Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Tað tykist partvíst soleiðis, at slagið um høvuðsstaðin telur meira hjá leikarunum á teimum báðum havnarliðunum, enn FM-møguleikin hjá B36 ger tað GRANNAUPPGERÐ Jákup Mørk Grannauppgerð er í Havn sunnudagin, og sum vera man, er spenningurin um hesa stórur. At so annað liðið hevur møguleika at gerast meistari, ger hann ikki minni. Heldur ikki hóast risastórur munur hev- ur veri á, hvussu kapp- ingarárið hjá liðunum báð- um hevur hilnast higartil. Bestu dømini um, at støðan á stigatalvuni einki hevur at siga, skulu hest finnast í ávíkavist 1991 og so í fjør. Í 1991 gekk alt upp á stás hjá B36, meðan HB hin- vegin hevði eina kreppu av teimum heilt stóru. Eldra havnarliðið megnaði tó at vinna heili 8-2 í fyrra grannadystinum, meðan hin seinni endaði við javn- leiki, 1-1. Tað kann leggjast afturat, at hevði B36 vunnið seinna dystin, ella »bara« tapt 7-2 í tí fyrra, hevði liðið verið meistari tað árið, men tað mátti so bíða í seks ár afturat. Í fjør gekk tað minni væl hjá B36, meðan tað gekk framúr væl hjá einum at kalla spildurnýggjum HB- liðið. Fram til næst seinasta umfarið hevði liðið allar møguleikar, men í seinasta minuttinum av grannaupp- gerðini móti B36 vóru tvær hendingar, sum høvdu avgerandi ávirkan. Fyrst misnýtti HB brotsspark, og løtu seinni javnaði B36 til 2-2, og oyðiliegði har við gull-møguleikan hjá HB. Torir betri Nú kunnu teir reyð/svørtu so siga takk fyri seinast, og skal tosast um ein sann- líkan málskjútta hjá HB, so fellur tosið uttan iva á miðvallaran, Hall Daniel- sen. Tað er ikki so ofta, at Hallur er á talvuni, men seinnu árini hevur hann havt tað fyri at skora móti grannunum. Millum annað í 2-2 dystinum í fjør. Eftir venjingina hós- kvøldið fingu vit orðið á Hall, og spurdu hann, hvussu hetta bar til. - Tað er nokk tí, at tá talan er um dyst móti B36, so er mann helst eyka nógv uppsettir. Ikki soleiðis, at eg eri meira uppsettir enn hinir, men onkursvegna havi eg fleiri ferðir skorað í júst hesum dystunum, og tí fær mann kanska dirvi til at royna seg, tá møguleikin kemur. - At mann er so uppsettir, kemst eisini av, at tað eru grannarnir. Tú skalt síggja mótstøðuleikararnir í fleiri mánaðir eftir dystin, og hesa ferð kanska í hálvt ár, har teir kunnu rópa seg føroyameistarar, og tað kann verða tungt. Hóast tað ikki merkir eitt endaligt farvæl til B36, so kann HB gera tilveruna hjá B36 heldur súra, um teir vinna sunnudagin, og har- við geva teimum eitt takk fyri seinast. Spurdur, um hetta hevur nakra ávirkan, sigur Hallur, at tað hevur tað avgjørt. - Vit hugsaðu kanska nakað um hetta, undan seinasta umfari, men sum støðan er nú, so avgera vit ikki nakað beinleiðis. Tað er tó so nógv annað, sum eisini spælir inn. B36 kann taka metið hjá HB, um teir vinna dystin, teir kunnu gerast føroyameistarar og havnarmeistarar, so har er so nógv, sum spælir inn. - Ikki tí. B36 hevur havt tað besta liðið í ár, og teir hava uppiborið at gerast meistarar, men tað skal so ikki verða móti okkum. Sum HB’ari frá barnsbeini av, hevði tað í øllum førum verið eitt sindur tungt at borið, sigur Hallur Daniel- sen. Annars tykist einasta ivamálið í HB-hópinum vera Allan Mørkøre, sum ikki hevur vant hesa vik- una, og ivaleyst vóna tey í HB, at landsliðsmaðurin verður tøkur til uppgerðina. Gullið er eykavinningur Tann leikarin hjá B36, sum í fjør var høvuðsmaðurin aftan fyri javnleikin móti HB, var Egil Zachariasen, sum í seinastu sekundunum ta ferðina setti bóltin í málið. Í ár eru leikutirnir undan dystinum býttir um, men hóast teir í B36 eru vitandi um, at tað ikki merkir eitt farvæl til FM, um teir tapa fyri HB, so tykist hetta ikki vera nakað, sum sweeparin á oddaliðnum hugsar um. - Dysturin sunnudagin hevur alt at siga. Sjálvandi kunnu vit gerast meistarar, um vit vinna, men granna- uppgerðir eru nakað fyri seg. At gulið so eisini kann gerast veruleiki, ger tað bara enn meira spennandi. Umframt FM-heitið, so vil ein sigur geva B36 metið í landskappingini við flest sigrum á rað, umframt at felagið tá vinnur sær fyrsta dupultsigurin á HB í einum kappingarári síðani 1970. Spurdur, um hetta hevur nakað at siga, heldur Egil, at tað hevur tað. - Vit hugsa ikki so nógv um sjálvt metið, men tað at vinna tvær ferðir á HB er altíð nakað heilt serligt, og tað ætla vit so at gera. Og minnini hjá Egil móti grannunum eru sjálvandi góð, eftir málið í fjør. - Tað var sjálvandi eisini eitt upplivilsi, men hin- vegin ætla teir heilt víst at gera tað sama í ár, og tí mugu vit so royna at steðga. Í B36 mugu tey við vissu vera leikbannaða Pól Thor- steinsson fyri uttan. Har- afturat tykist ivasamt, um tað fer at eydnast at fáa Jákup á Borg upp til dystin. Hann er í Danmark á skúla í hesum døgum, og í B36 arbeiða tey við at loysa hendan trupulleikan. Gloym taktikkin At enda spurdu vit so teir báðar, hvussu teir rokna við, at dysturin sunnudagin fer at verða, og frá báðum pørtum eru boðini á leið tey somu. Teir siga báðir, at júst í hesum dystinum, hava tak- tisku bindingarnar, sum venjararnir vanliga nýta, ikki nær til so stóran týdn- ing. Leikararnir vita, hvat tað snýr seg um. Teir fara at stríðast fyri hvørjum bólti, og sjálvt um hvørgin roknar við, at poleraða fótbólts- spælið verður sett í há- sætið, so ivast hvørgin teirra í, at talan verður um ein spennandi dyst. Nr.183 • fríggjadagur • 22.september 2001 • 75.árgangur • www.sosialurin.fo Málið um Jóhannis Joensen skal nú viðgerast av dóms- nevndini. Dómarin í dystinum hevur kært málið MÁLSVIÐGERÐ Jákup Mørk Í vikuni hevur nakað av skriving verið um so- nevnda Jóhannis Joen- sen málið, og hevur henda serstakliga við- gjørt, hvussu málið er handfarið av kappingar- nevndini. Í hósdagsútgávu okk- ara skrivaðu vit, at málið eftir øllum at døma slapp at fara aftur við borðinum í hesum um- farinum, men soleiðis verður kortini ikki. Prinsipp-mál Dómarin, sum dømdi dystin millum HB og NSÍ, Niclas á Líðarenda, hevur nevnliga gjørt av at kæra málið til dóms- nevndina. Meðan vit hava skriv- að um málið, hava vit roynt at fingið viðmerk- ingar frá dómaranum, men svarið hevur alla tíðina verið, at hann hevur umhugsað støð- una. Nú er so líkt til, at nóg nógv er hugsað, og Niclas sigur orsøkina til kæruna vera púra greiða. - Ikki bara fyri meg, men fyri dómarar yvir- høvur, er her talan um eitt prinsipp-mál. Eg havi ongan sum helst áhuga í at forfylgja leikaranum, men eftir at hava ráðført meg við baklandið, havi eg gjørt av at senda málið víðari. Bæði fyri at verja dóm- arastættina, men sum sagt mest av prinsippi- ellum ávum. - Eftir mínari fatan hevur málið fingið eina fullkomuliga skeiva við- gerð, og verður hetta ikki átalað, er stórur vandi fyri, at hetta kann skapa nýggj fordømi framyvir, sigur Niclas á Líðarenda um avgerðina at kæra málið. Nær dómsnevndin fer at viðgera málið, er ikki fastlagt. Dómarin hevur kært Hamarin, sum í fyrstu atløgu tóktist vera sligin endaligt á Jóhannis Joensen málið, verður nú lyftir uppaftur. Dómarin í dystinum millum HB og NSÍ hevur kært málið B36-HB: Havnin er størri enn gullið Tú skalt síggja mótstøðuleikararnir í fleiri mánaðir eftir dystin, og hesa ferð kanska í hálvt ár, sigur Hallur Danielsen um orsøkina til, at ein grannauppgerð altíð er nakað serligt - Vit hugsa ikki so nógv um sjálvt metið, men tað at vinna tvær ferðir á HB er altíð nakað heilt serligt, og tað ætla vit so at gera, heldur Egil Zachariasen 21 20 Nr. 183 - 22. september 2001 C M Y K 20 Hósdagin »spuddaði« – setti Sovereign Explorer fyri aðru ferð í heyst borin í føroysku undir- grundina. Hesaferð fyri samtakið »Faroes Partnership« við Amerada Hess sum operatøri – fyristøðu- felag – og við tí føroyska oljufelagn- um Atlants Kolvetni sum ein av partn- arunum OLJULEITING Jan Müller Hósdagin 20. september kann gerast ein týðandi dagur í føroyskari oljusøgu. Henda dagin var eitt før- oyskt oljufelag fyri fyrstu ferð við til at seta borin í føroysku undirgrundina. Atlants Kolvetni, eisini kent undir heitinum Atlan- tic Petroleum, er – hóast bert evarska lítil partur – við í oljusamtakinum »The Faroes Partnership«, sum nú er farið undir triðju bor- ingina á landgrunninum, eftir Statol og BP. Opera-t- ørfelag í hesi triðju boring- ini er Amerada Hess, sum nú í fleiri ár hevur havt skrivstovu í Havn og hevur fyrireikað seg til hesa fyrstu boringina. Hini útl- endsku feløgini í samtakin- um eru Dong og British Gas, so talan er um eitt fleirtjóða samtak við einum føroyskum, einum donsk- um, einum bretskum og einum amerikonskum olju- felag, ið eru við í hesi rætti- liga spennandi boringini. Ben Arabo, stjóri hjá Amerada Hess í Føroyum sigur, at alt hevur gingið sum ætlað og er hann sera fegin um, at byrjanin til hesa boringina gekk so væl. Her hugsar hann serstakliga um góða veðrið í tí mest av- gerandi partinum av bor- ingini – tá akkerini skulu fáast uppá pláss og borurin setast í. Boripallurin Sovereign Exploerer, sum verður leig- aður frá heimsins størsta borifelag, Transocean, kom tíðliga í vikuni á boristaðið Marjun skamt frá markin- um. Hann var togaður frá boristaðnum hjá Statoil longur norðuri. Ikki færri enn fýra stór supplyskip, teirra millum tveir sera væl útgjørdir Mærskbátar tóku sær av ankringini av pallin- um. Boringin av Marjun- brunninum er mett at taka einar tveir mánaðir. Tvs. at vit fáa neyvan nakað at vita um úrslitið av boringini fyrr enn í einaferð í novem- ber mánað. Sosialurin skil- ur, at Amerada Hess skal bora góðar 4000 metrar ella nakað stytri enn Statoil. Tað er ikki møguliga at fáa upplýst, hvussu mong mál eru á veg niður eftir og hvar tey eru. Men tað skilst, at Amerada Hess hevur gjørt eitt sera neyvt og stórt for- arbeiðið og at høvuðsmálið er sera vældefinerað og greitt. Talan er um ein sera stóran struktur, helst á stór- um dýpi, sum kann goyma ein elefant, ið á oljumáli er eitt risastórt oljufelt. Serfrøðingar í oljuleiting eru rættiliga bjartskygdir um boringina hjá Amerada Hess samtakinum. Hóast Statoil ikki fann olju, og tað eftir øllum at døma er nógv, sum bendir á, at BP heldur ikki hevur funnið nakað nevnivert, so eru boðini uppá eitt stórt fund í Marj- unbrunninum rættiliga høg. Víst verður á, at brunnurin liggur tættari oljufeltunum í bretskum øki, hann er longri burtur frá basalt- fláum og sillum í føroysk- um øki, og málið, sum Amerada Hess fer eftir, er eisini av øðrum slag enn tey hjá bæði Statoil og BP. Herfyri segði royndi norski jarðfrøðingurin Terje Hage- vang við Sosialin, at eitt oljufund eigur at verða gjørt í einum av teimum trimum brunnunum, sum verða boraðir í ár. Hann metti eisini júst møguleik- arnar í teiginum hjá Ame- rada Hess at verða góðar. Hóast oljufeløg arbeiða við ymsum leitimodellum og hava ymiskar metingar og meiningar um møgulig oljufelt, so vilja flestu jarð- frøðingar og geofysikarar, sum blaðið hevur tosað við og sum hava hollan kunn- leika til føroysku undirgrundina, vera við, at besta boð uppá eitt oljufund í hesum trimum fyrstu bor- ingunum er tað hjá Ame- rada Hess. Umleið 7 føroyingar eru við Sovereign Explorer, nú hann er farin undir sína aðru boring í føroyskum øki. Flestu teirra arbeiða í galluni og við reingerð. Harumframt er eisini ein sjúkrasystur umborð. Før- oysk heilsøla letur eisini allan proviantin til hesa tveir mánaðar drúgvu verk- ætlanina. Nú triðja boringin á land- grunninum er farin í gongd eru tað helst mong, sum spyrja, hvussu man gangast hjá BP og Shell. Tað einasta vit vita við vissu er, at tað framvegis verður borað. Sunnudagin eru tveir mán- aðir síðani, at West Navion setti borin í. Vanliga verður sagt, at »No news are good news«. Í hesum førinum er møguleiki fyri at vit fara at sanna tað øvugta, nevniliga at »No news are bad news«. Tó so – keldur vilja vera við, at tað, sum BP er kom- ið fram á er áhugavert – góð oljuspor, sum kunnu hava stóran týdning fyri víðari leitingina í Gullhorn- inum og harvið vónirnar til at gera fund í hesum øki fyrr ella seinni. Føroyingar bora nú eftir olju Partur av manningini á skrivstovuni hjá Amerada Hess. Nú boringin er byrjað verða eini 11 umboð fyri oljufeløgini í samtakinum umframt 4 umboð fyri ymisk kontraktorfeløg. Boristjóri hjá Amerada Hess er Clifford Lang Ben Arabo,vinstrumegin, er spentur