Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 26

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 21 - 30. januar 2009 ] StÍF hótti eina løtu við einum skelkandi stórsigri á Tjaldri, men tá heimaliðið aftur fekk ferð á, var eingin vegur aftur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kanska vóru tær longu alt ov vísar í at røkka finaluni. Ella kanska vóru tað bara nervar, sum gjørdu um seg, nú liðið stóð á gáttini til sína fyrstu steypafinalu. Í øllum førum fingu Tjaldurskvinnurnar ein ordans hvøkk, tá tær í gjár spældu seinnu hálvfinaluna í steypakappingini móti StÍF. stÍF byrjaði nevnliga við buldur og brak, og eftir fyrstu fáu minuttirnar hóttu tær longu við at renna frá Tjaldri. Sum dysturin leið kom heimaliðið betur við, og hóast tær ongan tíð vóru á odda fyri steðgin, so bendi alt á, at tær høvdu fingið tamarhald á støðuni. Mistu í yvirtali Fyrsta løtan í seinna hálv- leiki var tó púrasta meinlík fyrstu løtuni fyri steðgin. StÍF leyp avstað, og eitt skifti vóru fimm mál á muni. Altso var munurin bara eitt mál í samlaðu støðuni. Og tað gjørdi ikki útlitini verri, at StÍF fyrst kom heilskapt ígjøgnum tveir minuttir í undirtali, og at Tjaldur síðani fekk ein spælara útvístan. Men so fekk galið. Hóast tær vóru í undirtali, so skor- aði Tjaldur tvær ferðir á rað, og so reyk spenningurin av álvara úr dystinum. StÍF tóktist missa vónina, sum tær høvdu um sensatiónina, og Tjaldur vildi nú veruliga sópa allan iva av vegnum. Seinastu 20 minuttirnar vann Tjaldur heili 17-6, og so var samlaði sigurin so ruddiliga heima. SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur - Fyri alt økið her er talan eisini um eina veruliga positiva hending Niels Peter Bech, Tjaldur Kiril Lazarov setti met Makedonski hond- bóltsspælarin eigur nú málmetið í einum HM-endaspæli Hondbóltur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Makedonia, sum eisini er partur av gamla jugo- slaviska hondbólts-skúl- anum, eins og Serbia og Kroatia, hevur gjørt stór framstig seinastu árini, og hava teir sett síni fingramerki á hetta HM- endaspælið. Høvuðsímyndin av makedonska landsliðin- um, hevur verið stór- skjúttin, Kiril Lazarov. Í gjár setti Lazarov HM- met, tá hann kom uppá 92 mál í hesum HM- endaspælinum. Eingin annar spælari hevur nakrantíð í HM-søguni skorað so nógv mál í einum HM-endaspælið Í gjár vann Makedonia 32-31 ímóti Suðurkorea í dystinum um 11. pláss- ið. Gamla metið átti suðurkoreanski stór- skjúttin Kjung-Shin Yoon. Tá HM-endaspælið varð í Íslandi í 1995, skeyt Kjung-Shin Yoon 86 mál í tí kappingini. Suðurkoreanska heims- metið helt í 14 ár, men varð tikið í einum dysti, har Suðurkorea var annað liðið inni á vøllinum. Annars vunnu Svøríki og Noreg dystirnar um ávikavist 7. plássið og 9. plássið. Norðurlond eiga sostatt 3 av teimum 9 bestu hondbóltstjóðunum í Heiminum. Úrslitini í dag : 5. plássið Týskland – Ungarn 28-25 7. plássið Svøríki – Serbia 37-29 9. plássið Noreg – Slovakia 34-27 11. plássið Makedonia- Suðurkorea 32-31 Kiril Lazarov setti málmet, tá hann í dystinum móti Suðurkorea kom upp á íalt 92 mál í hesum endaspælinum Niels Peter Bech er ein av teimum, sum støðugt hevur virkað fyri, at Tjaldur kann vinna sær sæti ovast í før- oyskum kvinnuhondbólti. Og hann var ovurfegin, tá liðið við sigrinum í gjár hevði syrgt fyri sínum fyrsta finaluplássi yvir- høvur. - Hetta kennist heilt fan- tastiskt. Hetta er veruliga nakað stórt fyri felagið, og fyri alt økið her er talan eisini um eina veruliga positiva hending. Eg kenni í øllum førum nógv, sum vanliga slettis ikki fara til hondbóltsdystir, men sum longu hava sagt, at tey ætla sær til Havnar um eina viku. Men Niels Peter viðgong- ur eisini, at tað var hart at hyggja at, tá StÍF eina løtu hótti við at venda øllum fullkomuliga á høvdið og taka eitt púra óvæntað finalupláss. - Eg haldi, at nervarnir hingu uttan á hjá spæl- arunum. Tað hjálpti tó, tá venjarin setti Marianella Pratru inn í dystin. Hon fekk fleiri góð mál frá veinginum, og so koyrdi aftur betur hjá okkum. Áðrenn tey í Tjaldri kunnu droyma um nakra steypafinalu, skulu tey tó eisini spæla týðandi dystir í landskappingini. Næstu ferð á útivølli móti Stjørnuni í eini undansýning av steypafinaluni. Og hóast talan er um harða skrá, so tykist Niels Peter ikki hava tað heilt stóra ímóti hesum. - Allir dystirnir hjá okkum eru serstakliga týdningarmiklir nú. Talan er mest sum um finalu hvørja ferð, so vit mugu bara vóna, at spælararnir støðugt klára at halda spælinum á einum góðum støði, sigur Niels Peter Bech. -mørk Tjaldur-StÍF 30-24 (12-13): Sensatiónin lúrdi Søguligt finalupláss Tjaldur-StÍF 30-24 (12-13) Tjaldur í finaluna við samanlagt 59-47 10 min: 3-6 20 min: 6-9 40 min: 14-18 50 min: 21-20 Málskjúttar Tjaldur: Adina Petrea 12(5), Annika Thomsen 5, Marinella Pratru 5, Alina Olaru 4, Mary-Ann Isaksen 2, Elinbjørg Hammer 1, Sarah Ann B. Thomsen 1 StÍF: Rebekka Justinussen 7(1), Fríðrún Danielsen 6, Louisa Andreasen 4, Anna Petersen 4, Ninna K. Johansen 2, Bára Berthelsen 1 Brotskøst: Tjaldur 6, StÍF 1 Útvísingar: Tjaldur 1, StÍF 4 Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason FAKTA um dystin Talan var um søguligan sigur hjá Tjaldri, sum ongan tíð áður hevur verið partur av steypafinaluni í hondbólti Mynd: Álvur Haraldsen 26