leygardagur 22. september 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 183 - 22. september 2001
Nr. 183 - 22. september 2001
25
Nú hoyrist í fjølmiðlunum,
at Karsten Hansen aftur
hevur verið uppá spæl viðv.
samdøgur-frádráttinum hjá
handverkarum, ið arbeiða
uttanlanda.
Tann 09.07.01 vóru um-
boð fyri bæði Landsfelag
Handverkaranna og Føroya
Handverkarafelag á fundi í
Fíggjarmálastýrinum um
samdøgurfrádráttin,
og
vóru har eisini umboð fyri
Føroya Arbeiðsgevarafelag
við á fundi, og var tað
týðuligt, hvør hevði biðið
um henda fundin.
Har førdu arbeiðsgevar-
arnir fram, at frádrátturin
hjá handverkarum, sum
arbeiða uttanlanda, mátti
strikast av teirri orsøk, at
tað ikki var møguligt at fáa
handverkarar at koma heim
at arbeiða.
At tað er ringt at fáa
handverkarar, er ikki so
undarligt, tí at tímalønin,
t.d. í Danmark er so nógv
hægri enn í Føroyum,150,-
til 170.- kr. pr. tíma.
So tað sigur seg sjálvt, at
tað at lækka frádráttin ikki
fer at lokka handverkarar at
koma heim aftur at arbeiða,
men ger kanska tað, at fleiri
velja at flyta til útlandið, og
hvat er tá vunnið?
Tað einasta, sum kundi
verið við til at fingið teir
heim aftur er, at tímalønin
hjá okkum verður hækkað
so mikið nógv, at hon er á
leið við lønina rundan um
okkum, og at skatturin
eisini verður lækkaður fyri
allar lønmóttakarar.
Tá reiðararnir í síni tíð
gramdu seg um, at teir ikki
fingu fólk umborð í skip
síni, tí at menn heldur
valdu at fáa sær hýru við
eitt nú norskum skipum,
var leyst og liðugt hjá
Karsten
Hansen,
fíggjarmálaráðharra, sum
beinanvegin kom við eini
lóg, sum gav fiskimonnum
15% í reinum skattalætta,
og
tað
sjálvt
um
inntøkurnar við skipunum
vóru somikið stórar, at tær
als ikki kundu saman-
líknast við handverkaraløn-
irnar her á landi, og síðani
hevur man skilt,at tað
næstan er ógjørligt at fáa
kjans við føroyskum skip-
um. Ikki tí, tað skal vera
sjómonnunum
hjartaliga
væl unt, hetta var bert fyri
at samanlíkna hesar báðar
bólkarnar.
Á nevnda fundi segði
Karsten Hansen eisini, at
hann fór at taka avgerð
sjálvur, og at hann ikki
hevði fyri neyðini at taka
handverkarafeløgini
við
uppá ráð, men bert hevði
boðið okkum við til henda
fund fyri ein ordans skuld.
Niðurstøðan hjá okkum
umboðum fyri L.F.H. og
F.H.F. eftir fundin var, at
avgerðin longu varð tikin,
áðrenn fundurin varð settur.
Út frá hesum má sláast
fast,
at Arbeiðsgevara-
felagið enn einaferð hevur
megnað at fingið Karsten
Hansen við til at vinna
handverkarastættini neisur
við at minka nevnda frá-
drátt, og tí eiga eftir okkara
metan allir handverkarar,
og eisini aðrir lønmót-
takarar at hugsa seg væl
um, tá ið krossurin skal
setast til næsta val.
Vegna Landsfelag
Handverkaranna
Eli Brimsvík
Formaður Havnar
Handverkarafelags
Stórur skari fylgdi Elisabeth til
seinasta hvíldarstað hennara, og vøkru
orðini hjá presti í kirkjuni fara ikki frá
mær.
Tað er so, at tú saknar orð í slíkum
stundum. Eg fari tó at royna at siga eitt
sindur um systkinabarn mítt Elisabeth.
Elisabeth var einkardóttir Miu og Mo
Simonsen í Sørvági. Í heimi hennara
búði eisini Hans abbi og so háttvirda
kettan »Gagg«.
Vit vóru javngamlar og spældu
saman alt eg kann minnast. Spæli-
plássið var allur Liðagarðurin og so
áin, sandurin og sjógvurin.
Viðhvørt fekk Elisabeth eitt droym-
andi eygnabrá, tað var tá ið hon tosaði
um at fara á seiðaberg, tað tímdi eg
ongantíð, so heldur umborð á »Sjønn-
ing«, sum lá og fúnaði uttan fyri hjá
Hugo. Har kundu vit droyma okkum
burtur í fremmand lond. Ella vit
spældu »Korn« við garðin hjá Dunga
Betty, bygdu hús úr sandi ella leitaðu
eftir »leika« í ánni og goymdu hesi fínu
postalínsbrotini í hjallinum.
Inni hjá Miu og Mo var heimligt og
trygt. Har hoyrdist ongantíð róp og
gangur, tí bæði Mia og Mo vóru
friðarfólk. At koma inn til teirra var
sum at koma heim.
Fast pláss á bonkinum, har abbi lá og
durvaði, Elisabeth sat og át breyð og eg
fekk biddað mær skorpuna av hesum
breyði, sum Mia so meistarliga hevði
bakað. Viðhvørt vóru fólk inni, sum
søktu sær heilsubót hjá Miu, sum var
sjúkrasystir, men altíð hevði hon tíð at
práta við okkum børn. Ella lesa »Lille-
pus« úr »Hus og Hjem«.
Nógv samband var ímillum mítt
heim og tað hjá Elisabeth. Eg trúgvi
neyvan, at tað fór dagur uttan at onkur
hevði verið inni og vitjað.
Mia var ættað av Hvítanesi og tað
neyt eg gott av, tí eg slapp við at ferð-
ast eitt summarið á Hvítanesi og eisini
til Mykinesar, tí har búði Esther, systir
Miu. Einaferð búði eg hjá Elisabeth, og
hetta er eitt av mínum bestu barndóms-
minnum.
Tað er torført at greiða frá, hvussu
nógv tað hevur at siga, at tú nærum er
vaksin upp saman við einum menniskja
og síðani missir tað, tað er sum ein
partur fer av tær sjálvum.
Vit gingu í flokki saman og nutu
fyrstu ungdómstíðina saman. Síðani
kom vaksnamannalívið og vit fóru í
hvør sína ætt.
Sambandið mistu vit tó ongantíð við
hvørja aðra. Hóast gerandisdagurin fer
avstað við nógvari tíð, so fylgdu vit
við, hvussu gekk hvør hjá aðrari, fingu
børn, vóru gummur hvør hjá aðrari og
prátaðu saman av og á, antin í tele-
fonini ella eg stakk høvdið inn um á
Spógvavegi at vita, hvussu stóð til.
Nakrar ferðir var hon og vitjaði meg,
og øll, sum kendu Elisabeth, vita, at
hon hataði at sigla, so hetta var satt
bragd.
Seinasta ferðin, vit sóust, var hon
nógv merkt av sjúku, og eg eri glað fyri
at eg fekk sagt farvæl við hana, hóast
eg ynskti av øllum hjarta, at hon mátti
fáa nøkur ár afturat.
Tungt er at missa bæði hjá familju og
vinum. Eg veit, at mamma kennir stóra
sorg yvir hetta, at Elisabeth skuldi fara
so tíðliga. Tær vóru væl, og mamma
kendi seg kanska viðhvørt í móðir stað,
eftir at Mia var farin undir grønu torvu.
Tyngst er tó hjá tykkum Kim,
Mariann, Beintu, Magnus og Mo. Tit
vóru hennara nærmastu og eg vóni, at
tit styrkjast og koma ígjøgnum hesa
myrku tíð.
Eg eri takksom fyri at eg kendi
Elisabeth og hevði hana til barndóms-
vin.
Marna
Minningarorð um
Elisabeth Simonsen
VIÐMERKINGAR
Er Karsten Hansen í lummanum hjá
Føroya Arbeiðarafelag?
Væl meira av fólki
vitjaði vørumessuna í
ár enn undanfarna ár
Bæði útstillarar og vitjandi
vóru væl nøgd við vøru-
messuna, sum var farna
vikuskiftið í Havn. Støðið
var sum heild væl hægri
enn undanfarin ár, og út-
stillararnir høvdu gjørt
nógv við sínar básar.
35 virki og fyritøkur vóru
við á vørumessuni, og í ár
vitjaðu 1900 fólk messuna.
Í fjør vóru 1200 fólk á
messuni, so talan var um
fittan vøkstur í ár.
Vakrasti
básur
á
vørumessuni var básurin
hjá P/F Poul Michelsen, ið í
ár var lagdur til rættis av
reklamuvirkinum Petur og
Petur. Har var nógv gjørt
burtur úr, og millum annað
serveraðu næmingar frá
Handilsskúlanum í Havn
kaffi og køkur til kundar-
nar.
Eimskip varð kosið at
hava næstbesta básin.
Høvuðsvinningurin var
ein málningur av lista-
manninum Eli Smithð, og
motivið var útsýnið av
Skálatrøð í Havn. Máln-
ingurin
varð
handaður
Claus Mørkøre, sølustjóra
hjá P/F Poul Michelsen.
Onnur virðisløn var ein
sera vøkur og heldur sjáld-
som dekoratión sum var
bygd oman á ein viðarbul.
Tað var arbeiðsfólkið á
Verkhúsinum Stíggjur í
Saltangará sum hevði gjørt
dekoratiónina. Tað
var
Poulina Johansen leiðari á
Verkhúsinum Stíggjur sum
handaði
stjóranum
á
Eimskip í Føroyum dekora-
tiónina.
Komandi
vørumessa
verður hin fimta í røðini og
verður í 6 - 8 sept. 2002.
Næstan 2000 á vørumessu
Hans Pauli Strøm,
løgtingsmaður fyri
Javnaðarflokkin
Umsíðir er uppskotið hjá
landsstýrinum um eina
nýggja tvungna eftirlønar-
skipan fyri arbeiðsmark-
naðin liðugt. Tað sigur
landsstýrismaðurin S. P. í
Grund
í
viðtalu
við
Dimmalætting týsdagin.
Og hvat bleiv so úrslitið ?
Jú, so sum Óli Breckmann
vildi hava tað, sum "fólka-
tryggingin",
ið
Fólka-
flokkurin fór til val uppá
fyri skjótt 4 árum síðani.
Tað er niðurstøðan, sum
kann gerast av tí svari,
landsstýrismaðurin
gav
uppá fyrispurning í løgting-
inum ónsdagin.
Øll samgongan tekur
undir, sigur Sámal
Petur...
Vit hava í skjótt trý ár hoyrt
um ætlanina hjá lands-
stýrinum, har allir løntak-
arar skuldu tvingast til at
gjalda upp móti 8-10% av
lønini í eina eftirlønar-
trygging. Men hetta gjørd-
ist beinanvegin eitt av teim
nógvu klandursmálunum í
samgonguni, sum onki
hevur spurst burturúr. Tó,
nú sigur so S.P. við Dimm-
lætting, at uppskotið er
liðugt, og at "vit hava roynt
at tilsnikkað tað, soleiðis at
allir flokkar nú taka undir
við tí". Tað má vera sam-
gonguflokkarnarnar, hann
meinar við, tí andstøðan
ynskir hettar har piparið
grør. S.P. roynir at undir-
strika ta stóru semjuna:
"Endaliga uppskotið fara
allir samgonguflokkar at
taka undir við".
...men tað er rúkandi
ósemja um tað kortini !
Tað er ikki rætt, sum Sámal
Petur
sigur.
Uppskotið
hongur í leysum lofti. Tað
er ikki politiskt grundarlag
undir tí. Tað er ikki eingong
viðgjørt politiskt í sam-
gonguni. Tann hólmgongan
er ikki byrjað enn. Hetta
gjørdist greitt, tá ið undir-
ritaði spurdi landsstýris-
mannin í løgtinginum óns-
dagin. Og av samgongu-
fólkum skilst, at uppskotið
hevur bara undirtøku frá
eini góðari helvt av sam-
gonguni.
Fyrisitingin, bæði í Al-
manna- og heilsumálastýr-
inum og í Fíggjarmálastýr-
inum, situr altso á fjórða ári
og arbeiðir við einum upp-
skoti, sum tað ikki er
politiskt grundarlag fyri !
Løgtingið, almenningurin
og fakfeløgini eru
óviðkomandi...
Hvat gongur so hetta upp-
skotið út uppá, sum lands-
stýrið hevur sitið og bølt
yvir í meir enn 3 ár ? Tað
helt eg í spurningi mínum,
at løgtingið, almenningurin
og fakfeløgini høvdu krav
uppá at fáa at vita. Nei, tað
helt Sámal Petur bestemt
ikki, her hevði ongin krav
uppá nakað! Ikki fyrr enn
einaferð teir í landsstýrin-
um eru lidnir og samdir - tá
kunnu vit sleppa at síggja
barnið. Jú, jú, sigur Sámal
Petur, sjálvandi skal upp-
skotið til hoyringar, eisini
hjá teimum sum tað handl-
ar um, limirnir í fakfeløg-
unum. Men ikki fyrr enn alt
er leyst og liðugt. Soleiðis
er demokratiska manna-
gongdin,
sigur
Sámal
Petur!
Ein kombinatión av
samhaldsfasta og
fólkatryggingini ?
Tann spennandi nýggjheit-
in í viðtaluni í Dimmu vóru
annars orðini hjá Sámal
Peturi, at "talan verður um
eina kombineraða sam-
haldsfasta skipan og eina
lívrentu- og kapitalskipan."
Eg trúði, at landsstýris-
maðurin nú bakkaði fyri tí
stóra meirilutanum á løg-
tingi, sum vil hava ein sam-
haldsfasta skipan. Tí Sámal
Petur skar hetta jú eisini út
í papp í Dimmu: "Sam-
haldsfasti verður ein partur
av tvungnu eftirlønini"!
Nei - tað var bara bluff !
Hetta er reinur
fólkaflokspolitikkur !
Men tað gjørdist greitt av
svarinum hjá landsstýris-
manninum, at hatta var alt
tað bera bluff ! Óivað
slongt út fyri at sissa tjóð-
veldismenninar, sum byrja
at fáa ringar nervar av at
verða drignir eftir hári av
Fólkaflokkinum - eisini í
hesum máli.
Uppskotið, sum lands-
stýrið kemur við, snýr seg
bara um eina tvungna upp-
sparingsskipan
til
eina
privata eftirlønartrygging,
sum løntakararnir skulu
gjalda sjálvir. Jú størri
inntøku, jú størri inngjald,
jú størri skattafrádrátt, jú
meira í rentu - og jú meira
fært tú einaferð útgoldið í
eftirløn.
Akkurát
sum
Fólkaflokkurin
agiteraði
fyri á vári 1998. Nei, her er
ikki rúm fyri nøkrum
samhaldsfesti.
Hetta er so pensjóns- og
eftirlønarpolitikkurin hjá
landsstýrinum og sam-
gonguni. Alternativið - sum
eisini er tað ið fakfeløgini
vísa á - er uppskotið hjá
Javnaðarflokkinum,
at
styrkja
bæði
fólkapen-
sjónina og samhaldsfasta
munandi, so allir borgarar
fáa eina sømiliga, javnstóra
grundpensjón.
Tvungna eftirlønarskipanin hjá
landsstýrinum verður fólkaflokstryggingin
- tað váttar landsstýrismaðurin
VIÐMERKINGAR
Framhald av síðu 8
Heimastýrislógin hevur
fleiri ymsar mátar at geva
føroyingum ávirkan ella
ræði á ymsum málsøkjum.
Yvirtøkur eftir lista A
kunnu gerast bert við at
boða frá. Yvirtøkur eftir
lista B krevja samráðingar.
Yvirtøkur eftir §2 kunnu
veita føroyingum heimildir
á felagsmálsøkjum. Men
harumframt kann løgtingið
samtykkja
ríkislógartil-
mæli viðvíkjandi felags-
málum.
Løgmaður eigur at vita,
at dómsvaldið er eitt máls-
øki, har skipanin er, at vit
gera tilmæli. Hetta hevur
tingið eisini altíð gjørt. Til
dømis samtykti tingið fyri
tveimum árum síðani til-
mæli um serlig krøv til
málsligan
førleika
hjá
dómarum. Føroyar hava í
veruleikanum longu egna
rættarskipan, tí ein serlig
rættargangslóg er galdandi
fyri føroysk rættarmál, men
dómsvaldið
liggur
hjá
ríkinum og dómstólarnir
eru ríkisstovnar.
Grønland hevur í dag
eina heilt øðrvísi rættar-
skipan enn ta donsku, ser-
liga innan revsimál. Men
dómsvaldið er hjá ríkinum,
skipanin er stovnað sam-
bært ríkislóg, og málini
kunnu kærast inn fyri eyst-
ara landsrætt og hægsta-
rætt.
Í hvørgum førinum er tó
talan, um at dómsvaldið er
yvirtikið. Dómsvaldið ligg-
ur hjá ríkinum, so leingi vit
eru í ríkinum. Hinvegin
kann rættarskipanin, tað vil
siga
málsviðgerðin
og
bygnaðurin, saktans tillag-
ast til tørvin og ynskini hjá
ymsu ríkispørtunum.
Mannagongdin má tó
vera eftir teirri stjórnaskip-
an, sum Føroya løgting
hevur samtykt í semju við
danska ríkið: ábøtur á
rættarskipanina fara fram
sum ríkislógartilmæli og
við samráðing.
Velur løgmaður hinvegin
at leggja fram uppskot um
einsíðuga
yvirtøku
av
dómsvaldinum, meðan vit
eftir egnum vilja eru í
ríkinum, brýtir hann stjórn-
arskipanina,
tvs.
bæði
heimastýrislóg og stýris-
skipanarlóg, og leiðir Før-
oya fólk út í ein løg-
frøðiligan hurlivasa. Tað er
av sonnum ein álvarslig
støða at koma Føroya landi
útí.
Rætt skal vera rætt …
Í døgunum 22. til 28.
sept
vitjar
Luthersk
Missionsforenings Høj-
skole (LMH) í Føroyum.
Hetta er ein háskúli, sum
navnið sigur, í verður
rikin av Luthersk Missi-
onsforening. Skúlin er
ein kobineraður háskúli
og bíbliuskúli. Teir flestu
næmingarnir eru ung-
dómar í aldrinum 17 til
26 ár.
Skúlin ger hvørt hálvár
ein "stórtúr", sum hann
verður róptur. Vanliga
gongur leiðin suðureftir,
men í ár hevur skúlin
avgjørt at leggja leiðina
norðureftir, nevniliga til
Føroyar.
Hetta er sjálvsagt ikki
uttan grund. Á skúlan-
um, sum hevur 78 ár á
baki, hava gjøgnum tíðir-
nar gingið nógvir føroy-
ingar, og vil skúlin tí við
hesum túri eisini vísa
næmingunum frá Føroy-
um sítt takksemi fyri
teirra leiklut á skúlanum.
Hetta verður m.a. gjørt
við at skipa fyri einum
næminga-kvøldi,
sum
verður týskvøldið kl. 20 í
Leguhúsinum í Nesvík,
fyri allar teir næmingar,
sum hava gingið á skúl-
anum.
Eisini kemur skúlin at
virka við til møtir kring
landið.
Leygardagin
verða tey í Klaksvík har
møti verður í Christ-
ianskirkjuni
kl.
20.
Somuleiðis kemur fyri-
støðumaðurin á skúlnum,
Hans Erik Nissen, at
virka við til gudstænast-
una í Christianskirkjuni
sunnudagin.
Sunnu-
kvøldið kl. 19 verða tey
til møti í missiónshús-
inum á Toftum, og miku-
dagin kl. 20 verða tey í
missiónshúsinum í Leir-
vík og á Strondum. Tey
enda møtirøðina hós-
kvøldi kl. 20 í Meinig-
heitshúsinum í Havn.
Við á túrinum hevur
skúlin eitt kór, sum kem-
ur at virka við til møtini.
Á holdinum, sum kem-
ur til Føroyar, eru 54
næmingar og 6 lærarar.
Tey fara avstað aftur við
flogfari fríggjadagin 28.
sept.
Um tú vilt vita meira
um skúlan, kanst tú vitja
heimasíðuna:
www.lmh.dk
Vitjan av Luthersk Missions-
forenings Højskole
Ólavur Hátún
Føroysk málviðgerð hevur í
alt ov stóran mun verið
merkt av, hvussu mál okk-
ara átti at verið í staðin fyri
at viðurkenna málið, sum
tað er. Hetta førir ofta við
sær løgin orðasnið, sum
ikki hava støði í veruliga
málinum.
Í seinastum er útvarpið
farið at tosa t.d. um Koll-
fjarða skúla, Fuglfjarða
bygdarráð og aðrar slíkar
samansetingar.
Ivaleyst
stendst hetta av, at tað fellur
so tungt at siga Kollafjarðar
skúli, Fuglafjarðar bygdar-
ráð o.s.fr. Men tað er jú
ongin í Norðstreymi, sum
sigur annað enn Kollfara
skúli, Kollfara kirkja, Koll-
fara Ítróttafelag o.s.fr., og
man ikki fuglfirðingum
renna
orðið
fullgjarað
(smbr. hálvfjarað) í huga, tá
teir hoyra útvarpið fara
soleiðis við teirra bygd-
armáli?
Og nú vit eru við hesar
bygdir – og vit kundu
sjálvandi tikið t.d. bæði
Árna fjørð og Oyndarfjørð
við –, so fóru vit í Norð-
streymi ikki til Kollafjarð-
ar, men til Kollafirðar, mær
vitandi fara fuglfirðingar
heldur til Fuglafirðar enn
til Fuglafjarðar, og nú segði
mær árnfirðingur, at tey har
norðuri
fara
heim
til
Árnafirðar. Vit vita,at orðið
bendist fjørður, fjørð, firði,
fjarðar, og at fyrisetingin til
helst krevur hvørsfall í
sambandi við staðarnøvn –
til Havnar, til Gjáar, til
Eiðis o.s.fr.; men tá talan er
um endinga – fjørður, hev-
ur talumálið á staðnum
vilja tað øðrvísi, og tað
haldi eg, at vit eiga at virða.
Hvørjumfallsformin finnur
tú jú eisini aftur í orðunum
kollfirðingur, fuglfirðing-
ur, oyndfirðingur og árn-
firðingur og ongin kundu
funnið uppá at sagt koll-
fjarðingur, fuglfjarðingur
etc., sjálvt um slíkar sam-
ansetingar vanliga hava
hvørsfall – toftamaður,
sandavágskona, bíggjarfólk
o.s.fr.
Onnur dømi um, at mál
okkara ikki er eintáttað í
orðasniðum, men loyvir
sær fjøllbroytt frávik er t.d.
tað, at tú sigur dalmenn um
menn sum búgva í Gása-
dali, norðadalsfólk um tey í
Norðadali (hví tyngja um
við at skriva Norðradalur?)
og dalbingar um fólk í Dali.
Somuleiðis vóru tað ikki
bíggjarmenn, sum búðu úti
á Bø (sunnan fyri Kirkju-
bø), men bømenn, og tú fert
ikki til Kirkjubíggjar, so-
leiðis sum vit fara vestur til
Bíggjar, men til Kirkjubøar.
Endamálið við hesum
stubba: Lat okkum ikki
framhaldandi við mállæru-
klókskapi gera okkum inn á
okkara livandi móðurmál,
men heldur lata tað menna
seg eftir egnum natúrligum
fortreytum.
Latum okkum virða okkara livandi føroyska mál
C
M
Y
K
25
24