mánadagur 2. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 22 - 2. februar 2009
Landsstýrið stuðlar Vestursahara
Uttanríkispolitikkur Føroya byggir á hugsjónina um, at samljóð og samstarv skal vera millum heimsins
tjóðir. Tær eru javnar í metum og skulu sýna virðing og hóvsemi sínámillum. Fremsta endamál Sameindu
Tjóða er at tryggja heiminum frið og tryggleika. Føroya landsstýri viðurkennir týdningin av áhaldandi
royndunum at tryggja heimsins tjóðum javnbjóðis rætt at útinna sjálvsavgerðarrætt sín. Sameindu Tjóðir
viðurkenna, at fólkið í Vestursahara hevur rætt at skipa seg sjálvt, og landsstýrið stuðlar ynskjum teirra at
fremja henda rætt í verki. Landsstýrið stuðlar samtyktunum um, at náttúrutilfeingi bert skal útvinnast, um
hetta er í tráð við fólksins vilja í Vestursahara, sigur Uttanríkismálaráðið á heimasíðu síni.
Grímur Kamban liggur aftur við vestaru bryggju í Havn, men á seinastu ferðini kundi gingið rættiliga galið, tá nógvur
sjógvur kom inn á verksmiðjuna og seinni bæði fór niður í last og maskinrúm
Mynd: Jens Kr. Vang
- Eg hopi ikki, at skipið loysir aftur, fyrr
enn neyðugu ábøturnar eru gjørdar,
soleiðis at trygdin umborð er í lagi,
sigur Ellintur Abrahamsen, skipari á
Tjaldrinum
Trygd
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ellintur Abrahamsen var skipari umborð á Tjaldrinum
á túrinum, tá teir fríggjadagin vórðu boðsendir at
koma lemmatrolaranum Grími Kamban til hjálpar.
Trolarin var staddur einar 50 fjórðingar eystur úr
Fugloynni, tá teir bóðu um sleip, tí teir høvdu
trupulleikar við elektrisitetinum umborð.
Men tá Tjaldrið kom leiðina seinnapartin hendan
dagin, sást skjótt, at manningin ikki bert hevði
trupulleikar við elektrisitetinum.
Sjógvur var komin inn á verksmiðjuna umborð á
Grími Kamban, sum tískil hevði brúk fyri pumpum.
Ringum standi
Ellintur Abrahamsen, skipari á Tjaldrinum, er
fáorðaður um hendingina og støðuna umborð á
lemmatrolaranum hendan dagin.
Tó dylur hann ikki, at støðan hjá teimum seks
monnunum umborð gjørdist kritisk, sum hann tekur
til, tá leygarkvøldið kom.
- Eg haldi, at tit skulu tosa við skiparan, sum var
við Grími Kamban hendan túrin. Hann tóktist stak
skilagóður, og eg haldi, at tit eiga at tosa við hann,
sigur skiparin á Tjaldrinum.
Men Ellintur leggur tó ikki fingrarnar ímillum, tá
hann hevur hug at siga sína hjartans meining um, hví
støðan gjørdist so kritisk umborð á lemma-
trolaranum.
- Skipið og manning høvdu ikki komið soleiðis
fyri hendan túrin, um skipið var í betri standi. Var
alt, sum tað átti at verið, hevði hetta ikki hent.
Ikki loysa
Hann sigur bart út, at Grímun Kamban ikki eigur at
loysa aftur, fyrr enn neyðugu umvælingarnar eru
gjørdar.
- Eg hopi virkuliga ikki, at skipið loysir aftur í tí
standi, tað er, tí hetta er als ikki forsvarligt, sigur
skiparin á Tjaldrinum, Ellintur Abrahamsen.
Fakta
Grímur Kamban/ fyrr:
Nøkkvi (Ísland)
Smíðiár:
1987
Smíðistaður:
Akureyri, Ísland
Longd:
40,01 m
Breidd:
8,10 m
BRT:
283
Eigari:
P/F Research
Útgerðarmaður:
Aksel Hansen
Trygdin var
ikki í lagi