Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 183 - 22. september 2001 23 Seinastu tólv árini hava gøtumenn skor- að 37 mál á Svanga- skarði, meðan B68 hevur fingið ellivu UPPTAKT Jóannes Hansen Hagtøl telja einki, tá spæl- ararnir standa andlit til and- lit á vøllinum og eru upp- settir til tvær ferðir trý kor- ter í fótbólti. Soleiðis plag- ar at verða tikið til, og sjálvandi er tað nakað í hes- um. Í einum fótbóltsdysti byrja bæði liðini altíð so at siga á sløttum. Men tá hetta er sagt, so eigur at verða lagt afturat, at tað er merkisvert, so ofta tað gongur, sum tað plagar at gera. Eitt gott dømi um hetta eru dystirnir á Svanga- skarði ímillum B68 og GÍ. Tá toftamenn í morgin fara á heimavøllin við tí í hyggju at tryggja sær triðja plássið, so vita teir, at tað hevur ikki eydnast teirra liðið at vinna heimadystin ímóti GÍ síðani 1989. Tað árið vann B68 1–0. Mál- skjútti var verjuspælarin hjá GÍ, Hans Mourits Fold- bo. Hann var tá lærari á Toftum og hoyrdi ivaleyst nógv fyri, at hann hevði verið so fittur at gera sjálv- mál. Síðani tá hevur tað tvær ferðir verið javnleikur – 2–2 í 1991 og 1–1 í 1991. Tá B68 var meistari í 1992, taptu teir 4–1 á heimavølli ímóti GÍ. Í tólv ár eru 37 mál farin ígjøgnum hjá B68. Størsti ósigurin var í 1994, tá GÍ í 11. umfar- inum, sum var tað fyrsta eftir summarsteðgin sigraði 7–0. Ymiskt við fólki Hjá B68 eru allir spælarar- nir tøkir í morgin. Eingin spælari er skaddur, og eing- ir er leikbannaður. Hjá Johan Nielsen og GÍ er tað eitt sindur meiri iva- samt. Poul Henning Jacob- sen, sum var sjúkur, tá GÍ tapti ímóti NSÍ, er tøkur aftur. Jóan Petur Olsen loysti av á miðvøllinum, men hann noyddist heilt skjótt at taka seg aftur. Jóan Petur er ivasamur í morgin. Sámal Joensen, sum hevur verið langtíðar skaddur, hevur vant í vikuni, men enn er ikki greitt um hann byrjar inni ímóti B68. Hjá GÍ er einki sum eitur. Skulu teir hugsa um gull- krónurnar, so mugu teir gera, sum teir plaga – altso vinna á Toftum – og so mugu teir bíða og vita, um HB fer at hjálpa teimum í Gundadali. B68-GÍ: Tólv ár síðani GÍ tapti á Svangaskarði Skal B68 loksins vinna heimadyst móti GÍ, vóna tey helst, at hesin maðurin fer at gera um seg Avloysarin hjá Toda Jónsson skoraði bæði málini á heimavølli, og Brøndby vann sannførandi á útivølli DANMARK Jóannes Hansen Tað var nógvur fótbóltur á skránni í Europa hóskvøld- ið. FCK var í eldinum í Parkini, har teir høvdu vitj- an av jugoslaviska Obilic. Tað var hetta liðið, sum sendi GÍ úr UEFA kapping- ini. FCK vann 2–0, og har- við hava teir eina góða út- gangsstøðu undan retur- dystinum, sum verður kom- andi hóskvøld. Todi Jónsson var ikki á vøllinum hóskvøldið. Hann er skaddur, og tað er ikki sannlíkt, at hann verður førur fyri at spæla komandi hóskvøld. Um hann hevði verið tøk- ur, so er tað ein spurningur, um hann hevði verið valdur ímillum teir fyrstu ellivu. Heine Fernandez fekk møguleikan sum makkari hjá Zuma, nú Todi var skaddur. Og Fernandez takkaði fyri. Eftir Zuma upplegg skoraði hann til 1–0, tá tíggju minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki økti hann, eftir langa sending frá verjuspælaranum Jacob Laursen. Brøndby var í Póllandi og spældi ímóti Olimpija Ljublana. Heimaliðið kom á odda beinanvegin, men Brøndby fótaði sær væl og vann 4–2. Tí átti tað kom- andi hóskvøld at verið talan um avgreiðsluspurning á Brøndby stadion. Tað gekk minni væl hjá jysku liðunum, sum høvdu betri lið ímóti sær. FCM tapti á heimavølli 3–0 ímóti Sporting Lissabon, og Real Zaragoza sendi Silkeborg til hús við 3–0 tapi. Í superliguni verður spælt soleiðis í vikuskifti- num: Vejle–AB, Silke- borg–FCM, Lyngby–OB, B r ø n d b y – V i b o r g , AaB–FCK og Es- bjerg–AGF, sum verður spældur mánakvøldið. Mikukvøldið varð Hvid- ovre sent úr steypakapping- ini. Á heimavølli endaði tað málleyst ímóti Køge, bæði í vanligu leiktíðini og í eyka- tíðini, sum var tvær ferðir fimtan minuttir. Í brots- sparkskappingini skoraði Køge seks mál og Hvidovre fimm. B93 og Randers Freja fara at spæla 3. oktober í fjórða steypaumfarinum. Í landskappingini skuldi Hvidovre longu fríggja- kvøldið spæla á heimavølli ímóti Brønshøj. Sunnudag- in spæla B93 og Farum og Horsens og Randers Freja. Í Noreg hvílir tippuligan seg í vikuskiftinum. Orsøk- in er tann, at eitt umfar í steypakappingini er á skránni. Jákup Mikkelsen og Molde eru ikki longur við í steypakappingini. FCK og Brøndby í góðari støðu Síðsti dysturin hjá KÍ kvinnunum verður í dag á heimavølli ímóti HB GULLROK Jóannes Hansen KÍ kvinnurnar hava fram- vegis stórar avbjóðingar í hesum kappingarárinum. Um mánaðarskiftið skulu tær, sum tær fyrstu í før- oysku fótbóltssøguni, lut- taka í Europa Cup. Hesa uppgávuna hava tær í Klaksvík fyrireikað seg leingi til, og nú fara tær at sleppa undan at hugsa um heimligu kappingina. Týs- kvøldið høvdu tær vitjan av B68. KÍ vann 1–0. Málið skoraðu tær seint í 2. hálv- leiki. Málskjútti var Krist- ina Eyðbjørnsdóttir. Seinnapartin í dag klokk- an 15.00 er síðsti lands- kappingardysturin á skránni. Mótstøðuliðið verður steypavinnararnir úr HB. Tað er longu greitt, at KÍ hevur vunnið meistara- heitið. Tá dysturin í dag verður liðugur, verður FM steypið, sum KÍ eisini í fjør vann, handað teimum. Vit frætta úr Klaksvík, at tað verður ikki gjørt sørt burturúr, nú kvinnuliðið skal fagnast. Í KÍ verður vónað, at nógvu og trúgvu áskoðararnir fara at møta upp. FM vinnararnir verða fagnaðir Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 16 14 - 1 - 1 53 13 40 43 2 GÍ 16 12 - 2 - 2 48 18 30 38 3 B68 16 9 - 2 - 5 35 21 14 29 4 VB 16 7 - 3 - 6 38 22 16 24 5 NSÍ 16 6 - 4 - 6 19 20 -1 22 6 KÍ 16 7 - 0 - 9 23 36 -13 21 7 HB 16 6 - 2 - 8 27 23 4 20 8 EB/Streymur 16 5 - 1 - 10 19 29 -10 16 9 B71 16 3 - 1 - 12 15 46 -31 10 10 FS Vágar 16 3 - 0 - 13 17 66 -49 9 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 TB 17 9 - 4 - 4 46 31 15 31 2 Skála 17 8 - 6 - 3 29 18 11 30 3 ÍF 17 9 - 2 - 6 50 29 21 29 4 B36 17 9 - 2 - 6 37 36 1 29 5 Sumba 17 7 - 4 - 6 37 33 4 25 6 NSÍ 17 8 - 1 - 8 34 39 -5 25 7 HB 17 6 - 3 - 8 30 34 -4 21 8 LÍF 17 5 - 4 - 8 31 39 -8 19 9 KÍ 17 4 - 4 - 9 24 35 -11 16 10 GÍ 17 3 - 4 - 10 23 47 -24 13 23 22 Nr. 183 - 22. september 2001 Eingir nervar tyngja liðini, sum fara á vøllin norðuri á Eiði sunnudagin UPPTAKT Jákup Mørk Hvørki hjá EB/Streymi ella VB er talan um so øgiliga nógv annað enn æruna, sum stendur upp á spæl, tá liðini hittast á Eiði sunnu- dagin. Gaman í kann EB/ Streymur framvegis enda næst aftast og VB kann vinna bronsu, men hesir møguleikar tykjast dekan av teoretiskir, nú bert tvey umfør eru eftir. Fáar broytingar Tí kunnu bæði liðini helst fara fullkomuliga frígjørd inn á vøllin, og vónirnar eru sjálvandi, at hetta kann geva úrslit í hampuliga flótandi fótbóltsspæli frá báðum pørtum. Um liðini er annars at siga, at tey eru í so at siga sterkastu uppstilling. Hjá uppflytarunum er tað bert Ronnie Samuelsen, sum kom til í summarsteðg- inum, ið er leikbannaður. Hann hevur fingið tvey gul kort, meðan hann hevur spælt við EB/Streymi, men harafturat skal leggjast eitt, sum hann fekk við B36 í fyrru hálvu. Hjá vágbingum tykist sama fólkið vera tøkt, sum til dystin móti B71 fyri viku síðani. Tað frættist, at kanska onkur dreingjaliðs- spælari eisini verður at síggja í hópinum, men í byrjunaruppstillingini verður neyvan talan um tær stóru broytingarnar. Tølini tala Á talvuni høgrumegin sæst, hvussu mótstøðuliðini sunnudagin hava staðið seg, tá hesi hava dystast í tilsvarandi dystunum seinastu 10 árini Dystir umvikuskiftið: 1. deild 23.09 B68-GÍ Lassin Isaksen 23.09 FSV-KÍ Petur E. Kjærbo 23.09 B36-HB Petur Hansen 23.09 EB/S-VB Eiler Rasmussen 23.09 NSÍ-B71 Birgir Sondum 2. deild 22.09 Skála-KÍ Oddmar Andreasen 22.09 NSÍ-ÍF Niklas á Líðarenda 22.09 HB-GÍ Birgir Sondum 22.09 LÍF-B36 Dagfinn Olsen 22.09 Sumba-TB Lassin Isaksen Allir dystirnir verða leiktir kl. 14.00 3. deild 22.09 B68-GÍ Edvard Højgaard 22.09 ÍF-KÍ Rúni Gaardbo 22.09 B36-AB Páll Augustinussen 22.09 TB-VB Poul Erik Jacobsen 22.09 B71-Royn Georg Rasmussen Allir dystirnir verða leiktir kl. 15.00 1. deild kvinnur 22.09 KÍ-HB Jonhard Hansen 22.09 VB-B71 Poul Erik Jacobsen 22.09 B36-B68 Eigil Olsen Stórur møguleiki er fyri, at dysturin í morgin verður tann síðsti í Vágum í fremstu røð í hesum umfarinum UPPTAKT Jóannes Hansen Tað er púra greitt, at tá FS Vágar og KÍ í morgin fara á vøllin í Miðvági, so verður talan um síðsta 1. deild- ardystin í Miðvági í fleiri ár. Spurningurin er, um tað yvirhøvur verður talan um 1. deildar fótbólt í Vágum komandi ár. Tað er nógv treytað av úrtøkuni hjá FS Vágum í morgin. At tað longu nú er greitt, at eingin 1. deildar fótbólt- ur verður í Miðvági kom- andi ár kemst av, at avtalan millum feløgini í Vágum sigur, at heimavøllurin skal skifta ímillum tær tríggjar bygdirnar. Í fjør spældi FSV í Sørvági, og komandi ár skulu teir spæla í Sanda- vági. Lítið mannfall Í Vágum vóna teir, at teirra lið í morgin skal finna spælið aftur, sum teir sýndu, tá B36 var har vest- uri. Tað er greitt, at Torkil Nielsen ikki verður við. Hann fekk ein løst, tá GÍ var har vesturi og verður ikki við. Hannus Olsen og Ruslan Screlea eru báðir tøkir aftur. Í Klaksvík iðra teir seg um, at teir ikki megnaðu at vinna ímóti B36. Motiva- tiónin sigst vera í lagi, og teir stríðast framvegis fyri fjórða plássinum. Síðst var Fríðin Ziskason leikbann- aður. Hann er tøkur aftur. Málverjin, Meinhardt Joen- sen, hevur havt trupulleikar við øðrum fótinum og hevur í vikuni verið eitt sindur burtur frá venjing. Teir rokna kortini við, at hann fer at spæla. Eyka- málverjin, Karstin Joensen, hevur brotið ein fingur. Tí var veteranurin John Willi- an Joensen eykamálverji ímóti B36, og hann verður aftur á beinkinum í Mið- vági. Alexander Djordjevic hevur verið sjúkur í vikuni. Hóskvøldið vandi hann fyrstu ferð í hesi vikuni. NSÍ hevuir bert æruna at spæla fyri, men royndirnar siga, at tað plagar at tæna teimum best úrslitaliga UPPTAKT Jákup Mørk Tað hevur víst seg seinnu árini, at tá runavíkingar einki annað enn æruni hava at spæla fyri, er ikki lukkuligt at vera fyri. Mest sjónligt var hetta í fjør, tá teir lógu illa fyri, men brádliga tóku øll oddaliðini eftir tørni. Eisini hevur GÍ kent sviðan av hesum, tá runavíkingar fyri viku síðani at kalla køvdu gull- vónina hjá gøtumonnum. Hesa ferð er tað tó ikki nakað oddalið, sum kemur á vitjan, men tað tykist vera ein trupul uppgáva, sum sandoyingar hava fyri framman. Runavíkingar mugu tó vera Djóna N. Joensen fyri uttan til dystihn. Hann hevur meitt sær fótliðið, og í allar besta føri kann talan gerast um eitt pláss á beinkinum fyri hansara viðkomandi. Hann var tó heldur ikki við í Gøtu, so alt í alt tykist talan gerast um á leið sama liðið. Skulu vinna Hjá sandoyingum eru treyt- irnar greiðar undan dystin- um. Teir kunnu í øllum førum ikki dúva upp á lítla fyrimunin, sum teir hava til vágamenn, og tí skulu stig, og helst trý av slagnum inn á kontina sunnudagin. Til dystin hevur Kári Reynheim allar sínar mans – undantikið langtíðar- skadda Iulian Florescu – tøkar. Hóast hetta sjálvandi eru góð boð, so tykist Kári leggja størri dent á onnur viðurskifti, enn akkurát, hvat fólk er á vøllinum. - Tað, sum nú ræður um hjá okkum, er at vit fara á vøllin at gera eitt gott arbeiði. Hvør einstakur leikari noyðist at taka ábyrgd og spæla upp til sítt allarbesta hesaferð. Tað hevur verið ov ofta, at ov fáir hava tikið hesa á seg, og serstakliga í seinnu helvt hevur hetta eisini verið at sæð aftur í úrslitunum, sigur Kári, sum við hesum hevur sagt sínum monnum, hvat hann væntar frá teirra síðu, tá farið verður á vøllin við Løkin sunnudagin. EB/Streymur-VB: Bæði eru frígjørd Í vár vann VB ein tepran sigur á uppflytarunum, og hetta ætla hesir helst at hevna á Eiði FS Vágar-KÍ: FSV hongur í klønum tráði NSÍ-B71: NSÍ dámar best uttan trýst Klaksvíkingar siga seg ongar trupulleikar hava við motivatiónini Á Sandi vunnu Ian Højgaard og teir á B71. Nú skulu sandoyingar hava stig, og teir fara heilt víst at stríðast fyri hesum C M Y K 22