fríggjadagur 30. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 30. januar 2009
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Kokkar, tænarir, lærlingar
og eldsálir í Føroyum
hugleiða um uppskriftir.
24
Síðani Barack Obama
var tilnevndur nyggjur
amerikanskur forseti, hevur
satt ’obamania’ verið um allan
heim. Flestu heimsborgarar
leingjast eftir broytingar
á klótuni. Vit stríðast við
stórmálum, ið heimsins
valdsmiklasta tjóð, kanska ikki
hevur tikið í álvara.
Obama er ein maður, ið dugir
væl at tala og vit vænta okkum
nógv. Men í staðin fyri at
gerast svartskygd, hvís so ikki
lofta hugskotini hjá Obama.
Kanska er hann eisini maður
fyri at lyfta uppgávuna. Eg
dugi so ikki at síggja nakað,
ið skuldi bent á skeivan
bógv. Her er ein maður, ið er
farin arbeiðsklæðini og sær
heimsmálini uppá ein nýggjan
máta.
Hesin maður skal eisini hava
okkurt at eta. Hvat etur Obama
til døgurða?
Var í vikuni inni á amerikansku
sendistovuni í Danmark og
heilsaði uppá ambassadør-
kokkin. Talan er um hin
fryntliga Keld Johnsen, sum í
ein mansaldur hevur gjørt mat
til starvsfólkið á sendistovuni.
Spurdi hann, hvat Obama
mundi eta til døgurða?
Keld Johnsen greiddi frá hvussu
breiða bakgrund Obama hevur.
- Obama er uppvaksin á
Hawaii, pápin var úr Kenya,
mamman úr Kansas, hann
er universitetslærdur frá
Harvard og so seinast við
bústaði í Chicago. Tað ger
nýggja forsetan rættiliga
globaliseraðan, tá ið
matmentan umræður, sigur
Keld Johnsen.
Spurdur um hann hevur hug at
lata lesaranum av Grams eina
uppskrift við støði í Obama, so
játtar Keld við hesi uppskrift
uppá rivjasteik sum tey gera
hana í Hawaii.
Rivjasteik
sum í Hawaii
Til 10 fólk:
3 kg rivjasteik av svíni (uttan svørðin)
6 dL gott soð
40 g frískt ingifer (rivið fínt)
40 g rørsukur
½ stong vanilja
2 laurberbløð
1 pungur av hvítleyki (skorin í flísar)
4 leggir av timian
1 leggur av koriander
4 stengur kanel
½ reyð kili-frukt (skorin fínt)
Groft salt
Framferðarháttur:
Koyr rivjasteikina í ovnfati. Stoyt soð, urtir og tilfar útyvir og
groft salt omaná. Steik í ovnin við 200 hitastigum í minsta
lagi tveir tímar (til kjøtið er moyrt).
Ansa eftir at ikki steikir turt, men at kalla øll vætan skal vera
kókað burtur, tá ið liðugt er. Uttasta lagið av feitti skal vera
stokt væl og virðiliga.
Chutney:
Afturvið hóskar ein heimagjørd chutney.
¼ ananas
3 piparfruktir (ymsar litir)
1 reytt súrepli
½ reyðleykur
½ mango-frukt
Sker alt sundur ella í blendara.
Í eina grýtu verður latið:
2 cL hvítvín
Sevjuna av 1 limefrukt
1 cL rørsukur
¼ ssk reyð kili-frukt
¼ pung rivnan hvítleyk
rivið ingifer
1 tsk anis-pulvur
Kóka alt saman í 40 minuttur til vætan er burtur. Skal kølast
av áðrenn sett verður á borðið saman við rivjasteikina.
Ein góð kalifornisk syrah riggar væl afturvið, eitt nú McManis,
ið er ummæld í dag.
Vælgagnist!
Keld Johnsen ger
rivjasteik sum í Hawaii