Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 10

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 183 - 22. september 2001 Nr. 183 - 22. september 2001 19 - Tá ið eg kom til Føroya sum ung helt eg meg vera øgiliga vitandi um tað mesta. Men eg fann út av, at eg visti ógvuliga lítið um nógv. Í dag eri eg meiri eyðmjúk, og tað royni eg at fáa fram í míni list, sigur Astri Luihn, listakvinna, sum sýnir fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri FRAMSÝNING Turið Kjølbro Næsta mánaðin sýnir lista- kvinnan Astri Luihn fram í Gallarí Oynni á Tvøroyri. Á framsýningini, sum lat upp hósdagin, eru 30 verk, ið øll eru gjørd seinasta árið. Astri Luihn hoyrir til tað nýggja rákið í føroyskari myndlist, sum ikki bara vísir landsløg, men eisini setir menniskjans tilveru og hennara spurningar inn í samanhang. Náttúran og lívið í fuglabjørgum eru myndaevni, hon nýtir nógv, men oftast við einum sumbolskum tráð til menn- iskjans sosialu samveru. - Íblásturin finni eg alla staðni. Annað hvørt tað er í haganum ella framvið fuglabjørgunum. Eg ímyndi ikki bara tað eg síggi, men eisini mínar kenslur. Bjørg- ini eitt nú eru ikki bara vøk- ur og hugtakandi, men tey eru eisini ræðandi. Ljósið er blendandi og ljóðið ógvuliga hart. Bjørgini eru so stór og menniskjan verð- ur so lítil afturímóti. Hetta hugtekur meg nógv, sigur Astri Luihn. Astri Luihn dámar væl at arbeiða við myndarøðum. - Ofta geri eg einar tíggju myndir yvir saman mynda- evni, har eg royni at fara í dýpdina, ella eg nýti sama slag av tøkni. Síðani fari eg víðari til tað næsta. Tað er frígerandi fyri eitt listafólk at gera røðir av myndum. Hinvegin kann tað eisini vera avmarkandi, greiðir Astri Luihn frá. Astri Luihn er ikki bang- in fyri at ganga nýggjar leiðir í síni list. - Mær dámar væl at eksperimentera. Eg royni alla tíðina ymisk sløg av máling og svertu, og blandi máling, grafikk og tøkni sum heild saman fyri at finna tað úttrykkið, sum mær dámar. Forðar tilfarið mær í at úttrykka eitthvørt, eg vil, fari eg víðari. Væl dámar henni at skera í træ ella linolium, tað sum eitur háprent. Hetta verður síðani málað á lørift og prentað. - Sker tú í træ ella linol- ium, ber illa til at fjala nak- að. Eins og ein blýantstekn- ing. Tað einfalda er mangan truplari enn tað fløkta, sigur Astri Luihn, sum bæði arbeiðir heima og á verkstaði í býnum. Eyðmjúk Astri Luihn er ættað úr Oslo, men hevur búð í Havn seinastu nógvu árini. - Tá ið eg kom til Føroya sum ung helt eg meg vera øgiliga vitandi um tað mesta. Men eg fann út av, at eg visti ógvuliga lítið - um náttúruna, veður, vind, og hvussu fólk liva saman. Føroyingar hava altíð ferð- ast og upplivað nógv, í mun til stórbýarfólk, sum í so máta ikki hava verið so nógv úti um seg. Í býunum hava fleiri ættarlið livað á einum stað og upplivað tað sama. Í dag eri eg meiri eyðmjúk enn eg var í yngri árum, og hetta royni eg at fáa fram í mínum verkum, sigur Astri Luihn. Hon er lítillátin í síni list. Als ikki rópandi. Hyggja vit at eini mynd, hon gjørdi fyri tveimum árum síðani, síggja vit eitt fuglaberg, har ein fuglur situr einsamallur á eini rók, kagandi yvir á hinar. Hvørki litir ella figurar eru hetjukendir. - Eg tosi eitt friðarligt mál, sum fólk skulu hava á vegginum leingi fyri at koma inní og skilja. List, sum er bráðvøkur, doyr eftir stuttari tíð. Á sama hátt sum fordómar, tú hevur um eitt fólk ella land, fella til jarðar, tá ið tú kemur at kenna viðkomandi, sigur Astri Luihn. Seinnu árini hevur Astri Luihn tikið nógv lut á framsýningum uttanlands, eitt nú fyri stuttum í New York, har hon sýndi fram saman við øðrum føroy- ingum. Næsta stóra fram- sýningin uttanlands, verður á Norðurbryggjuni í Keyp- mannahavn eina ferð seint næsta ár. Sjey listafólk úr Føroyum sýna fram saman við øðrum norðurlend- ingum, og øll fáa tey gott pláss hvør. - Eftir framsýningina í Suðuroy, fari eg at arbeiða fram ímóti framsýningini næsta ár burturav, sigur hon. Hetta er fyrstu ferð Astri Luihn hevur einkarfram- sýning í Suðuroy. - Eru suðuroyingar hug- aðir fyri at hava eitt virkið mentunarlív, eiga teir ikki at vera bangnir fyri at koma á gátt í Gallarí Oynni. Suðuroyingar hava átt eitt tað besta listafólkið í Før- oyum nakrantíð, Ruth Smith. Fremmandafólk eru ógvuliga hugtikin av henn- ara list. Fatan og karmar Tað er so sum so við fatan føroyinga av listafólki. Mangan verður skotið teimum í skógvarnar, at tey grenja so illa. Og nakað er kanska um tað, heldur Astri Luihn. - Men listafólk grenja hvørki meir ella minni enn onnur fólk. Einasta lista- fólk vilja er at vísa og selja list. Vit krevja ikki pengar fyri einki at gera. - Tað er eingin mótsetn- ingur millum sjúkrahús og ellisheim og mentunarlív. Gransking vísir, at fólk støðast væl í einum ríkum mentunarlívi. Har eru vinnumøguleikar, har vilja fólk búgva og har koma ungfólk aftur eftir lokna útbúgving. Er einki ment- unarlív, flyta fólk og koma ikki aftur, og eingir pengar eru til tað neyðugasta. Tí er sera skilagott at gera íløgur í mentan, sigur Astri Luihn. Astri Luihn harmast um, at so lítið av list verður selt nú á døgum. - Í áttatiárunum varð nógv meiri selt, og tá gingu bankarnir á odda við at stuðla. Á Várframsýning- um verður lítið selt. Niður- gongdin byrjaði við krepp- uni, men hóast vit meiri og minni eru komin burtur úr henni, eru fólk ikki farin at keypa list aftur í sama mun. Fólk vita ikki av, at tað kostar lítið meiri at keypa upprunalist sum endur- prent. Pengar áttu at verðið settir av á fíggjarlógini til list, heldur Astri Luihn. - Aðra staðni setir tað almenna eina ávísa prosent- upphædd av til list, tá ið eitthvørt nýbyggarí verður gjørt. Í Noregi er tað 2 prosent, og í hinum norður- londunum liggur tað mill- um 1 og 2 prosent. Um vit høvdu gjørt á sama hátt í Føroyum, hevði tað munað væl. Ístaðin fyri hava vit sæð í Føroyum, at Menta- málastýrið keypir ein gaml- an málning fyri fjórðings- miljón krónur, sum landið átti ein líknandi av framm- anundan. Tá kunnu vit veruliga spyrja okkum sjálvi, um landsstýrismað- urin ikki veit betur, ella um hann ikki hevur ráðgevar, sum kundu sagt honum tað. Tað er í øllum førum synd at brúka so nógvar pengar uppá ein málning, ein replikk, sum tað eitur, ið Mikines hevur málað betur og sum landið framman- undan eigur. Starvs- og virðislønirnar til listafólk, sum hóast alt eru komnar seinnu árini, eru at fegnast um, heldur Astri Luihn, men tær muna ov lítið. - Tað er trupult at liva av myndlist í Føroyum, og nógvar útreiðslur eru bund- nar av at vera listafólk sum heild. Framsýningar kosta listafólkunum nógv og sjáldan er yvirskot hóast tú selur eitt sindur. Hinvegin er tað ein gleði at vera listafólk, at sleppa at gera tað, tú hevur hug til. Eisini eri eg sera glað fyri at búgva í einum landi sum Føroyum, tá ið vit hugsa um, hvat hendir aðrastaðni. Vit hava ikki orð fyri tí sum hendi til dømis í New York, annað enn at vit kanska skilja betur, hvussu gott vit hava tað her. Listin og listafólk eiga at vera við til at vísa, hvussu gott vit hava tað í Føroyum. Ein leiklutur hjá listafólki er mangan at vísa umstøðurnar í landin- um, tey liva í. Í so máta er tann føroyska myndlistin fantastisk, sigur Astri Luihn at enda í viðtali. Eyðmjúk og lítillátin - Eru suðuroyingar hugaðir fyri at hava eitt ríkt og virkið mentunarlív, eiga teir ikki at vera bangnir fyri at koma á gátt í Gallarí Oynni, sigur Astri Luihn, sum í hesum døgum sýnir fram á Tvøroyri Mynd: Jens Kristian Vang Í vár opnaði Injector Door Aps upp skrivstovu á bryggjuni í Esbjerg. Endamálið við skrivstovuni er at selja trolaralemmar úr Vági til atljóá marknaðin VINNULÍV Orð: Terji Nielsen Myndir: Terji Nielsen/Injector Door Aps Síðani Helgi Larsen úr Vági miðskeiðis í nítiárun- um framleiddi teir fyrstu trolaralemmarnar, meðan hann var lesandi á Skandi- navisk Flyteknisk Akademi í Gøteborg, hevur áhugi fyri lemmunum verið støð- ugt vaksandi. Fyrstu ferð, at lemmarnir vóru royndir í fiskiskapi, var í 1997, tá ið Magnus Heinason royndi við teimum. Úrslitið var nøktandi og nakað væl aftrat, og tískil vóru enn nakrar royndir gjørdar. Í 1998 royndu teir báðir trolararnir, Sæborg og Fiskiklettur, lemmarnar, og aftur hesaferð vóru úrslitini stak góð. Góðu úrslitini gjørdu, at Helgi, saman við bróðrinum Lars, ið er búskaparfrøðingur, valdi at stovna fyritøkuna P/f In- jector International í juni 1998. Fyritøkan hevur til húsa í Vági, og í dag starv- ast í alt 18 fólk hjá Injector Door, harav tey 14 størvini eru í Vági. Áhugin vaks út um landoddarnar Alsamt fleiri fiskiskiparar og reiðarar fingu áhuga fyri trolaralemmunum úr Vági, og eftirspurningurin vaks skjótt. Úr fleiri londum var áhugi fyri lemmunum, og tað gekk ikki long tíð, so royndu bæði norsk, grøn- lendsk og donsk fiskifør við lemmum úr Vági. Stóri eftirspurningurin førdi eisini við sær, at teir báðir brøðurnir úr Vági, saman við nøkrum vág- bingum í Danmark, settu á stovn danska felagið Injector Door ApS. Enda- málið við hesum var, at danska skrivstovan skuldi virka sum søludeild fyri tann altjóða marknaðin. Fyrstu tíðina helt Injector Door ApS til í Svendborg og seinni Horsens, men tann 1. apríl í ár var latið upp í snotiligum skriv- stovubygningi á bryggjuni í størstu donsku fiskivinnu- havnini, Esbjerg. Sølustjóri og dagligur leiðari á donsku skrivstovuni er vágbingurin Jan Allan Müller Selja til alsamt fleiri lond. Tað er ein góður danskur summardagur, nú Sosialur- in vitjar Injector Door ApS í Fiskerihavnsgade 13B í Esbjerg, men inni á skriv- stovuni hava hvørki Jan Allan ella skrivstovukvinn- an tíð til at njóta góða veðrið. Telefonin kimar støðugt, og tey bæði hava nógv um at vera. Tó gevur Jan Allan sær stundir til at fortelja eitt sindur um, hvussu tað gongur við søluni av lemmunum úr Vági, og hvørjar ætlanirnar eru fyri framtíðina. Jan Allan greiðir frá, at tað hevur gingið við rúkandi ferð síðsta árið ella so. Í dag hava vágbingarnir selt trolaralemmar til so fjar- skotin lond sum USA, Kanada, Korea og Saudi Arabia. Í sambandi við søl- una av einum setti av lemmum til Saudi Arabia, nevnir Jan Allan, at keyp- ararnir vóru so spentir upp á lemmarnar, at teir als ikki høvdu stundir til at bíða eftir, at lemmarnir komu fram við skipaflutningi. Tískil blivu lemmarnir sendir við flogfari, og talan var um rættuliga stórar lemmar, og hetta er ógvu- liga kostnaðarmikið. Tað kostaði arabisku keyparun- um eins nógv í flutningi, sum teir høvdu goldið fyri annan av lemmunum. Framleiða lemmar í øllum støddum og til allan fiskiskap Tað er ógvuliga ymiskt, hvat fyri stødd og tyngd av lemmum, ið Injector Door framleiðir. Framleitt verður eftir tørvi, og Jan Allan greiðir okkum frá, at teir hava framleitt lemmar, sum einans hava verið ein knappan fermetur til støddar og viga umleið 90 kilo til onkran danskan, sum hevur roynt inni á 7 metra dýpi nærheindis donsku vesturstrondini. Hinvegin hava teir eisini framleitt lemmasett, sum hava verið 16,5 fermetrar til støddar og hálvtsjeynda tons til onkran norskan trolara í Ålesund. Ísfiska- trolarin Boðasteinur, sum vágbingar nýligani keyptu frá fuglfirðingum, hevur somuleiðis nýtt lemmar frá Injector Door, tá ið teir hava fiska eftir búrfiksi á 2000 metra dýpd, meðan fuglfirðingar áttu hann. Hvat ger lemmarnar so vælumtóktar Men hvussu ber tað til, at lemmarnir úr Vági eru so vælumtóktir millum fiski- skiparar. Í lýsingarfaldar- um frá Injector Door, geva fleiri fiskiskiparar á bæði føroyskum, donskum, norskum og russiskum bátum lemmunumúr Vági sítt besta viðmæli. Teir grundgeva hetta við, at lemmarnir eru nógv teir støðugastu av sínum slagi, og tískil lættari at arbeiða við. Eisini verður nevnt, at oljunýtslan er munandi minni, tá ið lemmarnir frá Injector Doors verða nýttir í mun til lemmarnir frá øðrum framleiðarum. Somuleiðisi siga fleiri av skiparunum í lýsingarfald- aranum, at hesir lemmarnir gerast ikki fastir í botn- inum. Ein av skiparunum vísir í faldaranum á, at við teim- um vanligu lemmunum nýttu teir millum 90 og 100 prosent av maskinorkuni, tá ið teir togaðu. Við lemm- unum úr Vági nýta teir einans 60 prosent, tá ið teir toga, men toga okkurt um tvey sjómíl skjótari. Hetta ger, at teir hava fingið átta tímar meira um døgnið at toga í. At trolaralemmarnir úr Vági gerast alsamt betri umtóktir, eru sølutølini hjá Injector Door besta prógvið um. Sølan í ár 2000 var tríggjar ferðir so stór sum í 1999, og sagt verður, at sølan í ár fer væntandi at verða munandi betur enn undanfarna ár. Føroysku lemmarnir eru umhvørvis- góðkendir Prísurin á lemmunum úr Vági er munandi hægri, enn hvat reiðarar annars gjalda fyri trolaralemmar á nærmarknaðinum. Jan All- an sigur, at lemmarnir hjá Injector Door eru okkurt um 30 - 40 prosent kostnaðarmiklari enn hjá kappingarneytunum. Hetta kann tykjast rættuliga nógv, og tað er tað fyri so vítt eisini. Men lemmarnir hjá vágbingunum eru teir einastu í Europa, sum hava fingið umhvørvisgóðkenn- ing. Hetta merkir, at um t.d. eitt danskt reiðarí keypir eitt sett av lemmum frá Injector Door, so fær reiða- ríið 20 prosent av kostn- aðarprísinum afturgoldið í stuðuli frá danska statinum. Saman við stóru brenni- evnisnýtsluni (eini 15 - 30 prosent verða nevnd í fald- arunum), ger tað, at før- oysku lemmarnir í longdini ikki eru dýrari enn aðrir trolaralemmar. Leita eftir royndum skipara til søluarbeiði Í strembanini eftir at gerast alsamt meiri galdandi á heimsmarknaðinum, leitar leiðslan á Injector Door eftir einum royndum før- oyskum fiskiskipara, sum hevur hug og dirvi til at ferðast kring heimin og selja lemmarnar til reiðaríir og skiparar kring knøttin. Jan Allan Müller sigur, at tað gongur væl hjá teimum at selja, men brúk er fyri einum manni, sum kann fara út til reiðaríir og greiða frá, hvussu lemmarnir eru at arbeiða við á ymiskum fiskileiðum. Tískil er brúk fyri einum skipara, sum hevur roynt eitt sindur av hvørjum. Somuleiðis hevur In- jector Door eisini ætlanir um at lata upp skrivstovur bæði í russiska býnum Murmansk, og í Tromsø í Noreg. Hesar verða tú neyvan mannaðar við før- oyskum starvsfólkum. Góðar vónir fyri framtíðina Tað er einki yvir at dylja, at tá man kemur inn á skrivstovuna hjá Injector Door Aps í Esbjerg, so merkist, at her er ein fyritøka í menning og við trúgv upp á framtíðina og seg sjálvan. Havandi gongdina undanfarin ár í huga, so er hetta eisini væl skiljandi. Alt bendir á, at lemmarnir, sum Helgi Larsen “uppfann”, meðan hann gekk á Skandinavisk Flyteknisk Akademi í Gøte- borg, av álvara eru farnir at gera vart við seg á heims- marknaðinum, og áhugin fyri teimum er støðugt vaksandi. Tað er ikki sørt, at man sum føroyingur kennir seg ernan, tá ið man takkar fyri seg í Fiskerihavnsgade í Esbjerg, og hugsar um vág- bingarnar, sum veruliga eru komnir við einari produkti, sum ger seg galdandi á heimsmarknaðinum. Sølan av trolara- lemmum úr Vági gongur væl Her er eitt sett av trolaralemmum komið við flogfari til Saudi-Arabia Her sæst trolari við Injector lemmum kom fullastaður til lands C M Y K 19 18