Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 21 • 30. januar 2009 Vikuskifti 8 Tað eru framvegis nógv fólk, sum minnast, tá ið hans Hedtoft gekk burtur fyri 50 árum síðani við 95 fólkum umborð. Hetta var í eini tíð, tá ið tað enn hendu stórar vanlukkur á sjónum. Bert eitt gott ár frammanundan, í oktober 1957, var Stella Argus farin við 22 monnum. Hetta vóru skakandi ár, eisini tí at føroyingar vóru við Hans Hedtoft. Eisini spældi inn, at føroyski trolarin Fiskanes var júst á somu leiðum, sum Hans Hedtoft var, og teir gjørdu tað teir kundu eftir umstøðunum. Manningin fekk eisini seinni viðurkenning fyri hetta. Ófrættakent var tað eisini, at einki samband fekst við Fiskanes eitt skifti. Tað er nógv skrivað um hesa vanlukkku, eisini bøkur. Her skal so bert nakað takast fram. Mortan, hjá Andreas, Johanne­ sen var við Fiskanes hendan túrin. Hann hevur í Dimmalætting í 2001 greitt frá, hvussu teir komu í ís á Kappanum. Men, tað sum bjargaði teimum, var, at teir sigldu vestureftir í staðin fyri eystureftir, sum Hans Hedtoft gjørdi. Hetta merkir, at teir hava siglt framvið hvørjum øðrum, og tað hava bert verið fáir fjórðingar millum teirra, tá ið teir vóru nærmastir. Mortan ivast í, at Hans Hedtoft sigldi á eitt ísfjall, sum tað varð sagt. Lekin kom jú í maskinrúmið, og hetta kundi bent á, at teir eru komnir í eina ísbrúgv, og at ísurin hevur trýst hol á har afturi í skipinum. Hans Hedtoft var jú ísstyrkt framman eftir øllum fyriskriftum, so at renna á eitt ísfjall skuldi ikki verið tað ringasta, sum kundi henda. Mortan heldur, at teir sóu ein krans frá Hans Hedtoft. Teir royndu til fánýtis at fáa hendur á honum, men tá ið teir sóu bókstavin K á kransinum, og hetta ikki passaði við navnið á skipinum, lótu teir hann fara. Ikki fyrr enn aftan á kom teimum til hugs, at K­ið kundi standa fyri København, har Hans Hedtoft jú hoyrdi heima, og sum eisini stóð á kransinum. Vetrarsigling ella ikki Keldan til hendan partin av greinini er bókin “I de bedste Hænder” eftir Thomas Rockwell. Hann nevnir ikki Fiskanes, men annars gevur hann eina góða lýsing av tí, sum hendi við Hans Hedtoft. Sjálvt forlissið vita vit ikki nógv um. Heldur ikki hvat ið hendi umborð hesar ræðuligu tímarnar, tað tók skipinum at søkka. Men her var eisini á annan hátt talan um eitt drama, bæði undan og eftir forlissið. Tað gingu nógv ár, áðrenn menn tordu undir vetrarsigling uppá Grønland. Tað var roknað fyri at vera alt ov vandamikið. Amerikanarar royndu tað, meðan teir hersettu Grønland undir krígnum. Danir vágaðu sær ikki í holt við hetta fyrr enn fyrst í 50­unum. Men spurningurin tók seg upp aftur í 1957, um hetta yvirhøvur var forsvarligt. Hetta ár fór Umanak úr Keypmannahavn 18. januar. Teir høvdu ein stak ringan túr til Grønlands og ein sera ringan túr heimaftur, tá ið ein matrósur doyði av vanlukku. Johannes Kjærbøl var fyrsti grønlandsráðharrin. Grønland var blivin ein javnbjóðis partur av Danmark í 1954. Tískil var almenni poltikkurin líkastilling millum báðar ríkispartarnar. Hetta skuldi so vítt gjørligt eisini vera galdandi á samferðsluøkinum. Fyri at náa hetta vildi ráðharr­ in hava eitt nýtt skip til grøn­ landssigling, og tað skuldi eisini kunna sigla við ferðafólki bæði summar og vetur. Aftaná hendan ringa túrin hjá Umanak verður spurningurin aftur reistur, um tað forsvarliga at sigla við ferðafólki um veturin. Hesin spurningur varð reistur av skiparanum á Umanak Otto Andreas Møller í bløðunum eftir heimkomuna. Ráðharrin fyri Grønland Johannes Kjærbøl var í øðini. Hetta kom jú uppá tvørs av hansara ætlanum. Kjærbøl var ein socialdemokratur av tí gamla slagnum. Var sonur eina ógifta mammu, og hevði arbeitt seg upp á politiska toppin. Hann kundi vera sera harðligur, og tað var ikki stuttligt at fáa hann ímóti sær. Men Møller stóð við sítt. Síðan verður roynt at bagatellisera hansara útsagnir við skelkinum, hann hevur fingið henda vanlukku túr, sum var sagdur at vera eitt undantak. Men spurningurin um vetrarsigling spøkti framvegis. Kjærbøl royndi at teppa Palle Brandt, sum var tíðindamaður hjá Grønlandsposten, við at hótta við avleiðingum fyri sín tíðindaflutning. Tann 8. marts 1957 var fundur millum skipararnar hjá KGH, har semja er um eina yvirlýsing um, at tað var ábyrgdarleyst at sigla við ferðafólki um veturin. Hetta fekk rættuliga øði í Kjærbøl. Hann kravdi stjóran á KGH Hans Christiansen at útvega sær eina nýggja linari yvirlýsing við orðunum: “Hvis De ikke kan skaffe mig en anvendelig erklæring og få de tøsedrenge til at sejle, så skal jeg fanden gale mig nok selv komme ned og få dem til det!” Skipað verður fyri nýggjum skiparafundi. Tað var umráðandi fyri Kjærbøl at fáa bloytt upp í hesi yvirlýsing, so hon ikki kom uppá tvørs av nýggja ætlaða skipinum. Hetta eydnast eisini. Allir skriva undir. Summir tó við ringum huga. Teir seinastu blivu kroystir at skriva undir. Ein av teimum, sum var við hendan ringa túrin við Umanak, var grønlendski fólkatingslimurin Augo Lynge, sum reisti málið í fólkatinginum í einum fyrispurn­ ingi til ráðharran. Hann kendi tá fyrru fráboðanina hjá skiparunum, men nú kann ráðharrin boða frá eini nýggjari støðu hjá teimum. Tískil var allur ivi burturbeindur og ætlanin at byggja eitt nýtt skip kundi halda áfram. Lagnunnar speisemi var, at Augo Lynge gjørdist eitt av ferðafólkunum, sum fórst við Hans Hedtoft. Hetta skip skuldu vera 88 m langt og hava 2.600 hesta maskinu og hava alla ta útgerð, sum fanst. Tað skuldi næstan eins og Titanic ikki kunna søkka Tað vóru atfinningar at byggi­ háttinum. Knud Lauritsen hvørs reiðarí hevði royndir við sigling í slíkum ølkjum helt tað vera Eitt 50 ára minni: Hans Hedtoft sum ikki kundi søkka Vanlukka Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Hans Hedtoft er komin til Julianehaab 14. januar 1959, eitt hálvt samdøgur seinkaður. Hóst hetta var hetta met fyri sigling millum Danmark og Grønland. Teir leggja at aftur á heimferðini 29. januar. Dagin eftir hendir vanlukkan Mynd: Qaqortoq Museum Júst í dag eru 50 ár síðan ferðamannaskipið Hans Hedtoft hjá KGH gekk burtur. Hetta var í sjálvum sær eitt drama. Í hesi grein verður eisini greitt frá tí, sum hendi áðrenn og aftaná 30. januar 1959. Her var eisini talan um drama á landi ➘