mánadagur 2. februar 2009síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2009
13
T
að er við stórum sorgblídni
at Føroya fólk enn einaferð
noyðist at taka til eftirtektar at
vatnorkuútbyggingar SEV´s
aftur skulu fremja altoyðandi
árin á føroyska náttúru í
Eysturoy. Sjálvt eftir at um
hvørvisárinskanningin frá
Náttúrugripasavninum og
Umhvørvisstovuni vísti at
óheppin lívfrøðilig árin kundu
staðfestast á avveittu økjunum
Eiði 1 og 3, og at Føroya
Náttúruverndarfelag óteljandi
ferð hevur víst á, at samlaða
Eiðisverkætlanin ikki lýkur
altjóða sáttmálan um burðar
dygd og harafturat setur kravið
um vernd av lívfrøðiligum
margfeldni til viks, letur ovasti
myndugleikin, Yvirfriðingar
nevndin, loyvi til framhaldandi
neyðtøku av áum og náttúru.
F
øroya Náttúruverndarfelag
hevur á fundi hin 31´januar
viðgjørt framhaldni av Eiði
verkætlanini har farast skal
suður til Selatraðar eftir vøkru
og lívgevandi áunum. Altjóða
viðurkenda tíðarritið National
Geografic kundi í 2008 kjósa
Føroyar sum mest serstaka
oyggjaland har eyðkennini vóru
vøkru bygdirnar og áirnar, ið
frítt runnu oman úr fjøllunum.
Grannalond okkara Noreg og
Svøríki og fyri stóran part eisini
Ísland hava oytt allar sínar áir. Í
Noreg avgjørdi stjórnin at
síðsta stóra áin Vefsna skuldi
friðast og harvið ikki kunna
nýtast til vatnorku. Áin er
búpláss fyri stórum mongdum
av sjósíli. Í Svøríki eru einans 3
til 4 áir eftir, og eisini har hevur
stjórnin friðað hesar náttúru
gripir fyri framtíðina.
N
evndin í Føroya Náttúru
verndarfelag metir SEV
ætlanina at halda fram við tøku
av okkara vøkru áum sum
ómegd og boðan um tørvandi
vitan og innlit í at aðrir møgu
leikar eru at troyta náttúrutil
feingið á burðardyggan hátt.
SEV hevur ført fram at vilja
vit framburð og vøkstur og eitt
gott samfelag, er neyðugt at vit
framhaldandi útbyggja vatn
orkuna. Sagt verður at vatnorka
er sonevnd grøn orka og at hon
m.a. vil minka um nýtsluna av
fossilari orku og við tí útlatið
av veðurlagsgassum. Tað
stendur púra greitt frá fleiri
granskingarroyndum at tað at
savna vatn í byrgingar hevur
við sær eitt ovurstórt útlát av
methangassi. Kanadiskir
granskarar hava prógvað at
serstakliga í smáum vatn
orkuverkum og byrgingum er
útlátið av vakstrarhúsgassum
líka so stórt sum frá diesel
motorum – millum 300 og 500
gram CO2 fyri hvønn fram
leiddan kilowattíma.
Sostatt er alt tos um sparingar
í CO2 útlatinum við at fremja
vatnorkuútbyggingar burturvíst.
Afturat óheppnum árinum á
veðurlagsbrotingar hevur sjálvt
vatnið, ið stendur í byrginini,
eina sera vánaliga dygd. Ovaru
vatnløgini framleiða vegna
fotosyntesuna stórar nøgdir av
sýru meðan niðaru myrku
botnløgini fylt upp av móru
umskapa lívrunnin evni til
methangas. Tá vatnið so verður
latið gjøgnum turbinur og á
sjógv hevur tað óheppin árin á
lívfrøðina í sjónum. Mineralir,
søltir, smákykn
og stórar nøgdir av súrevni
hopast upp í byrgingunum og
koma ikki at tæna endamálinum
at lívga um og føða plankton
vøkstur og harvið støðið undir
føðiketuni – okkara lívsgrund
arlag, sum er fiskurin í sjónum.
N
evndin í Føroya Náttúru
verndarfelag átalar at
okkara politiski myndugleiki
ikki viðger og setur út í kortið
hvussu so avgjørd týdningar
mikil mál sum orkuframleiðsla
og gagnnýtsla av náttúrutil
feingið skulu fara fram. Vit
hava tikið um helvtina av tøku
vatnorkuni, enntá sera illa
gagnnýtt tá stór orkutap kunnu
staðfestast í allari Eiðisverk
ætlanini. Vit hava um 100mill.
Kwtímar vatnorkuframleitt
ravmagn og sostatt góðar
100mill.Kwtímar eftir at taka,
men so eru vit eisini fyriuttan
vøkru áirnar og vøtnini. Vit
andi at framtíðar orkutørvurin
verður fleiri milliardir kilo
wattímar og at hesin skal
framleiðast við øðrum enn
fossilari orku, átti tað at fingið
okkara politikarar at taka seg
um reiggj og sagt frá hvør tað
er sum setur út í kortið hvussu
framtíðar náttúruvirði skulu
tryggjast í mun til
orkuframleiðslu.
Vit vilja harðliga átala at
SEV letur hánt um aðrar møgu
leikar at framleiða ravmagn.
Væl ber til at pumpa vatn upp
til verandi byrgingar við vind
orku og enntá við sera høgum
nýtslustigi. Hetta verður framt í
fleiri londum, men sær ikki út
til at feløg uttan fyri SEV skulu
sleppa inn á ravmagnsmarkn
aðin. Alduorkuverkætlan SEV´s
í samstarvi við SeaWave verður
av Føroya Náttúruverndarfelag
ikki tikin í álvara, men skoðað
sum undanførðsla, einans fyri
at SEV skal fáa frí og stundir
við framhaldandi vatnorku
byggingum. SeaWave tøknin er
løgd á hillina av útlendskum
alduorkuserfrøðingum, og
gransking og menning fer fram
innan aðrar hættir. M.a. sæst
nýggja verkið vestur úr portu
gisisku strondini nevnt Pelamis.
Verkið riggar sera væl og er
m.a. leyst úr strond og lagt út
langt frá landi.
Nevndin vil eisini harðliga
átala at SEV ikki vildi stuðla
undir sjóvarfallsorkuverkætl
anin, ið var í umbúna í sam
starvi við enskar framleiðarar
og granskingarsstovur í Noreg
og Danmark.
Føroyar eru og verða fram
haldandi afturútsigldar innan
burðardygga gagnnýtslu av
ovurstóra orkutilfeingi okkara.
Nýggj tøkni menninst hvønn
dag, men sleppa vit ikki upp í
part so leingi politiski myndug
leikin letur standa til.
V
it átala somuleiðis at
landsstýrið ikki kemur
aftur í tingið við nýggju
náttúrufriðingarlógini. Tørvurin
er stórur á at vit fáa demo
kratiserað lóggávuna kring
náttúruvernd og friðingar.
Tíðargreinin: eitt íkast til føroyska orðaskiftið
Sosialurin hevur tíðargrein í blaðnum týsdag og hósdag. Hevur tú hug at gera títt íkast til føroyska kjakið í 2009?
Send eina grein til post@sosialurin.fo - Kravið er, at greinin er á leið 6000 tekn og skrivað í essay stíli
Eiði 2 -
vatnorkuútbygging SEV’s
Tíðargreinin
tíðargreinin
Føroya Náttúruverndarfelag FNU
Kári Thomsen, formaður