fríggjadagur 30. januar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2009
Havnar Jazzfelag og
jazztónleikarnar í Havn hava tikið
stig til at stíla fyri einum Jazz
Festivali, her á miðjum vetri.
Ætlanin er sambært
fyriskiparunum, at festivalurin
skal halda áfram og sum frá líður
mennast til ein altjóða festival. Tó
er ætlanin at halda tiltakið á einum
inniligum støði, sum skal húsast í
væl egnaðum og góðum hølum, ið
eru í miðbýnum.
Kjarnin í einari slíkari stevnu
eigur framhaldandi at vera tað
lokala tónleikaumhvørvið, siga stig
takarar til Jazz Festivalin
Nógv hendir á sumri, og eisini
í tíðini fyri jól. Í januar og februar
er ikki eins nógv á skránni á
tónleikaøkinum, og gleðiligt er tá,
at eitt vikuskifti kann gerast ein
tónleikaglotti í hesum myrku tíðum,
siga fyrireikararnar.
Í samband við
100 ára haldið hjá
Tórshavnar Kommunu,
hevur kommuna
valt at stuðla Jazz
festivalinum, og Bogi
Andreasen sigur, at
Kommunan sjálvsagt
skal verða við til at
menna jazzmentanina í
Havnini framyvir.
Ætlanin við
festivalinum er at
byggja uppá jazz
mentanina í Tórshavn,
og hetta er bert fyrsta
stig á leiðini. Ætlanin
er, at hesin vetrar
festivalur skal mennast
til ein altjóða festival.
Vit mangla veruliga
tiltøk á jazz økinum, og
tá vit hava tónleikarar
á so høgum støði sum
Kristian Blak og aðrir
sum veruliga brenna
fyri sakini, vænti eg at
undirtøkan verður góð,
og at hetta kann gerast
til eitt afturvendandi
tiltak, sigur Bogi
Andreasen.
Hvonn hevur
havt ein leiklut í at
menna jazztónleikin
í Tórshavn og hevur
hvørt týskvøld verið
karmur um jazztónleik,
har nógvir dugnaligir
og viðurkendir
tónleikarar hava
framført.
Eg havi verið til
nógv jazz kvøld í
Hvonn, og eftir mínum
tykki hevur tónleikurin
verið framúr góður,
sigur Bogi Andreasen.
Nú verður so
lunnar lagdar undir
eina nýggja jazz
mentan í Føroyum,
og festivalurin ferð av
bakkastokki komandi
fríggjakvøld kl. 22.00.
@^_TMbZM^7[YYaZM
bUXa\\NeSSVMQUZM
VMffYQZ`MZ
BQ`^M^VMff}
YUNZaY
á Káta Horninum
Jazz-útgávur síðan 1977
www.tutl.com
Føroyskur
tónleikur
á netinum