leygardagur 22. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 183 - 22. september 2001
15
sáplað niður (smb. ummæli
hjá Hansi Thomsen), sum
ikki so góð, sum tær, sum
eru um bóndasamfelagið.
Við øðrum orðum býar-
mentanini skal hann halda
seg frá. Hann skal helst
halda seg til roykstovur og
torvatrøll. Hvat billar hesin
tjóðveldisfilosoffur sær
inn? Vit hava onga sam-
felagskritiska satiru, ið er í
nær ella námindu av Leik-
um fagurt, - her er bæði bit
og vit, sjálvt um hon er
nógv tamd og vatnað út av
forkritikarum, sum vágaðu
sær at blanda seg uppí
hansara arbeiði.
Barbarar í kommunu-
skúlagarðinum
Heðin Brú var fordragi-
ligur og lagaligur maður,
men hann var ikki naivur,
so hann lat seg als ikki
forføra av loysingarmonn-
um. Hann visti væl, hvat
búði undir kulturellu
kúvendingini og tí knapp-
ligu vælvildini. Hin vegin
var hann eldur og ikki
nakar stríðsmadur longri,
so hann lat sær lynda
viðhvørt.
Men ta ferðina, táið
hálvørir tjóðveldisgarpar í
1959 brutalt skræddu vin-
mann hansara, javnaðar-
mannin Poul Petersen,
lærarafelagsformann niður
av røðarapalli í kommunu-
skúlagarðinum í Havn
bara tí, at hann vildi brúka
sín demokratiska rætt at
argumentera ímóti tjóð-
veldisørskapinum, gjørdist
Hans Jákup ordiliga
skelkaður. Eg minnist, at
hann ringdi til pápa mín,
og teir tosaðu leingi um,
hvussu óhugnaligt tað var,
at nú endurtók øll søgan
seg frá fullveldistíðini
beint eftir kríggið.
Hesir røsku tjóðveldis-
stuðlar máttu vera fýra um
at fáa bast tí prúða ítróttar-
manninum Pouli Petersen,
so hann fekst at tiga. Teir
untu ikki mótstøðumonn-
um talufrið. Teir toldu ikki
argument. Um somu tíð
sóust teir allarovastu í
tjóðveldisflokkinum luska
lúnskir um húsahornini
eitt sindur burturfrá, har
teir stóðu og eggjaðu til
mótmæli móti Nato og
yvirgang móti Petur Mohr
Dam, sum teir ræddust.
Orsøkin var tann, at
javnaðarhøvdingurin, sum
tordi at siga og segði, at
hann var Nato-maður um
ein háls, var komin heim
úr Danmark eftir samráð-
ingar um 190 millióna
ætlanina, sum skuldi gera
Føroyar til eitt vælferðar-
samfelag. T.d. skuldu tey
gomlu nú hava fólkapen-
sión og eina menniskja-
verduga tilveru. Hetta
toldu teir nationalu ikki!
— Teir vildu ikki eitt
modernað samfelag fyri
vanliga mannin. Fólkið
skuldi framvegis trívast vid
torvatrøllum og arbeiðs-
loysi.
Røðan mikla
Hesin tilburður tók Hans
Jákupi so fast, at hann stutt
eftir helt sína lívsrøðu í
javnaðarfelagnum í Havn.
Henda røða vardi næstan
trý korter og var beinleiðis
rættað til P. M. Dam,
løgmann og Villa
Sørensen, blaðstjóra.
Hann fagnaði hesum
monnum fyri teirra dagliga
strev, ágrýtni og áhaldni
fyri javnaðarrørsluni.
Hetta var ein persónlig
røða, sum var sjáldsama
kensluborin. Hans Jákup
var vanliga ikki sentimen-
talur, men hetta kvøldið
appelleraði hann inniliga
til fundarfólkið um at sýna
takksemi, virðing og trú-
festi fyri, at vit høvdu
menn sum P. M. Dam og
Villa Sørensen. Menninir,
sum stóðu fremst í and-
glettinum og kýttust við
alt tað dagliga gerandis-
strevið fyri rørsluna.
Hann helt fyri við Petur
Mohr: ” Hvørja ferð vit
vóru við at missa mótið, so
var tað tú, sum fekk okkum
aftur á føtur. Tú trúði uppá,
at vit altíd fyrr ella seinni
vildu sigra, tí vit høvdu tey
rættvísu og skilagódu
argumentini, meðan hinir
bara høvdu øsing og
følilsir — vit skuldu brúka
demokratiska rættin og
lata hinar um at brúka
nevarættin. Nevarætturin
vildi altíd lúta, sum
fráleið!” Javnaðarrørslan
var so lívsneyðug, at hon
mátti ikki køvast av
innantómum nationalum
møsni og rakstrarrópum.
Vælferðin hjá vanliga
manninum var ov
álvarsamt mál til at spæla
sær við.
Eitt aðaltema var, at at
vit aldri kundu líta á, at vit
vóru komin á mál. Vit
máttu ongantíð gloyma og
ansa eftir, at tey ungu ikki
gloymdu tað ræðuligu
mótstøðu, sum hevði verið
beint eftir kríggið. Hann
legði fólki eina við, at tað
yngra liðið mátti verða
javnliga upplýst um,
hvussu ræðuliga loysingar-
menninir høvdu borið seg
at, og hvussu lættliga vit
kunnu fáa ta tíðina aftur.
Hann ávaraði inniliga og
bað fólkið vera á
varðhaldi móti fanatismu!
Hann helt eisini, at tað
var týðuligt, at vit ikki
skuldu lata okkum forføra
av úlvum í seyðaklæðum.,
tí sjálvt um loysingarfólk
nú bóru seg hampuliga at
í gerandisdegnum, og
menn høvdu smoygt sær í
demokratiskan ham, so
skuldi altíð ikki so nógv
til, at hógvarnir sóust. Teir
komu undan viðhvørt,
meira enn so. Her hevði
hann óivað episoduna við
Pouli P. í huga, har hesin
bert brúkti sítt talufrælsi
sambært danska grundlóg.
Fólk vóru avbera hug-
tikin av røðuni, reistu seg
og fagnaðu bæði røðara og
umrøddu við lógvabresti í
eina góða løtu. Tað eru enn
nógv, sum minnast hesa
avgjørt størstu politisku
røðu Hans Jákups. P. M.
Dam segði aftaná, at seint
kom tann dagur, tá ið bara
ein einasti loysingarmaður
vildi verið førur fyri at
málborið seg bara hálvt so
væl á føroyskari tungu!
Vent í holuni
Sum ellisárini nærkast,
hoknar Heðin Brú av
týðing og arbeiði vid
tveimum arkaiskum
bókum um ta fjaru for-
tíðina, Lívið lær og Tað
stóra takið. Hesar bøkur
eru beint út flýggjan frá tí
nærliggjandi kontro-
versiellu fortíðini og sam-
tíðini við, men Heðin Brú
er so listin lærdur, at hann
fær ikki sørt av nútíðar-
kritikki inn í hesar bøkur
eisini. Ein typa sum
Hanusar-Óli úr Lívið lær er
sum tikin mitt úr full-
veldisliðinum. Lívsáskoð-
anin hjá Hanusar-Òla er
heilt fesk og kynisk full-
veldisáskoðan. Figururin
Durita er harafturímóti ein
hent og hugnalig stereo-
typa, sum man kundi møtt
hjá Charles Dickens.
Eftir at Hans Jákup er
deyður, kom gongd á
myturnar, og tað freka
fullveldisliðið fer at royna
at gera hann til teirra
mann. (Smb. grein hjá
rúgvuskaldinum Jens Paula
Heinesen í fjør heyst).
Ansa vit ikki væl eftir, so
fer hesin nationali kava-
bólturin á rull. Men eg
kann vissa menn um, at
var tað nakað Hans Jákup í
Stovuni ongantíð var, so
var tað loysingarmaður!
Tvørturímóti. Hann var
ideologiskur ríkisfelags-
skapsmaður. Tað hildu
hann og hansara menn vera
tað tryggasta støði fyri
okkara tjóðskapi So
paradoksalur kann veru-
leikin vera! Hesir menn
vistu, at tilveran er kom-
pleks og langt frá so
einføld og vulger sum í
fullveldisfilosofiini.
Ótaldar eru tær løtur,
táið Petur Mohr Dam,
Framhald á s. 16
Seinastu árini gjørdi Hans Jákup heim sítt til eitt eldrasambýli, har hann livdi saman við javnaldrum. Hans Jákup er nr. 2 frá vinstru
Mynd: Kalmar
15
14
Nr. 183 - 22. september 2001
eftir Virgar Tórarson
Dalsgaard
Kyrrindi og
knappligt viðrák
Seinast í 50unum er út-
varpið komið, og illa ber
til at koma uttan um Heðin
Brú, bæði sum skald og
yrkamann. Feðgar á ferð
verður varpað um alt
landið. Tað verða
kulturell og litterer kyrr-
indi. Politiskt koma
javnaðarmenn á odda og P.
M. Dam, vinmaður Hans
Jákups verður løgmaður.
Skaldið Heðin Brú er nú
ein institutión! Teir skullu
nú báðir gerast salonfähig
eisini hjá fyrrverandi
herviligum andstøðingum.
Hvussu kvalir borgara-
skapið ein fyrrverandi
fígginda? Jú, tað er einfalt:
- Í sukursleiskari vælvild,
smikrandi fagnaði og
skammrósan.. So frá nú av
— hetta er umleið fyrst í
60unum, verður hann so
fagnaður og umfevndur, at
hann fær næstan ikki
arbeitt. Hann skal fevnast í
hel, so allar tær farligu og
hvøssu bøkurnar ongantíð
koma. Hann verður settur
ritstjóri á Varðanum, og
menn fjøtra hann við
alskyns tíðarkrevjandi
umsetingararbeiði, men
egið skriviarbeiði má hann
forsøma og næstan lata
liggja. Hans Jákup var
góðlyntur maður og gjørdi
nógv fyri friðs skyld.
Heilsan var heldur ikki av
tí allarbesta um hetta
mundið.
Og so fær onkur lúnskur
íspegil borið tað so í
bandi, at skal hann endi-
liga skriva skaldsøgur, so
skal tað vera um eina heilt
farna tíð, fyri 100 ella
betri 200 árum síðani.
Harafturat er Bókagarður
eftir honum í heilum. Okk-
ara størsta skald verður so
díkt undir í arbeiði, at tað
tagnar. Hetta var misbrúk
av stórum gávum. Men
tað var umráðandi hjá
teimum nationalu at taka
tøkutenninar úr javnaðar-
manninum og samfelags-
kritikaranum.
Fjøtraður av Fjodori
T. d. verður Hans Jákup
yvirtalaður til at fara undir
risasetningin at týða
Dostojevskij úr íslendsk-
um. Hetta var littererur
umvegur burturav, og
ómenniskjansliga tíðar-
krevjandi arbeiði. Men vit
síggja fyri okkum, hvussu
nógvir ugga seg og gníggja
sær í hendurnar við at
binda Heðin til hetta
arbeiði, sum fleiri onnur
høvdu kunnað avrikað.
Men so skrivar hann einki
um chauvinistarnar og
teirra líkar so leingi! Ser-
liga tápuligt spill av
stilistiskum evnum var
hetta, tí ikki færri enn
tríggir málkønir russiskt-
lesandi føroyingar stutt
eftir eru um at vera lidnir
sum magistarar. Tað hevði
verið tað rætta: At latið
hesar umsett Fjodor úr
upprunamálinum og givið
Hedini stundir til at skapt
føroyskar dýrgripir!
Kortini eydnast tað
Heðini Brú við risataki at
fáa út Leikum fagurt í
1963. Hetta er bók, sum
er eitt kompromis millum
tað fyribils burturgoymdu
Morgunmenn og so tað
miðvísa trýstið frá filist-
arunum um ikki at røra við
samtíðina.. Bókin, veit eg,
var ætlað nógv hvassari.
Hesum hevur hann ofta
greitt pápa mínum frá.
Men tað vóru nógvir
talentleysir kokkar, sum
hildu seg vera førar fyri at
røra í pottinum hjá Hansi
Jákupi og alsamt fíltust á.
Hann mátti ikki vera for
bondskur, hann mátti ikki
vera so ironiskur og
skeptiskur, og framum alt
mátti hann vera hampu-
ligur við teir nationalu
Hesum hevur hann eisini
sagt nógvum frá.. Eru hesir
kokkar nevndir, so eru teir
vælkendir. Hans Jákup
gramdi seg viðhvørt fyri
vinmonnum um, at hann
føldi seg lofnaðan og
skerdan. Hann slapp ikki á
flog. Dilletantar royndu at
gelda hansara bøkur.
Men tað er áhugavert at
síggja, at sjálvt um Leikum
fagurt bæði er ógvuliga
stuttlig og beinrakin
satira, so verður hon
Hans Jákup í Stovuni 100 ár
(17/8 1901 - 17/8 2001)
3. og seinasti
partur
C
M
Y
K
14