fríggjadagur 30. januar 2009síða 30
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 21 - 30. januar 2009
Segði ergoterapeuturin
Turið Jacobsen so bein
rakið, á væleydnaða borg
arafundinum í Havn um
akutta tørvin á røkta
heimsplássum.
Í fyrra lagi var tað ein
hvøkkur, at hoyra avvarð
andi siga frá, hvussu synd
arlig støðan var og í
øðrum lagi hugstoytt at
fáa “skorið út í papp”,
hvussu ófullfíggjarður
lógarkarmurin er, tá tað
ræður um eitt virðiligt
livskvøld hjá teimum,
sum bygdu hetta landið.
Víst hava bæði land og
kommunur ætlanir á
økinum – men færri boð
um, hvat vit kunnu gera
júst nú. Bústaðarpakkin
er ávegis, og stuðulin
fyri hvørt búpláss fer
ætlandi úr 500 upp í 800
túsund krónur. Og fólk
vóru flutt út úr barakkini
– men sagt varð, at tey
nú vóru á medisinsku
deild og onkur á B8! Tó
skuldi ein loysn finnast í
næstum.
Sólskinssøgan er
Sunda Kommuna, sum
við Mørkini veruliga
hevur kýtt seg at raðfesta
búpláss til tey eldru.
Verri er í Havn. Orsøkin
sigst vera, at landið
“eigur” økið. Víst var á,
at tann dag kommunan
ikki bert fekk vald, men
eisini gjald fyri at vara
av økinum, fór broyt
ingin at verða sjónlig. Til
samanberingar var dag
stovnaøkið. Tá hetta varð
latið kommununum upp í
hendi, hvurvu bíðilistar
nir til stovnspláss at
kalla. Sum foreldur er
tað eisini mín greiða
fatan, at barnaansingarm
øguleikarnir eru batnaðir
munandi, eftir at komm
unan hevur fingið økið
um hendi. So frymilin, at
lata kommununum bæði
vald og gjald sum skjót
ast tykist sólarklárur.
Kann bert taka undir við
uppskotinum sum lands
stýriskvinnan nevndi, um
at Havnin verður royndar
kommuna. Tað ljóðar
sera skilagott eftir
mínum tykki.
Góð hugskot
Hugskotini um, hvat
gerast kundi her og nú
komu frá borgarunum og
starvsfólkum innan økið,
sum luttóku á fundinum.
Eitt uppskot var at
hækka samsýningina ein
fær fyri at hjálpa einum
óhjálpnum, ein onnur
helt fyri, at tað loysti seg
betri, um tey óhjálpnu
vóru til umlætting oftari
og í styttri tíðarskeið
heldur enn sjáldan og í
longri tíðarskeið. Hon
nevndi sum dømi, at 10
umlættingarpláss, har
fólk komu eina viku í
senn merkti, at 40 fólk
vóru til umlætting í
einum 10vikuskeiði.
Trygdartelefon hevði
eisini verið ein hjálp.
Heimasíða ella
kapping?
Luttakararnir høvdu
stóra vitan og mong
hugskot. Ivaleyst eru enn
fleiri hugskot, sum ikki
vórðu borin fram á fund
inum. Kundi tað verið
eitt hugskot við einari
heimasíðu har fólk
kundu komið við hug
skotum um, hvat vit
kunnu gera her og nú fyri
at bøta um støðuna? Ella
kanska ein kapping við
hugskotum um, hvussu
vit loysa akuttu støðuna.
Tí higartil hava vit polit
ikarar ikki megnað at
funnið røttu herognú
loysnina. Hetta kundi
verið íkast til at loysa
bráðfeingiskreppuna.
Nú skal syngjast annað
lag
At eingin loysn er funnin,
er skelkandi og fleiri okk
ara hava ábyrdina. Eg
gleði meg til fundin –
millum Trivnaðarnevnd
Løgtingsins og lands
stýriskvinnuna – sum má
vera sum skjótast. Tjóð
veldi vil gera sítt til, at
hetta ikki gerst eitt and
støðu/samgongumál, men
eitt mál har vit øll saman
taka ábyrgd og loysa bæði
akuttu støðuna og fyri
byrgja, at hon heldur
áfram.
Stóra takk
Takk fyri góða átakið,
kunningina, og góðu hug
skotini eg fekk við mær!
»Tað snýr seg ikki bert
um at leggja ár til lívið,
men eisini lív í árini!«
Bergtóra
Høgnadóttir
Joensen
hvonn
Klumma
Steintór Rasmussen
T
alent ella ikki. Tað er spurningurin
og sjálvur trupulleikin.
D
ómskirkjan í Kirkjubø varð
ongantíð liðugt bygd, men tey,
sum komu aftaná, og sum síðani hava
búleikast á oyggjunum, hava nýtt
nógva orku at laga garðar rundanum
egið veldið.
A
llastaðni í samfelagnum renna
vit okkum ímóti hesum múrum,
har mætir riddarar og stirvnar
skipanir verja borg kongsins. Støðan
í landinum er tann sama og vanliga
fólkið skilur lítið, hvat vísmenn og
høgir ráðharrar gera á slottinum.
V
it látast at vera mentað og
framkomin vinnutjóð, og á
hátíðarligari samkomu skýra vit
Ársins Leiðara, har týdningarmiklir
menn og kvinnur eru í sínum rætta
essi. Men í spottunum standa eisini
kongar og drottningar, sum uttan
størri samfelagslig atlit vilja verja
síni ríki. Og fleiri av teimum sita
trygg á trúnuni.
P
øbilin, sum arbeiðir hart fyri at
fylla landsins mongu skattkømur,
má ofta í neyðuni banka uppá fleiri
borgarlið við óloystari sak. Og føroy
ingurin kennur seg mangan verri
staddan enn dólgurin í ævintýrinum.
Men ikki allar søgur enda lukku
liga. Lættari var hjá Kloss Hansi at
hitta kong og biðja um prinsessuna,
enn tað tykist at vera hjá vanligum
føroyingum at klíva uppum manng
arðar og bera síni hjartamál fyri
stjórum og leiðarum kring landið.
F
øroyingar sigast vera av kongsætt
og hava blátt blóð í æðrunum.
Tískil er tað ikki so løgið, at vit hava
ein kongstanka um okkara egnu børn
og kalla tey fyri prinsar og prinsessur
nærum frá fyrsta degi. Vit saðla fegin
skjótasta og sterkasta og vakrasta
hestin til okkara dýrabæra avkom.
Tey skulu fram í lívinum. Øll skulu
hava møguleikan. Og allarmest
okkara egnu arvingar.
T
alent ella ikki?! Ja, tað er so
spurningurin. Jesus, sum vit øll
meira ella minni kenna á fornavni,
hevur ivaleyst besta boðið uppá ein
tíðarleysan sannleika. Talentirnar
skulu ikki gravast niður, men koma
fram í ljósið. Tað var ein greiður og
hjartaligur boðskapur frá einum
meistara úr Nasaret. Men neyvan
mundi orðini sipað til nakað Talent
show, har einans úrmælingarnir
yvirliva, og tey hugagóðu og miðal
góðu mangan verða niðurgjørd fyri at
vinna hyggjarar og skapa størri
undirhaldsvirði. Jú, tíðirnar skifta...
M
en prísurin fyri eksponering og
viðurkenning er høgur, og
spælireglarnar eru líka órættvísar fyri
øll. Kapping og happing ella
zapping. Soleiðis er sjónvarp í dag.
M
eðan tey ungu og gávuríku
váða sítt góða skinn fyri at
sleppa framat í miðlunum, so royna
leiðslur her heima at vinna eitt stríð
við so hørðum lúti, at sjálvur biskupp
urin noyðist at tala at. Her heima er
tað meira slow enn show motion.
T
að hevði hinvegin víst stórsinni
og organisatorisk talent, um
leiðslan í Kringvarpinum, kanska
saman við Rás 2, pallsetti eina
frægari undirhaldssending nøkur
fylgjandi fríggjakvøld ella leygar
kvøld, har gávuríkir føroyingar
sluppu at vísa sínar talentir. Í nógv ár
hava føroyingar stevnt uttanlands fyri
at verða sæddir og hoyrdir. Tað
nýggja skapandi ættarliðið setir sær
nýggj spennandi mál, meðan tey,
sum ráða fyri borgum, snara
gekkatólinum og spæla V4.
K
anska skuldi vit í Føroyum
saman funnið eina alternativa
viðgerð, enn hana mong vónrík og
gávaði fólk hava upplivað í nær
veruni hjá Simon Cowell og Peter
Aalbæk Men so mugu vit eisini
rudda upp í hugburðinum og hug
takinum, hvat eitt ríkt og gott
arbeiðslív er. Tað skal sjálvandi
gerast minst líka so spennandi at fara
til arbeiðis í Kringvarpinum eitt
vikuskiftið, sum at koyra taxa í Havn.
I
nntil hugagóð miðlafólk við hósk
andi midlum bjóða hyggjarum
kring landið sítt egna føroyska kon
sept, kunnu vit spæla Talent og gerast
eitt sindur klókari og festligari!
TALENT
viðmerkingar
Ragnar Finnson er ein av teimum, sum hevur víst sítt talent uttanlands