mánadagur 2. februar 2009síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
Bubbi Morthens
er sannførdur um,
at hann er føddur
alkoholikari. Hann
var blaðungur tá
hann fyrstu ferð
smakkaði sær á og
av fyrstan tíð royndi
hasj. Eina ferð kollaps
aði hann, hann fekk
sær hjálp og hevur
verið rúsfríur í 13
ár nú. Nú er tað
hansara land, sum er
kollapsað, og hann
er ikki í iva í hvønn
veg kritikkurin skal
vendast. Tað eru
politikarnir, ið skulu
taka ábyrgdina
Samrøða
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Íslendski tónleikarin, Bubbi
Morthens, er ein av best
umtóktu og mest elskaðu
tónleikarum í Íslandi. Hann
er í dag 52 ár, og hevur síð
an 1980 verið virkin á ís
lendska tónleikapallinum.
Hansara langi listi yvir út
gávur, telur bæði soloút
gávur og útgávur saman við
øðrum tónleikarum. Hann
tók síni fyrstu stig sum
tónleikari, tá hann sum 12
ára gamal fekk ein gittara
frá mammu síni. Sum 14
ára gamal gavst hann í skúl
anum, og fór í staðin at
royna seg sum fiskara við
at ferðast runt í Íslandi. Alla
staðni har hann fór, hevði
hann sín gittara hjá sær. Í
1980 gav hann sína fyrstu
plátu út, sum fekk navnið
Ísbjarnarblues. Tað, sum
var serligt við Ísbjarnarblues,
og yvirhøvur við tekstunum
hjá Bubbi Morthens, vóru
hansara atfinningar mót
vegis íslendska samfelag
num, sum ikki góvu fiski
monnunum tey rættindi og
virðing, teir høvdu uppi
borið. Hann var tá ikki
greiður yvir hvørja ávirkan,
hansara tónleikur skuldi fáa
á fólkið. Hann gjørdist alt
fyri eitt væl umtóktur í
sínum heimlandi, tað gekk
skjótt fram á fyri Bubbi, og
fylgjandi árini lat hann
útgávur við stuttum millum
bili úr hondum.
Um vikuskiftið vitjaði
Bubbi Morthens í Føroyum.
Hann spældi tvær konsertir
í Norðurlandahúsinum, og
hóast influensa og háls
bruna, setti hann eina løtu
av til eitt prát um tónleik,
bókmentir,
rúsevnimis
nýtslu og óskil í íslendskum
politikki.
At skriva er
sunn passión
Bubbi Morthens er enn ein
virkin
tónleikari.
Hvørt
mánakvøld er hann í ís
lendskum útvarpi við eini
sending, har hann spælir
eitt nýtt lag. Nýggju sang
irnir
snúgva
seg
um
íslendsku bankakreppuna.
Tilsamans vera 20
sangir um bankakreppuna.
Aftaná skal eg geva eina
fløgu út saman við einum
rokk/popp bólki, og síðan
vera konsertir á skránni,
greiðir Bubbi Morthens
frá.
Samstundis er hann í holt
við at skriva eina bók um
eina á. Hon snýr seg søguna
hjá laksafiskarínum í júst
hesi ánni, frá tí at fyrsta
flugan varð kastað í 1878,
og verður síðan søgd gjøg
num fleiri ættarlið, og um
fremmandafólk, ið leitaðu
sær til Íslands fyri at fiska
laks. Samstundis er hann í
holt við eina familjusøgu,
sum hann kallar at vera
rættiliga sermerkt. Hetta er
ikki hansara fyrsta roynd at
skriva bøkur. Tvær barna
bøkur hevur hann skrivað,
eina um ein drong og eina
um ein laks. Í fjør gav hann
út eina bók við stuttsøgum
um laksafiskarí, sum fekk
sera góð ummæli. Hendan
nýggja bókin verður kortini
øðrvísi, sigur hann.
Tað er torført at greiða
frá, men at hetta at skriva er
ein av mínum sunnu passi
ónum, sigur Bubbi Morth
ens, sum peikar á, at tað
ikki er so nógv øðrvísi enn
at skriva sangir. Og hann
skuldi vitað, hvat hann
tosar um, tí hann hevur latið
ikki færri enn 700 sangir úr
hondum. Hóast hann er
skriftblindur. Til at hjálpa
honum, hevur hann fingið
stjóran fyri íslendska út
gávufelagið, Mál og Menn
ing.
Eina altjóða og eina
heimagjørda kreppu
Sum tann samfelagsrevsari
hann er, heldur hann seg
ikki aftur við at geva ís
lendsku politikarum skyld
ina fyri óskilið, sum valdar
í íslendsku bankaverðini.
Hann er ikki í iva um at
íslendingar skulu klára seg,
men landið hevur stórar
trupulleikar við tí fíggjarligu
støðuni.
Hetta er fyrsta ferð, at
Ísland er í slíkari kreppu,
og at so nógv fólk hava mist
so nógv ella alt í nógvum
førum. Men Ísland hevur
tvær kreppur. Eina altjóða
bankakreppu,
og
eina
heimagjørda kreppu. Vit
vita, at tað er so, og at
politikarnir ikki taka ábyrgd
fyri nakað. Men taka teir
ábyrgd, hava vit møguleikan
at byrja av nýggjum. At
siga nei til gamla politikkin,
og harvið rudda borðið,
sigur Bubbi Morthens.
Sjálvur var Bubbi Morth
ens ein av teimum, ið misti
pening í fíggjarkreppuni.
Men tað eru bara pengar.
Eg havi ikki mist míni børn
ella mína heilsu. Men øll
hava mist, og vit mugu læra
av hesum, sigur hann.
Føddur alkoholikari
Tað eru mong ár síðan
Bubbi Morthens búði í Før
oyum. Hann var 17 ár, tá
hann ávegis til Danmarkar
valdi at steðga í Føroyum.
Hann búði í 34 mánaðir í
Klaksvík og Havn.
– Her hitti eg nakrar fittar
gentur, og eg minnist at tað
manglaði hasj í Føroyum.
Rúsevni og rúsdrekka
vóru í mong ár hansara
ósunnu passiónir. Hvønn
dag í 18 ár roykti Bubbi
Morthens hasj, og í nógv ár
var hann bundin av kokain.
Til endans kollapsaði alt,
og hann avgjørdi at fáa sær
hjálp fyri sítt misbrúk.
Tað tekur tíð at finna út
av, um tú ert alkoholikari.
Eg kollapsaði til endans.
Men um tú ert heppin, fært
tú hjálp rímiliga skjótt, og
fyri meg vóru Tey 12 stigini
svarið. Tað er eitt programm,
sum er fult av ráðum og
hjálp til misnýtarar. Eg eri
sannførdur um, at eg eri
føddur
alkoholikari.
Eg
kendi meg forkertan øll
árini, eg var ungur drongur,
líka til eg roykti hasj fyrstu
ferð. Tá kendi eg meg
fullkomnan, greiðir Bubbi
Morthens frá.
Føroyar eitt
serligt pláss
Tað tók Norðurlandahúsin
um stutta tíð at selja øll
atgongumerkini til Bubbi
Morthens konsertina, sum
var leygarkvøldið, og á
skránna var sett ein eyka
konsert sunnudagin. Tað
gleðir Bubbi Morthens, at
síggja so nógvar føroyingar
koma til sína konsert, tí so
kann hann nýta høvi at
takka teimum fyri stuðulin,
sum føroyingar hava veitt
íslendingum. Hetta er ikki
fyrstu ferð, at føroyingar
rætta
íslendingum
eina
hjálpandi hond. Tá skriðu
lopið var í Suðavík í 1995,
har 14 fólk doyðu, stuðlaðu
føroyingar íslendsku tjóðini
við pengum.
Eg tori at siga, at eg
havi nógvar brøður og
systrar her í Føroyum. Eg
haldi at Føroyar eru eitt
lítið stórt samfelag, sum
hevur eitt serligt pláss í
íslendskum hjørtum.
Hetta
sama
kvøldið,
Bubbi Morthens spælir fyri
fullsettum hølum í Norður
landahúsinum, syngur Jógv
an Hansen seg víðari í
íslendska Melody Grand
Prix’num. Sjálvur hevur
Bubbi Morthens ikki lurtað
eftir Melody Grand Prix
síðan í 1974, tá ABBA vann
við Waterloo. Kortini dámar
honum væl føroyskan tón
leik, serliga Teitur og Kára
P., og Eivør, sum hann
hevur spælt saman við. Í 28
ár hevur hann sungið, og at
meta eftir konsertini leygar
kvøldið, er hann enn á topp
inum. Og júst sum hann
lovaði,
fekk
íslendska
bankaverðin eitt slag yvir
fingrarnar,
og
føroysku
áhoyrarnir eina tøkk frá
Bubbi Morthens.
- Hetta er fyrsta ferð, at
Ísland er í slíkari kreppu,
og at so nógv fólk hava mist
so nógv ella alt í nógvum
førum. Men Ísland hevur
tvær kreppur. Eina altjóða
bankakreppu, og eina
heimagjørda kreppu. Vit vita,
at tað er so, og at politikarnir
ikki taka ábyrgd fyri nakað.
Men taka teir ábyrgd, hava
vit møguleikan at byrja av
nýggjum. At siga nei til gamla
politikkin, og rudda borðið,
sigur Bubbi Morthens.
Mynd: Álvur Haraldsen
Spenningur á Koreanesinum
Norðurkoreanska stýrið ávarar nú um, at viðurskiftini millum tey bæði
koreonsku londini eru so vánalig, at tað vantar lítið í, at alt endar við kríggi
landanna millum. Í síðstu viku ógildaði Norðurkorea allar avtalur við
grannan fyri sunnan, og eygleiðarar siga, at annaðhvørt err hetta ein roynd
at fáa nýssju amerikonsku stjórnina at taka onkur stig, ella er ætlanin at
noyða forsean í Suðurkorea til at reka ein meiri hóvligan politikk mótvegis
grannalandinum.
Okkara politikarar
mugu taka ábyrgd
Bubbi Morthens hevur 28 ár á baki sum tónleikur. Hann er væl umtóktur millum føroyingar, sum gjørdu skjótt av at keypa atgongumerki, og tískil var neyðugt við eyka konsert sunnudagin.
Bubbi Morthens nýtti høvi at takka føroyingum fyri stuðulin til kreppurakta Ísland.
Mynd: Álvur Haraldsen