mánadagur 2. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
Eyðfinn Drewsen og
James Olsen vistu
so gott sum alt, tá
finalan á Quiztinum,
sum Gunnar Nolsøe
og Hilmar Jan Hansen
hava skipað fyri, var í
Atlantis leygarkvøldið
Spurnarkapping
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
– Eitt lítið sindur yngri enn
vit. Gittarleikari, sangskriv
ari, sangari og føddur í
Havn. Er tað ikki Jens
Marni, soleiðis megnaðu
morgunfrísku vertirnir á
morgunroðanum at gita ein
tónleikara uttan nakra upp
lýsing yvirhøvur. At James
Olsen hevur spælt tónleik
saman við Jens Marna, og
Eyðfinn Drewsen er granni
hjá honum hevur onki at
siga, tí hesin spurningurin
segði veruliga nakað um
vitanina hjá dreingjunum í
rásarúminum, sum eisini
megnaðu at gita, at tað var
Jón Tyril, ið tosaði um
seyðasparlar, ið vóru ball
aðir inn í tara.
Als ikki tað, Hans Trygvi
Teirin, sakførari, og Selma
Ellingsgaard, forkvinna í
starvsmannafelagnum, vistu
eisini væl. Hóast Selma
Ellingsgaard megnaði at fáa
ljósu røddina hjá Filipi
Mortensen at vera Guðrið
Hansdóttir. Hetta hevur hon
biðið orsaka fyri.
Skipaspurningurin
Jonhard Hammer, stjóri á
Rás2, segði í einum innslagi,
at einasti skipaspurningurin,
sum James og Eyðfinn
kanska fóru at vita, var um
svarið var Norrøna. Norrøna
var ikki rætta svarið í skipa
spurninginum, men heldur
ikki Selma og Hans Trygvi
megnaðu at gita, at farma
skipið Líðartindur kom til
Føroyar í 1984.
Men spurningurin Selma
Ellingsgaard hevði mest ilt
av, var ein árstalsspurningur.
Hon hevur sjálv gingið á
felagsskúlanum á Oyrar
bakka, men tá endaliga
svarið kom, vóru forkvinnan
við advokati eitt heilt ár við
síðurnar av. Tað vóru morg
unvertirnir eisini.
Kappingin
Quizturin hevur verið á
skránni í allan vetur. Gunnar
Nolsøe hevur trúliga staðið
fyri, meðan Hilmar Jan Han
sen hevur verið dómari.
Nógvir tættir dystir hava
verið, og ikki minst final
istarnir hava vunnið dystir
við eykaspurningum.
Sjálv finalan var í Atlantis
í
Klaksvík,
og
áðrenn
finalan byrjaði vóru øll
sitiplássini bíløgd. Men tað
vóru ikki øll, sum møttu, so
tey, ið møttu í seinastu løtu
sluppu eisini inn í Atlantis,
sum var nærum fullsett, tá
kappingin byrjaði.
Kappingin var skipað so
leiðis, at annað liðið var
inni í salinum saman við
dómarunum, meðan hitt
liðið var niðri í kjallaranum
í húsinum og víst á stór
skermi, haðani tað eisini
tosaði inn í salin.
Tallismann
Áðrenn kappingin byrjaði
hevði James Olsen ikki so
góðar vónir til kappingina,
men Eyðfinn Drewsen var
við gott mót, tá teir høvdu
fingið tvær bamsur – lulle
bul 1 og 2 – frá Jan Müller,
stjóra í Miðlahúsinum.
Fyri at taka saman um,
kann mann siga, at frísku
dreingirnir av Rás2 gjørdu
bart í Kringvarpinum.
Bumbaðu sjúkrahús
Fleiri granatir raktu í nátt eitt sjúkrahús í Sri Lanka.
Almennar keldur siga, at álopið á sjúkrahúsið kostaði
minst seks mannalív, og at 15 fólk vórðu særd.
Sjúkrahúsið, sum eitur Puthukkudiyiruppu, er í
landnyrðingspartinum av Sri Lanka, har harðir
bardagar hava verið millum stjórnarherin og Tamilsku
Tikararnar. Ein talsmaður hjá stjórnarherinum sigur
við BBC, at tað var stjórnarherurin, sum bumbaði
sjúkrahúsið. Tamilsku Tikararnir vilja heldur ikki
átaka sær ábyrgdina av álopinum. ST sigur, at 500
sjúklingar vóru á sjúkrahúsinum, tá tað bleiv álopið.
Morgunvertir vunnu á fakfelags
forkvinnu við sakførara
Jupiter siglir til Skagen
Jupiter fór gjáranáttina, at sigla til Skagen, teir hava 750
tons av sild. Væntandi verða teir í Skagen tíðliga í
morginári. Á seinasta túrinum landaðu teir 587 tons av
makreli í Fosnavåg í Norra, teir fóru úr Fosnavåg 25.
januar.
Quizturin
í tølum
32 luttakarar
343 spurningar
22 musikalskar avbjóðingar
516 stig latin
17,2 stig í miðal til hvørt liðið
Kelda: Hilmar Jan Hansen
Aftast frá vinstru: Selma
Ellingsgaard, finalistur,
Hilmar Jan Hansen, dómari,
Gunnar Nolsøe, vertur, og
Hans Trygvi Terin, finalistur
Fremst frá vinstru: James
Olsen og Eyðfinn Drewsen,
vinnarar
Mynd: Jan Müller
Í fyrru helvt av kappingini vóru James Olsen og Eyðfinn
Drewsen, morgunvertir á Rás2, á pallinum í Atlantis. Meðan
Selma Ellingsgaard, forkvinna í starvsmannafelagnum, og
Hans Trygvi Teirin, advokatur, vóru í kjallaranum. Tá alt var
liðugt, endaðu morgunvertirnir eisini omaná
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir