Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 183 - 22. september 2001 Nr. 183 - 22. september 2001 17 Hans Jákup, Martin Joen- sen og aðrir hava sitid og skift orð um, hvussu destruktivan, vandamiklan og lemjandi negativan, teir hildu allan tjóðveldis- og fólkaflokkspolitikk vera. Aldri kundu Heðin Brú ella vinmenn hansara verið nationalistar! Teir vóru fyrst og fremst skeptikarar og lótu seg ongantíð taka av fótum, enn minni imponera av rakstrarrópum; teir vóru nevniliga logiskt og rationelt hugsandi menn, - tey chauvinistisku ýlini fingu teir bara at yppa øksl; teir vanvirdu alt tað irrationella, - serliga full- veldisreypið!! Lívsfrælsi og virðing fyri Danmark Teir høvdu harafturímóti stóra virðing fyri, hvussu tað modernaða Danmark hevði gingið føroyingum á møti, teir fegnaðust um heimastýrislógina, og teir ynsktu av fullum hjarta ríkisfelagsskap við danir. Teir vistu, hvar størsti vandin var fyri okkara fólk, bæði fíggjarliga og kulturelt! Teir ræddust harðrenda anglosaksiska ágangin á okkara mál og mentan, og teir vistu væl, at bara symbiosan við danir, sum frá leið, kundi bjarga okkum sum tjóð. Teir vóru skelkaðir um, hvussu tað var gingið Hetlandi og Orknoyggjum. Teir vóru eisini illa við av, hvussu illa okkara mál fór av lagi bara tey fimm kríggsárini, tá ið slitið var vid Danmark, og vit vóru undir enskari ávirkan. Kongstanki teirra var, at í Føroyum skuldu føroy- ingar liva, og tað kundi best røkkast við lívsfrælsi, pragmatisku ideologiini hjá Peturi Mohri Dam. Eingin loysingar-maður var nakrantíð førur fyri at standa seg í debatt við teir um ríkisfelagsskapin, sum teir hildu veita okkum mesta lívsfrælsi og kulturella lívd. Alt annað sonevnt frælsi var eftir teirra tykki bert innantómt reyp, knappholserpni ella armóðsfrælsi, og ta sóttina kendu teir í ólukkumát frá barnsbeini, - bæði Heðin Brú og hinir — tað var sanniliga einki at tráa eftir! Táið talan í 50unum fall á fólkaatkvøðuna plagdu teir at rysta vid høvdinum og hildu spotskliga fyri, at um ikki allir teir inn- bilsku, nýliga heimvendu asfaltsmenninir og teirra donsku konur høvdu sloppið at atkvøtt á fólka- atkvøðuni, men bara heimafólkið, so hevði verið stórur meiriluti fyri sambandi. Tí mettu teir fólkaatkvøðuna moralskt uttan innihald, hon var úrslitið av hetz, manipula- tión, øsing og kríggs- psykosu. Tað rann jú eisini politiskt skjótt av aftur hjá fólki, táíð tey fingu fótað sær. Danskt mál og skaldskapur Men eingin skal halda, at Hans Jákup og javnaldrar einans tosaðu um politikk, nei - teir fylgdu væl við og skiftu orð um alskyns fyribrigdi, ikki minst um skaldskap, serliga hug- tiknir vóru teir av donsk- um skaldskapi. Hans Jákup las ofta upp brot av danska skaldinum og vinmann- inum, Martin A. Hansen, men eisini arbeidara- skaldið Oskar Hansen, Tom Kristensen, Brandes, Johannes V. og Pontoppi- dan høvdu teirra stóra áhuga. Teir kendu seg heima í skaldskapinum hjá hesum monnum. Umframt hesar varð Janus Djurhuus ofta upplisin, kommenteraður og stórliga fagnadur. Hetta má við fyri, at menn kunnu fata, hvaðani Hedin Brú fekk in- spiratión. Hann segði ofta, at hann beinleiðis seyg úr danskari mentan og donsk- um skaldskapi, sum hevði havt ómetaligan týdning fyri hann — hetta loypa nationalistarnir oftast um. Endiliga røddu Hans Jákup og vinmenn ofta um, hvussu takksamir vit skuldu vera um at duga danskt mál, sum teir hildu vera universallykilin til hini norðurlendsku málini. Tá ið onkur nationalistur royndi at andøva ímóti donskum, søgdu teir altíd: ”Jamen vælsignadur, tað er ikki úr landsuðuri, at nakar málsligur vandi kemur i dag, nei hann kemur úr Hollywood og frá eingilsku kulturimperial- ismuni gjøgnum popp- ídnaðin.” Veitslurøðari Men tað er nógv annað, sum vert kundi verið at trivið í, eitt nú evni hansara sum veitslu- røðari. Við rundar føðingardag- ar, silvurbrúdleyp og onnur veitsluhøvi hava vit ótrúlig minni um hann sum meistarligan røðara. Hann var á sín stillføra hátt sjáldsama stuttligur — t.d.var hann virtuosur í tí, sum danir kalla ”under- drivelser”. Tað var beinleidis løtuskaldskapur, - viðhvørt vóru hugarensl- ini vælfyrireikað, viðhvørt hegnisliga improviserað. Men lágmæltur var hann, so vit, børnini plagdu altíð at kappast fyri at at vera so nær røðaranum sum møgu- ligt fyri, at ikki ov nógv røðutilfar skuldi fara fyri skeyti. Tey, sum sótu vid háborð, fingu sjálvandi mest við. Silvurbrúdleyps-røður hansara fyri vinfólki vóru legendariskar, men serliga minnast vit 50-ára dagin hjá pápa mínum, har Hans Jákup helt eina gudbenáð- aða rødu um óvitaaárini hjá teimum í Skálavík. Sjálvandi hoyrir hetta av- gjørt privatsfæruni til, og tí skal eg ikki citera; men tað var soleiðis, at leingi eftir var í familjuni javn- liga tikið til orðalagið í hesi røðu, - hvussu skemtilig og vælkom- ponerað, hon var. Og sum so ofta, táið slíkar samkomur vóru, varð farið uppá gólv og Grái táttur kvøðin. Og sjálvt um Heðin Brú ikki skipaði sjálvur, kundi hann altíð sufflera, og hann stuttleikaði sær óført, með- an hann brosandi livdi við i teimum grotesku full- veldisrembingunum hjá fundamentalistunum í tretivunum.. Hesi kvøld vóru skemtikvøld. Men tey vóru eisini menta- kvøld! Hesir menn vóru vertskapsmenn í sama anda sum sambands- skaldið, Rasmus Effersøe. Teir dugdu at vera saman í gaman og álvara, og sjálvt um teir vóru so rótfør- oyskir sum nakar, fall aldri eitt einasta ilt ella øvugt orð móti Danmark ella dønum. Politisk niðurstøða Er nøkur einføld konklu- sión? Ja, tað er heilt eyð- sæð, at lívið og tilveran hjá Hansi Jákupi var munandi øðrvísi og fjøllbroyttari enn tað, vit hoyra frá Kulturmonopolinum. Hans Jákup hevði við síðuna av sínum skaldskapi eitt ríkt samfelagslív. Hví skal hetta liggja á láni? Hví skal persónlýsingin halta? Hví er tað so umráðandi fyri opinións-skaparar í dag at geva eina falska mynd av skaldinum? Hví mugu ungfólk í dag ikki fáa at vita, at hann var í sterkari andstøðu til alt tað, sum chauvinistarnar vildu og framvegis vilja? Man tað ikki vera tí, at vandi er fyri, at fólk fara at spyrja HVÌ, og at tey kanska fara at varnast analogiina til viðurskiftini í dag? Man tað ikki eisini vera umráðandi at krógva og fortreingja søguna um tað gamla stættarsamfelag- ið, sum Jóannes Patursson helt so nógv av, romanti- seraði og beinleiðis hálov- aði? Tað tykist sum um søgumenn og fjølmiðlafólk beint út forða yngri fólki í at náa fram til hetta erkennilsi! Hví gjørdist Heðin Brú javnaðarmaður? Tí honum dámdi ikki stættarsam- felagið hjá Jóannesi bónda. Hann vildi sleppa av við tað samfelagið ; hann vildi hava eitt socialdemokrat- iskt og rættvísari sam- felag. Hvat søgdu loysingar- menn: Fyrst loysing, og síðani kundu vit helst seinni einaferð fara og hyggja at og kanska justera okkurt av tí sociala órættvísinum. KORTANEI søgdu Hans Jákup, Petur Mohr Dam og nógvir við teimum, tí teir vistu, at so bleiv tað ALDRI! Slíkt var fyri hesar menn hvørvisjónir, uttanumtos og møsn. Eingin fer til sjós, uttan útgerð. Ùtgerðin má vera tøk, áðrenn siglt verður! Her vóru Hans Jákup og hansara menn kompromis- leysir. Tað skuldu eingi eksperiment vera við vælferðini hjá fólki. Tað er kyniskt, og tað er ábyrgd- arleyst! Teir vistu, hvør kom at gjalda fyri ørskapin. Teir vistu, hvørji máttu rýma av landi. Teir vildu ikki góðkenna, at nakar hevdi rætt til at eksperimentera við einum samfelagi, har tað ikki var pláss fyri øllum. (Plads for dem alle, plads for alle, der vil - kvað danska javnaðarskaldið Oskar Hansen um hvør, ið átti at verða boðin til samfundets bord!) Teir vildu als ikki góðkenna, at ríkisfelags- skapurin við Danmark kúgaði okkum — tvørtur- ímóti, teir hildu, Danmark geva okkum ein skáa. Teir nevndu tad brotsgerð, um nakar landsmaður ikki slapp at vera føroyingur av fíggjarligum grundum. Málslig niðurstøða Men táið vit so hava erkent, at hann var ein rættvísissál, sum eins og P. M. Dam fyrst og fremst hevði umsorgan og empati fyri tí fátæku fjøldini, so skal tað avgjørt legggjast afturat, at hann kundi geva sínum hugsjónum lív á so góðum fyndarmáli, at vit øll eiga at vera honum takksom, og hann maktaði hartil eisini tað, sum fleiri aðrir høvdu roynt, men til fánýtis: At skriva óbund- nan skaldskap, so tað ikki var sum betong at fáast við. Hann skrivaði lesiligt, lættliga og elegant. Tað var ongantíð ein fyritøka at fara undir hansara prosa. Her eru vit við aðal- málið. Hans Jákup í Stov- uni hevði eina sjáldsama gávu, - hon eitur TALENT. Og tí gávuni hevur Várharra altíð rationerað nógv við, eisini í Føroyum. Henda gávan hevur í serligan mun skortað á føroyska par- nassinum, og ger tað kanska allarmest í dag. Summir vilja í dag taka málið frá fólki og patentera eitt ávíst konstruerað mál úr erva. Hesir menn eru totaliterir, og hava lítla fatan av, hvat mál er, og hvar tað verður skapt. Hans Jákup visti, at vanligi maðurin hevði aloftast betri málburð enn teir, ið pretentiøst nevna seg rithøvundar ella málmenn. Tað er í gerandislívi, at tað málsliga støðið verdur lagt, og tað var hendan mál- botnin, málmeistarin Heðin Brú bygdi á. Hevði hann livað í dag og sæð mál- fundamentalismuna, hevði hann agiterað fyri, at málið aftur varð demokratiserað, tikið frá fanatikarunum og latið fólkinum í hendi. Aðaltátturin er tann, at júst tí, at Heðin Brú og hinir vóru tjóðskaparliga sinnaðir, so vistu teir, betri enn tey flestu, at skuldi okkara lítla máli vera lívi lagað, máttu vit hava danskan skáa. Tað stóra paradoksið, sum summi ikki hava skilt enn, er, at tann mest frælsa og tjóðskaparliga støða er lívsfrælsið og kulturverjan innan fyri danska ríkisfelagsskapin. Framhald av síðu 15 Komandi summar fer Atlantsflog at flúgva tvær ferðir um vikuna til Oslo. Túrarnir verða somu dagar, sum flogið verður til Stavanger FERÐAVINNA Edvard Joensen Ilulissat: Atlantsflog fer at flúgva til Oslo komandi summar. Nýggja rutan verður í fyrsta umfarið flogin í tíðarskeið- num 18. juni til 19. august. Ferðirnar til Oslo verða lagdir í samband við túrar- nar, sum longu eru til Sta- vanger. Flogið verður til Noregs mikudag og leygar- dag. Mikudag verður flogið úr Føroyum til Stavanger. Haðani til Oslo, og so bein- leiðis aftur til Føroya. Sunnudag verðut túrurin tikin øvugtan veg. Farið verður úr Vágum til Oslo. Á heimleiðini, verður so millumlent í Stavanger, greiðir Kent Christensen, marknaðarleiðari hjá At- lantsflogi, frá. Við á ferðamessu Atlantsflog er umboðað á ferðamessuni Vestnorden Travel Mart, sum seinastu dagarnar hevur veirð hildin í Ilulissat í Grønlandi. Her hevur Atlantsflog lagt fram nýggju ferðaætlanina fyri komandi ár. Kent Christensen sigur, at ætlanin við at flúgva til Oslo er gjørd eftir somu grundgeving, sum tá farið varð at flúgva til London í summar. Roknað verður við, at Oslorutan meira er ein turistruta, enn Stavang- errutan er. Mett verður, at ferðfólk- ini úr Stavanger í størri mun eru fólk, sum koma at ferðast í vinnuligum ørind- um. So tann rutan verður verðandi, hóast ein ruta kemur afturat til Oslo. Um ferðaætlanina fyri komandi ár sigur Kent Christensen annars, at eis- ini á Bretlandsrutunum verður onkur smávegis broyting, sum fer at líkjast Noregsrutuni. Flogið verður til London Stansted sunnukvøld og hóskvøld. Og báðar ferð- irnar verður Aberdeen við í rutuni. Sunnukvøld verður flog- ið úr Vágum til London, har flogfarið stendur um náttina. Mánamorgun verð- ur millumlent í Aberdeen á veg aftur til Føroya. Hóskvøld er tað øvugt. Tá verður flogið til Aber- deen á veg til London, og so beinleiðis heim aftur úr Stansted fríggjamorgun, sigur Kent Christensen. Til Keypmannahavnar fer Atlantsflog at flúgva 16 ferðir um vikuna komandi ár, meðan ferðirnar til Billund verða tríggjar ferðir um vikuna. Eisini Reykjavík fer at standa á ferðaseðlinum hjá Atlantsflogi komandi ár, sigur Kent Christensen. Hagar verður flogið tvær ferðir um vikuna, sigur hann. Nøgdir luttakarar Føroysku luttakararnir á Vestnorden Travel Mart eru sum heild nøgdir við mess- una í ár. Teir siga, at tað eru komnir nógvir fyrispurn- ingar um, hvat føroyingar kunnu bjóða ferðafólki. Og onkur metir, at tað ivaleyst fer at spyrjast okkurt skila- gott burturúr. Fatanin er, siga føroysku luttakararnir, at fólk eru fyrireikað og meina tað seriøst, tá tey koma at tosa um ferðing í Føroyum. Eisini koma nýggj og spennandi hugskot. Eitt nú um at fáa føroyskar bussar at koyra uttanlands við fremmandum ferðafólki, sum leggja leiðina um Føroyar og so fáa buss við sær til dømis til Íslands og aftur til Føroya. Aðrir luttakarar siga frá fólki, sum er áhugað í at fáa serligar ferðir í Føroyum. Ferðir, sum kosta pengar, og sum tey eru sinnað at gjalda tað fyri, sum tað nú kostar. Tað er eitt sindur ymiskt, skilst á luttakarunum, hvør tað er, sum kemur at heilsa uppá. Nógv eru gamlir kenningar, sum ganga aftur. Men tað koma eisini heilt nýggir keyparar, sum ikki hava verið í Føroyum fyrr. Og tað er positivt, siga tey. Tað verða annars vanliga ikki gjørdar nakrar ítøki- ligar avtalur á slíkum mess- um. Tað er meira fyri at stovna sambandið við møguligan komandi kunda og sleppa at siga frá tí, sum fyritøkan og landið sum heild hevur at bjóða. Ferðamessan í Ilulissat í ár er annars skipað heldur øðrvísi, enn tær hava verið árini frammanundan. Tá hava tær verið sum rætti- ligar messur við básum og standum, har hvør hevur sýnt sítt fram. Í ár hava fyrireikararnir valt at gera messuna um til sonevndar »workshops«, har fók sita yvir av hvørjum øðrum við eitt borð og tosa saman. Tað hevur virkað væl, siga bæði vertir og gestir. Og serliga hava tey, sum ferðast hava langvegis, merkt, at tað verður bíligari í ferðakostnaði, tí einki er at flyta aftur í móti tí sum er, tá ein heilur básur skal setast upp. Atlantsflog byrjar nýggja rutu Atlantsflog fer komandi summar at stovna nýggja flogrutu millum Vágar og Oslo, sigur Kent C h r i s t e n s e n , marknaðarleiðari hjá Atlantsflogi Mynd: Edvard Joensen C M Y K 17 16