mánadagur 2. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
Nýggj stjórn varð
skipað í Íslandi
um vikuskiftið. 66
ára gamla Jóhanna
Sigurðardóttir úr
javnaðarflokkinum,
Samfylkingini, verð
ur nýggjur forsætis
ráðharri í sonevndu
Bjargingarstjórnini
Politikkur
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Hóast
samráðingarnar
í
Alþingshúsinum um nýggja
stjórn drógu nakað út, er nú
greitt, at tað verða teir báðir
flokkarnir,
Samfylkingin
og Vinstri-grøni flokkurin,
sum fara at stjórna Íslandi
komandi fýra mánaðirnar,
til altingsval verður tann
25. apríl.
Fimm menn og fimm
kvinnur
mynda
nýggju
íslendsku minnilutastjórn-
ina, sum hevur 27 av 63
tinglimum. Men við stuðli
frá Framsóknarflokkinum
hevur samgongan kortini
meiriluta, sigur Ritzau.
Tað hevur havt stóran
týdning, at ráðharrarnir,
sum nú taka við leiðsluni,
hava ikki sjálvir verið uppií
fíggjargølum ella á annan
hátt kunnu metast at vera
orsøk til búskaparkreppuna,
sum valdar í landinum í løt-
uni.
Formaðurin í Vinstra-
grøna flokkinum, Stein-
grímur J. Sigfússon, verður
varaforsætisráðharri
og
fíggjar- og fiskivinnuráð-
harri. Össur Skarphéðinsson
verður
uttanríkisráðharri,
Ögmundur Jónasson, heilsu-
málaráðharri og Kolbrún
Halldórsdóttir umhvørvis-
málaráðharri. Teir báðir ráð-
harrarnir, Ragna Árnadóttir,
sum verður løgmála- og
kirkjumálaráðharri og Gylfi
Magnússon, vinnumálaráð-
harri, eru ikki politikarar
frammanundan, men ser-
frøðingar, sum helst kunnu
leggja stjórnini lag á, í sam-
bandi við at fáa búskapin á
rættkjøl aftur.
Av heilsuávum heldur
Ingibjørg Sólrún Gísladóttir,
forkvinna í Samfylkingini,
ikki fram í nýggju stjórnini.
Hon hevur krabbamein og
hevur verið í viðgerð í Svø-
ríki seinastu tíðina.
Hetta er fyrstu ferð í 18
ár, at borgarligi Sjálvstæðis-
flokkurin ikki er partur av
íslendsku stjórnini.
Bjargingarstjórn
Tá nýggja stjórnin, sum
verður
rópt
Bjargingar-
stjórnin, varð kunngjørd í
gjár, sunnudagin 1. februar,
segði Sigurðardóttir, at tey
hava sett sær fyri, at fáa skil
á búskapin aftur. Hetta
verður gjørt við at raðfesta
sosialu økini, vanliga fólkið
og vinnuna fremst.
Eitt nú verða skáar latnir
húsarhaldunum, umframt,
at lógin um húsagang verð-
ur broytt. Eisini eru ætlanin,
at gera stórar íløgur í
arbeiðsgevandi tiltøk.
Samfylkingin
og
tey
Vinstra-grønu eru samd um,
at taka upp samráðingar við
altjóða
gjaldoyragrunnin,
IMF, til tess at fáa glið á bú-
skapin aftur, umframt at
spurningurin um íslendskan
limaskap í ES skal til fólka-
atkvøðu. Í hesum sambandi
skal ein nevnd koma við til-
mælum um støðu Íslands í
Evropa- og gjaldoyramálum.
Skjótt upp í ES
Nógv bendir annars á, at
Ísland sleppur skjótt inn í
ES, um landið ynskir tað.
Vanliga krevur limaskapur í
ES samráðingar í 3-5 ár,
men sambært bretska blaðn-
um, the Guardian, kann
Ísland helst gerast limur
eftir bert hálvumøðrum til
tveimum árum. Hetta kemst
av, at landið frammanundan
er limur í EBS samstarvinum
hjá ES, og sostatt longu hev-
ur nógvar lógir og líkur
nógv av krøvunum um lima-
skap í ES. Tí kann landið
gerast 29. limalandið rætti-
liga skjótt.
Endurskapa álitið
Í nýggja samgonguskjalin-
um verður eisini staðfest, at
leiðslan í íslendska tjóð-
bankanum skal skiftast út,
og at framyvir verður bert
ein bankastjóri. Eisini verð-
ur arbeiðssetningur tjóð-
bankans endurskoðaður.
Á tíðindafundinum í gjár
segði Jóhanna Sigurðardótt-
ir, forsætisráðharri, at tað er
umráðandi at skipa nýggja
leiðslu í Tjóðbankanum, fyri
at endurskapa álitið millum
tjóðbankan, stjórnina og
altjóða samfelagið.
Einar Már
í Infor-
mation
Fráfarna stjórnin og frá-
farni
forsætisráðharrin
Geir H. Haarde úr borgar-
liga Sjálfstæðisflokkin-
um eru sera illa lýdd mill-
um fólk í Íslandi í løtuni.
Mótmælistiltøk og hvast
orðaskifti elvdi til, at
stjórnin legði frá sær í
ótíð.
Hósdagin
skrivar
íslendski
høvundurin
Einar Már Gudmundsson
kronikk í danska blað-
num Informatión. Her er
lítið brot úr tekstinum,
sum er at finna í fullum
líki á netinum.
»Brotsverkið,
sum
er
framt, er so umfatandi,
at tað er nyttuleyst at
nevna allar smálutirnar.
Og brotsverkið er framt
meðan leiðandi politikar
ar hava hugt at. Tá teir
privatiseraðu bankarnir,
lótu teir í veruleikanum
vinum sínum eina gávu,
lótu teir upp í hendurnar
á svíkjarum, sum nú
hava sett okkum í veð
langt inn í framtíðina, og
gjørt okkum til biddarar
hjá altjóða valutagrunn
inum og øðrum lánistovn
um.«
Einar Már Gudmunsson,
Information, 29. januar 2009
66 ára gamla Jóhanna Sigurðardóttir úr íslendska javnaðarflokkinum, Samfylkingini, verður nýggjur forsætisráðharri í Íslandi og leiðari av samgonguni, sum hevur
fingið heitið “bjarginarstjórnin”. Jóhanna Sigurðardóttir hevur áður verið almannaráðharri. Hetta er fyrstu ferð, at Ísland fær ein kvinnuligan forsætisráðharra, og
eisini fyrstu fer, at ein persónur, sum er opin um tað at vera samkyndur, verður stjórnarleiðari. Hon er gift við íslendska rithøvundinum og journalistinum Jóninu
Leósdóttur. Ísland hevur áður havt eina kvinnu sum forseta, Vigdís Finnbogadóttur
Kvinna tekur við leiðsluni
Sjúka á dýrum hotelli
Myndugleikarnir í Dubai við Persaflógvan hava givið boð
um, at teir vilja hava fulla greiði á, hvussu tað kundi bera
til, at tríggir gestir á einum marglætishotelli har gjørdust
sjúkir, meðan teir gistu á hotellinum í síðstu viku. Ein av
gestunum, ein breti, doyði um vikuskiftið av sjúkuni, sum
hann fekk, meðan hann búði á Dubai Mina Seyahi Beach
Resort & Marina, sum hotellið eitur. Myndugleikarnir
siga, at talan var um ta sjúkuna, sum ber heitið hermanna-
sjúkan. Heitið fekk hon í 1976, tá nakrir amerikanskir
hermenn fingu sjúkuna á einum hotelli í Philadelphia.
Vænta gos í Alaska
Amerikanskir jarðfrøðingar, sum halda eyga við fjallinum
Mount Redoubt í Alaska, søgdu í gjár, at ísurin ovasst á
fjallinum er bráðnaður í einum staði Úrslitið er, at eitt
øki, ið er um tveir fótbóltsvallir til støddar, liggur bert.
Jarðfrøðingarnir siga eisini, at gass kemur upp úr fleiri
holum, sum fyrr vóru undir ísinum. Longri niðri í líðun-
um rennur nógv vatn undan ísinum, og jarðfrøðingarnir
vænta, at eitt gos er á veg. Teir siga, at eitrað luft frá
gosinum kann fara at reka við vindinum til býin
Anchorage, sum er 160 kilometrar frá Mount Redoubt.