Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 [ Nr. 22 - 2. februar 2009 ] Svenska boksi­leg­ endan, Ingemar Johansson doyði­ ígjár, 76 ára gamal Nevaleikur Heri Simonsen heris@sosialurin.fo Ein av størstu legendunum í svenskari ítróttarsøgu, ar­ beiðarasonurin úr Gøte­ borg, Ingemar ”Ingo” Johansson doyði ígjár í heimbýnum, Gøteborg 76 ára gamal. Seinastu árini livdi Ingo ikki væl, og hevði hann alzheimersjúk­ una. Ingemar ”Ingo” Johansson gjørdist heims­ gitin, tá hann tann 26. juni í 1959 gjørdist heimsmeist­ ari í tungvektsboksing. Minniligu finaluna vann á einum øðrum legendarisk­ um boksara, nevnliga Floyd Patterson. Dysturin vardi bert trý umfør, til dómarin steðgaði dystin­ um, tí tá hevði Ingo sligið Patterson í gólvið fleiri ferðir. Seinni vann Patter­ son tó á Ingo á tveimum sinnum. Fylgdu við í Føroyum Ingo vann eisini OL­silvur í Helsinki í 1952, og seinni vann hann eisini europa­ meistaraheitið í tungvekts­ boksing. Hann hevði eitt tiltikið hart slag, og vóru mótstøðumennirnir hjá honum nógv í verjustøðu, fyri at sleppa undan tiltiknu sløgunum hjá Ingo. Tá Ingo vann gjørdist heims­ meistari tann 26. juni í 1959 sótu heilar tríggjar miljónir svenskarar uppi, fyri at fylgja við í svenskum útvarpi. Eisini í Føroyum sótu fólk uppi hesa náttina, fyri at fylgja svenska útvarpinum á millum­ bylgju. Millum teirra, varð pápi tann, sum skrivar hes­ ar reglur. Hann sat uppi um náttina norðuri í Fugla­ firði, fyri at fylgja við tí spennandi boksidystinum. Seinast í 1950­unum, og fyrst í 1960­unum varð Ingo tann kendasti norður­ lendski ítróttarmaðurin í Heiminum. Nógv ítróttar­ lið í Svøríki hava havt tøgn í ein minutt í dag, fyri at minnast stóra ítróttarmann­ in, Ingemar Johansson. Ingo var ein maður av fólk­ inum, sonur ein kommun­ alan arbeiðsmann, og fólka­ hetja í Gøteborg. Í Gøte­ borgsposten er tað vorðið fólkakrav, at standmynd verður reist av Ingo. Ingo er deyður Ingemar Johansen gjørdist heimsmeistari í tungvekt, tá hann í 1959 vann á Floyd Patterson. Her er hann í dystin móti Joe Bygraves í Gøteborg í 1956 Mynd: Polfoto/Stella Grei­ði­ si­guri­n á Kyndli­ í gjár prógvaði­, at StÍF framvegi­s skal takast í álvara. Tei­r eru fýra sti­g frá FM­ fi­naluni­, og komandi­ vi­kurnar skulu tei­r av álvara ti­l próvtøku, tá H71 og Nei­sti­n bíða HONDBÓlTur Uni Holm Johannesen uni@sosialurin.fo Fýra stig. Fyrst H71, so Neistin. Nú ella ongantíð. Tað skuldi verið týðiliga fyri øll rundan um felagið StÍF. Komandi vikurnar fara at avgerða, um teir skulu eiga lut í finaluni um FM­ heitið. Greiði sigurin á Kyndli í gjár prógvaði, at StÍF skal takast í álvara, og at havnarmenn og hoyvík­ ingar kunnu fáa kapping til tað seinasta um finalupláss. Greitt omaná Sigurin á Kyndli var fult uppiborin. Í fyrra umfarin­ um var javnt, men eftir hvíldina setti heimaliðið ferð á, og tá høvdu gestirnir ongan møguleika. Serliga var trupult hjá grøna havnar­ liðnum at verja fyri Mortan Hansen, sum eisini var toppskjútti við 10 málum. Tað merktist væl hjá Kyndli, at Høgni Klein Olsen ikki var við, vegna skaða. Ov ofta vóru loysnirnar í álops­ spælinum tær somu, og serliga í seinna hálvleiki manglaði hugflogið. Verju­ parturin riggaði væl hjá báð­ um liðum í fyrra umfarinum, meðan teymarnir vóru meira leysir eftir hvíldina. StÍF hevði munin allan dystin, og vann tá avtornaði við 28­20. Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Janus Einar Sørensen og Bárður Johannesen, sum skutu seks mál hvør. Liva í vónini StÍF livir framvegis í vónini um finalupláss. Tað eru fýra stig sum skilja teir frá Neistanum, sum í løtuni liggur á øðrum plássi. Og um tvær vikur skulu strand­ ingar vitja í Hoyvíkshøllini. Tá verður avgjørt, um liðið skal fáa enn ein møguleika at ota seg nærri oddinum. Kyndil, hinvegin, kann bjarga kappingarárinum við at vinna steypafinaluna komandi vikuskifti. Teirra leiklutur í landskappingini verður nú at stjala stig frá ovaru liðunum. StÍF-Kyndil 28-20 (10-8): StÍF livir í vónin StÍF fekk hesaferð Kyndil niður á gólvið, og við sigrinum elta strandingar framvegis lítla møguleikan fyri finaluplássinum Mynd: Álvur Haraldsen StÍF-Kyndil 28-20 (10-8) 10 min: 2-2 20 min: 7-4 40 min: 16-11 50 min: 22-15 Málskjúttar StÍF: Mortan Hansen 10(3), Bárður Danielsen 5, Rúni Nicla- sen 4, Hávardur Trúgvason 3, Cristian Preda 3, Andre Daniel- sen 2, Pauli G. Hansen 1 Kyndil: Bárður Johannesen 6(1), Janus Einar Sørensen 6(2), Jónleif Sólsker 4, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, Josef Abrahamsen 1 Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 5 Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2 BKristian Joensen & Karstin Joensen FAKTA um dystin Hondbóltur Sunset-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Stjørnan 14 11 - 1 - 2 367 287 80 21 2 VB 13 9 - 0 - 4 359 293 66 18 3 Tjaldur 13 7 - 3 - 3 352 314 38 18 4 Neistin 13 6 - 2 - 4 326 306 20 15 5 StÍF 14 3 - 0 - 11 342 409 -67 6 6 Kyndil 13 0 - 0 - 13 224 361 -137 0 Atlantic Airways-kappingin vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VÍF 13 11 - 0 - 2 361 331 23 22 2 H71 14 8 - 0 - 6 371 329 42 16 3 Neistin 13 8 - 0 - 5 380 368 12 16 4 StÍF 14 6 - 2 - 6 345 336 9 14 5 Kyndil 14 4 - 2 - 8 340 371 -31 10 6 KÍF 14 2 - 0 - 12 327 389 -62 4 Fáir áskoðarar Tað var ikki bara føroyskur hondbóltur, sum var á skránni sunnudagin, og hetta sást eisini aftur í áskoðarafjøldunum, sum høvdu leitað sær til hondbólt. Samstundis, sum føroysku dystirnir vóru á skránni, varð HM­finala í hondbólti spæld í Kroatia, og í Liverpool var stórdystur á skránni í Premier League. Hetta sást eisini á áskoðarabenkrunum, soleiðis sum myndin hjá myndamanni okkara so væl vísir. Saviola liðugur í Real Argentinski álopsspælarin Javier Saviola sleppur ikki rættiliga fram at liðnum í Real Madrid, og nú skriva sponsk bløð, at Saviola verður seldur í summar. Ætlanin var, at Saviola skuldi seljast nú, men Klaas­Jan Huntelaar kann ikki spæla Champions League dystir fyri Real Madrid, og tí vil felagið hava Saviola í hópinum fram til summarsteðgin.