mánadagur 2. februar 2009síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ]
Given til City
Manchester City keypti sunnudagin írska
landsliðsmálverjan hjá Newcastle, Shey Given. Given
hevur í fleiri ár verið roknaður millum fremstu
málverjarnar í enskum fótbólti, og skiftið var heldur ikki
nakað, sum FCK-venjarin Ståle Solbakken fegnaðist um.
– Teir hava fingið ein betri málverja. Hann er tryggari og
meira royndur enn Joe Hart, sigur Ståle Solbakken við
danska EkstraBladet. FCK skal í vár spæla móti
Manchester City í UEFA-Cup kappingini.
Scolari í øðini
Chelsea-venjarin, Luiz Felipe Scolari, var alt annað enn
fegin um dómaraavrikið hjá Mike Riley, tá Chelsea
sunnudagin tapti 2-0 móti Liverpool. Frank Lampard fekk
reytt kort fyri eina tackling móti Xabi Alonso, og hetta fekk
ilt í brasilska venjaran. – Eg vil hava dómaran at hyggja eftir
hasi hendingini, so hann kann broyta avgerðina. Veruleikin
er, at frispark varð gjørt móti Lampard og ikki øvut. Nú fær
hann tríggja daga leikbann, og tað er fullkomuliga burturvið.
Hetta er nakað, sum FA (enska fótbóltssambandið) má
broyta, segði Scolari við ensku miðlarnar eftir dystin.
FSF hevur í skrivi til
feløgini boðað frá,
hvussu samsýningin
skal roknast út, tá
áhugaspælarar undir
23 ára aldur skifta
felag
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Í skrivi til feløgini sigur Fót-
bóltssambandið, at enda-
málið við reglunum er at
tryggja støðug og góð kapp-
ingarviðurskifti á føroyska
fótbóltsmarknaðinum, sum
taka útgangsstøði í tí veru-
leika, at størru feløgini í alt
størri mun taka spælarar frá
smærru feløgunum. Og at
tørvurin á eini skipan, sum
samsýnir smærru feløg-
unum fyri teirra uppalingar-
og menningararbeiðið tí er
øktur nógv seinnu árini.
Í nýggju reglunum verður
staðfesta, at allir spælarar,
sum fáa eina samsýning , ið
er størri enn tær útreiðslur,
sum felagið hevur av spæl-
aranum, skulu hava sáttmála
sum yrkisspælari. Eisini
ber nú til hjá feløgunum at
gera upp til trý ára langar
sáttmálar við áhugaspælarar.
Hesir kunnu frítt millum
feløg – eisini uttan fyri
flytingarvindeygað – men
tó við teirri avmarking, at
spæliloyvið skal hava verið
í nýggja felagnum í minsta
lagi 30 dagar, áðrenn spæl-
arin kann taka lut í dysti
fyri nýggja felagið.
Og at enda verður eisini
ein endurgjaldsskipan sett í
verk fyri spælarar, sum eru
undir 23 ára gamlir. Áður
hevur skipanin verið, at
avgevandi felagið hevur
havt rætt til eina standard-
upphædd á 10.000 krónur,
men við nýggju reglugerðini
eru triggir ymsir faktorar,
sum áseta gjaldið.
Tey árini, sum spælari frá
12 til 15 ára aldur, sum
spælarin hevur spælt við
felagnum, og tey árini, har
spælari hevur verið fastur
hópur av 2. deildarliði felag-
sins, kosta 2.000 krónur
hvørt.
Árini, sum spælarin hevur
verið fastur partur av 1.
deildarhópi, kosta 3.000
krónur hvørt.
Og endaliga kostar hvørt
Fomula-árið hjá spælaranum
4.000 krónur.
Hesi bæði seinastu kriter-
iuni eru galdandi, til spæl-
arin er 21 ára gamal.
Tó verður tann avmarking
sett á, at ein spælari sum
hevur vunnið sær støðu
sum fastur maður á For-
mula-liðnum, ikki kemur
undir endurgjaldsregluna.
Heldur ikki skal endurgjald
latast, um spælari flytur frá
Formula- ella 1. deildarfelag
til felag, sum spælir í 2.
deild.
Í
skrivinum
staðfestir
FSF at enda, at reglurnar
eru galdandi fyri øll spæl-
araskifti, sum eru avtalað 8.
november í fjør ella seinni.
Hetta er dagurin, tá FSF
boðaði feløgunum frá, at
tað nú varð arbeitt við nýggj-
um reglum, og er ígildis-
koman av regluni tí ásett
soleiðis, at smærri feløg
ikki skulu snýtast, hóast
skifti eru framd í tíðarbil-
inum frá 8. november 2008
til 1. februar 2009, tá
nýggja reglugerðin er sett í
gildi.
Eru enn við
sviðusoð
Hóast nýggju
reglurnar fyri
felagsskifti innan
føroyskan fótbólt
eru ein bati, leggja
tær samstundis upp
til, at stóru feløgini
púrasta lógliga
kunnu ogna sær
bestu spælararnar
hjá smærru feløgunum fyri tilboðsprís
Ítróttarklumma
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Málið um spælaraskifti hjá Magnusi Olsen frá B71 til
B36 í fjør var ein ræðumynd av, hvussu illa stillað
smærru feløgini eru, tá tey stóru fara eftir spælarum.
Úrskurðurin hjá Aganevndini í tí málinum staðfesti
neyðturvuligheitina í einum endurskoðaðum lógar-
verki á økinum, og í so máta eru nýggju reglurnar
avgjørt ein bati fyri smærru feløgini.
Men tað er neyvan so, at somu smærru feløg eru í
nær námind nøgd um nýggju ásetingarnar, sum helst
í mesta lagi kunnu geva góðar 20.000 krónur fyri
størstu talentini hjá somu smáu feløgum.
Partvíst inniheldur lógarverkið ein klausul um, at
spælari, sum hevur vunnið sær status sum fastur
maður á Formula-liði felagsins, ikki kemur undir
reglurnar, tá hann hevur havt hesa støðu í eitt ár.
Álvaratos. Ein spælari, sum hevur upp ímóti
framúr fótbóltsevni, er við nærum 100% vissu fastur
maður á Formula-liðnum, longu tá hann er 16-17 ára
gamal, og so er nyttan í reglugerðini burtur!
Hartil kundi verið ynskiligt, um reglurnar so ella so
í størri mun tóku støði í kvalitetinum á spælaranum. Í
Íslandi hevur skipanin verið, at umframt kriteriini,
sum FSF nú hevur ásett, økist upphæddin eisini, alt
eftir tali av U- og møguliga A-landsdystum. Hóast
tað kann vera ymiskt, hvussu spælarar búnast ella
sláa til, so vil hetta í flestu førum eisini vera eitt slag
av góðskustemplan av spælaranum, og vanliga er tað
jú so, at góðska kostar.
Tí veruleikin er, at einar 20.000 krónur fyri ein
spælara við framúr fótbóltsevnum er alt ov bíliga
sloppið. So kunnu feløgini puffað um, at størri
upphæddir í ov stóran mun vilja tøma longu illa
sperdu felagskassarnar.
Sannleikin er helst meira, at ein hægri transfer-
upphædd til móðurfelagið einans hevur við sær, at
upphæddin til spælaralønir hevði minkað nakað. Og
tað vildi nú ikki verið tann størsta vanlukkan, sum er
hend føroyskum fótbólti.
Nýggjar reglur fyri
spælaraskifti
FSF hevur nú sett í gildi nýggjar reglur fyri, hvussu avgendi felagið skal samsýnast, tá spælarar
skifta felag