Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 22. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 183 - 22. september 2001 Nr. 183 - 22. september 2001 13 PENSJÓNSMÁL Áki Bertholdsen Hetta sigur Bent Rold Andersen eru fyrimunir og vansar við við ymsum pensjónsskipanunum, eitt nú fólkapensjónini og ar- beiðsmarknaðarpensjónini, har hvør sparir saman til sína egnu pensjóm. Arbeiðsmarknaðarpensj- ónirnar eru eitt brot á tað samhaldsfesti ímillum ætt- arliðini, sum fólkapensjón- in er eitt tekin um. Tey, sum nú eru pensjonistar koma aldrin at fáa lut í arbeiðs- marknaðarpensjónunum, tí at sparingsskeiðið er alt ov langt. Arbeiðsmarknaðarpensj- ónirnar eru ein boðskapur frá mið- og unga ættarliðn- um til teirra foreldur um, at »fólkapensjónin er nóg góð til tykkara, men tá ið vit verða gomul, ætla vit ikki at liva á tí stigi, sum fólka- pensjónin er«. Fólkapensjónin minkar um sosiala ójavnan, sum marknaðarkreftirnar skapa millum tey vinnuføru. Tá ið arbeiðslívið er lagt afturum, er ikki longur neyðugt, at marknaðar- kreftirnar framvegis skulu ráða. Tá eigur at vera rúm fyri javnaði gjøgnum eina fólkapensjón, sum er á ein- um sømiligum støði. Held- ur onkur, at tað er ikki nóg mikið, ja so stendur einum frítt at spara. Men tað er eingin meining í, at hinir skattaborgarnir skulu gjalda fyri tað gjøgnum skattligan stuðul ella frá- dráttir. Mótvegis fólkapensjón- ini varðveita arbeiðsmarkn- aðarpensjónirnar teir sosi- alu ójavnarnar inn í aldur- dómin. Tey, sum hava havt góðar inntøkur gjøgnum lívið, fáa eisini meira, tá tey verða gomul. Og tað fer fram við almennum stuðuli sum skattafyrimunir. Skyldbundnu gjøldini til arbeiðsmarknaðarpensjónir nar eru búskaparliga tað sama sum skattur á lønina. Tí verða eisini øll skyld- bundin sosial gjøld roknað upp í skattatrýstið í øllum altjóða búskaparligum samanberingum. Frádrátt- irnir fyri tey tvungnu gjøld- ini føra við sær eina mink- ing í teim skattskyldugu inntøkunum. Sostatt verður skorið av teirri skattainn- tøkuni, sum skal brúkast til tær almennu útreiðslurnar, m.a. til fólkapensjón, eldra- umsorgan, heilsuverk, skúla og útbúgving, sam- ferðslu o.s.fr. Hetta er ein høvuðsorsøk til fíggingar- trupulleikarnar hjá tí al- menni sektorinum í Dan- mark og líknandi londum. Tey sum verja skyld- bundnar pensjónssaman- sparingar sum arbeiðs- marknaðarpensjónirnar, rættvísgera seg við, at ein stór og støðug privat sam- ansparing hevur gagnliga búskaparliga ávirkan og serliga fremur størri bú- skaparligan vøkstur. So einfalt er tað avgjørt ikki. Ein stór privat samanspar- ing kann verða gagnlig, tá ið búskapurin er í stórum vøkstri, tí samansparingin kann tálma inflatiónini og fremja íløgurnar. Men tá ið stígur kemur í búskapin, kann ein stór privat saman- sparing ikki fremja íløgurn- ar. Tvørturímóti kann hon verða við til økja tað skeivu gongdina í búskapinum við at minka um eftirspurning- in og harvið um vinnuliga virksemið. Fyrimunir og vansar við ymsum pensjónsskipanum Hvussu skulu vit útbyggja pensjónsskipanina? Hetta er ein av teim brennandi spurningunum, sum stend- ur fremst í orðaskiftinum í Føroyum ídag. Leiðirnar tykjast í høvuðsheitum at verða tvær: ein, sum byggir á fólkapensjónina og sam- haldsfasta, og ein sum byggir á skyldbundnar pensjónssamanparingar. Ongin ivi er tí um, at hetta tjakið fer at koma fram um flest onnur mál, tí tað fevnir um viðurskifti av ovurstórum samfelagslig- um týdningi, og uttan mun til hvør avgerðin verður, fer tað at hava avleiðingar nógv ár fram í tíðina fyri hvønn einasta føroying. Um Bent Rold Andersen kann upplýsast, at hann • er úttbúgvin búskapar- frøðingur frá Keypmanna- havnar Universiteti í 1956. • hevur starvast við sam- felagsvísindaliga gransking á Keypmannahavnar og Roskilde Universitetum, á Sosialgranskingarstovnin- um í Keypmannahavn, og á granskingarstovninum hjá donsku amtunum og kommunum. • hevur skrivað vísindalig- ar og populervísindaligar bøkur um búskaparlig og sosialpolitisk evni Tann síðsta er »Ældrepolitik på Afveje« 1999. Onnur størv, hann røkir og hevur røkt: • Professari í arbeiðs- marknaðarpolitikki og í sosialpolitikki. • Limur í formansskapin- um fyri danska Búskapar- ráðnum 1973-78. • Formaður fyri Búskapar- ráðnum – á mannamunni nevndur »yvirvísmaður« – 1976-78 • Formaður fyri Eldra- kommissiónini 1979-82 • Ráharri í almannamálum í 1982 • Formaður fyri Eldraíbúð- arráðnum í Danmark 1994- 2000 • Formaður fyri Eldraráðn- um í Næstved kommunu 1997 - Samstundis ljóðar, at yvir- gangsmaðurin als ikki er í Afghanistan longur. Avgerðin hjá teimum skriftlærdu og prestunum í Afghanistan at mæla Osama bin Laden til at fara av landinum sjálvboðin hevur eftir øllum at døma ikki tann stóra týdningin. Tá saman um kemur, er tað einans landsins andaligi leiðari, Mullah Mohammad Omar, sum hevur avgerðar- rættin í hesum sum í øðrum málum. Sambært einum tals- manni hjá afghanska Tali- ban-stýrinum skal bin Laden hava sagt seg vera til reiðar at fara fyri rættin í sambandi við atsóknirnar í New York og Washington. Tann kendi yvirgangsmað- urin heldur fast um, at hann er ósekur í hesum føri, og í gjár endurgav stjórnartals- maðurin bin Laden fyri at hava sagt: – Eg havi einki við hetta mál at gera. Eg eri í Afghanistan sum gestur. Hevur USA eitt prógv, eri eg, Osama bin Laden, til reiðar. Amerikanarar vóru skjót- ir at svara. Teirra krav er tað sama: bin Laden skal útflýggjast. Í Indonesia Ein heilt annar spurningur er nú, um bin Laden yvir- høvur er í Afghanistan. Óváttað, men kortini rætti- liga álítandi tíðindi vilja vera við, at hann er í Indo- nesia, og at hann fjalir seg millum tey nógvu túsund- tals flóttafólkini, sum eru komin hagar úr Afghanist- an. Tað hevur eisini ljóðað, at bin Laden hevði nakrar viðhaldsmenn við sær, og at teir skulu hava ætlanir um eina atsókn at amerik- ansku sendistovuni í Jak- arta, indonesiska høvuðs- staðnum. Indonesia er størsta muslimska landið í heimin- um, og indonesar jálvir siga tað ikki vera óhugsandi, at bin Laden hevur stuðlar í landinum. Indonesiski forsetin, Megawathi Sukarnopoutri, hitti hósdagin George W. Bush, forseta í Washington. Í Indonesia royndi løgregl- an um somu tíð at fáa greiði á, um yvirgangsmað- urin nú var komin hagar. bin Laden krevur prógv Á nýggjárinum letur heilsølan hjá Poul Hansen aftur á Tvør- oyri. Tey 10 fólkini, sum arbeiða har, eru søgd upp AVTOFTING Áki Bertholdsen Mikudagin fingu tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen á Tvøroyri, eini ring boð frá leiðsluni í Havn: Boðini vóru, at á nýggjárinum gevst Poul Hansen við heilsølu í Suð- uroy. Tey 10 fólkini, sum arbeiða hjá Poul Hansen í Suðuroy, eru samstundis søgd upp. Tey hava fingið at vita, at tað er tann harða kapping- in, sum ger, at Poul Hansen nú gevst á Tvøroyri. Fleiri handlar eru lætnir aftur í Suðuroy seinastu árini og samstundis eru tað fleiri og fleiri handlar, sum keypa varu sjálvir. Ístaðin fyri at hava heil- sølu í Suðuroy, fer Poul Hansen ístaðin at koyra til Suðuroyar tvær ferðir um vikuna við heilsølubili. Men tað er onki at ivast í, at hetta verður eitt stórt afturstig fyri handilslívið í Suðuroy, ikki minst teir smærru handlarnar, tí tey, sum arbeiða hjá Poul Han- sen siga at, at har ganga fólk allan dagin eftir varu, sum tey mangla beint nú og at tey hava meiri enn nokk at gera. – Hóast, vit hava nok kat gera, er tað kortini ikki nokk, sigur arbeiðsformað- urin, Arni Petersen, speisk- liga Sjálvur hevur hann ar- beitt hjá Poul Hansen í 35 ár og flestu av starvsfólk- unum hava arbeitt leingi, so hann dylir ikki fyri, at tað verður undarligt at fara at gera okkurt annað. Stutt um Bent Rold Andersen Poul Hansen gevst í Suðuroy Poul Hansen læt heilsølu upp í Suðuroy í 1964 og hevur verið ein býarmynd á Tvøroyri síðani. Men nú hvørvur hendan býarmyndin tí á nýggjarinum letur heilsølan aftur Bent Rold Andersen er ein hin fremsti serfrøåingurin yvirhøvur í pensjónsviðurskiftum. Hann sigur, at frægasta loysnin er at hækka fólkapensónina. At gera arbeiðsmarknaðar pensjóns- grunnar er ein ein vánalig loysn, bæði sosialpoltiiskt og samfel- agsbúskaparliga – Í Føroyum eru vit komin so stutt áleiðis at viðgera pensjóns- málið, at enn ber til at sleppa undan at gera somu mistøk sum onnur hava gjørt, sigur Bent Rold Andersen, serfrøðing- ur í eftirlønarmálum EFTIRLØNARMÁL Áki Bertholdsen Hvussu skulu pensjónsvið- urskiftini í Føroyum verða í framtíðini? Skulu vit hava arbeiðsmarknaðarpensjón, ella skal fólkapensjónin hækkast? Hetta hevur verið ein brennandi spurningur í Før- oyum seinastu árini. Í komandi viku ber til at fáa at vita, hvat ein hin all- arfremsti serfrøðingurin á økinum yvirhøvur heldur um hendan spurningin. Tá kemur danski búskap- arfrøðingurin, Bent Rold Andersen, til Føroya at halda fyrilestrar um pensj- ónsmál. Tað er Føroya Arbeiðara- felag, sum hevur tikið stig til at fáa danska serfrøðing- in hendavegin í døgunum 26. til 29. september. Hósmorgunin fer Bent Rold Andersen at halda tíð- indafund og hóskvøldið fer hann at halda almennan fyrilestur um pensjónsmál á Hotel Føroyum hóskvøld- ið 27. september. Í hesum sambandi hevur Føroya Arbeiðarafelag boð- að fakfeløgum, politisku flokkunum, arbeiðsgevar- um og øðrum frá, men ølll áhugað eru vælkomin. Fríggjadagin fer hann at halda fyrilestur fyri nevnd- arlimunum í lokalfeløgun- um hjá Føroya Arbeiðara- felag. Á hesum fyrilestrunum fer hann at tala um, hvørjir møguleikar eru at bøta um okkara pensjónsviðurskifti, um tað skal vera við ar- beiðsmarknaðarpensjón- um, har hvør sparir til sína egnu pensón, ella um tað tað er betri at hækka fólka- pensjónina Sjálvur ivast hann ikki í, at bæði sosialpolitiskt og samfelagsbúskaparliga er tað frægasta loysnin at hækka fólkapensjónirnar. Kunnu sleppa undan mistøkum í Føroyum Mitt í áttatiárunum høvdu tey sama orðaskifti um pen- sjónirnar í Danmark, sum vit nú hava í Føroyum Eins og her, stóð spurn- ingurin í Danmark um, ant- in tey skuldu útbyggja fólkapensjónina ella fara ein annan veg og skipa ar- beiðsmarknaðarligar pen- sjónssamansparingar. Hesar arbeiðsmarknaðar- pensjónir kundu so vera sáttmála- ella lógarbundn- ar. Í Danmark gjørdist end- in, at tey fóru eftir arbeiðs- marknaðarpensjónini, sum eru sáttmálabundnar, per- sónligar eftirlønarsaman- sparingar. Í orðaskiftinum har var Bent Rold Andersen ein av heitastu talsmonnum fyri, at besta leiðin var at út- byggja fólkapensjónsskip- anina. Hesa støðuna hevur hann vart síðani tá sum fyrilestrarhaldari og rithøv- undur – seinast í bók síni, »Ældrepolitik på afveje«. Í hesi bókini setir hann fólkapensjóna upp ímóti ar- beiðsmarknaðar pensjóns- sparingunum. Út frá gjøll- igum og sannførandi sosial- politiskum og samfelagsbú- skaparligum sjónarmiðum finst hann harðliga at ar- beiðsmarknaðarpensjónun- um. Hann sigur, at skyld- bundnar pensjónsuppspar- ingar slíta samhaldsfesti og økja gjónna og stættarmun- in í millum ættarliðini. Tær elva eisini til, at tað fer at verða trupult fíggja al- mennar uppgávunum um skattin. Harumframt er tað tað er ógviliga ivingar- samt, um tær hava ta gagn- ligu ávirkanina á samfel- agsbúskapin, sum sagt verður. Bent Rold Andersen heldur, at eru vit komin so stutt við pensjónsuppspar- ingarskipanum í Føroyum, at enn ber til at sleppa undan at gera sama mistak her, sum gjørt var í Dan- mark. – Hjá okkum ber enn til at velja ta sosialpolitiskt skilagóðu loysnina, sum fólkapensjónsskipanin er. Annars heldur hann, at at Samhaldsfasti eftirlønar- grunnurin í Føroyum er ein góð skipan, sum gongur væl saman við fólka- pensjónini. Afturímóti hesum báðum eru tær skyldbundnu pensj- ónsgrunnarnir ein vánalig- ur møguleiki, sigur Bent Rold Andersen. Serfrøðingur ivast ikki: Besta loysnin er ein góð fólkapensjón – Sama, hvørjar pensjóns- skipanir, vit velja í Føroyum, fer tað at fáa avleiðingar fyri hvønn einasta føroying. Ein hin fremsti serfrøðingurin yvirhøvur í pensjónsviður- skiftum er heitur talsmaður fyri at at hækka fólkapensj- ónina, heldur enn at stovna arbeiðsmarknaðargrunnar, har hvør sparir saman til sína egnu eftirløn C M Y K 13 12