fríggjadagur 30. januar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti
9
skeivt at skipini skuldu verða
negld/nittað. Hansara royndir
vóru, at pláturnar skuldu sveisast
saman fyri at kunna halda betri.
Men hetta verður avvíst av fleiri
serfrøðingum.
Kjærbøl fer frá sum ráðharri við
eini stjórnarumskipan í 1957 og
verður avloysur av Kai Lindberg.
Men Kjærbøl roknaði framvegis
Hans Hedtoft sum krúnan á sínum
verki sum ráðharri fyri Grønland.
Kona skiparan var
trygg
Hans Hedtoft verður sjósettur
13. august 1958. Konan skiparan
Ellen Rasmussen er fegin um
trygdartiltøkini á nýggja skipinum.
Nú kann hon róliga senda mannin
avstað!
Tann 7. januar er klárt hjá Hans
Hedtoft at fara sín fyrsta túr úr
Keypmannahavn. Alt verður gjørt
fyri at ferðaætlanin skal haldast.
Komið verður til Godthåb tann
17. januar, eitt samdøgur áðrenn
ætlað, og tað verða hildnar
veitslur og móttøkur í býunum,
har tað verður lagt at.
Okkurt ófrættakent var kortini.
Fyristøðumaðurin fyri ein eftir
skúla Halfdan Egeskjold skuldu
saman við konuni fara aftur til
Danmarkar. Tey siga farvæl við
sínar gomlu næmingar. Ein av
teimum Ruth Holm hevði droymt,
at skipið als ikki fór at koma
vegin fram til Danmarkar. Hon
fekk enntá sannført onkran vin at
fara við Umanak í staðin fyri við
Hans Hedtoft. Tá skipið leggur
frá kaj sær Ruth eina sjón. Reyði
skrokkurin fær ein deyðiligan
svartan lit!
Fyribils gongur tó alt sum tað skal.
Gongdin
vanlukkudagin
Men tann 30. hendir vanlukkan.
Tað einasta ein veit við vissu
er tað samskifti, sum kann
staðfestast. Tað var fylgjandi,
tíðirnar eru GMT:
16.56. Fyrsta neyðarkall hoyrist
17.14. Grønlands Kommando
fær boð um samanstoyt við ísfjall
17.18. Trolarin Stadt Herten
hoyrir SOS frá Hans Hedtoft
17.25. Stadt Herten boðar frá,
at Johannes Krüss er nærmasta
skip, 25 fjórðingar burtur
18.04. Johannes Krüss boðar
frá, at teir eru á veg at hjálpa
18.12. Hans Hedtoft boðar frá,
at skipið søkkur spakuliga
18.15. Johannes Krüss boðar
frá, at teir sigla 10 míl, men
líkindini eru vánalig. Skipini royna
peila hvønn annan
19.40. Johannes Krüss biður
Hans Hedtoft senda neyðrakettir.
Men teir á Johannes Krüss síggja
einki
20.16. Hans Hedtoft boðar
frá, at teir ikki hava nakað ljós
umborð
20.21. Johannes Krüss spyr, um
teir á Hans Hedtoft síggja teirra
ljóskastara. Men á Hans Hedtoft
sæst einki.
20.30. Johannes Krüss er á
positiónini, har Hans Hedtoft
hevur boðað frá samanstoyti við
ísfjallið.
Sýnið er ringt, og einki sæst.
Tað kann skoytast uppí, at ivi
hevur verið um, hvørt positiónin
kann hava verið misskilt.
20.41. Hans Hedtoft boðar frá,
at teir søkka spakuliga.
Hetta var seinasta rættuliga
samband millum Hans Hedtoft og
Johannes Krüss.
21.06. Hoyrir Johannes Krüss
veik morsisignal
21.45. Prins Christiansund fær
seinastu boðini frá Hans Hedtoft:
“Vit søkka spakuliga. Okkum
tørvar hjálp beinanvegin.” Síðan
er tøgn.
Segði grønlandsmála
ráðharrin ósatt?
Tað verður leitað víða um, men
tað verður ikki funnið tað minsta
sindur, sum kann sigast við vissu
at vera frá Hans Hedtoft. Einasta
spor er ein bjargingarkransur,
sum seinni verður funnin í Íslandi.
Sjokkið í Danmark er sjálvsagt
ræðuligt. Men skjótt verður
farið at grava í tí, sum er hent
frammanundan, nevniliga
við teimum báðum skipara
yvirlýsingunum.
Tann fyrsti, sum tekur hetta
upp, er sami blaðstjórin á Grøn
landsposten, sum varð hóttur
at tiga um málið í samband við
Umanak í 1957.
Ein annar, sum loftar málinum
um skiparayvirlýsingarnar, er
grønlandstíðindamaðurin hjá
Politiken, Johannes Lindskov
Hansen.
Hann plagdi eisini at skriva um
Føroyar. Havi sjálvur nógv sam
band við dóttir hansara Dorte.
Hon minnist enn til, hvussu hart
hetta mál tók pápanum, og at
hann tosaði nógv um tað heima.
Í fyrsta umfari fær Lindskov
Hansen tey ráð frá hægsta stað
at tiga. Men hetta ber als ikki til.
Tann stóri spurningurin gjørd
ist, um fyrrverandi grønlands
málaráðharrin Johannes Kjærbøl
visti um ta fyrru yvirlýsingina,
sum mælti frá allari ferðamanna
sigling til Grønlands á vetri.
Hóast hart kroystur avnoktaði
hann avgjørt til ta síðsta, at hann
kendi hana. Hann segði seg bert
kenna til ta seinnu fráboðanina,
sum við fyrivarnum góðtók eina
slíka sigling.
Hetta legði eisini hart trýst á
hansara embætismenn, serliga
stjóran á KGH, sum harvið vórðu
lagdir undir ikki at hava givið
ráðharranum greið boð um alt,
sum var farið fram. Hetta verður
mett sum ósannlíkt.
“Guds vilji”
Samstundis verður tosað um
ábyrgdina av tí, sum er hent. Men
hana er eingin sum vil átaka sær.
Her er talan um lagnu og “an act
of God”, sum einki menniskja
kann hava gjørt nakað við.
Sjóforhoyr var hildið 12.
februar. Har vórðu nógv skjøl løgd
fram, men her var heldur ikki
staðfest nøkur ábyrgd.
Kjærbøl kendi seg tó ikki
tryggan. Hann væntaði, at onkur
skuldi gerast syndabukkur, og
har var hann ein upplagdur
kandidatur. Hann merkti eisini,
hvussu fólk hildu seg frá honum.
Ein dómarakanning verður sett
í verk 17. februar. Hon kemur
við eini drúgvari frágreiðing,
har niðurstøðurnar tó eru veikt
orðaðar.
Eitt punkt var um plaseringina
av bjargingarbátunum, sum var
sera óhøglig. Bátarnir skuldu
lyftast upp og niður fyri at fáast
á sjógv. Men hetta hevði kanska
ikki gjørt tann stóra munin í
hesum førinum.
Samstundis verður sett eitt
sokallað Besejlingsudvalg, sum
skuldi kanna øll viðurskifti um
sigling uppá Grønland. Formaður
var varaadmiralurin Aage Vedel,
sum var giftur við Kirsten, systir
Valdemar Lützen. Ættin í Føroyum
plagdi at kalla hann “onkel Aage.”
Ríkisrættarmál
Hetta førir til spurningin um
ríkisrættarsakarmál móti Kjærbøl.
Tann fyrsti sum reisir hetta
sum mál er Aksel Larsen, sum
tá umboðaði SF á fólkatingi.
Tað hendir dagin eftir, at
dómarafrágreiðingin verður
kunngjørd.
Hetta verður í fyrsta umfari
avvíst. Aksel Larsen var sum
gamal kommunistur heldur ikki
nakað “gott papír”.
Men tann 2. september kemur
frágreiðingin frá Besejlings
udvalget. Her verður funnist
harðliga at viðurskiftunum hjá
teimum sum sigla uppá Grønland.
Førd verða sjónarmið, sum svara
væl til fyrru skiparafráboðanina.
Her var eisini funnist at rutini
hjá Hans Hedtoft, sum var
tann skjótasta, men ikki tann
vandaminsta leiðin.
Nevndin staðfestur ikki nakra
beinleiðis ábyrgd. Men við ti
sum kemur fram er eingin ivi
um, at Johannes Kjærbøl er
skurkurin. Hann hevur upplagt
dult fyrru skiparayvirlýsingina fyri
fólkatinginum, tá ið hann svaraði
fyrr umrødda fyrispurning.
Tann 28. oktober 1959 setur
Erik Ninn Hansen vegna borgar
ligu andstøðuna fram eitt annað
uppskot um ríkisrættarmál móti
Kjærbøl.
Uppskotini bæði koma til 1.
viðgerð 9. desember. Málið fer
í nevnd. Poltikkur er politikkur.
Men alt hetta endar kortini við,
at uppskotið um ríkisrættarsak
verður felt í fólkatinginum.
Beinleiðis úrslitið av hesum
var kortini, at tá varð gjørd ein
ráðharraábyrgdarlóg. Lagnunar
speisemi var, at júst Ninn Hansen
var fyrsti ráðharrin, sum varð
dømdur eftir hesi lóg nógv ár
seinni, nevniliga í tamilmálinum!
Annað úrslit gjørdist tó ein betri
ís veður og bjargingartænasta
í Grønlandi. Hetta forðaði tó ikki
fyri, at danska farmaskipið Hanne
S hvarv í sama øki 30. april 1960.
Her var eisini ein føroyingur við,
nevniliga Tummas Zachariassen
úr Streymnesi.
Óla Hendrik var á
manningarlistanum
Óla Hendrik av
Fløtum, ættaður úr
Fuglafirði, sigldi í fleiri
Richard giftist í 1956 við Emmy f. Stenberg. Tey vóru bæði úr Sandvík.
Myndin er frá dópinum av eldri dótrini Mariann f. 13.3.1957. Richard hevði
siglt við føroyskum skipum, t.d. við Norðfarinum í Grønlandi, áðrenn hann
fór á navigatiónsskúla. Fyrstu árini sigldi hann við DFDS men fór so í 1958
við Disko hjá KGH. Hann roknaði tað sum eina serliga viðurkenning at verða
biðin við Hans Hedtoft. Emmy giftist seinni við Harry Johansen í Havn, og
tey fingu eina dóttir. Emmy og Richard búðu í Gentofte. Hon varð uppringd av
KGH, sum segði henni, at Hans Hedtoft hevði sent neyðarkall. So var at lurta
eftir útvarpi. Tað var framvegis vónað, so leingi sum tað frættist, at Johannes
Krüss var á veg til hjálpar. Men henda vónin var stokkut
Faðirleysu systrarnar Mariann og Rikka. Rikka var fødd 4. august 1958. Hon
varð doypt Beinta 4. januar 1959, sum pápin fór avstað við Hans Hedtoft tann
7. januar. Emmy vildi fegin seinni, at gentan kom at eita eftir pápanum, og
hon fekk loyvi til at kalla hana Rikka
➘