mánadagur 2. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
Bátahylurin í Hvalvík fingið verjugarð
Sunda kommuna hevur lagt ein verjugarð uttan um sunnara partin av bátahylinum í Hvalvík.
Tann nýggi verjugarðurin fer at gera, at bátarnir kunnu liggja tryggir har í øllum veðri.
Frammanundan hava trupulleikar verið, serliga tá hann hevur ligið av landnorðingi. Tað skrivar
Sunda kommuna á heimasíðuni. Tá alt arbeiðið er liðugt, fer at verða pláss fyri einum 30 bátum
afturat í bátahylinum. Grótið, ið verður nýtt til verjugarðin, kemur frá Eiði 2 verkætlanini hjá
SEV. Har verður nú borað frá tunnilsmunnanum við Norðskála og norður til Svínáir. Tað eru sera
stórar mongdir av gróti, ið koma burtur úr hesum arbeiði. Sunda Kommuna hevur gjørt avtalu
við SEV um at taka ímóti 100 túsund tonsum av gróti, sum umframt til bátahylin í mestan mun
verða brúkt til at víðka um havnaløgini i Hvalvík og á Oyri, skrivar kommunan.
Ikki sparingar frá fíggjarnevndini
Fríggjadagin siteraði Sosialurin Rósu Samuelsen fyri at
siga, at 6,5 milliónir krónur vóru spardar til eldrarøkt í
ár. Hetta er ikki heilt rætt. Tí er talan um pening, ið
manglaði í fjør, hetta hevði við sær, at tørvurin á røktar
økinum er vorðin so stórur, sum hann er í løtuni. Eg
hevði trupult at skilja, hví tørvurin nú var blivin so
stórur, og tí spurdi eg eftir upplýsingunum, sigur Rósa
Samuelsen. Hetta vil við øðrum orðum siga, at pening
urin, ið var nevndur at skula vera í ár, í veruleikanum
var í fjør.
Vikuskiftið royndist
hampiliga friðarligt
hjá løgregluni. Bert
okkurt smávegis
herverk og nøkur full
fólk máttu teir taka
sær av
POITIRAPPORTIN
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Mest øsandi hendingin um
vikuskiftið var helst, tá
sløkkiliðið varð boðsent út
á Argir, tí fólk boðaðu frá
royki úr einum húsum.
Tað vísti seg kortini, at
tala var um eina grýtu, sum
stóð og kókaði, og fólkið í
húsunum
hevði
gloymt
hana. Hetta elvdi til nógvan
royk, men tað var eisini alt.
Annars var tað nokk
ferðsluløgreglan, sum hevði
mest at gera. Fríggjadagin
tók hon tveir fyri at koyra
uttan koyrikort, og sama
dag gjørdu teir ferðslukann
ingar í Vágatunlinum. Har
vórðu fimm bilførarar tiknir
fyri at koyra ov skjótt, og
tann, sum koyrdi skjótast,
koyrdi við 137 km/tíman.
Hann misti koyrikortið á
staðnum.
Eisini vórðu trý full fólk
tikin upp fríggjakvøldið og
koyrd til hús.
Okkurt smávegis herverk
ið varð eisini framt um viku
skiftið. Um hálvgum fimm
tíðina leygarmorgunin tók
løgreglan ein 19 ára gamlan
mann fyri at sparka á ein bil
í Tórsgøtu. Maðurin rann
av staðnum, men slapp kort
ini ikki undan løgregluni,
sum handtók hann og skuld
setti hann fyri herverk.
Í einum øðrum føri hevði
ein maður gingið á takinum
á einum bili. Eingin er enn
handtikin fyri tað herverkið,
men av politistøðini verður
sagt, at teir hava nøkur spor
at ganga eftir.
Sunnumorgunin var eitt
annað herverk framt, tá onk
ur hevði tveitt eina fløsku
inn gjøgnum eitt vindeyga í
miðbýnum, og somuleiðis
fekk løgreglan fráboðan frá
húsavørðinum í løgtinginum
um, at ein rútur var brotin á
Gamla Apoteki. Talan var
kortini ikki um innbrot.
Hálka Millum Fjarða
Sunnumorgunin vóru tveir
mans eisini farnir til hend
urs uttan fyri kioskina við
Steinatún. Teir verða nú
skuldsettir fyri brot á politi
viðtøkurnar. Og í einum øðr
um føri varð løgreglan boð
send til húsaófrið í Havn,
men har eydnaðist tað at
tosa partarnar til sættis.
Umframt tað var bert
talan um trý full fólk, sum
løgreglan tók upp sunnu
morgunin. Ein varð koyrdur
til hús, ein kláraði seg sjálv
an, meðan hin triðji svav
rúsin av sær á politistøðini.
Eisini runt um landið hev
ur verið friðarligt, og bara
eitt ferðsluóhapp í Suðri
varð fráboðað. Talan var
um rúsdrekkakoyring.
Eisini inni í Eysturoynni
hendi eitt ferðsluóhapp.
Hetta hendi beint fyri klokk
an hálvgum sjey í morgun,
áðrenn løgreglan møtti á
politistøðini í Runavík. Tí
vóru teir heldur ikki á staðn
um.
Ein bilur við teimum
monnum var á veg suður til
Havnar, tá óhappið hendi,
og bilurin fór út av vegn
um.
Sjúkrabilur varð boðsend
ur, og flutti teir báðar menn
inar, sum vóru í bilinum, á
Landssjúkrahúsið.
Annar
hevði fingið eina skrammu
í pannuna, og talan var eis
ini um pínu í ryggi og
lendum. Hin yngri maðurin
fekk ongan snudd.
Tað var hálka, sum var
orsøkin til óhappið.
Full fólk og brotnir rútar
Okkurt herverk varð framt
um vikuskiftið, millum annað
var ein rútur brotin á Gamla
Apoteki, men talan var
kortini ikki um innbrot
Mynd: Eirikur Lindenskov
Aliráðstevnan 2009
verður 27. februar
á Hotel Føroyum.
Nevndin í Havbúnað
arfelagnum leggur
stóran dent á, at aliráð
stevnan skal verða við
komandi fyri starvs
fólkini í alivinnuni og
tær avbjóðingar, sum
vinnan dagliga møtir
ALIRÁÐSTEVNA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Árliga aliráðstevnan, sum
Vinnuhúsið
skipar
fyri,
verður á Hotel Føroyum 27.
februar.
Eins og undanfarin ár
verða tveir fastir tættir á
skránni. Hugt verður eftir
marknaðarútlitunum
hjá
alivinnuni komandi árið,
umframt
at
lívfrøðiliga
gongdin í føroysku alivinn
uni verður gjørd upp. Tað
eru ávikavist Hans Jákup
Mikkelsen frá Marine Har
vest og Rúni Dam frá Avrik,
sum hava framløgurnar.
Eisini verða fleiri útlendsk
ir gestir við á aliráðstevnuni.
Cato Lyngoy, djóralækni,
sum í nógv ár hevur arbeitt
innan sjúkufyribyrging í
Noregi, fer at greiða frá,
hvussu fiskasjúkan PD smitt
ar. Somuleiðis fer gransking
arleiðarin frá norska gransk
ingarstovninum
Nofima,
Grete Bæverfjord, at greiða
frá kritiskum faktorum í
sambandi við framleiðslu av
rognum og smolti.
Frode Oppedag, granskari
frá norska Havforskningsin
stituttinum, fer at greiða frá
yvirvøku av ilt í aliringum
og hvussu týdningarmikið
tað er við nóg mikið av ilti.
Martin Iversen frá Høgskol
en í Bøde fer at greiða frá
strongd í sambandi við
útseting av smolti.
Aðrir
fyrilestrahaldarar
verða Jan Sørensen frá Bio
far
og
Durita
Nielsen,
granskari, frá Luna. Jan Sør
ensen fer at greiða frá
umhvørvinum við alibrúk
ini, og Durita Nielsen, sum í
løtuni er við at gera eina
kanning av góðskuni á før
oyskum laksi, fer at legga
úrslit frá hesi kanning fram.
Jóhan Dahl, landsstýris
maður í alimálum, setir dag
in, skrivar Vinnuhúsið á
heimasíðu síni.
Grete Bæverfjord verður ein av gestunum á aliráðstevnuni hjá
Vinnuhúsinum
Aliráðstevna á Hotel Førum