fríggjadagur 30. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2009
og drepur
ikki vanligu kenslurnar av
skomm og skuld, men
heldur ótti, sum ger seg
galdandi. Tí hvar skulu vit
nú fáa pengar frá? Sigur
Helgi Rasmussen.
Hann
forklárar,
at
í
slíkum førum kann tað
eisini styrkja um felagsskap
in, til dømis í einari bygd,
at øll eru í somu trongu
skóm. Hetta letur upp fyri,
at fólk hjálpa hvørjum
øðrum, og kanska taka tey
enntá stig til at seta nýggj
arbeiðspláss á stovn ella
keypa eitt nýtt skip.
Tað er ofta lættari hjá
kvinnunum
enn
hjá
monnunum í slíkum førum.
Tær hava kanska eitt heim,
sum tær traditionelt hava
tikið sær av. Tær kunnu
venda aftur til tað kenda, til
útgangsstøðið, og skapa
sær eina meining har sum
húsmóðir,
mamma
ella
omma, sigur hann.
Missa røddina
Tey, sum hinvegin verða
vrakað, tí fyritøkan hevur
mett, at tey kunnu sparast
burtur, ella verða uppsøgd
av aðrari orsøk, fáa haraftur
ímóti ein ordans lúsing.
Helgi Rasmussen sigur, at
arbeiðsleys ofta kenna tað,
sum hava tey missa rættin at
hava eina meining. Hetta er
serliga
galdandi
millum
ófaklærd og kvinnur, men
eisini millum menn.
Tá fólk verða biðin um
at fara heim av einum
arbeiðsplássi, er tað ein
ordans smeitur fyri sjálvs
virðið, og tað tekur tíð at
byggja upp aftur. So mín
uppgáva hevur verið, at
geva fólki røddina aftur,
sigur Helgi Rasmussen.
Hann greiðir frá, at nógv
reagera við at isolera seg og
grógva føst heima í sofuna.
Ofta halda kvinnurnar uppat
at ganga í bindiklubb og
hava sum heild ilt við at
koma út millum fólk. Tey
hava skuldarkenslur, skamm
ast og missa fullkomiliga
trúnna á egið virði.
Á skeiðunum hjá Als
hevur uppgávan verið at
seta orð á, og á tann hátt at
koma úr passivitetinum, til
at tora at tosa aftur. Og har
skal dirvi til.
Sjálvsvirðið rýkur so
alvorliga, at sjálvt tað at
hava eina meining er farligt.
Hetta, hóast onki grund
leggjandi er galið við per
sóninum. Vit skulu fram til,
at arbeiðið er ikki alt í
lívinum, og at fáa fólk at
finna seg sjálvi aftur, so tey
ikki sita heima og eru beisk
og “sovsa” seg inn í eina
depressión,
sigur
Helgi
Rasmussen.
Í tilgongdini skal ein
broyting fara fram, frá beisk
leika og minnilutakenslum,
til vreiði og til endans eina
reaktión.
Vónin er sjálvandi, at
fólk reisa seg upp og siga
“Lort heldur! Hetta finni eg
meg ikki í!” Rætta ryggin
og taka ábyrgdina á seg. Til
dømis at konan, sum er
send til hús, sigur við mann
in: Tað kann væl vera, at eg
eri arbeiðsleys, men eg eri
ikki tín trælur fyri tað!
Ikki altíð smeitur
Í hinum endanum hava vit
tey, sum eru somikið sterk,
at tey síggja tað sum eina
spennandi avbjóðing at fara
úr starvinum. Hetta eru ofta
fólk við góðum útbúgving
um, ella í heila tikið kreativ
fólk, við nógvum streingjum
at spæla á.
Her síggja vit fólk, sum
blóma, bæði fakliga, per
sónliga og sosialt. Kanska
fara tey undir eftirútbúgving,
stovna egið virki ella finna
sær eina nýggja meining í
gerandisdegnum á annan
hátt, sigur Helgi Rasmussen.
Ósunt við null-
arbeiðsloysi
Vinnusálarfrøðingurin
greiður frá, at nullarbeiðs
loysi, sum vit hava upplivað
seinastu árini, er alt annað
enn sunt fyri sálarligu
fólkaheilsuna og sosiala
trivnaðin í samfelagnum. Tí
fólk eiga at kunna virða,
stuðla og hava álit á
hvørjum øðrum.
Nullarbeiðsloysið grípur
inn í sjálvt tað at vera
menniskja, tí fólk vanvirða
hvønn annan í gerandis
degnum. Kappingin um
arbeiðsmegina er so stór, at
tey, sum lata tænastur, og
tað gera næsta øll, gera
akkurát, sum tað passar
teimum.
Sum dømi nevnir Helgi
Rasmussen, at vit síggja
ongantíð so nógv byggi
sjusk, brotnar avtalur, líka
sælu og misbrúk av álitinum
hjá hvørjum øðrum, sum tá
onki arbeiðsloysi er. Snøgt
sagt: ein degenerering av
relatiónunum millum fólk.
Hendan sjúka støðan
vekir nakrar kenslur, sum
eru skaðiligar fyri samlaða
trivnaðin í samfelagnum, tí
vit noyðast at góðtaka
vanvirðingina. Vit kunnu
nevna kenslur sum frustra
tiónir og aggressiónir, sum
vit mugu halda aftur, tí hvat
nú um til dømis hand
verkarin rýmir, áðrenn hann
er liðugur við uppgávuna?
sigur Helgi Rasmussen,
sum heldur hetta verða eina
nógv størri hóttan móti
menningini í samfelagnum,
enn tað, at eitt sindur av
arbeiðsloysi er.
Tað er eisini betri fyri
tann einstaka at kenna eitt
ávíst trýst, og at onkur
væntar nakað av tær. Tá
mugu øll kýta seg eitt
sindur. Sæð í einum størri
samanhangi er hetta sunnari
fyri samfelagið, sigur Helgi
Rasmussen.
Kollektiv depressión
Tað er ikki bara nullarbeiðs
loysi, sum er sálarheilsu
skaðiligt í einum modern
aðum samfelagi.
Stórt
arbeiðsloysi
er
eisini lívshættisligt.
Helgi Rasmussen sigur,
at tá arbeiðsloysið fer upp
um eitt vist, til dømis 15
prosent, er tað sera tyngj
andi fyri kollektiva trivn
aðin í samfelagnum.
Her eru øll í vanda fyri
at verða drigin við niður í
depressiónina hjá teimum
uppsøgdu, tí øll kenna onkr
an, sum gongur fyri onki,
og øll eru bangin fyri at
enda í somu støðu, sigur
hann.
Her vísir hann á enn eina
orsøk til, at tað almenna
skal bíða við at gera stórar
verkætlanir, til ringari tíðir.
Tað
er
ikki
bara
stimbrandi fyri búskapin,
men eisini við til at halda
fólkinum og vónini uppi,
sigur hann.
Løgin mentan
Arbeiðið
hevur
stóran
týdning fyri identitetin hjá
tí
einstaka
í
nútímans
samfelagnum.
Helgi
Rasmussen sigur, at um tú
hevur lagt allan tín identitet
í arbeiðið, so vil skuld
arkenslan og skommin hava
við sær, at tú isolerar teg,
um tú missir arbeiðið móti
tínum vilja. Tí tú torir ikki
at
siga,
hvussu
tú
í
veruleikanum hevur tað.
Í okkara mentan er tað
vanligt, at vit spyrja hvønn
annan, hvat vit gera og
hvussu tað gongur. Men
svarar onkur, at hann onki
ger og at hann hevur tað av
hundunum til, so eru vit
skjót at trekkja okkum
aftur. Hetta er eisini ein
orsøk til, at tað so týdning
armikið, at tey arbeiðsleysu
fáa røddina aftur, so tey
ikki
verða
niðurbrotin
sálarliga og isoleraði, men
kunnu luttaka í samfelagnum
og
í
demokratinum
á
jøvnum føti við onnur,
endar Helgi Rasmussen.
- Tá fólk verða biðin um at fara heim av einum arbeiðsplássi, er tað ein so stórur smeitur fyri
sjálvsvirðið, at sjálvt tað at hava eina meining er farligt. So mín uppgáva hevur verið, at geva
fólki røddina aftur, sigur Helgi Rasmussen, vinnusálarfrøðingur
Leita eftir pengum
Skattavaldið í Noregi er farið undir at leita eftir pengum, sum einstaklingar og feløg í Noregi hava uttanlands
fyri at fjala teir fyri skattavaldinum. Tore Kaarbø, deildarstjóri hjá skattavaldinum, sigur við NTB, at
myndugleikarnir vita ikki, hvussu nógvar pengar tað snýr seg um, men hann sigur, at tað eru fleiri einstøk
mál, ið snúgva seg um einar 50 milliónir krónur. Verða pengarnir staðfestir, kunnu eigararnir vænta sær
rokning fyri inntøkuskatt og ognarskatt tíggju ár aftur í tíðina. Harafturat kemur renta og sekt.