Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 22 - 2. februar 2009 ] Raúl tekur málmet Álopsspælarin Raúl skoraði um vikuskiftið mál nummar 307 fyri Real Madrid, og harvið tók hann seg upp undir liðina á Alfredo Di Stéfano sum toppskjútti í spanska kongafelagnum. Raúl er liðformaður í Real Madrid, og hóast hann stundum hevur verið fyri atfinningum fyri síni avrik, hevur hann støðugt gjørt mál fyri Real Madrid, og í løtuni eru avrikini heilt góð. Hótti við at stinga liðfelaga El-Hadji Diouf hevur ofta latið sín óhepna atburð skugga yvir fótbóltsevnini, og tað hevur aftur gjørt nú. The Sun skrivar, at Diouf skal hava hótt liðfelagan í Sunderland, Anton Ferdinand, við at stinga hann við knívi, eftir at teir høvdu skeldast eftir eina venjing. Kanska var tað orsøkin til, at Diouf um vikuskiftið hevur skift til Blackburn at spæla. Rein Haljand, sum er professari í rørslum, hjálpir nú Pál Joensen í stremban hansara eftir at røkka upp á hægstu tindar Svimjing Tíðindaskriv post@sosialurin.fo Svimjisamband Føroya er byrjað eitt samstarv við est- iska professarin, Rein Hal- jand. Rein er professari í menniskjaligum kinetikki, t.e. rørsla. Í nógv ár hevur Rein Haljand kanna og rætta svimjirørslur hjá nógv- um heimsstjørnum innan svimjing. Svimjisambandið hevur sent Pál Joensen til Estland, har hann verður testaður av Rein Haljand leygardagin 31. januar. Hetta er fyrsta stig í eini samstarvsavtalu við heimskenda Rein Hal- jand. Ætlanin er at Reijn kemur til Føroyar í vár at kanna bestu føroysku svimj- ararnir. Mannagongdin er tann at svimjarin verður filmaður í hylinum, og verða rørslurnar síðani kannaðar og svimj- arin fær so ráð um, hvussu betrast kann um teknikkin. Rein hevur gjørt hesar kann- ingar í nógv ár, og listin við heimsstjørnum er langur, t.d.: Salnikov, Popov, Thorpe, Sievenen, Frö­land- er, Kammerling og Norden- stam. Til olympiski leikirnir í Athen í 2004 hevði Rein kannað 400 av teimum 800 svimjarunum, ið luttóku. Svimjisamband Føroya vónar við hesum tiltakið, at vit fáa betra um støðuna hjá okkara svimjarum. Estiskur professari hjálpir føroyskum svimjarum Tað er sannlíkt, at ungi B36’arin í dag skrivar undir sáttmála við danska Brøndby Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Danska transfer-vindeygað letur aftur í dag, og lítil ivi er um, at fleiri spælara- handlar verða at síggja, so hvørt sum klokkan nærkast midnátt. Ein av handlunum, sum helst er í væntu, hevur før- oyska undirskrift. Odmar Færø, sum fyri tað mesta er uppvaksin í Skotlandi, men sum í fyrraárið og í fjør hev- ur gjørt um seg á besta lið- num hjá B36, er nevnliga heilt nær einum sáttmála við danska stórfelagið Brøndby. Tað hevur ikki borið okk- um til at fáa tíðindini váttað. Jákup í Stórustovu, spælara- umboðsmaður, sigur seg ongar viðmerkingar hava til fótbóltsframtíðina hjá spæl- aranum, og í Brøndby bar okkum ikki til at fáa fatur á Kim Vilfort, talentstjóra. Skiftið tykist tó rættiliga sannlíkt, og verður hetta veruleiki, skal B36 kanska standa seg við eini spildur- nýggjari verju, tá teir fara undir nýggja kappingarárið. Í mun til liðið, sum í fjør hevði eina tí sterkastu verj- una í landinum, er Mein- hardt Joenen farin úr mál- inum. Eitt pláss, har B36 tó enn er væl fyri, nú Tróndur Vatnhamar hevur skrivað undir sáttmála við felagið. Alex José dos Santos hev- ur í fleiri ár røkt bakkplássið í vinstru, men hann skal eftir øllum at døma spæla við EB/Streymi, har tað sigst, at tey nú bert bíða eftir arbeiðs- og uppihalds- loyvinum, áðrenn sáttmáli verður skrivaður. Í miðverj- uni var Dmitrij Jankovic í fjør ein sannur brandur, men hann roynir seg nú í ungverskum fótbólti, og enn er Herbert í Lon Jacob- sen ikki farin undir venjing- arnar, skilst. Útskiftingin var eisini sjónlig, tá B36 um vikuskift- ið spældi venjingardyst móti Víkingi. Tí her spældi liðið við mest sum púrasta nýggj- ari verju, har ungir mans av álvara skuldu royna seg. Víkingur vann venjing- ardystin 2-1. Odmar helst til Brøndby Nógv bendir á, at Odmar Færø nú skal royna seg hjá danska stórfelagnum, Brøndby Pál Joensen varð um vikuskiftið testaður av Rein Haljand, sum nú gevur føroyska gullfiskinum góð ráð um, hvussu tíðirnar kunnu gerast enn betri Mynd: Rókur í Jákupsstovu – helst besta smyrjiolja í heiminum Her fært tú skift til bestu smyrjiolju www.shell.fo Norðoyggjar: Klaksvíkar Autolakering Klaksvík, tel 458787 Bilservice Klaksvík, tel 459393 E.Z. Verstaðið Klaksvík, tel 566878 Auto Fjósið Viðareiði, tel 451162 Autoshine Klaksvík, tel 457474 Eysturoy: Dekksentrið Saltangará, tel 475500 B.B.R. Service Lambareiði, tel 449111 Normek Norðagøta, tel 442002 Sandoy: Shell-Støðin Sandur, tel 361046 Suðuroy: Shell-Støðin Trongisvágur, tel 371466 Shell-Støðin Vágur, tel 373175 Streymoy: Berg Motors Tórshavn, tel 313535 Bilrøkt Tórshavn, tel 588880 Bilasølan Tórshavn, tel 315354 Akfarssølan í Hornabø Tórshavn, tel 320322 Shellstøðin Frælsið Tórshavn, tel 312112 Dekksentrið Tórshavn, tel 475500 Super Dekk Service Tórshavn, tel 314975 V.R.-Bilar Tórshavn, 322110 Wenzel Tórshavn, tel 354500 Norðbil Tórshavn, tel 363738 Norðcar Tórshavn, tel 308080 Vágoy: Bilverkstaðið Miðvágur, tel 332727