mánadagur 2. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ]
Sylla og Páll á talvuna
Ahmed Davy Sylla og Páll Klettskarð skutu hvør sítt mál, tá
FC Amager í venjingardysti vann 5-0 á Kastrup. Kastrup
spælir í Danmarkarrøðini, og sambært heimasíðuni hjá FC
Amager var styrkismunurin á liðunum stórur. Sylla var í
álopinum frá byrjan, og hann skoraði til 2-0 tíðliga í
dystinum. Eftir steðgin kom Erling Jacobsen inn á
bakkplássið og Páll Klettskarð kom í álopið, og teir báðir
gjørdu góða reklamu fyri sær sjálvum. Páll kom enntá á
máltalvuna, tá hann einsamallur við mávlerjanum økti til 5-
0 fimm minuttir undan leikloki.
Nadal vann Austrialian Open
Spaniumaðurin, Rafael Nadal hevur vunnið stóru tenniskappingina,
Australian Open í Melbourne í dag. Talan er um fyrsta sigurin hjá Rafael
Nadal í Australian Open kappingini. Í finaluni sigraði Rafael Nadal 3-2 á
sveisiska Roger Federer. Settúrslitini gjørdust 7-5, 3-6, 7-6, 3-6 og 6-2.
Finalan vardi í heilar 4 tímar og 23 minuttir. Rafael Nadal hevur nú
vunnið 6 Grand Slam kappingar (t.e. Australian Open, French Open,
Wimbledon og US Open). Roger Federer hevur vunnið 13 Grand Slam
kappingar. Amerikanski Pete Sampras eigur metið við 14 vunnum Grand
Slam kappingum. Rafael Nadal er tó bert 22 ára gamal, og heldur hann
gongdini, so er sannlíkt, at hann fer at taka metið hjá Pete Sampras.
Talan er um óvanliga
avgerð, nú Kapp
ingarnevndin hevur
gjørt av at broyta
dómarans meting
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Uttan at taka dagar ímillum,
um úrskurðurin hjá Kapp-
ingarnevndini er rættur ella
skeivur, kann í øllum førum
staðfestast, at talan er um
ein sera óvanligan av slag-
num.
Tað kann væl vera, at
reglugerðirnar fyri Kapp-
ingarnevndina hjá HSF ikki
beinleiðis nevna tað, men
fordømi í líknandi kærum
áseta púrasta greitt, at dóm-
arans meting ikki er nakað,
sum verður broytt av kapp-
ingarnevndini.
Orðingin er eisini bein-
leiðis ásett í reglugerðini
fyri Dómsnevndir innan
ÍSF, har tað verður positivt
nevnt, at Dómsnevndin ikki
hevur heimild at broyta
dómarans meting í dysti.
Tí er rættiliga sannlíkt, at
Neistin fær viðhald, um av-
gerðin hjá Kappingarnevnd-
ini verður kærd fyri Dóms-
nevndina.
Tað er tó ikki ókent, at
avgerðir av hesum slag
kunnu broytast, soleiðis at
nýggjur dystur verður ásett-
ur. Fordømi um hetta kunnu
millum annað finnast í
donskum hondbólti, men tá
er tað ovasti kærumyndug-
leikin, sum hevur skapt for-
dømi. Tað vil við øðrum
orðum siga, at tað helst
verður soleiðis, at kæran
frá VÍF skal allan vegin upp
til Ítróttadómstólin, áðrenn
nøkur endalig niðurstøða
fyriliggur í málinum.
Kappingarnevndin
hjá Hondbóltssam
bandinum hevur
gjørt av, at dysturin
millum Neistan og
VÍF tann 18. januar
skal spælast umaftur
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Talan var um oddadyst, tá
liðini hittust í høllini í Hálsi
og Havn, og úrslitið gjørdist
tað mest málríka í hesum
kappingarárinum.
38-37 gjørdist endaliga
støðan, men tað, sum fekk
øði í vestmenningar var ein
hending beint undan steðg-
inum. VÍF hevði tríggja-
metra kast, tá tvey sekund
vóru eftir, og Sámal Joensen
royndi seg við beinleiðis
skoti.
Dómararnir blástu tó tíð-
ini ígongd alt fyri eitt, og tí
ljóðaði lúðurin, samstundis
sum skotið frá Sámali Joen-
sen fór í meskarnar.
Dómararnir gjørdu tá av,
at málið ikki skuldi telja
við, og tí vóru vestmenning-
ar heldur skakkir, tá teir
eftir steðgin komu eftir, at
teir ikki høvdu eins nógv
mál, sum teir hildu seg
hava.
Við tepra tapinum í huga
gjørdi VÍF tí av at kæra
dómaraavgerðina, og hesum
fingu teir í gjárkvøldið við-
hald í.
» Vísandi til, at dómar-
arnir í sambandi við frí-
kastið, ið varð dømt beint
fyri hálvleik, tóku eina
skeiva avgerð við ikki at
lata VÍF taka fríkastið
umaftur, og tað vísandi til
úrslitið í dystinum ikki
kann avvísast, at hendan
skeiva avgerðin hevur havt
avgerandi
týdning
fyri
úrslitið á dystinum, hevur
Kappingarnevndin avgjørt
at geva VÍF viðhald í klagu
síni, soleiðis at úrslitið á
dysti nr. A134 millum
Neistan og VÍF, tann 18.
januar 2009 verður ógildað,
og dysturin verður spældur
av nýggjum«, skrivar Kapp-
ingarnevndin í sínum úr-
skurði.
Kjartan Thomassen, for-
maður í Neistanum, sigur,
at nevndin ikki hevur verið
savnað, síðani tey í gjár-
kvøldið fingu úrskurðin, og
at tey tí ikki hava gjørt av,
um avgerðin verður kærd.
Skulu spæla umaftur
Prinsip-avgerð
Mest málríka uppgerðin í Atlantic Airways-kappingini í ár skal spælast umaftur, um tað stendur til Kappingarnevndina hjá HSF