fríggjadagur 30. januar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 30. januar 2009
inngangur
grams.fo
Mortan í Hamrabyrgi
20
George Walker Bush
var burgara-maður um
ein háls. Sigst. Nývaldi
amerikanski forsetin
Barack Hussein Obama
dámar væl pitsa. Hetta
siga tíðindastovurnar í
USA í hvussu so er frá.
Heilt ítøkiliga skal tað
vera ein nummar 7 frá
Italian Fiesta Pizzeria
við adressuna 1400 East
47th Street í Chicago/
illinois. Til ber eisini at
ringja: 773-924-5339.
Veit tó ikki um tey
koyra út…
Grams hevur í dag sett USA
á skránna. Heimsins søguliga
mest progressiva tjóð er við
Obama komin aftur á brúnna
at stýra klótu okkara úr
herviligari ódn.
Barack Obama hevur
sjálvsagt eisini ein matvøru-
politik og landbúnaðar-politikk.
Ikki er so nógv komið fram enn
hvat vit kunna vænta okkum,
men politiskir viðmerkjarar
hava sagt, at hann kanska
fer at gera nakað við tað
sannroynd, at risastóru
landbúnaðar-eindirnar, ið
eru riknar við bíliga oljuog
handilstøð ikki longur eru
burðardyggar. Vegurin fram eru
smærri eindir har vistfrøðin er í
hásæti.
Onkur hevur enntá skotið
upp, at forsetin sum eitt
signal átti at gjørt stóru,
gagnleysu og handils-gøddu
plenuna framman fyri Hvítu
Húsini í Washington um til
vistfrøðiligan urtagarð við frukt
og grønmeti, ið køkurin á
staðnum kundi brúkt av.
Tað hevði vakt ans!
Eisini eru fólk í matstovu-
vinnuni rættiliga spent um
hvør fer at gerast kokkur í Hvíti
Húsini. Tað fer sanniliga eisini
at geva ábendingar um hvussu
hugsað verður í Obama-
familjuni.
Í Vínummælinum havi eg
leitað fram frægastu USA-vín,
ið Rúsan hevur í úrvali sínum.
Matummælið viðger
amerikanska klassikaran
cornflakes.
Í bókaummælinum verður
nýggj bók um tann sokallaða
South Beach-slankikurin
umrødd.
Keld Johnsen, ið er kokkur
á amerikanski sendistovuni í
Danmark og millum annað
hevur ein Diplomat Burger á
matarskránni, vitjar Grams við
einari uppskrift.
OBS! Seinasta nýggja um
heimsmeistarakappingin fyri
kokkar, Bocuse d’Or 2009.
Norðmaðurin Geir Skeie kann
nú kalla seg fyri heimsins besta
kokk. Millum annað gjørdi
hann ein rætt úr toski. Meira
um hetta í næsta Gramsi.
Eisini ein viðmerking til hví
føroyingar ikki luttaka í slíkari
kapping.
Obama!