fríggjadagur 30. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20 tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2009
Arbeiðsloysi kann
verða eitt neyðugt
gypp í afturpartin,
ella tað kann smildra
sjálvsvirðið hjá
fólki. Hetta sigur
Helgi Rasmussen,
vinnusálarfrøðingur,
sum í fleiri ár hevur
hildið skeið fyri
fólki, sum eru vorðin
arbeiðsleys
ArbeiðsmArknAður
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
- Tíverri. Vit hava ikki brúk
fyri tær longur.
Nøkur hava longu fingið
boðini.
Fleiri eru væntandi.
Eins og í restina av
heiminum er kreppan nú av
álvara farin at gera vart við
seg, eisini her á landið.
Og hetta kostar.
Ikki bara á bankakontoini,
men eisini á sálarkontoini
hjá teimum, sum verða ofr-
að á arbeiðsmarknaðinum.
Nú gongur neyvan dagur,
har vit ikki hoyra um virkir,
sum lata aftur, almennir
stovnar, sum spara, og
privatar
fyritøkur,
sum
skera feittið frá.
Men hvørji rúka? Og
hvørjar avleiðingar hevur
tað, bæði á tann einstaka og
á samfelagið, at fólk, sum
hava arbeitt við fullari megi
í fleiri ár, nú knappliga
verða send heim í sofuna til
Dr. Phil?
- Fólk, sum verða upp-
søgd kenna seg vrakað.
Men tað er lættari at koma
upp undan, um tú vart ein
av hundrað, sum vórðu sent
heim, tí virkið lat aftur, enn
um tú vart ein av teimum
fáu, sum leiðslan metti seg
kunna liva uttan.
Orðini eigur Helgi Ras-
mussen,
vinnusálarfrøð-
ingur (erhvervspsykolog),
sum í nógv ár hevur hildið
skeið hjá Als, fyri fólki,
sum eru vorðin arbeiðsleys
Rakar breitt
Hann greiðir frá, at í
sambandi við arbeiðsloysi
eru fleiri faktorar, ein eigur
at hyggja at. Arbeiðsloysi
rakar bæði samfelagið, sum
heild,
og
einstaklingin.
Sostatt ber til at viðgera tað
við sosial-psykologiskum
brillum, har hugt verður
eftir sálarheilsustøðuni í
samfelagnum. Ella við støði
í einstaka menniskjanum,
sum missir arbeiðið.
- Tað eru bæði fyrimunir
og vansar við arbeiðsloysi.
Fyri samfelagið er tað ósunt
við ov nógvum arbeiðsloysi
og við null-arbeiðsloysi,
sum vit hava upplivað sein-
astu árini. Og hjá tí einstaka
kann arbeiðsloysi lata upp
nýggjar dyr, ella tað kann
oyðileggja fólk fullkomiliga,
sigur Helgi Rasmussen.
Kann skapa
samanhald
Sum sagt, er nokkso stórur
munur á, um fólk eru offur
fyri
hópuppsøgnum,
til
dømis tí eitt virki fer á
heysin, og so tað, at verða
vald út millum øll hini.
- Tað er altíð lættari at
hava tað ringt, um øll hini
eisini hava tað ringt, eitt nú
í krepputíðum. Í sambandi
við hópuppsagnir eru tað tí
Arbeiðsloysi eggjar
Vónin er sjálvandi, at fólk reisa seg upp, rætta ryggin og siga “Nei,
hetta finni eg meg ikki í!” Til dømis at konan, sum er send til hús,
sigur við mannin: Tað kann væl vera, at eg eri arbeiðsleys, men eg
eri ikki tín trælur fyri tað!
Modelmynd
Forsetaval í Afghanistan
Afghanska valnevndin kunngjørdi í morgun, at forsetaval verður í landinum tann 20. august. Politiskir
eygleiðarar vænta, at Hamid Karzai, forseti, fer at stilla uppaftur, sjálvt um umdømi hansara er versnað nógv í
seinastuni orsakað av áhaldandi tíðindum um svik í almennu umsitingini og í tí politiska umhvørvinum og
vantandi úrslitum í bardaganum við Taliban. Karzai er tann fyrsti leiðarin í Afghanistan, sum er valdur á
demokratiskan hátt.