fríggjadagur 30. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 21 - 30. januar 2009
Mentamálaráðið
er avsporað í
málinum um at
fremja sparingar
á skúlaøkinum,
sum inniber at fylla
flokshølini við upp
til 26 næmingum í
hvørjum flokki. Spar
ingarnar raka meinari
tey skúlaøki, ið
frammanundan royna
at rationaliserað sín
rakstur, enn onnur
øki í landinum
Fólkaskúlin
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Formaðurin í Føroya Lær
arafelag, Magnus Tausen,
er sera ónøgdur við tær spar
ingar, sum Mentamálaráðið
hevur sett út í kortið.
Nýggja innskrivingarskip
anin hevur við sær, at talið
á næmingum í hvørjum
flokki fer upp um teir 24
næmingarnar,
sum
Fólkaskúlalógin ásetur sum
loft í hvørjum flokki.
Mentamálaráðið, sum
umsitur
fólkaskúlan,
er
rættiliga avsporað í hesum
málinum. Ráðið velur við
hesi avgerðini at gera spar
ingar á teimum skúlum,
sum frammanundan koyra
við tí mesta rationella rakstr
inum. Og tað er ikki rætt,
sigur Magnus Tausen.
Formaðurin í Føroya Lær
arafelag vísir á, at við hesi
sparingini, verða tað einans
skúlarnir í Havn og Klaks
vík, ið koma at líða undir,
við tað at næmingatalið
verður trýst upp á 26 næm
ingar í hvørjum flokki.
Smærru skúlarnir úti um
landið verða ikki raktir á
sama hátt, tí har eru flokk
arnir ikki so stórir.
Vit saknað at vera eftir
spurd í hesum málinum.
Hendan avgerðin er ikki í
tráð við fólkaskúlalógina,
sum áleggur skúlunum ikki
at hava fleiri enn 24 næm
ingar í hvørjum flokki.
Hann leggur afturat, at
júst í ár, við tað at skúlin
við Løgmannabreyt í Havn
er tikin í brúk, er møguleiki
fyri at fáa luft í trongu floks
hølunum. Nú er møguleiki
fyri at fáa næmingatalið nið
ur á 1518 næmingar í
hvønn flokk, sum eisini
verður mett at vera tað opti
mala fyri lærarar og næm
ingar. Í løtuni eru 220 næm
ingar í 1. flokki býttir í 13
flokkar í Tórshavnar komm
unu. Í uppskotinum hjá
Mentamálaráðnum, skulu
einstakir næmingar flytast
úr skúlum, tey hava ynskt
at gingið í, fyri at fylla ein
flokk í øðrum skúla. Í upp
skotinum eru tað bert tríggir
flokkar, ið halda seg undir
24 næmingar. Sostatt verður
lógin brotin í fýra førum,
har næmingatalið fer upp á
25 og 26 næmingar í hvørj
um flokki.
Harafturat er tað ógreitt
fyri Føroya Lærarafelag
hvør raðfylgjan er í hesum
málinum, nú játtanir til
skúlar vera gjørdar út frá
innskrivingini, og ikki eftir
tí, sum krevst fyri at reka
ein skúla.
Nú fara vit at fylgja við
tølunum fyri innskrivingina
av næmingum, og vit fara
at fylgja hesum málinum
upp. Hetta er eitt álvarsligt
mál, sum ikki bøtir uppá
støðuna hjá hvørki næm
ingum ella lærarum, sigur
Magnus Tausen, formaður í
Lærarafelagnum.
Í næstum fer Lærarafelag
ið at samskifta við Menta
málaráðið um málið. Lær
arafelagið hevur saknað at
verið eftirspurt í hesum
spariætlanum, og var tað
rætt, var hetta málið lagt
fyri eitt fólkaskúlaráð, áðr
enn tað kom so langt.
Vit fara ikki at sleppa
hesum málinum, sum vit
meta vera sera týdningar
mikið. Hetta ørkymlar bæði
foreldur og lærarar, sigur
Magnus Tausen.
Ætlanir eru frammi
um at savna SEV virk
ið undir einum og
sama taki. Byggjast
skal upp í verandi høv
uðsbygning, og íløgan
er leysliga mett at
kosta 6070 milliónir
Leiðslan í SEV ynskir at
savna virksemið hjá fyritøk
uni undir einum taki. Tað
uppskotið varð lagt fram á
seinasta aðalfundi hjá fyri
tøkuni, og lagt er upp til at
fyritøkan skal savnast í ver
andi bygningi á Landavegn
um í Havn, har fyritøkan
eigur eitt stórt óbygt grund
øki oman fyri núverandi
bygning. Væntandi verða
liðugtgjørdu hølini dupult
so stór.
Hákun Djurhuus, stjóri í
SEV, sigur at leysliga er
nýbyggingin mett at kosta
6070 milliónir krónur, men
at neyvari útrokningar skulu
til fyri endaliga at staðfesta
kostnaðin.
Hetta árið fer við at
leggja ætlanir um bygging
ina, og vónandi verður
arbeiðið liðugt í 2012, sigur
stjórin fyri SEV.
Í samband við nýbygging
ina á Landavegnum, skal
gamli SEV bygningurin í
Gundadali seljast. Sjálvur
bygningurin er 1000 fer
metrar til støddar, og grund
økið telur tilsamans 7000
fermetrar.
Í
Gundadali
starvast fólk hjá SEV, ið
fáast við tøkni í fyritøkuni.
Enn er hetta ein skitsu
ætlan, men í næstum fara
vit at lýsa hetta uppskotið
betri, og royna at fáa viður
skiftini uppá pláss, sigur
Hákun Djurhuus, stjóri á
SEV.
Ójavnar sparingar
Við spariætlanunum hjá Mentamálaráðnum, verða tað einans
stóru skúlarnir í landinum, ið verða raktir, og tað er ikki rætt,
heldur formaðurin í Føroya Lærarafelag, Magnus Tausen.
Savnsmynd
SEV undir eitt tak
Døpur arbeiðsloysisútlit
Arbeiðsloysið í Danmark er veksandi. Í desember mistu 5.900
fólk arbeiðið, so um ársskiftið vóru 57.900 fólk skrásett sum
arbeiðsleys. Tað svarar til 2,1 prosent av arbeiðsmegini, og
nógvir búskaparfrøðingar vænta, at tað verður meiri enn
tvífaldað í hesum árinum. Jes Asmussen, búskapatfrøðingur hjá
Handelsbanken, sigur við Ritzau, at talið á arbeiðsleysum
dønum mkann fara heilt upp í 140.000 tíðliga í 2010. Aðrir
búskaparfrøðingar halda tó ikki, at talið verður so stórt.
Torra
dagar í
Klaksvík
Aftur í ár bjóðar
Klaksvíkar komm
una til Torradag
ar í býnum. Við
Torradøgum verður
fokus sett á ymisk
evni í samband
við fiskivinnu, og
verður tað gjørt
við ymiskum við
komandi fyrilestrum
Mentan
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Vika nummar níggju í ár
er sett av til at varpa ljós á
føroyska
fiskivinnu
í
Klaksvík. Dagarnir verða
róptir Torradagar, eftir
heiti frá gomlu tíðarrokn
ingini. Torri er eftir fyrstu
tendring í álmanakkanum
og áðrenn næstu tendring.
Sagt verður, at fiskurin
hetta tíðarskeiðið er væl
fyri, og kemur nærri land
grunninum at gýta. Hesa
tíðina verður fiskurin van
liga øðrvísi tilgjørdur, ofta
fyltur við rogni og livur.
Hetta navnið hava klaks
víkingar valt at rópa viku
9 í ár, og samstundis at
nýta høvi til at varpa ljós á
fiskivinnuna í Føroyum.
Á skránna eru tríggir fyri
lestrar settir, tann fyrsti
undir heitinum Á flot við
teldu, har Knud Simonsen
havfrøðingur fer at greiða
frá um nýliga mentu HÚK
skipanina. Annar fyrilestur
eitur Virðisøkt veiða og
vinningur, har Hóraldur
Joensen, granskingarleið
ari á Fróðskaparsetri Før
oya, fer at greiða frá
hvussu vit gagnnýta til
feingi úr sjónum, sum lítið
verður gjørt við. Triðja
fyrilesturinum stendur Pál
Weihe fyri, og fer hann at
greiða frá um grind sum
mannaføði.
Enn er skráin fyri Torra
dagarnar ikki fullfíggjað,
men Klaksvíkar kommuna
upplýsir, at heilsukafe,
heilsurenning, torrasvimj
ing og torramatskrá eisini
vera á skránni.