Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Linda víðari í X-Factor Hóast Lene Rafn helt Lindu á pínubeinkinum, eydnaðist tað føroysku songkvinnuni at sleppa víðari í X-Factor kappingini Eina løtu sá tað út til, at tann føroyska vónin varð brostin. Lene Rafn rósti sangrøddini hjá Lindu Andrews, men fanst at, at hon ikki náddi út við sínum andlitsbrøgdum og eygnamáli. Men so brast fyri nev, og Lene Rafn segði: - Selvfølgelig er du videre. Og Linda gjørdist ovurfegin. Og mundi gleðin ikki verða stór í nógvum føroyskum heimum, tá tey boðini hjá Lene Rafn blivu borin fram? Fyrstu nøvnini til árs- ins G! Festival eru nú avdúkaði, og talan er um donsku bólkarnir Veto og Spleed United Summari nærkast, og festivalarnar byrja so smátt at avdúka ársins tónleika nøvn. G! Festivalurin má sigast at verða komin fyri seg aftur, tí tveir teir fyrstu bólkarnir eru donsku stjørnurnar Veto og Spleed United. Hesir bólkar eru sera væl umtóktir í Dan- mark, og millum annað hava báðir bólkar vunnið stórar heiðurslønir fyri teirra nýg- gjastu fløgur. Tað er nærlig- gjandi at samanbera hesar fyrstu bólkarnar á G!-skrán- ni við aðrar góðar danskar bólkar, sum eisini hava ver- ið á G! – til dømis Kashmir og Nephew, sum báðir vóru á toppinum, tá ið teir vitjaðu Götusand. Men hetta er ikki einasta samanberingin sum kann gerast við Nephew, tí báðir bólkarnir, Veto og Spleen United, hava arbeitt við sama framleiðara, sum framleiddi báðar tær sei- nastu Nephew-útgávurnar, Carsten Heller. Carsten hevur framleitt ta fyrru Spleen United fløguna og ta nýggjastu Veto fløguna. G! Festivalurin fer at avdúka stóran part av skránni hesa vikuna, og meira tíðindi verða at frætta á Planet seinni í vikuni. Petur Pólson kemur enn einaferð á gøtuna við nýg- gjari fløgu, men hesu ferð við tónleiki, ið sambært Peturi aldrin áður hevur sæð dagsins ljós. Petur Pólson hevur verið støðugt frammi við nýggjum tónleiki seinastu árini. Nú er aftur ein fløga ávegis, men innihaldið á hesari fløguni verður heldur øðrvísi enn tað vit frammanundan hava hoyrt frá honum. - Eg havi sæð fólk grátið tá tey hava lurta eftir fløguni, og eg eri vísur í, at tón- leikurin á hesari fløguni er tónleikur, ið vit aldrin áður hava hoyrt, sigur hann. Fløgan hevur leingi verið ávegis, og seinastu trý árini hava Petur og aðrir tónleikarar arbeitt við in- nihaldinum. - Vit hava arbeitt við fløguni í trý ár, men seinasta árið hava eg og aðrir arbeitt miðvíst við at fáa fløguna lidna, sigur Petur. Meira enn ein fløga Konsepti er enn ikki avdúka, men sambært Peturi fevna nýggju ætlanirnar ikki bert um eina fløgu. - Eg fari ikki at avdúka alt enn, men eg kann siga at talan er um eitt slóðbrótandi konsept, ið aldrin áður er gjørt, sigur Petur. Spenningur verður í luftini tá Petur Pólson um tvær vikur fer at avdúka nýggju ætlanir hansara. Petur Pólson við slóðbrótandi tónleiki Danskar superstjørnur á G!