mánadagur 2. februar 2009síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
tíðindi
Kavaveður í Bretlandi
Í Bretlandi hava veðurmenninir boðað frá bæði kulda og
kava. Teir rokna við, at hendan vikan verður tann kaldasta
har í 10 ár, og harafturat vænta teir, at bretar fáa so
nógvan kava, sum teir ikki hava havt síðani februar í
1991. Kavin nhevur longu órógvað gerandisdagin. Tann
stóra Gatwick-floghavnin við London mátti lata aftur í
gjár, tí tað vóru ikki floglíkindi, og í morgun stóðu allir
bussarnir í London stillir, tí líkindini vóru so vánalig.
Sambært BBC fara kuldin og kavin at kosta bretska
samfelagnum 600 milliónir pund um dagin.
Vesturleiki landaði
í Skotlandi í gjár
Sørvágstrolarin Vesturleiki hevur landað í Scrabster
í gjár. Vesturleiki hevði 85 tons, meginparturin var
upsi. Vesturleiki byrjaði túr 22. januar, teir hava
roynt á Munkagrunninum. Tá Vesturleiki loysir aftur
úr Scrabster, fara teir beinleiðis aftur til fiskiskap.
Kommunusaman
legging
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú er spurningurin um at
leggja alla Suðuroynna sam-
an í eina kommunu, aftur
settur á dagsskrá í Suðuroy.
Spurningurin varð tikin
upp í heyst, men tá var tað
ikki mett at vera rætt, at frá-
farandi
kommunustýrini
tóku nøkur stig í hesum
máli.
Tískil varð avrátt at málið
skuldi takast upp aftur so
skjótt sum kommunuvalið
hevði verið og nývaldu bý-
og bygdaráðini høvdu tikið
við á nýggjárinum.
Og hóskvøldið hittust so
umboð fyri allar kommun-
urnar í oynni aftur á fundi
at tosa um kommunusaman-
legging.
Tað var Granskingardepil-
in fyri samfelagsmenning,
sum tók stig til hesa tilgongd-
ina um at leggja kommunur-
nar saman og tað var eisini
hann, sum kallaði saman til
fundin hóskvøldið.
Allar kommunur
skulu svara
Fundurin var fyri allar
kommunustýrislimir í Suð-
uroynni og tað vóru eisini
allar umboðaðar og summar
av teimum vóru eisini rætti-
liga væl mannaðar.
Á fundinum varð tosað
um at seta ein arbeiðsbólk
við umboðum fyri allar
kommunurnar at arbeiða
víðari við málinum og at
útkast til ein sáttmála um
kommunusamanlegging.
Bólkurin skal eisini við-
gera fyrimunir og vansar
við eini kommunusaman-
legging.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri á Tvøroyri, sigur, at
eitt sum var til umrøðu á
fundinum var, at tað er so
ymiskt, hvussu kommunur-
nar eru fyri fíggjarliga.
Tað er ein spurningur,
sum má loysast í sambandi
við eina kommunusaman-
legging og sum arbeiðsbólk-
urin skal taka upp.
Bólkurin skal eisini tosa
um skattaprosentið, sum er
ógvuliga ymiskt frá komm-
unu til kommunu.
Somuleiðis skal bólkurin
viðgera kommunuskuldina,
sum eisini er sera ymisk frá
kommunu til kommunu.
Borgarstjórin á Tvøroyri
sigur, at tað vera neyvan bý-
og bygdaráðslimir, sum fara
at manna arbeiðsbólkin.
Á fundinum varð haraftur
ímóti tosað um at manna
bólkin við kommunuskriv-
arunum, sum helst eru teir,
ið hava best innlit í viður-
skiftini hjá teimum ymsu
kommununum.
- Niðurstøðan á fundinum
var, at nú skulu tey ymsu
bý- og bygdaráðini taka
málið til viðgerðar hvør sær
fyri at vita um tey vilja vera
við í einum arbeiðsbólki,
sum skal arbeiða víðari við
spurninginum um komm-
unusamanlegging
Spurningurin verður tikin
upp í teimum ymsu bý- og
bygdaráðunum í næstum og
seinast í mars skulu øll hava
svarað.
Tvøroyri vil víðari
Borgarstjórin á Tvøroyri
dugir ikki rættiliga at meta
um, hvønn veg rákið á fund-
inum gekk.
Men hann sigur, at dettur
ætlanin niðurfyri at seta ein
arbeiðsbólk at leggja alla
oynna saman um eina komm-
unu, fer Tvøroyrar Komm-
una undir øllum umstøðum
at arbeiða víðari við komm-
unusamanlegging.
- So fer Tvøroyrar býráð
at bjóða teimum komm-
unum, sum hava hug at
leggja saman um at seta seg
saman í ein bólk at arbeiða
við einum sáttmála um
samanlegging.
- Endamálið er so at tær
kommunur, sum vilja leggja
saman, kunnu leggja saman
um so onkrar standa uttan-
fyri.
Hann sigur, at so er í øll-
um førum gongd sett á
arbeiðið, so fær hann at
síggja, hvussu langt tað
røkkur.
Hann ivast ikki í, at komm-
unurnar fara at verða sam-
anlagdar um ikki so nógv ár.
Men hann heldur, at tað er
umráðandi fyri kommun-
urnar at vera frammanfyri
og at leggja saman sjálv-
bodnar ímeðan tær sjálvar
kunnu seta treytirnar.
- Verða vit tvingaðar sam-
an, verða tað onnur, sum seta
treytirnar fyri okkum og tað
er ongantíð ein fyrimunur,
sigur Kristin Michelsen.
Suðuroy
Kommuna
Skattur
Barnfrádr.
Hvalba
20,00%
3000 kr.
Tvøroyri
23,50%
5000 kr.
Fámjin
18,00%
5500 kr.
Hov
20,00%
5000 kr.
Porkeri
21,00%
4000 kr.
Vágur
23,25%
4000 kr.
Sumba
21,00%
5500 kr.
Føroyar
Hægsti
Miðal
Lægsti
skattur
skattur
skattur
23,50%
20,78%
16,00%
Hægsti
Miðal
Lægsti
barnfrádr.
barnfrádr.
barnfrádr
7000 kr.
4821 kr.
3000 kr.
Her sæst, hvussu kommunuskatturin og barnafrádrátturin
er í teimum sjey kommununum í Suðuroy. Tað er nógv
bíligast at búgva í Fámjin, tí har er bæði skatturin lægst
og barnafrádrátturin millum teir hægstu í allari oynni.
Umframt kommunuskatt, betala tey 0,60% í kirkjuskatti í
øllum kommununum, uttan í Sumba, har er
kirkjuskatturin 0,70%.
Men verða tølini samanborin við allar Føroyar, sæst tað
eisini, at heilar fýra av teimum sjey kommununum í
Suðuroy hava eitt skattaprosent, sum er yvir miðal fyri alt
landið og tríggjar kommunu hava ein barnafrádrátt, sum
er undir miðal fyri alt landið. Saman við Sands Kommunu,
hevur Tvøroyri hægsta skattaprosent í landinum, men á
Sandi er barnafrádrátturin kortini 6000 krónur, sum er
1000 krónur meiri enn á Tvøroyri
FAKTA
Kommunusaman-
legging aftur
á breddan í Suðuroy
Nú verður aftur roynt at seta ferð á eina tilgongd, sum skal enda við, at øll Suðuroy verður løgd
saman í eina kommunu. Seinast í mars skulu allar kommunurnar hava svarað um tær vilja vera
við ella ikki
Umboð fyri allar kommunur í Suðuroy hava aftur
nú verið á fundi, har tey hava tosað um at leggja alla
oynna saman í eina kommunu. Um tveir mánaðir
skulu øll sjey kommunustýrini hava tikið støðu