Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-02, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 2. februar 2009síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 22 - 2. februar 2009 ] Heini skeyt 8 mál Tað metlanga leikbannið, sum Heini Hanusarson fekk frá føroyska hondbóltssambandinum, tykist ikki at nerva Heina Hanusarson nevnivert. Danska hondbóltsliðið, Ajax Keypmannahavn vitjaði yviri í Skåne, fyri at spæla venjingardyst ímóti einum av oddaliðunum í bestu svensku hondbóltsdeildini, sum nevnist Ystad. Væl gekk hjá Ajax og føroyska spælaranum, Heina Hanusarsyni. Ajax vann dystin 28-26, aftaná hálvleiksstøðuna 13-11 til Ajax. Heini Hanusarson gjørdi veruliga vart við seg, og gjørdist hann toppskjútti hjá Ajax við 8 málum. Ajax hevði leiðsluna allan dystin, og vunnu ein uppibornan sigur. Tveir sáttmálar í B36 Formulahópurin hjá B36 er nú við at forma seg. Tveir upprunaligir B36´arar, sum hava verið partar av formulahópunum hjá HB og EB/Streymi seinastu árini, hava nú skrivað undir sáttmála við barndómsfelagið, B36. Sambært Portalinum skrivaðu Tróndur Vatnhamar og Fróði Clementsen nevnliga undir sáttmálar í farnu viku. Báðir hava teir sín uppruna í B3. Tróndur Vatnhamar hevur tó spælt við HB seinastu árini, meðan Fróði Clementsen, sum eisini hevur spælt við B68, hevur spælt við AB og EBS/treymi seinastu kappingarárini. Bæði vinnarin í re­curve­ og í com­ pound í bogaskjóti­ kappingini á Eiði í gjár fara við til HM. Í re­curve­bólkinum vann e­in kvinna og í compoundbólkinum vann e­in 16 ára gamal. Bæði Annika Vang og Magnus Andre­asse­n fara til HM í Rze­szow í Póllandi 2. mars Bogaskjóting Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Men tað er ikki nóg mikið, at vinnararnir í báðum kapp- ingum megnaðu HM-krav- ið. Kappingin var nevniliga eisini sera jøvn, og støðið var eisini eitt vet hægri, enn tað hevur verið fyrr í ár. Kappingin í gjár er ein sokallað »Face to face« kapping, har tað alla tíðina er skjóting, har ein skjútti skjýtur ímóti einum øðrum. Har tað byrjar við einum deildarlíknandi bólkaspæl- ið, har fýra teir bestu skjútt- arnir koma víðari til ein fjórðingsfinalubólk. Compound Í hesum bólki luttóku átta skjúttar. Tað vil siga, at tveir ymiskir bólkar vóru gjørdir, við fýra skjúttum í hvørjum. Í bólki A í compound var Kaj Johannesen ikki møttur, tá kappingin byrjaði, so nakrir skjúttar vunnu dystir uttan dyst. Men í hinum dystunum, ið allir eru 12 pílar, gjørdist tað ofta rættiliga javnt. Magnus Andreassen og Albert Dam skutu heilt javnt við 112 stigum í sín- um fyrsta dysti, meðan tað var heldur størri munur, tá Bogi Andreasen var í dysti, tí hann rakk ikki heilt sama støði sum hinir. Í bólki B vóru tveir dystir, har munurin bara var eitt stig, so tað var sum heild ikki stórur munur á skjúttunum. Fjórðingsfinalur Í hesum partinum komu fýra skjúttar víðari úr hvørj- um bólki, so í veruleikanum komu allir skjúttarnir víðari. Dystirnir í hesum umfarið av kappingini gjørdust held- ur ójavnari, tá serliga A bólkurin hevði greiðar vinn- arar. Serliga Magnus Andre- assen skaraði framúr og megnaði í einum umfarið at skjóta heili 117 av 120 møguligum stigum. Hálvfinalur og finalur Tá hetta slagið av kapping kemur til seinastu umførini, broytist hon eitt vet. Í hálv- finalunum er nevniliga talan um dyst, har set á tríggjar pílar verða skotin og tann, ið fyrst megnar at vinna trý set, vinnur dystin. Í finalunum er tað tann, ið fyrst vinnur fýra set, ið vinnur dystin. Í compound komu Nikkel Petersen, Kaj Johannesen, Magnus Andreassen og Al- bert Dam til hálvfinalurnar. Í dystinum millum Nikkel Petersen og Kaj Johannesen, gjørdi fyrrnevndi bart og vann dystin 3-0. Men set- úrslitini vóru sera jøvn, og mesti munurin var tvey stig. Í hinum dystinum vann Magnus Andreassen, men hetta gjørdist ein serstakliga tættur dystur. Heili fimm dystir skuldu til, og heili tríggjar ferðir gjørdist talan um umskjóting, tí tað bleiv javnt millum skjúttarnar. End- in var, at Magnus Andreas- sen kom í finaluna, har hann møtti Nikkeli Petersen. Bronsufinalan endaði 4- 2 til Kaj Johannesen í móti Alberti Dam, men eisini her vóru nógvar umskjót- ingar. Heili fýra ferðir av seks settum vóru skjúttarnir javnir í stigum og máttu skjóta einaferð enn. Finalan var millum Nikk- el Petersen og Magnus Andreassen. Allir sjey møgu- ligu dystirnir máttu skjótast. Unglingarnir báðir skiftust at vinna, men at enda vann Magnus Andreassen seinasta settið við tveimum stigum. Recurve Í innleiðandi umfarinum í bólki B í recurve vunnu skjúttarnir, ið vanliga plaga at klára seg væl. Annika Vang vann allar sínar dystir, meðan Absalon Hansen vann tveir dystir. Torfinn Hansen, ið vann seinastu kapping vann ein dyst, með- an Fríði Andreassen ongan dyst vann. Í hinum bólkinum var heldur javnari. Eirikur í Ják- upsstovu, Jógvan Magnus Andreasen og Hans Petur Højgaard vunnu allir ímóti hvørjum øðrum, meðan Jastrid M. Jensen ongan dyst vann. Fjóringsfinalur Í fjóringsfinaluumfarinum hendi bara tað, at Absalon Hansen og Hans Petur Høj- gaard skiftu um bólk. Í bólki A skeyt Hans Pet- ur Højgaard best, og megn- aði at vinna allar dystirnar. Annika Vang tapti bert ímóti Hans Peturi. Torfinn Hansen vann bert dystin ímóti Fríða Andreasen, sum ongan dyst vann. Í bólki B vann Eirikur í Jákupsstovu allar sínar dyst- ir. Jógvan Magnus Andrea- sen vann tveir dystir og Absa- lon Hansen ein dyst. Jastrid M. Rein vann ongan dyst. Javnasti dysturin var millum Eirik og Jógvan Magnus, tá bara eitt stig var á muni. Hálvfinalur og finalur Í hálvfinalunum var kapp- ingin rættiliga jøvn. Nakrar umskjótingar skuldu til, men endin var, at Annika Vang vann sín dyst 3-1, meðan Hans Petur Højgaard vann sín dyst 3-2. Í bronsudystinum gjørdi rættiliga spennandi. Báðir skjúttar høvdu møguleikar í settunum at avgera dystin, og endin var, at Jógvan Magnus Andreasen vann 4- 3 ímóti Eiriki í Jákupsstovu. Í sjálvari finaluni skutu Annika Vang og Hans Petur Højgaard. Annika helt stílin og vann fjórða settið, tá Hans Petur hevði vunnið tvey. Tá kappingin var liðug vísti tað seg, at bæði Annika Vang og Magnus Andreassen høvdu megnað krøvini til HM í Rzeszow í Póllandi. Tey fingu kvøldið at avgera, um tey taka av ella ikki, tí ávísar treytir um venjing fylgja við. Bæði hava valt at luttaka, og Schandorff Vang fær eisini ein leiklut sum dómari í kappingini. Eisini er vert at nevna, at 16 ára gamli Magnus Andreassen megnaði at skjóta heili 571 stig, tá fyrstu 60 pílarnir vóru taldir, og tað er nýtt juniormet í Føroyum, samstundis sum tað er 11 stig omanfyri kravið til at luttaka í HM fyri tey, ið eru til og við 18 ára gomul. Vinnararnir til HM Nógvir sera javnir dystir vóru til kappingina á Eiði um vikuskiftið Mynd: Schandorff Vang Hans Petur Højgaard, Annika Vang, ið endaliga hevur avgjørt at luttaka til HM og Jógvan Magnus Andreasen Mynd: Eirikur í Jákupsstovu Nikkel Petersen, Magnus Andreassen, sum fer til HM fyri juniorar og Kaj Johannesen. Allir eru 18 ár og yngri Mynd: Eirikur í Jákupsstovu