Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 22 - 2. februar 2009 Taka samráðingar við Noreg í morgin Leingi hava føroysk skip verið útihýst úr norskum sjógvi, tí greiða ikki fæst á eini fiskiveiðuavtalu. Tað er makrelurin, ið liggur í buktini, men bannið rakar í løtuni bara flakatrolararnar. Teir vóru riknir úr norskum sjógvi tann. 10. januar og hetta hevur ávirkað fiskiskapin neiliga. Fyri kortum sendu hesir eisini skriv, har teir greiddu frá sínari støðu sum gíslar í einum stríðið teir onki høvdu við at gera. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, váttar í morgun, at samráðingarnar verða tiknar upp aftur í morgin, men hann vil ikki siga nakað serligt um vánirnar fyri eini avtalu. Manningin umborð á lemmatrolaranum Grími Kamban var í ringum skørum, tá sjógvur kom inn á arbeiðsdekkið einar 50 fjórðingar eystur úr Fugloynni seinasta fríggjadag. Kanska gjørdist tað bjargingin hjá teimum seks monnun­ um umborð, at sjógvur eisini fór niður í lastina og maskinrúmið Vandaferð Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Um verri vildi til, høvdu teir seks menninir, sum á sein­ asta túri vóru við lemma­ trolaranum Grími Kamban, neyvan borið boð í bý. Meðan skipið lá einar 50 fjórðingar eystur úr Fugl­ oynni, fór skipið at taka sjógv inn á arbeiðsdekk­ inum, tí ein ventilur ikki virkaði, sum hann skuldi. Hetta var ventilurin, har garnar og annað frá kryvjing og reingerð skulu út ígjøgnum. Sum skilst, skal ein slíkur ventilur halda sjógvin burt­ ur, men ventilurin virkaði eftir øllum at døma ikki, sum hann skuldi. Tí tók skipið sjógv inn, og tá sjógvur kemur inn á arbeiðsdekkið, kann skjótt vera vandi á ferð, tí stabilitet­ urin tá fer skjótt av lagi. Tjaldrið á leiðina Tá Vaktar & Bjargingar­ tænastan fekk fráboðan um, at galið var við elektrisitet­ inum umborð á Grími Kamban, og at skipið tískil bað um sleip, setti Tjaldrið kós eystur á leiðina, har skipið var statt. Men tá hjálparskpið um 16­tíðina fríggjadagin var hjá lemmatrolaranum, fingu teir at vita, at nakað av sjógvi eisini var komið inn á verksmiðjuna, og tí ynskti manningin umborð á Grími Kamban at fáa pumpur umborð. Líkindini vóru einki serlig, og hugsingur var ikki um at seta bát út, tá myrkur kom á. Tá tað ikki eydnaðist at fáa tyrlu út á leiðina at flyta pumpur millum Tjaldrið og lemmatrolaran, sendi leið­ arin á Vaktar­og Bjarging­ artænastuni, Elmar Høj­ gaard, eisini Brimil út á leiðina. Tað eydnaðist at stjóra pumpur umborð á Grím Kamban, men tá kvøldar­ myrktið kom, og líkindini framvegis vóru vánalig, gjørdist ikki nógv. Sosialurin hevur frætt, at um 21­tíðina fríggjakvøldið var støðan umborð á lemmatrolaranum ”kritisk”, sum sagt verður. Til bar heldur ikki at seta enda á skipið, soleiðis sum støðan var, og sjógvur fram­ vegis var umborð. Einastu ráðini vóru tískil at liggja soleiðis við skipinum, sum rullaði illa, at stýriborðs­ síða lá í lu. Síðan mátti bíðast, til tað fór at lýsa morgunin eftir. Brimil tók yvir Tá tað lýsti leygarmorgunin, og mett varð, at støðan umborð á Grími Kamban var nøkulunda undir eftirliti, varð farið undir at sleipa skipið til lands. Tjaldrið sleipaði nú lemmatrolaran við kós móti landi, men ávegis til lands slitnaðu trossar, eins og Tjaldrið fekk trupulleikar við spælinum. Um 15­tíðina leygardagin tók Brimil, sum var tætt hjá skipunum, um endan og sleipaði nú Grím Kamban á Havnina, hagar teir komu um 07­tíðina sunnumorgunin. Tá ringast stóð til umborð á lemmatrolaranum, meðan teir enn lógu langa leið úr Fugloynni, fór sjógvur bæði niður í maskinrúmið og niður í lastina. Og kanska var tað júst hetta, sum leygarkvøldið og sunnunáttina bjargaði mann­ ingini á Grími Kamban und­ an vanlukkuni sum hótti. Stabilitetur umborð á einum skipi er ikki at spæla við, og tá sjóvur soleiðis kemur inn á verksmiðjuna, er skjótt, at skipið kann koppa. Støðan hjá manningini var kritisk Tá myndamaðurin var umborð á Grími Kamban í morgun, sást framvegis sjógvur niðast í lastini á lemmatrolaranum Mynd: Jens Kr. Vang Í morgun vóru menn hjá skipasmiðjuni umborð á Grími Kamban og pumpaðu sjógv úr maskinrúmi og last. Sum skilst, stóð sjógvurin í maskinrúminum uppundir motorin, tá hann var mestur Mynd: Jens Kr. Vang