mánadagur 2. februar 2009síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 22 - 2. februar 2009 ]
Vidic fingið CL-leikbann
Sterki serbiski miðverjin Nemanja Vidic verður ikki við, tá ið
Manchester United skal spæla fyrru 1/8 finaluna í europeisku
meistarakappingini ímóti Inter í mars. Vidic varð vístur av
vølli í HM-kappingini í Japan í desember, og tað hevur nú
fingið ta avleiðing, at hann er leikbannaður ein dyst í
Champions League. Vidic kann tó spæla við í seinnu 1/8
finaluni á heimavølli.
Slagelse á veg á heysin
Fyri fáum árum síðani var Slagelse sterkasta hondbóltsfelag í
europeiskum kvinnuhondbólti. Í dag kann felagið fara á heysin.
Slagelse hevur havt tað trupult, síðani Anja Andersen fór úr
felagnum, og nú eru fíggjarligu trupulleikarnir so stórir, at felagið
er kravt á húsagang. Seinasta freist at bjarga felagnum er klokkan
18.00 í kvøld.
Frakland hevur bara
heimsins besta hond
bóltslið. Danmark
tapti bronsudystin
ímóti Póllandi
Hondbóltur
Heri Simonsen
heris@sosialurin.fo
Frakland gjørdist heims-
meistari í manshondbólti
ígjár. Talan gjørdist um ein
so greiðan finalusigur sum
24-19 til Frakland. Hetta
hóast Kroatia var á odda
13-12 í steðginum, og hevði
heilar 15.200 fanatiskar
áskoðarar í rygginum í
Zagreb Arena í Kroatia.
Fraklendingar vóru kaldari
tá saman um kom. Dysturin
var javnur til 6 minuttir
vóru eftir. Men tá løgdu
fraklendingar seg framum
við trimum málum, og
Kroatia kom ongantíð fyri
seg aftur. Fraklendingar
stóðu sera væl í verjuni, og
kroatar høvdu ikki evnir
ella hugflog at spæla seg
ígjøgnum
tann
franska
verjumúrin. Toppskjútti hjá
Fraklandi gjørdist Michael
Guigou sum var tann heilt
stóru upplivingin í finaluni,
har hann skeyt heili 10 mál.
Øll brotskøstini hjá honum
sótu trygt.
HM og OL gull
Frakland hevur innanfyri 5
mánaðir vunnið bæði OL-
gull og HM-gull, og tað er
eingin ivi um, at næst á
skránni er EM-gullið. Eitt
privatflogfar er á veg eftir
fronsku heimsmeistarunum,
sum av trygdarávum ikki
tora at hátíðarhalda heims-
meistaraheitið í Kroatia.
Nógvir kroatiskir áskoðarar
vóru vónsviknir, og summir
teirra byrjaðu at blaka tendr-
arar o.a inn á vøllin. Danska
dómaraparið í HM-finaluni,
Lars Ejby Pedersen og Per
Olesen høvdu tað alt annað
enn lætt, men teir greiddu
sína uppgávu væl, og teir
hildu høvdið kalt í avgerandi
løtum, sjálvt um teir kundu
merkja eitt ræðiligt trýst frá
tí stóru kroatisku áskoðara-
fjøldini. Stór semja er um,
at Frakland er tað besta
liðið í Heiminum, og at tað
var fult uppiborið, at teir
vunnu. Danmark slapp at
smakka fronsku styrkina í
hálvfinaluni. Og íslendingar
sluppu at smakka hana í
olympisku finaluni. Flestu
veddingarfyritøkurnar
høvdu Frakland sum favoritt
áðrenn
kappingina,
og
Kroatia sum nr. 2. Og tað
helt
Einki metal til
Danmark
Pólland vann HM-bronsu-
dystin ímóti Danmark, og
var talan um klassamun
ímóti
dystarenda. Talan
bleiv um ein trivaligan
pólskan sigur uppá 31-23.
Fyrstu løtuni gekk kortini
væl í hond hjá Danmark,
sum var á odda 7-5. Danski
venjarin,
Ulrik
Wilbek
segði eisini við TV2 aftaná
dystin, at Danmark kundi
avgjørt dystin til sín fyri-
mun tað fyrsta korterið.
Men póllendingar vendu
dystin til sín fyrimun.
Serliga Karol Bielecki fekk
gongd á málskjótingina, og
póllendingar tóku leiðsluna
í dystinum, og kundu fara
til hálvleiks við einari 14-
11 leiðslu. Tað var bara tað
unga talentið, Barcelona-
spælarin, Mikkel Hansen,
sum spældi ein góðan dyst
fyri Danmark í dag, og
skeyt hann eisini nógv mál.
Men
einsamallur
kundi
hann ikki lyfta uppgávuna,
og tá 10 minuttir vóru farnir
av 2. hálvleiki, var støðan
21-15 til Pólland. Mikkel
Hansen fekk næstan einsa-
mallur hála Danmark uppá
22-24, men so fóru pól-
lendingarnir
aftur
frá
dønum, og komu uppá 22-
29, og so var alt liðugt.
Vónbrotnir danir
Danir vóru vónbrotnir, og
tað var Ulrik Wilbek sjálv-
sagt eisini. Thomas Mogen-
sen kláraði heldur ikki at
fylla skógvarnar hjá Jesper
Jensen, sum playmakari, og
tað fer danska ítróttarpressan
uttan iva at skriva stórt um.
Ulrik Wilbek hevur vunn-
ið 9 HM, EM og OL heið-
ursmerki, sum landsliðs-
venjari hjá bæði danska
kvinnulandsliðnum
og
manslandsliðnum í hond-
bólti. Tann tíggjunda má so
bíða fyri fyrst. Frásøgu-
mennirnir hjá TV2 bóru
eisini uppá mál, at onkrir av
eldru spælarunum fara helst
at gevast á landsliðnum nú.
Nøvn sum Kasper Hvidt,
Lars Jørgensen og Lars
Christiansen vóru havd á
lofti.
Frakland eru
heimsins bestu
Allstar
liðið:
Málmaður: Thierry
Omeyer (Frakland)
Útispælarar:
Nikola Karabatic
(Frakland), Michael
Guigou (Frakland),
Blazenko Lackovic
(Kroatia), Igor Vori
(Kroatia), Ivan
Cupic (Kroatia),
Marcin Lijewski
(Pólland).
Virðismiklasti
spælarin: Igor Vori
(Kroatia).
Endaliga støðan
Gull: Frakland
Silvur: Kroatia
Bronsa: Pólland
4: Danmark
5. Týskland
6. Ungarn
7. Svøríki
8. Serbia
9. Noreg
10. Slovakia
11. Makedonia
12. Suðurkorea
13. Spania
14. Egyptaland
15. Rumenia
16. Russland
17. Tunesia
18. Argentina
19. Algeria
20. Kuba
21. Brasilia
22. Kuwait
23. Saudi Arabia
24. Australia
Fronsku heimsmeistararnir kundu eftir finaludystin móti Kroatia enn einaferð lata seg heiðra. Frakland er nú bæði OL- og heimsmeistari
Mynd: Polfoto
21