fríggjadagur 30. januar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2009
4MZ_6MO[N7[XX_X}
[S7r^U?bQ^^U__[Z
bUNXWU
Hans Jacob Kollslíð og Kári Sverrisson, ið góvu fløguna
“Dreymaspøl” út stutt fyri jól, verða eisini at hoyra henda
leygardagin. Saman við Óla Olsen, Brandi Jacobsen og
Mikael Blak, ið spæla við á fløguni, og Heðini Ziska Davidsen
fara teir at framføra eitt úrval av løgum av fløguni. Hetta eru
løg, teir hava gjørt saman og hvør sær til yrkingar hjá Hans
Jacob Kollslíð, Christiani Matras og yrkjarunum Li Po, Wang
Wei og øðrum úr sonevndu T’ang tíðini í Kina, ið var fyri eini
1200 árum síðani. Framførslan hjá Hans Jacob, Kára og bólki-
num verður í Miðlahúsinum umleið klokkan 18.
Tórshavnar Kirkja er eisini við á festivalinum
2
5?5:-
Bólkurin "Isina" vid Donsk/Føroysku songkvinnuni Katrinu
Petersen á odda tekur støði í fólkatónleiki, ið fyri tað mesta
stava úr Svøríki og Bulgaria.
Katrina Petersen hevur í mong ár fingið íblástur úr fólkatón-
leikinum, serliga tí Bulgarska, sum við sínum skeivu tak-
tum, hvassa klangi og vakra lagið geva eina heilt serstaka
uppliving. Afturat sær hevur Katrina nakrar av Føroya bestu
improvisatorum.
Manningin:
Angelika Nielsen, violin
Leivur Thomsen, guitar
Mikael Blak, kontrabass
Rógvi á Rógvu, trummur
Herfyri fóru fýra unglin-
gar undir at stovna eina
jazz-kvartett. Eftir at hava
gingið á musikkskúlum
og spælt saman í ymsum
samanhangum, eitt nú
Tórshavnar Stórbandi í
fleiri ár, var tíðin komin
til at fara eitt stig víðari.
Endamálið var at spæla
málrættaðan jazztónleik,
soleiðis at tað ikki altíð
bert var ein jam-session,
har tónleikararnir møttu
upp og “jamma”, men
har tað varð arbeitt meiri
miðvíst við tilfarinum.
Fyribils eru løgini lænt frá
gomlum og kendum jazz-
tónleikarum, men ætlanin
er seinni at borðreiða við
egnum løgum.
Manningin:
Konni Kass Jacobsen,
vokal og sax
Mattias Kapnas, klaver
Bárður R. Poulsen, kontra-
bass
Jan Rúni Poulsen, trummur
7M\7M__MZP`TQ<[aX_QZ_
?W^r
Fríggjakvøld
30. januar
Kl. 22.00
Tórskjallarin
Vágsbótnur South
African Jazzband
Leygardag
31. januar
Kl. 11.30-12.00
HAVNAR KIRKJA
Gudmund
Mortensen
Kristian Blak &
Mikael Blak
Kl. 15.00-16.00
Tutl á Káta
Horninum
Kapkass & the
Poulsens
Kl. 16.30-18.00
Miðlahúsið
Katla
Kl. 18.00-18.30
Miðlahúsið
Yggdrasil
Kl. 18.30-19.15
Miðlahúsið
Dreymaspøl
Kl. 19.15-20.00
Reinsaríið
Birgir Enni kokkur
Ljóð og
myndainstallatión:
Heðin-Kristian-
Nunns
Kl. 20.00-20.45
Reinsaríið
Isina
Kl. 20.45-21.45
Reinsaríið
Tjant
Kl. 21.45-22.30
Reinsaríið
Kapkass & the
Poulsens
Kl. 22.30-23.00 ‘
Reinsaríið
Vágsbótnur South
African Jazzband
Kl. 23.00
Jam Session
Atgongumerki til
Tórskjallarin: 50 kr
Atgongumerki til
Miðlahúsið: 100 kr
Atgongumerki
til konsertirnar í
Reinsarínum: 150 kr.
Íroknað er tá okkurt
til matna. Birgir Enni
er kokkur
Luttakandi bólkar:
Tjant
Isina v/ Katrina
Petersen
Kapkass & the
Poulsens
Vágsbótnur South
African Jazzband
Gudmund Mortensen
Dreymaspøl
Yggdrasil
Katla