mánadagur 2. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ]
Hoffenheim á toppinum
Í fyrsta umfari av týsku landskappingini legði lítla felagið
Hoffenheim seg aftur á odda. Hoffenheim spældi ímóti
Cottbus og vann 2-0. Samstundis tapti Bayern fyri Hamburg,
og so kundi Hoffenheim klatra upp á ovast rók í
Bundesliguni aftur. Við ósigrinum datt Bayern niður á
fjórða pláss, tí bæði Herta Berlin og Hamburger SV fóru
fram um.
Hjartað lá eftir í Køln
Lukas Podolski var fyri nøkrum árum síðani roknaður
sum størsta álopstalentið í Týsklandi. Tað fekk Bayern at
keypa Podolski úr Køln, men Podolski sló ongantíð til í
Bayern. Nú er hann farin aftur til Køln at spæla. - Hann
hevði ov lætt við at geva upp, og hann var ikki líka
treiskur, sum aðrir spælarar eru. Trupulleikin var, at
hjartað hjá honum lá eftir í Køln, sigur Uli Hoeness,
ítróttarstjóri í Bayern.
Fleiri av heimaáskoð
arunum vóru á veg
til hús við gron, tá
Neistin onkursvegna
koppaði uppgerðini
móti H71 til egnan
fyrimun
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
23 minuttir eftir á talvuni:
Jugoslav Djumic hevur júst
sent enn ein bólt í H71-
málið. Støðan er nú 18-11,
og alt bendir á, at ætlaða
brakið millum Neistan og
H71 varð av ongum.
Fýra minuttir eftir: Regin
Joensen leypur inn frá
vinstra veingi og høggur
bóltin inn við nærmasta trí-
kant til 25-22 til H71. Róm-
urin á gestunum er øgiligur,
og heimaáskoðararnir eru
longu í ferð við at fara úr
høllini.
Ein minuttur eftir: Áki
Mørk skorar eitt fantastiskt
mál, har hann av baklinjuni
og fullkomuliga úti av javn-
vág skrúvar bóltin út um
Jóhan Hofgaard og inn í
málið. Neistin er á odda 26-
25. Og tá Ingi Olsen løtu
seinni høggur undirhonds-
skot niður við stólparótina,
eru tað hoyvíkingarnir, sum
reisast úr sessunum og fara
heim.
Fult tamarhald
Jú, kontrastirnir vóru nógvir
og ymiskir í Ítróttarhøllini á
Hálsi í Havn, tá nummar
tvey og trý á stigatalvuni
brustu saman sunnudagin.
Við einum VÍF-liði, sum
ikki tykist hava hug at
slaka, tykist tað vera upp til
Neistan og H71 at gera av,
hvør
skal
hava
seinna
finaluplássið, og kanska
avgerandi tvídysturin í hes-
um stóð á skránni sunnu-
dagin.
Leingi líktist hetta tó ikki
nøkrum braki. Neistin er
spakuliga í ferð við at finna
aftur á formin, sum lyfti
teir upp á oddasessin beint
undan ársskiftinum, og hesa
gongdina hildu teir fast um
sunnudagin. Við sterkum
verjuspæli hildu teir hoy-
víkingunum frá teimum
heilt stóru skreytunum, og í
álopsspælinum riggaði væl
at spæla skjótt og tunt.
Bæði so skjúttarnir sluppu
framat á bakkunum, og
soleiðis at ein stórspælandi
Jugoslav Djumic fekk fram-
úr arbeiðstreytir á strikuni.
Kannaðu sær bitan
Fyrstu løtuna av seinna
hálvleiki sópaði Neistin
eisini allan iva til viks. H71
royndi seg við øllum sínum
trimum málverjum, men
einki tóktist muna móti
streyminum av Neista-mál-
um, og dysturin líktist alt
meira
einum
veruligum
stórsigri.
Men brádliga kom stígur
í. Ivaleyst kannaði Neistin
sær bitan ov tíðliga, tí teir
mistu ferðina í spælinum.
Jóhan Hofgaard tók í einum
trimum støðum upplagdar
møguleikar, og so kom av
álvara lív í gestirnar.
Teir høvdu annars fyri
tað mesta verið steindeyðir,
men við einum langum
trekki togaðu teir seg aftur í
dystin. Eftir at hava skotið
11 mál fyrstu 39 minuttirnar,
skut hoyvíkignarnir nú eins
nógv mál teir næstu 13.
Og so var alt á gosið.
Heimaliðið tók sær time-
out, tá talvan vísti 22-23,
men tað munaði lítið, og tá
tað løtu seinni stóð 22-25,
tóktist eingin vegur aftur.
Hvaðani vertirnir fingu
trúnna aftur, er ilt at vita.
Men væl hjálptir av fjált-
ursstungnum hoyvíkingum,
sum tvær ferðir á rað
avsluttaðu álop óneyðuga
skjótt, kom aftur glið á hjá
vertunum.
Betri innanhýsis
Sigurin ber við sær, at
Neistin nú situr við góðum
fyrimuni í stríðnum um
pláss í FM-finaluni. Ikki
bara, tí teir nú aftur eru tvey
stig framman fyri H71.
Men eisini tí teir við triðja
sigrinum á hoyvíkingum
hava tryggjað sær, at teir
eru betri í innanhýsis upp-
gerðunum, og tað í sjálvum
sær gevur í veruleikanum
hálvt stig eyka.
Og eftir at hava halta
nakað síðani ársskiftið, tykj-
ast meistararnir eisini vera í
ferð við at finna aftur á
røttu slóðina.
Enn kunnu forðingar tó
vera á vegnum, og lítil ivi
er um, at H71 stendur til
reiðar at lofta, um møgu-
leikin er har. Hóast seinasti
neyvleikin enn restar, so
hava hoyvíkingarnir enn
góðan møguleika at koma
allan vegin, og tí ræður nú
um hjá teimum at gera sítt
arbeiði í seinastu seks dyst-
unum.
Neistin-H71 27-26 (14-11):
Neistin misti – menn vann
Ætlaði sær brotskast
Vakrasta detaljan í dystin-um á Hálsi sunnudagin var
uttan iva, tá Áki Mørk skrúvaði bóltin í H71-málið,
soleiðis at Neistin kom upp á 26-25.
- Vit fóru í kontra, og eg bleiv pressaður nokk so langt
út. So eg mátti bara royna okkurt smart, og tað eydnaðist
so. Men eg rokni nú við, at dómararnir høvdu dømt
brotskast kortini, segði Áki um støðuna, tá vit eftir
dystin tosaðu við hann.
Sum vera man, so fegnaðist Áki um sigurin, men
hann helt tó, at dysturin ongan tíð skuldi blivið somikið
spennandi, sum hann bleiv.
- Vit seta ferðina niður, og helst halda vit okkum hava
vunnið. Alt gekk jú sum eftir ánni, men so loyva vit
teimum aftur í dystin.
Og helt tú tykkum hava tapt, tá tað stóð 22-25 á
talvuni?
- Tað ivaðist eg ikki í. Men fimm minuttir er long tíð
í hondbólti, og við hvørt eydnast tað kortini at venda
slíkum støðum. Og fyri okkum var hetta ein sera týðandi
sigur, sigur Áki Mørk.
-mørk
Halda høvdinum høgt
Janus Sørensen var eins og liðfelagarnir vónbrot-in av,
at tað ikki eydnaðist H71 at halda fast, tá teir høvdu
strítt seg upp á 25-22. Men hann staðfesti, at tað ikki
komst av, at teir hildu seg hava vunnið.
- Vit brúka øgiligar kreftir fyri at koma aftur í dystin. Vit
eru aftan fyri við sjey málum og koma so trý framum, og
tað kostar. Tað ger, at vit fara eitt sindur niður í ferð
seinastu løtuna, og vit klára ikki at toga okkum uppaftur.
Hetta er triðja ferðin, at tit tapa tepurt móti Neistanum.
Er tað ikki dýrt?
- Jú, tað kann tað væl blíva. Men hugsa vit um seinna
hálvleik, so kunnu vit fara út við høvdinum høgt. Vit
stríðast framúr væl, meðan fyrri hálvleikur kanska ikki
er nóg góður. Men hugsa vit um seinna hálvleik, so
kunnu vit halda høvdinum høgt, segði Janus Sørensen.
-mørk
Neistin-H71 27-26 (14-11)
10 min: 4-4
20 min: 9-6
40 min: 18-12
50 min: 22-20
Málskjúttar
Neistin: Jugoslav Djumic 11, Nogi Berg 3, Ingi Olsen
3(1), David Edvardsen 3, Áki Mørk 3(1), Tróndur
Kragesteen 3, Finnur Hansson 1
H71: Esbern Patursson 7(1), Regin Joensen 6, Bárður
Brimvík 4, Janus Sørensen 4, Johnny Durhuus 1,
Gunnar Bláberg 1, Danni Syhler 1, Halgir Dahl-
Olesen 1, Poul Kjartan Dam 1
Brotskøst: Neistin 3, H71 2
Útvísingar: Neistin 3, H71 5
Dómarar: Kári Hansen & Sámal Paulason
FAKTA um dystin
Ingi Olsen hevur fyri tað nógva sitið á beinkinum, men sunnudagin spældi Neista-venjarin størsta partin av dystinum
Mynd: Hilmar Jan Hansen/Einslistir
19