Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ] Messi bjargaði Barca Ta einu løtuna stóð tað einki til hjá Barcelona, sum um vikuskiftið spældi ímóti Santander í sponsku landskappingini. Serbin Zigic legði Santander á odda, men argentinski álopsspælarin Lionel Messi vildi tað øðrvísi. Hann javnaði til 1-1 10 minuttir seinni, og einar 10 minuttir fyri leiklok skoraði hann sigursmálið í dystinum. Schmeichel leigast út Danski málmaðurin Kasper Schmeichel, sum hitar beinkin í enska felagnum Manchester City, vónar, at hann kann verða leigaður út restina av kappingarárinum, so hann aftur sleppur at spæla. Manchester City vil keypa Shay Given úr Newcastle, og um tann avtalan kemur upp á pláss, so er kanska møguleiki fyri, at Schmeichel verður leigaður til annað felag. KÍF stríddist væl, men í longdini var tað ikki nóg mikið móti VÍF, sum enn hevur beina finalukós Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hóast talan var um topp móti botni, so borga grannauppgerðir ofta fyri spennandi dystum, og soleiðis var eisini í Vest- manna, tá VÍF sunnudagin tók ímóti KÍF. Kollfirðingar hava av og á argað ovaru liðini í deildini, og tað gjørdu teir eisini eina góðu løtu av dystinum sunnudagin. VÍF kom annars væl frá byrjan, men hóast munurin alt fyri eitt gjørdist fleiri mál, so vildi KÍF als ikki geva seg. Teir hildu á við at stríðast í verjupartinum, og spakuliga kom álops- parturin eisini somikið væl við, at bert tað eina málið var á muni, tá liðini fóru til hálvleiks. Gongdin helt sær, til tað restaðu smáir tíggju minuttir. VÍF hevði alla tíðna munin, men hesin varð sjáldan meira enn eini tvey mál. Men seinastu løtuna skrædnaði tó veruliga. VÍF skoraði tríggjar ferðir á rað frá 26-24 til 29-24, og so var eingin vón hjá KÍF at koma aftur í dystin. Enn er kanska ikki sloppið hjá VÍF. Men tað er nú ikki serliga langt til FM-finaluna. Og kanska styttist kósin enntá við úrskurðinum hjá Kapp- ingarnevndini sunnu- kvøldið. Hjá KÍF er árið sum so farið. Men treiskir sum teir eru, er eingin ivi um, at teir eisini fara at stríð- ast seinastu umførini av kappingini. Einki stig aftaná 13 dystir, og seks til til bjargingina. Tað er í løtuni sera lítið sum bendir á, at Kyndil eigur kvinnulið í bestu deildini í komandi kappingarári Hondbóltur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Tær vistu nóg illa, hvussu tær skuldu reagera. Og tað skilur tú væl. Kyndil fekk aftur bank í gjár. 14 mál vóru á muni, tá grønu havnargenturnar royndu seg í botnbrakinum – tað er kanska nakað nógv sagt - á Skála. Tað, sum varð rópt lagnudysturin, var ein eyðmýking fyri Kyndil. Tær vístu einki tekin uppá, at tær ætla sær at halda fram í fremstu deildini. Og tá fær valla verið betri enn í høllini á Skála í gjár. Tær vóru ongantíð nær námind sigrinum, sum kundi birta nýggja vón um framhald í bestu deildini. Skrædnaði skjótt Tað var ongantíð nakar ivi í gjár. Miðskeiðis í fyrsta umfarinum hevði Kyndil bara skotið eitt mál, og tí var eingin trupulleiki hjá StÍF at vinna sær eina trygga leiðslu. Serliga stóð Rebekka Justinussen seg væl, og hon varð eisini topp- skjútti við 7 málum. Í verju- partinum riggaði væl hjá heimaliðnum, har Kyndil ikki hevði hugflog til at trýsta tær. StÍF fekk fleiri mál eftir skjótálop, har grønu gestirnir mistóku seg í álopi. Í løtum spældu gestirnir væl. Men tað vantaðu av álvara neyvleikan, og tað gjørdi tað sera torført. Munurin bara øktist, og so tóktist tað sum, at Kyndil hevði hug at flagga við hvítum móti endanum. StÍF vann trygt 30-16. Gongur einki Framvegis stendur null við stigaúrtøkuna hjá Kyndli í hesum kappingarárinum. Og tað gevur ikki sjálvsálit. Tað er ein stórur munur á havnarliðnum og hinum. Tær vísa lítlan vilja og ágrýtni, og tá eigur tað at verða torført. Leikara fyri leikara standa tær ikki nógv aftanfyri hinar, men tíbetur snýr ítróttur seg um nógv annað. Og tað er fyrst og fremst á mentala økinum, at Kyndil má arbeiða. Men tað er allarhelst ov seint. Liðið hevur í løtum av kappingarárinum víst, at tað væl kunnu spæla við. Men í upplagdum støðum hevur sjálvsálitið mangla. Kyndil hevur heldur ong- antíð í hesum kappingar- árinum skotið meira enn 20 mál í einum dysti, og tað sigur ikki smávegis. - Nú verður sera torført. Eg kann viðurkenna, at vit ikki hava stórvegis møguleika at varðveita sætið í deildini. Tað sigur Jacklin Durhuus úr Kyndli. Hon staðfestir, at hóast úrslitini hava verið vánalig, hevur spælið ofta riggað væl. Men hví er so stórur munur á Kyndli og hinum liðunum? - Vit hava havt stórar trupulleikar við at fingið mál. Vit hava prógvað, at vit kunnu spæla við. Men vit hava vant v i ð fullari megi alt kappingarárið, og tí v a r hesin lagnudysturin e i t t ordans skot fyri bógvin. Hvat kunnu tit gera nú? - Vit hava framvegis ikki tosað saman um støðuna, sum vit eru í. Tað verður helst til venjing í annaðkvøld. Men eg veit ikki reiðuliga, hvat kann gerast – uttan at stríðast, sjávandi, sigur Jacklin Durhuus, sum varð toppskjútti hjá Kyndli í gjár við fýra málum. -uni StÍF-Kyndil 30-16 (13-7): Takk til Kyndil? StÍF-Kyndil 30-16 (13-7) 10 min: 4-1 20 min: 7-4 40 min: 15-9 50 min: 23-13 Málskjúttar StÍF: Rebekka Justinussen 7(3), Louisa Andreasen 6, Ninna K. Johansen 6, Fríðrún Danielsen 4, Bára Berthelsen 3, Annika L. Petersen 2, Anna Petersen 2 Kyndil: Jacklin Durhuus 4(4), Jórun Ludvig 3, Súsanna Petersen 3, Randi S. Wardum 2, Helena á Krákusteini 2, Linda Johannesen 1, Beinta Laursen 1 Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 6 Útvísingar: StÍF 1, Kyndil 4 Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin VÍF-KÍF 32-27 (15-14) 10 min: 7-4 20 min: 12-9 40 min: 18-17 50 min: 23-21 Málskjúttar VÍF: Rúni Joensen 10(3), Sámal Joensen 6, Joen P. Høgnesen 4, Niels Andreasen 3, Agnar Joensen 3, Karl Johan Djurhuus 3, Áki G. Olsen 2, Bjarti Hansen 1 KÍF: Jákup Trýgvason 5, Niklas Reginsson 4, Damir Oros 4(3), Rógvi Weihe 3, Gert Hansen 3, Regin Petersen 3, Ási Dam 3, Andrias Nielsen 1, Pætur Johannesen 1 Brotskøst: VÍF 3, KÍF 3 Útvísingar: VÍF 6, KÍF 2 Dómarar: Hans Thomassen & Hanus Kúrberg FAKTA um dystin VÍF-KÍF 32-27 (15-14): Stevna móti finaluni Niðurflytingin næstan veruleiki Lagið var í botni, og tað er Kyndil eisini. Stórtapið móti StÍF ber við sær, at Kyndilskvinnur so at siga ongan møguleika hava at halda sær í deildini Mynd: Álvur Haraldsen 18