir: Neistin 2
Dómarar: Rúni Mohr & Ragnar Simonsen
FAKTA um dystin
Ári Dam stendur klárur í málinum hjá Neistanum, og hann
var høvuðsorsøkin til, at Neistin so lætt kundi spæla seg í
steypafinaluna. Fyrsta korterið av dystinum í Kollafirði í
gjárkvøldið læt hann bara eitt mál fara ígjøgnum, og tað var
eitt brotskast í fyrsta minutti…
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
27