mánadagur 2. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ]
Sjúk síðani
hósdagin
Tað var ein lítillátin Guðr
un vit hittu eftir dystin.
Hon vildi als onga æru
taka sjálv og rósti verjuni
hjá Tjaldrinum upp til
skýggja. Tú spælir ein
branddyst í dag. Hevur tú
gjørt tær nakrar serstakar
fyrireikingar til dystin?
Nei, als ikki. Eg havi
ikki vant síðani vit spældu
seinnu semifinaluna hós
kvøldið ímóti Stíf. Eg havi
ligið heima sjúk.
Steypafinalan verður nú
leygardagin. Hvussu sært
tú uppá ta uppgávuna? –
Leygardagin er alt
opið. Nú hava vit prógvað
hvat vit megna og var
hetta avgjørt ein góð byrj
an til leygardagin. Sjálv
andi hava tær meir royndir
og eru meira vanar at vera
í slíkum støðum, men tá
tað er sagt, so hava vit
eisini nakrar útlendingar,
ið avgjørt hava nógvar
royndir.
-tl
Hetta var
ikki gott
nokk
Tað var ein skuffað Durita
Mikkelsen vit hittu eftir
dystin.
Verjan hjá okkum er
ófør í fyrra hálvleiki og
burdi tað gjørt tað soleiðis,
at álopið koyrdi betur,
men tað vísti seg ikki. Vit
taptu dystin í álopinum –
eingin ivi um tað. Hetta
var ikki gott nokk!
Tit lata bara 22 mál
ígjøgnum. Burdi hetta ikki
verið nóg mikið at vunnið
ein dyst?
Jú, avgjørt. Álopið var
bara ikki gott nokk hjá
okkum í dag.
Tit hava tapt tveir dystir
á rað nú. Kemur hetta at
ávirka tykkum til steypa
finaluna leygardagin?
Nei, tað ger ongan
mun. Vit vita hvat vit duga
og verður tað eingin ivi
um, hvør vinnur leygar
dagin.
Tjaldurskvinnur
jubla í dag – leygardagin
verða tað vit, ið jubla.
-tl
Ronaldo fær 20 mál
Í fjør skoraði Cristiano Ronaldo heili 42 mál fyri
Manchester United, men higartil í ár hevur tað ikki gingið
eins væl við málskjótingini. Ronaldo hevur “bert” skotið 13
mál, men venjarin hjá United væntar sær fleiri. Um tú sært
burtur frá seinasta kappingarári, so er tað sera gott fyri ein
vongspælara at hava skotið 13 mál higartil tí ár. Eg eri
sannførdur um, at hann fer at skora minst 20 mál í ár, sigur
Ferguson sambært AFP.
Faubert til Real
Tað kom óvart á fleiri, at Real Madrid vil leiga
ein spælara úr enska felagnum West Ham.
Fraklendingurin Julien Faubert hevur ikki verið
nøkur lýsandi stjørna í West Ham, men nú skal
hann royna seg í einum av heimsins sterkastu
feløgum. Julie Faubert verður eftir øllum at
døma leigaður til Real Madrid í fyrstu syftu,
men Real er áhugað at keypa spælaran í
summar.
Við einari framúr
skarandi verju og
enn betur málverja,
megnaði Tjaldur at
vinna á Stjørnuni í
Klaksvík
Hondbóltur
Tórður Lervig
t9rdur@hotmail.com
Tað vóru ikki mong, ið
spáddu Tjaldur stóran kjans
at basa Stjørnuni í teirri
egnu borg, KÍhøllini, und
an dagsins dysti. Men
Tjaldurskvinnur megnaðu
at gera øllum fordómum til
skammar. Tað var týðiligt,
at tað var í verjuni, at
Tjaldur ætlaði sær at vinna
dystin. Tær løgdu nógv fyri
og megnaðu tað eisini heilt
væl. Samstundis góvu tær
sær eisini góða tíð í álop
inum og spældu skilagott.
Ein kundi lætt síggja at
hetta frustreraði Stjørnu
leikarnar, ið als ikki fingu
teirra spæl at koyra, m.a.
hevði Stjørnan fleiri støður
har tær vóru í yvirtali og
ikki megnaðu at skora.
Guðrun í serflokki
Tað var tó ein leikari, ið ser
liga skaraði framúr hendan
dagin. Guðrun í Lágabø
stóð ein ótruligan dyst í
málinum. Hóast málmenn
oftani velja at siga, at tað er
verjan, ið ger tað lætt hjá
málmanninum,
var
tað
einki at taka feil av hendan
dagin. Guðrun tók broddin
úr álopinum hjá Stjørnuni
og bjargaði fleiri 100 %
møguleikum.
Serstakliga
vóru Una Olsen og Bára S.
Klakstein stóru syndarnir
hjá Stjørnuni hendan dag
in.
Fyrri hálvleikur
rótutur
Fyrri hálvleikur var sera
rótutur og var merktur av
nógvum tekniskum villum.
Stjørnan royndi at koyra
skjótt fram og renna Tjald
urskvinnurnar umkoll, men
hetta førdi við sær, at sera
lítið skil var á spælinum.
Tað gekk javnt allan vegin
uppeftir og vísti tað seg, at
verjurnar vóru góðar hjá
báðum liðunum. Beint fyri
hálvleik var støðan 88 og
Tjaldur hevði fingið eina
útvísing. Hetta megnaði
Stjørnan als ikki at gera sær
dælt av og ístaðin gjørdist
tað Tjaldur, ið kundi fara til
hálvleiks við eini leiðslu
uppá tvey mál, nevniliga 8
10.
Stígur í hjá Stjørnuni
Stjørnan hevur í fleiri
førum í ár víst, at orkan og
stríðsviljin hjá teimum er
nakað serstakt. Tí var eisini
væntandi, at Stjørnan fór at
leggja nógv fyri í seinna
hálvleiki. Men ístaðin var
tað Tjaldur í rann frá beinan
vegin og tá tveir minuttir
vóru
farnir
av
seinna
hálvleiki, førdi Tjaldur við
fýra
málum.
Stjørnan
royndi at svara aftur og
fingu eisini nøkur mál, men
nærri enn fýra mál komu
tær ikki.
Ta einu løtuna kom veru
ligur stígur í hjá Stjørnuni.
Tær skoraðu ikki í samfullar
15 minuttir, og tað var ikki
tí, at møguleikarnir ikki
vóru har. Stjørnan fekk tó
hol á tá umleið 20 minuttir
vóru farnir og skoraðu
tríggjar ferð á rað og sat ein
við kensluni av, at Stjørnan
fór at gera ein lítlan vørr.
Tjaldur lat seg tó ikki nerva
av hesum og hóast Stjørnan
mansvardi Adinu Petrea
seinastu tíggju minuttirnir,
koyrdi Tjaldur sigurin heim
og vunnu tá samanumkom
2217.
Nú sær gott út
Tjaldur hevði undan dagsins
dysti 16 stig fyri 12 dystir.
Nú hava tær 18 og eru
ájavnt við VB í stigatali.
Tjaldur kunnu sostatt av
gera tað sjálvar, hvørt tær
vilja í finaluna í ár ella ikki.
Stjørnan er framvegis 5 stig
á odda og sær tað gott út.
Tó hava tær tapt tveir dystir
á rað nú – nakað sum ikki
oftani kemur fyri – og tískil
verður tað spennandi um
hetta kemur at hava ávirkan
á næsta dystin, ið er steypa
finalan ímóti júst Tjaldr
inum. Fyri Stjørnuna um
ræður tað bara nú at halda
fast í fyrsta plássinum. Tað
gevur nevniliga tveir heima
vøllir í einari eventuellari
finalu.
Stjørnan-Tjaldur 17-22 (8-10)
10 min: 2-4
20 min: 6-6
40 min: 11-14
50 min: 13-18
Málskjúttar
Stjørnan: Durita Christophersen 4, Simona Petersen 4(1),
Bára S. Klakstein 3, Dianne Møller 3(1), Durita Ljósstein 2,
Anna Kristina Samson 1
Tjaldur: Alina Olaru 8(2), Adina Petrea 6, Sára Ann
Thomsen 2, Elinbjørg Hammer 2, Marinella Patru 2, Jakoba
Langgaard 1
Brotskøst: Stjørnan 2, Tjaldur 2
Útvísingar: Stjørnan 3, Tjaldur 6
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr
FAKTA um dystin
Stjørnan-Tjaldur 17-22 (8-10):
Tjaldur hongur í
Á myndini hevur Bára S. Klakstein gott tak á Marinellu Patru, men tá málini vórðu tald saman
var Tjaldur so ruddiliga omaná
Mynd: Álvur Haraldsen
20