leygardagur 22. september 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 183 - 22. september 2001
Nr. 183 - 22. september 2001
11
- Fróðskaparsetrið
kundi í samarbeiði við
teir føroysku politikk-
arnar verið við til at
gjørt Føroyar til eitt
sjálvstøðugt land,
heldur Guðmund
Haraldson, vararektari
á Háskóla Íslands.
Guðmund og aðrir
rektarar úr ávíkavist
Grønlandi, Danmark og
Noregi luttaka í hesum
døgum á eini verkstovu
fyri rektarar í útnorði,
sum Fróðskaparsetur
Føroya í skipar fyri
RÁÐSTEVNA
Ingrid Bjarnastein
Í gjár og í dag er ein so-
kallað verkstova í nýggju
hølunum á sjómansskúl-
anum í Havn. Orðið verk-
stova kemur av enska orð-
inum “workshop”, og er
talan er um eitt slag av
arbeiðsfundi har samskift-
að verður um felagsmál og
áhuga hjá hesum ymsu
universitetunum. Eisini eru
áhoyrarar frá ymsum skúl-
um og stovnum við.
- Ætlanin við verkstovuni
er at tosa um felagsmál og
áhuga og harvið upplýsa
hvønn annan við teimum
broytingunum, sum fara
fram í samfelagnum ,og
hvussu universitetini eru
noydd at laga seg hareftir,
sigur Malan Marnersdóttir,
rektari á Føroya Fróð-
skaparsetri.
- Vit eru jú í eini broyt-
ingar tíð, og verða hesar
broytingar tiknar upp á
verkstovuni. At samfelagið
er við at broytast il eitt KT-
samfelag
gevur
eisini
universitetunum
nýggjar
avbjóðingar av tí, at tað eru
jú tey, ið útbúgva fólkini til
samfelagið, sum tað er í
dag, greiðir Malan Marn-
ersdóttir frá. — At granska
og undirvísa er jú de-
finitiónin av einum uni-
versiteti, og eru vit noydd
til at útbúgva fólk júst til
hetta.
Fróðskaparsetrið gransk-
ar fyri tað mesta mál, søgu
og náttúruvísindi, men nú
KT-samfelagið er við at
vinna fram noyðist eisini
Fróðskaparsetrið at leggja
størri dent á tann tøkni-
frøðiliga partin. Hetta fyri
at skapa arbeiðsorku til
virkini og yvirhøvur fyri at
vera før fyri at skapa nakað
nýtt. - Tað er jú av alstórum
týdningi
at
føroyingar
sjálvir eisini eru førir fyri
at útbúgva fólk t.d til
gransking til nýggjar út-
flutningsvørur, heldur Mal-
an Marnersdóttir
- Bert orðaskifti í sær
sjálvum er gott, og skal
hetta verða við til at út-
byggja og útinna teir tankar
og tey hugskot, ið vit hava,
fyri at útbúgva menniskj-
una til tað, sum vit vilja
hava, greiðir Malan Marn-
ersdóttir víðari frá.
Hetta við norðurlendsk-
um stevnum sum hesari er
als ikki nakað nýtt í sær
sjálvum. Fróðskaparsetrið
luttekur ofta við á fundum
og ráðstevnum, ið eru í
norðurlondum. Men tær
snúgva seg ikki bert um
júst hetta evnið. —Til
dømis eru vit við á fundum
um fígging og stýring av
universitetum, men at hetta
orðaskiftið er í Føroyum er
avbera gott, tí so fáa vit tað
inn
til
okkum
sjálvi,
fortelur Malan Marners-
dóttir at enda
Háskóli Íslands 90 ár
á baki
Umboðið fyri universitetið
í Reykjavík er Guðmund
Haraldson, vararektari.
- Universitetið í Reykja-
vík varð stovnað í 1911. Tá
vit byrjaðu vóru bert 45
studentar, og teir vóru allir
menn. Í dag ganga 7000
studentar á universitetinum,
harav 61% eru konufólk,
sigur Guðmund Haraldson.
Háskóli Íslands hevur 11
ymiskar
megindeildir.
Tann størsta av teimum er
hugvísindadeildin. Tá uni-
versitetið byrjaði í 1911
vóru bert 4 deildir. Á
universitetinum arbeiða í
dag umleið 3000 fólk, og er
hetta størsta arbeiðsplássið
í øllum Íslandi.
- Universitetið í Reykja-
vík var ein av hornastein-
unum til at gera Ísland til
eitt
sjálvstøðugt
land,
greiðir Guðmund Harald-
son frá. - Fróðskaparsetrið
kundi í samstarvi við teir
føroysku
politikkarnar
verið við til at eisini gera
Føroyar til eitt sjálvstøðugt
land.
Giftur í Føroyum
Sjálvur hevur Guðmund
Haraldson føroyska konu
úr Suðuroy. Hann hevur
sjálvur arbeitt tvey ár á
bedingini í Vági, tá hann
gekk í student.
- Eg eri í Føroyum hvørja
ferð høvi býðst. Hetta er
eitt gott stað at taka sær av
løttum og sleppa undan tí
vanliga
universitetslívi-
num. Tað er ógvuliga gott
at ganga túrar í fjøllunum
og fiska, og harafturat er
luftin so góð, sigur Guð-
mund Haraldson.
Seks universitetsrektarar
halda fund í Føroyum
Gudmund Haraldsson, íslendskur vararektari við føroyskari konu
Malan Marnersdóttir, føroyskur rektari
-Vit manglaðu høli, tí
bygdu vit hendan
bygningin í Runavík,
sigur Jónsvein Knud-
sen á Glyvrum, sum
er stjóri á reiðarínum
Sp/f Snaraløki
HÚSABYGGING
Ingrid Bjarnastein
Síðani november mánaða í
fjør hevur verið rættiligt
rok í miðbýnum í Runavík.
Tað var nevniliga tá, at Sp/f
Snaraløkur , ið áðrenn helt
til niðri á bryggjuni í bygn-
inginum hjá Skipafelag-
num, fór í holt við bygg-
ingarnar til eini nýggj hús.
Hetta nýggja húsið er ætlað
at hýsa skrivstovum hjá
reiðarínum. Húsið stendur
mitt í millum húsini hjá
arbeiðarafelagnum Hædd-
ini og bygningin har Mikla-
garður og Elding halda til.
Nú er húsið so klárt at taka
í nýtslu, og í gjár var
almenn móttøka í nýggju,
snotiligu húsunum.
1125 m2
Húsið telist so avgjørt ikki
millum tey smærru. Eini
vanlig sethús eru umleið
130 m2, meðan bygningurin
hjá Snaraløki er heilar 1125
m2, og kann hetta sigast at
vera ógvuliga stórt til eina
einkulta fyritøku.
- Vit brúka ikki alt pláss-
ið sjálvir, sigur Jónsvein
Knudsen. — Hetta varð
eisini
nógv
størri
enn
ætlanin var, men vit leiga
hølir út til Føroya Tele og
grannskoðarafelagið Ras-
mussen & Weihe. Eisini
hevur Runavíkar kommuna
eina goymslu í kjallaranum.
Tað kann vera, at onkur
fyritøka afturat kemur at
flyta inn í húsini seinni.
Hetta er fyrsta deildin
Føroya Tele letur upp í
Runavík, og er tað ein av
teimum sokallaðu Telebúð-
unum. Telebúðin í Eystur-
oynni var áðrenn í Søldafirði
á telefonstøðini har. Hendan
Telebúðin
er
nýmótans
innrættað, og skulu hinar
Telebúðirnar kring landið
innrættast eins og hendan.
Helvtin av kjallaranum
verður brúktur til skipini hjá
reiðarínum. Snaraløkur eigur
partrolararnar Topas, Sardis,
Jaspis, Ametyst og Smaragd.
Umframt
hesar
fimm
trolararnar rekur Snaraløkur
fýra skip fyri Bjarta Mohr.
Ikki eitt ár at byggja
- Farið var undir at byggja
seint í november mánaða í
fjør, greiðir Jónsvein Knud-
sen frá. — Tað er TN Bygg-
ing av Glyvrum, ið hevur
staðið fyri tí mesta av
byggingini. Tilfarið hava
vit fingið ymsastaðni frá.
Td eru elementini úr Gjógv,
meðan allur innimaturin
kemur úr Danmark.
Kostnaðin
at
byggja
húsini vil Jónsvein Knud-
sen ikki rættiliga úttala seg
um. Men hann vil siga so
mikið sum tað, at teir eru
væl nøgdir við kostnaðin.
Sp/f Snaraløkur
í nýggj hús í Runavík
Jónsvein Knudsen
C
M
Y
K
11
10