fríggjadagur 30. januar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 71 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 21 • 30. januar 2009
Vikuskifti
10
ár við KGH, sum greitt varð frá í
grein í Sosialinum í 2007.
Í 1957 fer Óla Hendrik sum
yvirstýrmaður við Disko, eitt av
ferðamannaskipunum hjá KGH,
sum sigldi millum Grønland og
Danmark.
Tá ið tíðin nærkast, at Hans
Hedtoft skal í drift er spurningurin
hvør, ið skuldi sleppa við hesum
nýggja skipi. Óla Hendrik skilti,
at hann var á upprunaliga
manningarlistanum. Men tað
varð so avrátt, at teir yvirmenn,
sum høvdu havt eftirlitið við
byggingina av skipinum skuldu
manna Hans Hedtoft í fyrsta
umfari. Var okkurt at rætta uppá,
so vóru teir best fyri í so máta.
Tann 3. januar 1959 kl. 12
verður Óli Hendrik saman við
øðrum boðin umborð á Hans
Hedtoft at “bese skibet og
deltage i en frokost”.
Tað gjørdi Óla Hendrik fegin.
Ikki minst, tí hann kendi nógvar
av manningini, sum hann hevði
siglt saman við. Millum hesar
eisini skiparan Poul Rasmussen,
sum Óla Hendrik sigur hava verið
eitt “praktfult menniskja.” Hetta
var seinastu ferð hann sá hesar
menn.
Óla Hendrik fer við Disko úr
Danmark tann 27. januar Teir eru
á leiðini tvørs av Føroya Banka,
tá ið teir frætta um neyðarkallið
hjá Hans Hedtoft tann 30. januar.
Tá ið teir komu um Kappaleiðina
halda teir útkikk, um nakað er at
síggja, men tá var øll vón veruliga
slept.
Ein av teimum, sum fórst, var
2. stýrimaðurin Richard Jacobsen
úr Sandvík. Óla Hendrik hevði
siglt saman við honum við Disko.
Ein dagin umborð sigur Richard,
at hann fer at gevast við hesi
sigling, tí hetta fer eina ferð at
ganga galið. Men so fær hann
møguleikan at sleppa við Hans
Hedtoft, og ein slíkan kjans bar
ikki til at siga nei til!
Ein annar føroyingur var eisini
við. Hetta var tann 16 ára gamli
Ólavur Guðjónsson. Hann skuldi
fara í læru á skipasmiðju í
Klaksvík. Foreldur hansara vóru
búsitandi í Narsaq.
Danmarkar ringa
samvitska
Í Danmark verður sum rímiligt
er gjørt nógv burturúr 50 ára
minninum fyri hesa vanlukku.
Tað er skrivað ein nýggj bók um
Hans Hedtoft. Hon eitur “Skibet
der forsvandt” og rithøvundar eru
brøðurnir Lars og Morten Halskov.
Bókin fær sera góð ummæli í
donskum bløðum. Her er nógv
tilfar, sum ikki hevur verið frammi
fyrr.
Tað verður sagt, at tað vóru
tvær skandalir í hesum máli.
Onnur var málið um Kjærbøl, sum
longu er greitt frá.
Hin er viðferðin sum tey av
varðandi fingu aftaná. Aftaná
vanlukkuna var skipað fyri stórari
landsinnsavning i Danmark, eisini
í Føroyum, til tey avvarðandi. Tað
komu nógvir pengar inn, nevniliga
3,7 milliónir krónur. Hetta vildi
svara til einar 75 mió krónur
í dag. Tað var nokk so greitt,
at hesir pengar skuldu nýtast
at linna um hjá øllum teimum
eftirsitandi, eisini í førum tá ið
tann almenna hjálpin annars ikki
rakk til.
Men tá ið gjaldast skuldi út var
talan um eina við nútíðareygum
slíka smáligheit móti teimum
avvarðandi, at hetta í dag verður
roknað sum ein skomm.
Sett var ein trýmannanevnd
at umsita Grønlandsfondin, sum
grunnurin kom at eita. Men
grunnurin kom at leggja eina sera
stramma linju. Høvuðsreglan
gjørdist, at bert avarðandi hjá
teimum við forsyrgjaraskyldu
fingu nakað úr grunninum. Hesi
vóru bert helvtin av teimum 95
sum umkomust. Hini fingu ikki
eitt oyra, hóast ein veiting kundi
fatast sum ein viðurkenning, sum
kundi linna teirra sorg.
Og viðvíkjandi hinum fingu tey
ofta sera eyðmýkandi viðferð.
Tey eftirsitandi í Danmark skuldu
møta upp á skrivstovuni hjá
grunninum í Keypmannahavn, og
her skuldu tey leggja alt á borðið
um teirra fíggjarligu viðurskifti.
So skuldi nevndin út frá tí meta
um tørvin hjá viðkomandi.
Í summum førum var enntá
slatur um fíggjarviðurskifti tikið
við til skaða fyri umsøkjararnar.
Eitt annað dømi um smálig
heitina var viðferðin av teimum
eftirsitandi hjá 36 ára Carl Egede.
Hann var limur í landsráðnum.
Eisini átti hann ein rækjubát, og
hann var ein ímynd av teimum,
sum Grønland skuldu byggja sína
framtíð á.
Einkjan Dorthea royndi sum
frægast at reka bátin hjá manni
num víðari. Men tað gekk ikki
væl. Rækjuárið var annars eisini
sera vánaligt í 1960. Tískil mátti
báturin seljast við stórum tapi.
Eftir togan játtaði grunnurin
einkjuni 3.700 árliga. Hetta var
ein sjeyndingur av tí, maðurin
hevði forvunnið.
Dorthea gjørdist sjúk av
liðagigt og gjørdist meira og
meira óarbeiðsfør. Hon fekk síðan
staðfest lívmóðurkreft og doyði
stutt eftir uttan at eiga nakað.
Grønlandsgrunnurin metti seg
at eiga kr. 11.671 til góðar hjá
hesi einkju. Men at avskriva
hetta kom ikki uppá tal. Hann
legði kravið inn fyri deyðsbúgvið
í skiftirættinum. T.v.s. kravið varð
sett fram móti fýra fátækum
foreldraleysum børnum millum 11
og 19 ár. Hetta var ikki eindømi
um, at tey eftirsitandi komu at
liva í fátækradømi.
Tað var ikki tí, at peningur ikki
var til í grunninum. Tað var bert
ein lítil partur av honum, sum
varð útgoldin til sítt høvuðsenda
mál, nevniliga tey eftirsitandi.
Tá ið grunnurin varð avtikin og
samanlagdur við aðrar grunnar,
hvørs endamál var at stuðla
grønlendskum endamálum vóru
6,1 mill. í honum, ella meira enn
tá ið hann byrjaði. Víst høvdu
krónurnar ikki sama virði men
kortini!
Eftir ein harðan dyst fingu
avvarðandi grunnin at rinda fyri
eini minnisplátu yvir tey, sum
umkomust við Hans Hedtoft.
Plátan var avdúkað av drotningini
tann 30. januar 2005. Men tá
vóru eisini liðin 46 ár síðan
vanlukkuna.
Ein slíkan dag eiga vit at minn
ast øll ofrini fyri hesa vanlukkur,
bæði tey sum fórust og tey sum
sótu eftir.
Hendan myndin frá Fiskanesi umrødda túrin vísir betur enn orð umstøðurnar,
sum eisini hava verið hjá Hans Hedtoft
Minningargudstænastan í Holmen Kirke 18. februar 1959. 1.200 vóru til
staðar, millum hesi kongur og skiparin á Johannes Krüss, Albert Sierck. 500
av teimum vóru avarðandi. Emmy var ein av teimum
Emmy og Rikka í dag. Rikka arbeiðir á røktarheiminum Mørkini í Streymnesi.
Emmy letur ikki illa at Grønlandsfonden eins og onnur hava gjørt
Mariann, dóttir Richard og Emmy, er í
dag narkosulækni í Lund í Svøríki