Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-01-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. januar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 21 - 30. januar 2009 Vestas álit á Obama Tann danska vindmylluverksmiðjan Vestas væntar sær sera nógv av tí nýggja forsetanum í USA og stjórn hansara. Sambært Børsen eru vónirnar so góðar, at Vestas er ein av teimum fáu fyritøkunum í Danmark, sum ikki hevur skert sína framleiðslu, síðani fíggjarkreppan byrjaði. Barrack Obama hevur fleiri ferðir sagt, at stjórn hansara fer at leggja størri dent á varandi orkukeldur, og Vestas væntar sær at fáa lut í einari komandi útbygging í USA. Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tey, sum standa fyri heima­ síðuni hjá Føroya Reiðara­ felag, hava hugt í Fiskeri­ bladetFiskaren, sum herfyri skrivaði, at talið av ungum fiskimonnum í norsku fiski­ vinnuni er veksandi. Hetta vísa tøl frá Fiskeridirek­ toratet. Talið av fiskimonnum yngri enn 20 ár øktist úr 189 í 2007 upp í 199 við árlok í 2008. Av hesum høvdu 192 sjólívið sum høvuðsstarv móti 178 árið fyri. Gongdin í Noregi eins og í øðrum londum hevur annars verið hitt øvuta ­ at talið av ungum fiskimonnum hevur verið minkandi. Vøksturin av ungum fiskimonnum árini 2007 til 2008 er 5,3 prosent. Fleiri ungir fiskimenn Talið av ungum fiskimonnum í Noregi er aftur veksandi Framvegis er ikki greitt, um tað fer at eydnast Maru Seafood at endurreisa virksemið á Kósini, soleiðis at virkið kann lata uppaftur. – Nú má greiða fáast á hesum. Røkka vit ikki á mál, mugu onnur taka yvir, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood kreppa Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Enn er einki virksemið kom­ ið í gongd aftur á flakavirk­ inum Kósini í Klaksvík, og í morgun visti Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Sea­ food ikki at siga, um nakað – ella einki – fer at spyrjast burtur úr royndunum hjá samtakinum at endurreisa virksemið. ­ Vit arbeiða framvegis við málinum, og ymisk upp­ skot eru frammi. Nú ber ikki til at bíða leingi aftrat, men í løtuni veit eg einki at siga um, hvørt vit fara at røkka undir land við eini endurreisn ella ikki. Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood, sigur, at tað framvegis er felag hans­ ara, sum roynir at finna ymiskar útvegis, og eisini verður tosað við aðrar part­ ar um møguleikar. ­ Ymiskar forhandlingar eru í gongd, men í løtuni er ógjørligt hjá mær at siga, um nakað fer at spyrjast burtur úr. Stjórin í Maru Seafood er greiður yvir, at fólk, sum høvdu sítt livibreyð á virk­ inum, eru spent eftir at vita, um nøkur endurreisn er í eygsjón. Herfyri segði nýggi borgarstjórin í Klaksvíkar kommunu, Gunnvá við Keldu, at Klaksvíkin kann ikki umvera Kósavirkið. ­ Vit hava kunnað borgar­ stjóran og soleiðis býráðið um støðuna, sigur Jóhan Páll Joensen. Skipini sigla Enn er nakað av framleiðslu á virkinum Norðís Seafood, og framvegis sigla línuskip­ ini, Grani og Fugltúgvan. Herfyri segði Jóhan Páll, at virkið á Eiði og Fugl­ Røkka vit ikki á mál, mugu o - Megna vit ikki at endurreisa virksemið, mugu onnur taka yvir, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri í Maru Seafood