mánadagur 2. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 22 - 2. februar 2009
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu,
tá kæra kona, mamma, vermamma, omma og
langomma okkara
Gunda Djurholm
Kollafjørður
andaðist og varð jarðað.
Takk fyri kransar, blómur og heilsanir. Takk til øll,
sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðina.
Takk til missiónshúsið í Kollafirði. Takk til
Eldrasambýlið í Kollafirði og Tjarnargarð fyri
hjartaliga umsorgan. Takk til starvsfólkini á G4 og
Berg D. Joensen, prest, fyri vitjanir og troystarrík orð
í kapellinum og kirkjuni.
Tøkk til øll, sum fylgdu henni til hennara seinasta
hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Niels Pauli
Ingrid, Arnóra, Hans og Bjarni
Myndin er frá realskúla
framsýningini, sum Jórunn
Dánialsdóttir skipaði fyri í
Kommunuskúlanum í Havn
í 2007. Her eru fimleika
gentur frá umleið 1933.
Genturnar eru f.v.: Inger
Højgaard, Ása Christiansen
(Michelsen) og Gunnvør
DalChristiansen.
Um onkur hevur hug at
ogna sær hesa mynd, er
viðkomandi vælkomin at
venda sær til Jórunn Dánials
dóttir á telefon: 226024.
(mynd nr. 50)
Myndaeigari: Ása Michelsen
Fimleikagentur í 1933
Dagurin
2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein mariu
messa og varð hildin til minnis um vitjan Mariu í halgi
dóminum 40 dagar eftir føðingina, sum siður var hjá
jødiskum konum. Henni til minnis og barninum til
heiðurs vórðu kertur og kyndlar tendraði, og av tí kem
ur navnið missa candelarum. Navnið candela merkir
vaksljós. Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í álmanakkanum)
Hósdagin 2. februar 1989
skrivar tíðindablaðið Sosial
urin um eitt rættarmál móti
einum 20 ára gomlum
manni, sum saman við
tveimum øðrum 16 og 17
ára
gomlum
dreingjum
vóru skuldsettir fyri herverk
á hálvthundrað bilar, um
framt herverk móti handl
inum Spíruni í Sverrisgøtu
í Havn.
Í hesum sambandi bað
løgreglan
bileigararnar,
sum høvdu boðað frá her
verki á teirra bilar, um at
siga frá hvussu nógv hetta
kom at kosta. Tað vísti seg
at 94 dekk vóru skorin upp
umframt rútar, spegl og
antennur. Endurgjaldskrav
ið var fyribils mett til væl
oman fyri 100.000 krónur.
Eisini skrivar blaðið um
at mikunáttina vóru tvey
innbrot í Havn. Annað var
hjá Berg Motors á Hálsi,
har pengar vóru tiknir, og
hitt var í kioskini Aldubáruni
í J.C. Svabosgøtu, har eingir
pengar vóru tiknir, tí penga
kassin var tómur.
Fyri 20 árum síðan:
Næstan hundrað
dekk skorin upp
Rætting
Í vikuskiftisblaðnum skriv
aðu vit um amerikanska
sangaran George Beverly
Shea, sum fylti 100 ár 1.
februar. Í greinini stóð, at
hann var føddur 9. januar
1909. Tað er sjálvandi
ikki rætt. Hann varð
føddur 1. februar 1909.
-red
Á summum bilum vóru øll dekkini skorin. Tilsamans 94 dekk
vóru skorin
Innbrot var í kioskina Aldubáruna í J.C. Svabosgøtu. Tað
innbrotið hevði eingi við hitt málið um skornu dekkini at gera