fríggjadagur 30. januar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 16 • 30. januar 2009
21
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Clay Station, Cali
fornia, Viognier 2006
Uppruni: Turt hvítvín úr USA
Ummæli: Glógvandi korngulur
litur. Sera kraftmikil og aroma-
tiskur angi við brá av blómum,
appilsinum og tropiskari frukt.
Smakkurin hevur stóra fyllu og
er samansettur við tónum av
fersku, abrikos, mango og so
okkurt gumibommkent (jaligt),
ið er eyðkent við Viognier-
drúvuni. Kennist tjúkt og oljut
í gómanum. Sýran er mjúk
sum so oftani í Viognier. Eitt
kraftmikið hvítvín við góðum
vibratiónum. Hóskar til sterkt
kryddaðar fiskarættir, eitt nú
við íblástri úr kreolska køkinum
á Louisiana-leiðina.
Kostnaður: Kr. 105,50
Skoðsmál:
McManis, California,
Syrah 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Skríggjandi violet-
tur litur. Dámligur roykur av
blommu, hindber og kaffi frá
fatlagringini. Rættiliga lekkur,
kryddaður og samansettur
smakkur av blommu, hind-
berum, fleski, pipari og við
góðum lakres-broddi. Ein súltu-
toyskendur tóni er væl spældur
saman við revsandi beiskleikan.
Góð javnvág. Framúr til Hawaii-
rivjasteikina hjá Keld Johnsen.
Fýra stórar.
Kostnaður: Kr. 112,50
Skoðsmál:
Robert Mondavi Private Selec
tion, California, Pinot Noir 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Djúpur granatreyður
litur. Góð trúverdug nøs av
Pinot Noir. Næstan elegant.
Tó eisini serkend kalifornisk
uppá tann góða mátan. Reyð
berfrukt við løttum kryddaðum
tónum. Í smakkinum er hon
elegant við sunnari frukt og
einum ferili av fleski. Samansett
vín við einum góðum broddi
av svørtum olivin og pipari.
Framúr javnvág. Hetta vínið
hóskar sera væl afturvið føro-
yskari harusteik. Skal skeinkjast
svalligt.
Kostnaður: Kr. 136,00
Skoðsmál:
Robert Mondavi Private Selection,
California, Cabernet Sauvignon 2004
Uppruni: Turt reyðvín úr USA
Ummæli: Djúpur glógvandi
rubinreyður litur. Angin er
kraftmikil og elegant sama-
nettur av myrkari berfrukt,
blýantstift og sigareskju (bæði
innihald og eskju). Sólber, blá-
ber og kompleksar lakresstónar
í frálíka smakkinum. Fyrstafloks
kaliforniskt reyðvín! Hóskar til
besta oksakjøtið.
Kostnaður: Kr. 136,00
Skoðsmál:
Í samband við USA-tema’ið í dag
havi eg leitað fram nakað av tí
besta, ið Rúsan megnar at bjóða
okkum av amerikanskum víni.
Nývaldi 44. amerikanski forsetin,
Barack Obama, hevur longu
endurgivið 16. amerikanska
forsetan, Abraham Lincoln, í
røðum. Lincoln verður mettur sum
ein av teimum størstu og mest
týðandi forsetum í søgu USA.
Ein annar fyrrverandi forseti, hin
42. Og føroyavinurin Bill Clinton,
refereraði tíðum til 3. amerikanska
forsetan, Thomas Jefferson.
Thomas Jefferson (1801-1809),
var amerikanskur sendimaður í
Fraklandi í rokárunum 1785-1789
beint undan fronsku kollveltingina.
Árini í Fraklandi ferðaðist hann
víða í Evropa og fekk stóran
áhuga og alsk til vín. Afturkomin
til garðin, Monticello í Virginia,
hevði hann bæði vínfløskur og
vínstokkar við sær frá ferðum á
evropeiskum víngørðum. Alt lívið
royndi hann at eksperimentera
við at dyrka vín á Monticello og
sigst Thomas Jefferson vera faðirin
at amerikansku víndyrkingina.
Viðurkendur er Jefferson eisini
fyri arbeiðið at skilja sundur statin
og kirkjuna, ivaleyst við íblástri
frá sveisisk/franska samtíðar-
heimspekinginum, Rousseau.
Og ikki minst var Jefferson ein
stovnsetarunum av U.S.A., eitt nú
at skriva Frælsisyvirlýsingina.
Um søgan um amerikanskt vín
røkkur rættiliga langt aftur, so
er amerikanskt vín á evropeiska
marknaðinum, ein nýggj søga. Alt
byrjaði við einari blindsmakking-
kapping í mai 1976. Tað var
bretski vín-handilsmaðurin, Steven
Spurrier, ið skipaði fyri. Tað besta
av fronskum víni móti tí besta av
amerikanskum víni. Stórur var
skelkurin, tá ið amerikanska vínið
í hesu blindsmakking hølvaði
fínu fronsku vínsløgini av. Tað er
ongantíð gloymt og hevur verið
endurtikið fleiri ferðir síðani.
So fólk fingu knappliga eyguni
upp fyri amerikanskum víni og
ein útflutningur byrjaði. Í fyrstani
fekst tú amerikanskt vín fyri lítlan
pening, men í dag eru fínastu
Kaliforniu-vínsløgini kult og fara
fyri væl hægri prís enn tey fínu
fronsku úr Bordeaux.
Soleiðis er eisini í dag við sløgini
úr Rúsuni. Øll eru uppum
hundraðkrónuseðilin.
Í stuttum kann amerikanskt ella
kaliforniskt vín sigast at vera
rættiliga stórlætið og ekspressivt.
Stundum á nakran einfaldan,
men viðhvørt bragdar sum t.d. við
Mondavi í dag.
Men amerikanskt vín er ikki bara
úr Kalifornia. Statir sum Oregon
og Washington taka seg nógv
fram í hesum árum og tað frættist
at nógvar nýggjar stjørnur fara at
koma higani. Sjálvur havi eg gott
eyga á Pinot Noir úr Oregon og
Merlot úr Washington State.
Greatest hits úr USA